Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-03-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. mars 1979síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 - 2 telf. 14720 . 11820 Sosialurin box 76, 3800 Tórshavn Utgevari: Feroya Javnaðarflokkur Fyritaksstjóri: Tórfinn Smith Vilhelm Johannesen (ábyrgd) Blaðstjóri: Blaðmenn: Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miller Arne Thomsen Uppseting: Sosialurin Prent: Dimmalætting Lýsingar: Raðfylgjan AFTANÅ hendingarnar í Miðeystri, har aldargomul stýrisskipan eftir fáum døgum er kollrend, og menn av álvara hava sett sær fyri at seta stýrisskipan í lag eftir fornum muh- ammedanskum sniði, er tað ikki sért ein áminning um, at eisini okk- ara samfelgg kunnu verða rakt av slíkum hendingum. Vit kunnu ti spyrja, hvgrjar avleiðingar kunnu verða okkum fyri av hesum? SJÁLVSAGT er tað mest orkan, ið vit hugsa einamest um í fyrstu at- løgu, tí vituliga er tað ikki likasælt fyri okkum, um oljan verður upp aftur dýrari. Oll framleiðsla okkara — fiskivinna okkara — er so nær tengd at orkumøguleikunum, at spurningurin meira og meira er um oljuprísleguna. FÁUR hugsaði, at vit í so stóran mun sum nú, máttu taka orku- spurningin og orkubrúkið til so gjøl- liga umhugsan av hesum orsøkum, sum veruleikin nú einaferð sigur okkum. Bæði tí hetta er ein spurn- ingur um pris, og ikki minst ein spurningur, um orkan kann gerast ein vøra, sum ikki i framtíðini er óavmarkað. TÍ hevur eisini tað fingið so stóran aktualitet, at vit troyta allar orku- møguleikar — at tað ongantíð er ov skjótt reiðiliga at seta skjøtil á tað fyrireikingararbeiðið, sum má til fyri at finna fram til leiðirnar, vit skulu ganga. VIT hava enn nakað av vatnmegi til ein part av orkubrúki okkara, men her skal eisini leggjast væl til rættis. Og fyri at orkan kann koma til nýtslu, vita vit, at ovurstórar ílegg- ingar eru neyðugar. ALT eru hetta stórir samfelags- spurningar, sum vit megu vóna, at til ber at loysa, soleiðis at samfel- agsins tørvur verður nøktadur, og at vit taka hetta við í teimum prioriter- ingum, sum óivað verða neyðugir, tá hugsast skal um hvgrjar uppgáv- ur tað almenna skal taka sær av. Og tær eru ikki fáar, men neyðugt er at seta tær í réttu raðfylgjuna. sosialurin Nr. 18 — 7. mars 1979 UL LA AS TTTLTttAtA—THHt—n—n———m SVAR TIL UTISETA- Greinin »Kvinnur bera hålvan himmalin« i Sosi- alinum 13. des. 1978 kom væl vid. Hon nemur vid spurningar, sum hava stóran týdning fyri kvinnufrigering. Gunnleyg og Malan vidgera vidurskiftini i fam- iljuni, har kvinnan i ti vanliga hjunarlagnum er samfelagsliga avbyrgd og sinnisliga og materielt undirløgd manninum, og har arbeidi hennara er knytt at húsarhaldinum og barnauppaling. Eisini koma tær inn å, hvønn lut samfelagið gjøgnum skúl- an hevur fyri okkara fatan av okkum sjálvum sum antin drongur ella genta. Her verður hugsað um gentu- og dreingjalæru- greinar, sum vit kendu frá okkara skúlatíð, og ann- ars tær vónir, sum foreld- ur/lærarar hava til gent- ur/dreingir. Rógvi var inni á, at orsøkin til, at gentur dugdu betur inntil 7. flokk, ikki var sum so ofta fyrr sagt, at gentur vóru búnari, men at dreingjabern nú verða hildin meira til. Hetta er ein sera týdningarmikil spurningur í dag, tá bún- ing oftast verður nýtt til at lýsa hendan spurning. Vit skulu her vera greið yvir vónirnar til rollu- mynstur í uppalingini. Ein triði spurningur er kravið um frían abort í Feroyum og um upplýsing um fyribyrging av gravid- iteti. Hesir spurningar eru sera týdningarmiklir í spurninginum um, hvussu vit kunnu seta inn ímóti kvinnukúganini. Fyrst og fremst mugu kvinnur gerast figgjarliga óheftar av manninum, t.d. við at fáa sær eina út- tjak og meiningar Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrev upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. SOSIALIN DESEMBER 1978 búgving. Harnæst mugu nakrar umstødur hjá kvinnum i familjuni broytast. Her er t.d. dup- ultarbeidid, har kvinnur, ið arbeiða úti, eisini mugu gera arbeiðið heima. Koll- ektivið verður her tikið sum ein meguleiki og eis- ini verður komið inn á, at kvinnur og menn mugu gera upp við kynsrollu- mynstrið og her verður ser- stakliga dentur lagdur á uppalingina. Kúganin verður eisini heft at sam- felagsskipanini, har kúg- anin er almenn — viðvíkur bæði kvinnur og menn. Her eru vit so komin fram til, at tað er neyðugt at samskipa kvinnupolitiskt arbeiði við annað politiskt arbeiði. Demokratisk centralisma Av hesari orsek eru tær báðar farnar inn í politiskt arbeiði í socialistiskum felagsskapum, fyrst FS síðan Komm. Ú og VS. Orsekirnar til aftaná stutta tíð at melda seg úr FS siga tær vera ódemo- kratiska arbeiðslagið og undirmeting av kvinnu- kúganini í felagnum. Viðvíkjandi hesari á- kæru frá Malani og Gunn- leyg, so vilja vit minna á, at tað bert eru limirnir sjálvir í einum felagsskapi við teirri uppbygging, sum FS hevur, ið kunnu tryggja demokratiið. Ikki bert kunnu limirnir tryggja tað, men tað er skylda teirra at ávísa feilir hesum viðvíkjandi. FS byggir á princippinum um demokratiska central- ismu, har grundeindir fel- agsins eru bólkar, sum hava umboð í stjórnini. Her er tað ein skylda hjá tí einstaka í bólkaarbeiðin- um at koma fram við á- troðkandi spurningum og til eina og hverja tíð veg- leiða bólkaumboðið um, hverji mál stjórnin skal átaka sær. Uppgávan hjá stjórnini er at samskipa arbeiðið hjá og geva hverjum ein- støkum bólki boð um, hvat hendir í bólkum og stjórn. Hendan skipan skal soleiðis tryggja, at allir limir eru við í felags- arbeiðnum. Umframt hesa skipan skulu limafundir haldast = regluliga um týdningarmikil mál. Limafundir kunnu innkall- ast av tí einstaka bólkin- um. Herav sæst, at reint formliga er onki, ið forðar fyri demokratii í felagn- um. Um hendan skipan er rett í slíkum felagsskap- um sum FS er ein innanfel- agsspurningur. FS og kvinnustríðið At >kvinnukúganin< ikki varð mett serliga týdning- armikil partur av arbeiðn- um« i FS er ein skeiv og ógrundað ákæra. Tvørtur- ímóti, so hevur FS verið einasti felagsskapur mill- um útisetar, ið hevur tikið hendan spurning upp og arbeitt víðari við honum. Hetta arbeiði heldur fram- vegis á. Felagið hevur síðan 1976 havt bólkar, ið ar- beitt hava við hesum spurningi. At kvinnuar- beiðið byrjaði í 1976 er heldur ikki tilvildarligt. Júst um hesa tíð meldaðu nógvar kvinnur seg inn í felagið, flest allar av om- anfyri nevndu grundum, nevniliga at kvinnustríðið eigur ikki at standa einsa- malt, men at eitt strid fyri kvinnufrigering sam- stundis er eitt stríð fyri aðrari samfelagsskipan. an. Í dag er umleið helvtin av limunum í FS kvinnur. Av konkretum tiltøk- um, FS hevur skipað fyri i samband við kvinnustrið- ið, kunnu nevnast: FS- forlagið gav út pjesuna „Betur fyrivarin«, sum tå- verandi kvinnubólkurin í Keypmannahavn hevði umsett. Meiningin var at halda fram við útgávu av føroyskari kvinnubók. Ti- verri er arbeidid vid hesi bok, id skuldi gerast av kvinnum i Føroyum og út- lagnum kvinnum, stedg- að. Seinasta ár skipaðu FS- kvinnur fyri 8.-mars haldi í føroysku helunum, og hetta savnaði væl av kvinnum. Tað var á hes- UM SAMRADINGAR Tá sendinevndin kemur aftur úr Brússel aftan á samráðingar við EEC, er úrslitið vánaligt, tí sendi- nevndin var so ússalig. Aftan á samráðingar við Ísland og Noreg er úrslitið eisini vánaligt, tí sendinevndin er ódugulig og Noregi og Íslandi vanta bróðurhita. Við tær russisku sam- ráðingarnar vísur nevndin bara sítt sanna kommun- istiska andlit. Sigur Dimmalætting og afturhaldið. Steinbjørn B. Jacobsen um funui stórur áhugi fyri at føra víðari arbeiðið við kvinnubókini. Grundin til, at arbeiðið helt uppat, er helst, at nakrar av teimum, ið stóðu fyri at samskipa ar- beiðið, meldaðu seg úr FS. Hetta átti ikki at verið orsek til, at arbeiðið steðgaði, av tí at arbeiðs- bólkurin var samansettur bæði av limum úr ymisk- um felagsskapum og av einstaklingum. Heldur ikki var tá nekur ósemja um grundarlagið fyri bók- ini. Vit vilja tí elva til at arbeiðið verður ført víðari, ti vit meina, at tervur er á kvinnubókmentum á før- oyskum. Stórir møguleikar at halda fram Hjá sosialistiskum felags- skapum hevur tað verið neyðugt at ásanna, hvussu stóran týdning, kvinnustríðið hevur í pol- itiskum arbeiði. Tey eki í politiskum arbeiði, ið við- víkja kvinnuspurningin- um serstakliga eru t.d. familju- og barnaviður- skifti og í Feroyum eisini t.d. abortspurningurin, av ti at kvinnan hevur verið serstakliga knýtt at hes- um umráðum. Kvinnuluttøkan í teim politisku felagsskapunum á vinstravonginum kann geva politiska tjakinum eitt nýtt innihald, av tí at hetta eru spurningar, sum sjáldan hava verið tiknir upp áður. Málið í ti social- istiska stríðnum er ikki bert materiell frigering, men eisini tann frigering, ið vidvikur medviti og kenslum. Tað er tí neyðugt í stríðnum fyri socialismu at javnseta stríðið móti kúgan á reproduktionsøk- inum — í familjuni og barnauppalingini o.s.fr. og stríðið móti kúgan á produktiónsekinum — í framleiðsluni. Við hesum sum grund- arlag halda vit, at stórir meguleika eru fyri enn einaferð at savna ein kvinnubólk, sum kann taka kvinnupolitiskar spurningar upp og her vildi arbeiðið við kvinnu- bókini verið ein góð byrj- an. Kvinnubólkurin í FS SN HEVUR | VANDAN gs — SUM IKKI AKTAR | J KOYRISIÐ! Må nano Fyri Farðu