Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-03-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. mars 1979síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 sosialurin Flogbóltur Í dag verða heilir 6 dystir leiktir í flogbólti, harav teir fýra á Giljanesi, og verða teir hesir: 7 kl. 14.00 SIF — Fleyr b 7 kl. 14.45 MB — Fleyr a 7 kl. 15.30 MB — Fleyr b 7 kl. 16.15 SIF — Fleyr a Á Strondum leika St.ÍF og SÍ kl. 14.30, meðan ÍF og SÍ b leika í Fuglafirði, eisini kl. 14.30. Dysturin á Strondum verður i 1. mansdeild og í Fuglafirði í 2. mansdeild. Mánadagin 12/3 leika NFL c og St.IF b á Lær- araskúlanum kl. 19.00. Dysturin er í 2. mans- deild. Týsdagin 13/3 leika 1. mansliðini hjá NFL 1 og NFL 4. Hesin verður á Læraraskúlanum kl. 18.30. Hondbóltur um vikuskiftið Um vikuskiftið verða bert tríggir hondbóltsdystir leiktir, og verða teir allir í Klaksvík. Eftir skránni skuldi tann fyrsti verið leiktur kl. 15.00, men allir dystirnir eru fluttir ein tíma fram, so tann fyrsti verður kl. 14.00. Hann verður millum 3. manslið- ini hjá Stjørnuni og Neistanum a. Kl. 15.10 leika Stjørnan og Neistin, 1. deild kvinnur, og síðsti dysturin verður millum 1. mansliðini hjá somu feløgum. Allir dystirnir verða leiktir i morgin. FM i badminton: So stor luttøka sum ongantid fyrr Á 120 luttakarar 160 dystir Í dag og í morgin verður føroyameistarakapping i badminton fyri einstak- lingar i Ítróttarhellini á Hålsi. Luttøkan verður so stór sum ongantíð fyrr. Tað vera ikki færri enn 160 KONDI Feroysk ítróttarklæðir P/FSJOKLÆDNAVIRKID TELEFON 55040 dystir leiktir hetta viku- skiftið. Luttakaratalið liggur um 120, harav meg- inparturin er fólk yngri enn 16 ár. Kappingin, sum byrjar leygardagin kl. 13, fer fram í ymsum bólkum. Her vera piltar, dreingir, unglingar, gentur 12—14 ár, gentur 14—16 ár, mix- double og A bólkurin. Landsdystur móti Íslandi Tað er nú avgjørt, at landsdysturin millum Ís- land og Feroyar verður spældur síðst í mai. Dyst- urin verður leiktur í Ís- landi. Frammanundan hava bert menn verið á badmintonlandsliðinum, men í ár hevur badmin- tondeildin ætlanir um, at kvinnur eisini skulu vera við. Landsliðið er enn ikki tikið út, men verður hetta ivaleyst gjørt í komandi viku. Nr. 19 — 10. mars 1979 HBF II føroyameistari Seinasta mikukvøld varð avgerandi dysturin í lið- kappingini í badminton leiktur. Dysturin var millum bæði havnarliðini HBF I og HBF II. HBF I vann dystin við 4—3, men var hetta tó ikki nóg mikið til at gerast føroyameistari. Úrslitið av kappingini er: nr. 1 HBF II við 9 stigum, nr. 2 HBF I eisini við 9 stigum, nr. 3 MBF við 4 stigum, nr. 4 KÍ við 3 stigum. nr. 5 VB eisini við 3 stigum og KÍF varð nr. 6 við ongum stigi. Tey, sum vóru á vinn- andi liðinum eru: Joan Pætur Midjord, Hans J. Stenberg, Herman í Stórustovu, Andor Ellef- sen, Bent á Lava, Hartvig Hansen, Vagn Andersen, Gunnar Nielsen, Herger Joensen, Guðbjørn Smith og Winnie Stensborg. „Vit eiga ikki eitt oyra. Vit lata ikki eitt oyra«: Nú ræður um at skunda sær Tey. sum ætla sær at síggja leikin >Vit eiga ikki eitt oyra. Vit lata ikki eitt oyra« við Grímu, mugu skunda sær. Ti leikurin verður bert framførdur í Havn ta kom- andi vikuna aftrat Gríma ætlar at fara út um hevuðsstaðin við leikinum um stutta tíð. Ætlanin er at fara til Klaksvíkar og vestur í Vágar fyri páskir, og eftir páskir verður leik- urin framferdur aðra- staðni í landinum. Leikurin hevur higartil verið framferdur 25 ferðir í Havn, og hann hevur ver- ið hampuliga væl vitjað- ur. Russarakrímið, sum herjar í hesum degum, hevur helst verið atvoldin til, at pláss hava staðið tóm undir fleiri av sýning- unum. Men ætla fólk, ið búgva í Havn og her nærhendis at síggja leikin, skulu tey ikki drála ov leingi. Ti nú Grundskeið fyri hondbóltsvenjarar Annar partur av grundskeiðinum fyri hondbóltsvenjarar verður í Klaksvík 24/3 kl. 10.00 til 25/3 kl. 15.00. Gist verður á skúlaheiminum. Luttakarar kunnu tekna seg við at ringja til ISF, tif. 12606 kl. 20.30 til 21.30 14/3. Hondbóltsdeild ISFs verður leikurin bert fram- førdur i komandi viku aftrat. Ongar fiskagentur nå Annars er leikårid vid at vera lidugt. Ætlanin var at framføra ein føroyskan leik um fiskagentur i hes- um leikårinum, men hetta verður helst av ongum. I- stadin fer Grima at ferdast kring oyggjarnar við eini kabarett ella einum barna- leiki í samband við barna- árið. Orsøkin til at »Fiska- genturnar« ikki vera at siggja å palli i hesum leik- årinum er hon, at handrit- ið enn ikki er liðugt, men tað verður nú arbeitt av grimd at gera handritið til henda leikin liðugt. Ætlanin er at sviin Per Sandborg skal koma til Feroya í næstum og stíla fyri einum arbeiðssemin- ari, har leikurin um fiska- genturnar verður við- gjerdur. Verða fíggjarvánir til tess, er ætlanin, at Per Sandborg skal koma aftur til Føroya til heystar, ti leikurin skal framførast á palli. Per stjóri. . x. verður tå leik- Grima hevur eisini ein annan føroyskan leik å skrånni i komandi leikåri. Tað er ein leikur eftir Steinbjørn Jacobsen, hå- skúlastjóra. Leikurin við- ger hjúnarlagið í Føroyum í dag. Upprunaliga telur Gríma fimm fólk. Men í hesum leikárinum hava tey verið 7 við tað at Arne Petersen hevði leiklutin sum Jeppi og Adelborg Linklett nú er við í Dario Fo-leikinum. Frá 1. august kemur ein nýggjur leikari uppí Grímu. Tað er Laura Jo- ensen, sum hevur fingið útbúgving í dramapeda- gogik á háskúlanum í Herning. Laura hevur áð- ur verið við í fleiri leikum, so tað verður spennandi at síggja hana aftur á palli. Birita Mohr hevur ann- ars fingið farloyvi í eina tíð. Jeppi væl vitjaður Leikurin >Jeppi á Fjallin- um< varð væl vitjaður. lalt framførdi Gríma henda leikin 35 ferðir fyri 6000 fólkum.