Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-03-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. mars 1979síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 18 — 7. mars 1979 sosialurin LONGITUDINAL SECTION Soleiðis sær hann út. Tær 850 hestakreftirnar og skrúvudysan geva bátinum 13 míla ferð Svínoyingur um fiskiskap undir Føroyum: Føroyingar hava altid spart maskinorku Byggir nu trolbåt i Fraklandi, sum kann toga å øllum dypum undir Føroyum Teir bådir svinoyarbrødurnir, Ingi og Bjarni Jacobsen, lata i løtuni byggja ein trolbåt i Fraklandi. Båturin er gjørdur til at trola å øllum dypum undir Føroyum Ingi Jacobsen sigur i sam- rødu vid Sosialin, at ein av vansunum vid føroyska fiskiflotanum hevur verið, at vit alti3 hava spart maskinorku. Hetta er eis- ini orsøkin til, at vit ikki hava kunnað roynt á sterri dýpum undir Feroy- um eftir fiskasløgum, sum eitt nú upsa. Hetta er helst eisini or- søkin til, at Bjarni og Ingi Jacobsen nú lata byggja ein trolbát í Fraklandi, sum hevur rættiliga stóra maskinorku. Kostar 5,5 mill. kr. Nýggi báturin fer at kosta umleið 5,5 milliónir krón- ur og verður væntandi lat- in eigarunum um eitt ár. Tað er tann sama skipa- Nýggi báturin hjá svínoyingum er 6 metrar longri enn smiðjan, ið bygdi Bakka Kristian og Margrethu, sum nú byggir henda bát- in og ein annan trolbát av júst sama slag til eitt felag í Sandavági. Báturin líkist nógv Bakka Kristian og Mar- grethu, men hann er nak- að væl sterri. Hann er 6 metrar longri, 80 cm. breidri og 2 fetur djúpri. Hann er útgjerdur við eini 850 hesta Catepillar maskinu, men við skrúvu- dysu verða 1060 hestar, soleiðis, at báturin fer at sigla einar 13 mil. Nýtt tól: »sær« til síðirnar Báturin verður útgjerdur við ollum nútímans tólum. Bakka Kristian og Margretha Umframt tveir radarar og 2 ekkolodd verður hetta fyrsti trolbáturin í Feroy- um, sum verður útgjerdur við einum computara. Við hesum computaranum kunnu teir leita eftir fiski út til síðurnar. Hetta sama tólið >sær< 15 metr- ar til síðuna á upp til 100 favna dýpi. Manningin kann á einum skermi á brúnni eygleiða fiskin. Hetta er eitt rættiliga nýtt tól, sum bretar brúka nógv. Upsastovnurin stórur Tað verða seks mans við bátinum, tá hann fer á fiskiskap undir Feroyum. Hann lastar umleið 150.000 pund. Ingi Jacob- sen sigur, at ætlanin er serliga at veiða upsa undir Feroyum. Sjálvur heldur hann, at upsastovnurin er ógvuliga stórur, og at her eru nógvir meguleikar Hann heldur ikki, at vandi er fyri at ovfiska stovnin. — Nú hava fransmenn fiskað upsa undir Feroyum í meira enn 10 ár við skipum upp í 5000 tons til støddar. Teir høvdu neyvan fiskad her, um veidan ikki gav nakad av sær, leggur Ingi Jacob- sen aftrat. Uppå fyrispurning um teir, vid at byggja trol- båtar til at fiska undir Føroyum, verða ein hótt- an móti linumonnunum, sigur Ingi Jacobsen, at tad eru teir ikki. — Føroy- ingar hava jú ongantid fiskad vid linu å djåpum vatni undir Føroyum. Tað gera norðmenn haraftur- ímóti. Ikki svartskygdur Ingi Jacobsen, sum í let- uni er skipari á Friborg, er ikki svartskygdur, hvat vidvikur fiskiskapi undir Feroyum. Hann heldur, at við góðari togkraft fer tað uttan iva at roynast sera væl eftir upsa undir Fer- oyum. Hann vísur í hesum sambandi á Cubabátar- nar, sum hava fiskað heilt væl undir Feroyum. Eis- ini teir smærri trolbátar- nir sum Margretha hava havt stak góðan fiskiskap undir Feroyum. Nýggi báturin er merkt- ur til Svínoyar og skal landa til flakavirkið í Norðdepli. Uppá fyrispurning hví báturin er merktur í Svin- oy, sigur Ingi Jacobsen, at tað í dag er landsstýr- isins politikkur, at bátar- nir skulu ikki bert hoyra til á einum plássi, eitt nú í Havn og avreiða til eitt flakavirki, sum framman- undan hevur nóg mikið av ráveru ein stóran part av árinum. Rætt at stuðla tey smærri virkini — Eg haldi tað er rætt at stuðla tey flakavirki, sum ikki fáa munandi av rá- veru alt árið, sigur Ingi Jacobsen at enda. Nýggi báturin verður figgjaður: 10 prosent eg- inpeningur, 15 prosent frá Fiskaribankanum, 50 pro- sent frá Realinum og 20 prosent í stuðulsláni. Handverks- lærlingafelagið stovnar deild í Vágum Leygardagin stovnaði Feroya handverkslær- lingafelag eina deild í Vágum og er hetta fimta deild felagsins. Hinar eru í Havn, Klaksvík, Suðuroynni og á Skála. Í Vágum eru 25 handverkslærlingar og av teimum eru 17 limir i felagnum, sum nú hevur tilsamans uml 400 limir. Í landinum eru uml. 470 hand- verkslærlingar. Tað verður ikki kravt av teimum, at teir eru lim- ir í felagnum, so við hesum í huga kann ikki annað sigast, enn at limatalið er ógvuliga stórt. Umsókn um loyvi at fiska flatfisk Nakrir útróðrarmenn í Fuglafirði hava sent løgtinginum skriv, har teir ynskja at fåa loyvi til at fiska flatfisk å åvisum leiðum undir Feroyum. Í skrivinum verður Ein av trupulleikun- um, sum Þþpeolitiið í Klaksvík hevur at stridast við, eru leysir hundar. Mett verður, at uml. 200 hundar eru í býnum, men hunda- skattur fyri 1979 er einans goldin fyri 54. Vegna manningartrot hevur politiið íkki meguleika at gera so nógv við hundaóskilið og tað ger tað ikki mætari, at hundarnir yvirhevur eru ringir at fáa fatur á, upplýsir vakthavandi á politi- steðini í Klaksvík. Verður hundur uttan hundatekn tikin og ikki eydnast at finna fram til eigaran, verður mett um virðið á hundinum. Um hann er ein >rasu- hundur« ella ein >bast- ardur<. »Bastardarnir« verða oftast skotnir. Politii í Klaksvík skjeyt 20 hundar i fjør. Á politistødini í Havn verður upplýst. at har er hundaskattur goldin fyri 215 hundar í ár. Í fjør vóru skrá- settir 276 hundar í Tórshavnar kommunu. Í Havn er skilið hampiligt viðvíkjandi Fjórði hver hundur í Klaksvík ólógligur kring oyggjarnar sagt, at tað er nógv til av flatfiski, m.a. tungu, á leiðum, har ikki er loyvt at fiska. Ti ynskja teir, at bann- ið verður sett úr gildi á nekrum leiðum. Í skrivinum verður annars skotið upp at biðja Fiskirannsókn- arstovuna um at kanna, hverjar leiðir kunnu brúkast til at fiska flatfisk á. Inn við sjúkum manni Fríggjadagin var ein russiskur svartkjafta- trolari å Havnini vid einum sjúkum manni. Tað eru nú 9 russ- iskir svartkjaftatrolar- ar norðanfyri Feroyar. Teir fáa 20—30 tons í hálinum, men teir toga eisini leingi, einar 4 tímar. Fiskiskapurin hjá teimum bestu ligg- ur um 250 tons um vik- una, upplýsir Vaktar- og bjargingartænast- an. Mánadagin vóru 25 útlendsk fiskiskip á føroyskum sjoøki. Tey flestu lógu inni ella undir landi og krokaðu um vikuskiftið, men mánamorgunin fóru tey út aftur á miðini. leysum hundum. Tað hendir av og á, at fólk venda sær til politiið við klagum um leysar hundar. Men tað er sjáldan, handar verða skotnir av polttisúni. Tá eigarin av tiknum hundi ikki finst, plagar politiið at venda sær til Djóraverndarfelagið, sum so tekur sær av hundinum. Vit spurdu eisini á politisteðini í Runavík, men har hava teir ongar trupulleikar av hundum. Tað er heilt sjáldan, at nakar klagar um leysar hund- ar. Hundaskattur verå- ur kravdur i fimm by- um og bygdum i Før- oyum, í Klaksvík, Tórshavn, Vestmanna, Sandavági og á Tver- oyri. Hundaskatturin skal verða goldin fyri 1. februar og hann er 20 kr. um árið uttan á Tveroyri, har tað er biligari at hava hund. Skatturin er 5 kr. um árið. Eigarar av tilmeld ingarskyldugum hund- um hava eisini skyldu til at hava teir ábyrgd- artryggjaðar