mikudagur 7. mars 1979síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sosialurin
Nr. 18 — 7. mars 1979
Brutu rút
og vasa
Leygarnáttina varð ein
stórur steinur tveittur
inn í sýningargluggan
hjá Poulinu Joensen í
Bøgøtu í Klaksvík.
Steinurin rakti ein
vasa, sum stóð í glugg-
anum, og brotnaði
hann. Hesin vasin
hevði eitt virði uppá
500 kr.
Hetta er triðju ferð í
vetur, at herverk er
gjørt á handilin hjá
Poulinu Joensen. Poli-
tiið veit ikki, hver hev-
ur framt hesi herverk.
Ynskja
studningin
hækkaðan
Tveroyrar býráð hevur
sent legtinginum
triggjar umsóknir um
at fáa játtaða studn-
ingin hækkaðan.
Talan er um studn-
ingin til ein bátahyl, til
ein bátadrátt í Froðba
og harafturat til ein
uppdyrkingarveg i
Øravik. Upprunaliga
skuldi vegurin verða
300 metrar, men nú
verður hildið, at hóski-
lig longd er 500 metrar.
Tekniski skúli 45
Grækarismessudag
verða 45 ár liðin, síðani
Tekniski Skúlin í Tórs-
havn varð settur á
stovn sum privatur
skúli av Havnar Hand-
verksmeistarafelag og
tey fyrstu árini varð
figgjadur av felagnum.
Seinast í 50-árunum
varð skúlin skipaður
sum sjálvsognarstovn-
ur, og um hetta mund-
ið fekk skúlin síni
fyrstu egnu undirvis-
ingarheli. Mitt í 60-un-
um varð lærlingaundir-
vísingin legd um frá
kveldskúla- til dag-
skúlaundirvísing, so-
leiðis at hver lærlingur
er nakrar vikur á skúla
um árið ta tíðina hann
stendur í læru.
Umleið 350 hand-
verkslærlingar eru á
hverjum ári á skúlan-
um í styttri ella longri
tíð. O.u. helvtin av
næmingunum koma av
bygd og búgva hesir á
skúlaheimi skúlans fyri
18 kr. um dagin.
Við skúlan starvast
12 fastløntir faklærarar
umframt nakrar tima-
lærarar.
Frálæra verður givin
á níggju ymiskum fak-
ekjum: maskinarbeið-
arar, elektrikarar, mál-
arar, húsasmiðir,
snikkarar og friserar.
Allir aðrir handverks-
lærlingar fáa skúla-
gongd sína í Danmark,
men plagar skúlin van-
liga at ráðgeva teimum
við hesum, tá teir
fyrstu ferð skula á
skúla.
Í stýri skúlans sita í
dag 8 limir. Fyri Havn-
ar Handverksmeistara-
felag: Petur Simonsen,
Hjerleif Hentze, Bjarki
Jacobsen, Poul Joen-
sen og J. S. Vágsheyg,
fyri Havnar Handverk-
arafelag: Helgi Øster,
fyri Tórshavnar Býráð:
Petur Christiansen og
fyri Føroya Lands-
stýri: Klaus Hermann.
Inntil fyri fýra árum
síðani hevði kenslu-
málaráðið eisini eitt
umboð í skúlastýrin-
um.
Inntil 1975 rindaði
ríkiskassin 65%,
kommunurnar 19
1/2% og meistararnir
15 1/2% av rakstrarút-
reiðslunum. Nú rindar
staturin 80% og kom-
munurnar 20% av
rakstrarútreiðslunum,
sum fyri fíggjarárið
1979 ætlandi liggja um
2,7 milj. krónur.
Bert talan um eitt
havnaprojekt í Skopun
Hetta er tað sonevnda ØB-projektid
— Tað kann bert vera talan um ein megu-
leika, tá havnin í Skopun skal útbyggjast.
Hesin møguleikin er tað sonevnda 03-
projektið, har útbygt verður eystureftir
Soleiðis sigur Lindberg
Djurhuus, bygdaráðslim-
ur í Skopun í einum svari
til samreðuna sum Sosial-
urin hevði við Louis Eyst-
berg herfyri.
Lindberg Djurhuus sig-
ur, at talan kann ikki
verða um tveir meguleikar
at útbyggja havnina í
Skopun. Bert Ø3-projekt-
ið kann brúkast. Við hes-
um projektinum verður
havnin útbygd eystureft-
ir. Havnin fer tá at fáa
fleiri fyrimunir. Nýggja
innsiglingin verður 65
metrar breið og gamla
innsiglingin er 25 metrar.
Mett verður, at her altið
verður innkomandi, um
farast kann um td.
Kirkjubønes ella Boða-
bergstanga, sigur Lind-
berg Djurhuus.
Havnin kann eisini
V6-projektið.
Útbyggja vestureftir
Soleiðis sær havnin í Skopun út í dag
Vidkast nærum óendaligt
vestureftir, og somuleiðis
verður havnagkið nógv
størri.
Um hina ætlanina V6-
projektid, sigur Lindberg
Djurhuus, at henda hevur
ongar møguleikar. Hetta
projektið hevur ikki sum
Louis Eystberg sigur í
Sosialinum, nakra havn
vestanfyri, men harafturi-
móti verður heilt ógjorligt
at sigla inn í havnina.
— Eg kann bert vísa til
myndina og spyrja Eyst-
berg, hvar tann havnin er,
sum hann vísir til. Her er
bert talan um grótkast
vestanfyri, sigur Lindberg
Djurhuus.
Fóru ikki illa
Hann vísur á, at í nevndu
”” HARÐAB,
TEN
me
=
Åheitanin,
Landsstyri:
sum skopuningar
sendu Føroya
ȁ almennum fundi i Skopun hin 21. febr. 1979
um havnarmålid i Skopun vard samtykt at heita å
håttvirda Føroya landsstyri um at gera sina
åvirkan galdandi yvir fyri løgtinginum, soleidis at
utbyggingin verdur gjørd sudureftir.
Her hava vit i huga havnarætlan Ø3.
Hin almenna åskodanin å fundinum var, at inn-
siglingin til V6 er ikki nog g6d.
Hini uppskotini um åbøtur å Skopunar havn
vórðu ikki hildin at vera tilráðilig!<
Tey, sum skrivaðu undir vóru Skopunar Ar-
beiðsmannafelag, útróðrarfelagið og limir í bygd-
arráðnum.
O3-projektið. Utbyggja eystureftir
grein i Sosialinum verður
sagt, at allar tær milli-
ónirnar, sum fyrr eru
lagdar í Skopunar havn,
fóru illa.
— Hetta er ikki beint,
heldur Lindberg Djur-
huus. Hann sigur, at um
Ø3-ætlanin verður fylgd,
koma milliónirnar, sum
NORÐUR! Á BERGI
fe
Fr hb.
hi NR —N
h ED
> -INhsrøtind SR NS
*
v
"YIRA HAVN
SYÐRI POLLUR
fyrr hava verið lagdar í
havnina, væl við. Vit
mugu minnast til, at
Skopun er bygd í menning
og kemur hver króna, sum
verður legd niður í eina
tilika havn, øllum lands-
ins íbúgvum til góðar.
— Eg vil til eina og
hvørja tíð atkveða fyri
03, og eg havi slept ti,
sum eg fyrr helt skuldi
gerast við at leingja garð-
in á boganum teir 20 metr-
arnar, sum eftir vóru, suð-
ureftir. Hetta verður ov
kostnaðarmikið, og vit fáa
ov lítið havnaøki burtur úr
hesum, heldur Lindberg
Djurhuus fyri.
Hann tekur annars fult
undir við tí, sum tann
lokalkendi útróðrarmaður-
in, tað eru serstakliga for-
menninir á útróðrarbátun-
um í Skopun, halda um
havnaútbyggingina.
— Ein skuldi trú, at út-
útróðrarmenn og fiski-
menn hevdu betri skil á
havnavidurskiftum enn
keypmenn, bankamenn og
bilførarar, sigur Lindberg
Djurhuus at enda i hesi
viðmerking til útbygging
av havnini í Skopun.