leygardagur 10. mars 1979síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 19 — 10. mars 1979
sosialurin
Dugi ikki at siggja
aðrar enn núverandi
møguleikar í Grønlan
segði Atli Dam um uppskotið frå framburðs- og
fiskivinnuflokkinum um sinamillum samrådingar
vid grønlendingar. Helt uppskotid vera
Fyri fáum árum síðani var
Grenland tað stóra álitið.
Tá var bara toskur veidd-
ur, men síðan komu onnur
fiskasleg upp á tal, t.d.
laksur og rækjur. Tonsa-
talið var hegt, men síðan
rammuavtalan við EF er
gjørd, er kvotan bara
minkað.
' Nakað soleiðis tók Ad-
olf Hansen til í orðaskift-
inum á tingfundinum týs-
dagin, tá eitt uppskot frá
framburðs- og fiskivinnu-
flokkinum var til 1. við-
gerð.
Uppskotið er soljóð-
andi: »Føroya løgting á-
leggur landsstýrinum
beinanvegin at upptaka
samráðingar við gren-
lendsku myndugleikarnar
um sinåmillum fiskiveiðu-
avtalu.«
Samrådast å
skeivum stad
Framsegumaður fiski-
vinnufloksins vísti á, at
fyri tveimum árum síðani
var føroyska rækjukvotan
11.000 tons, medan hon
fyri i år var 4.000 tons.
Hann segði, at tað gekk
skjótt tann skeiva vegin,
ti føroyingar samråddust
å skeivum stad, nevniliga
vid EF.
Adolf Hansen førdi
fram, at føroyingar skuldu
ongantiå verið gingnir
hesa leið. Hóast EF hevði
lovað, at føroyingar ikki
skuldu missa síni ríkis-
rættindi, so var tað eftir
hansara tykki við at
henda:
— Vit betala dýrt. Ikki
til Grenland, men til EF.
Vit fara niður í 0 tons, um
vit halda fram við at sam-
ráðast við EF, meðan
kvotan fer at vaksa aftur,
um vit fara at samráðast
við Grenland.
Dåmdi ikki
at betala
Í reðu síni segði Hákun
Djurhuus m.a., at honum
dámdi ikki hesa manna-
gongdina at betala.
Eftir hansara tykki var
fylgjan av hesum, at fer-
oyingar noyddust at be-
tala alla staðni. Hann
segði, at vóru vit fyrst
farnir at betala, var
gongdin kend: meira og
meira verður kravt.
— Nei, eg haldi heldur,
at vit áttu at fingið gjøl-
ligar samráðingar í lag við
danska ríkið um, hvussu
okkara ríkisborgararætt-
indi skulu skiljast, mælti
Hákun Djurhuus til.
Samráðst fleiri
ferðir
— Tann, sum hevur fylgt
við, hevur sæð, at lands-
stýrið fleiri ferðir hevur
havt samráðingar við
grenlendskar myndugleik-
ar um fiskiveiðuspurn-
ingar, og at landsstýrið
fleiri ferðir hevur havt
samráðingar við donsku
stjórnina og grenlendsk-
ar myndugleikar fyri at
fáa ein felagspolitikk í lag
mótvegis EF, segði Atli
Dam.
Hann segði, at allir
partar hevdu sýnt góðan
vilja, men eingin endalig
loysn var funnin.
Atli Dam, sum helt
uppskotið verða óneyðugt
og ikki vilja fera til nakað,
um tað var samtykt,
segði, at líka lítið sum
bretar sleppa at avgera
egna fiskivinnupolitikk
sín, líka lítið sleppa gren-
lendingar at avgera sín.
Avgjørt
i Bryssell
Legmaður førdi fram, at
medan grønlendingar
hava nógv at siga, tá teir
skulu avgera, hvat teir
sjálvir skulu veiða, hava
teir einki at skula sagt, tá
tað snýr seg um restina, tí
hetta verður avgjert í
Bryssell.
Annars upplýsti Atli
Dam, at landsstýrið hevði
kannað meguleikarnar
fyri at veiða av gren-
lendsku kvotuni og leggja
upp til grenlendsk virkir,
men hesar kanningarnar
vóru ikki komnar á mál.
Legmaður metti, at fer-
oyingar fóru meguliga at
fáa nakað av grenlendsk-
um kvotum, sum vóru
settar til síðis, men hann
segði, at her var einki at
gera fyrrenn seinri á árin-
um. Í fjer fingu føroyingar
soleiðis tillutað eina lítla
kvotu afturat.
At enda segði Atli
Dam, at hann dugdi ikki
at síggja aðrar møguleikar
viðvíkjandi Grønlandi enn
teir, sum eru i dag.
Moti folksins
vilja
— Tað, sum skapar trup-
ulleikarnar, er, at danir
hava drigið grenlendingar
inn í EF móti fólksins
vilja. Hvat hettar kostar
denum, veit eg ikki, men
eg veit, hvat tað kostar
okkum, segði Erlendur
Patursson m.a.
Hann átalaði harðliga
allar teir rongu upplýsing-
arnar í viðmerkingunum
til uppskotið. Í hesum
sambandi las hann nakrar
síður burtur úr bók síni
Fiskiveiðu — Fiskimenn
um seguligu viðurskiftini
við Grenland.
Fyri sambandsflokkin
segði Eli Nolsee, at flokk-
urin tók undir við upp-
skotinum frá framburðs-
og fiskivinnuflokkinum, tí
sambandsflokkurin var
einasti flokkur, sum at-
kveddi ímóti rammusátt-
málanum við EF, m.a. tí
at føroyingar skulu gjalda
fyri at veiða í grønlendsk-
um sjógvi.
Gjalda
við botnfiski
Eli Nolsee vísti á, at í
1977 fingu feroyingar
rækjukvotu uttan at
gjalda nakað afturfyri,
men í 1978 máttu føroy-
ingar gjalda við botnfiski.
Hann segði, at nú var
rækjukvotan farin enn
longur niður, og at eingin
toskur kundi veiðast undir
Grenlandi, meðan norð-
menn fingu sterri rækju-
kvotu.
Fyrrverandi landsstýr-
ismaðurin í fiskivinnumál-
um sá rættindi feroyinga
fjara burtur, men hann sá
eisini stórar framtidar-
meguleikar fyri at vinna
føroyingum betri semdir:
toskastovnurin vaks í
stórum og tað, at gren-
lendingar = skjótt fáa
heimastyri.
Juul Jacobsen så teir
somu møguleikarnar sum
Eli Nolsøe. Hann segði, at
ongantið hevði so stór
óneyðugt
mongd verið av toski und-
ir Grenlandi sum nú.
Bert grønlendingar
hava loyvi
Jógvan Sundstein segði,
at tað var rætt, at føroy-
ingar hava ikki rætt til at
veiða ein einasta tosk
undir Gremandi, og at
rækjukvotan var farin
niður.
— Men hví, tí vit eru
ikki grenlendingar. Tað
eru bert grenlendingar,
sum hava loyvi at fiska
tosk undir Grenlandi,
segði Jógvan Sundstein,
sum ikki dugdi at skilja
tankarnar hjá sambands-
og framburðs- og fiski-
vinnuflokkinum.
Hann legði afturat, at
norðmenn hava fingið eina
sterri rækjukvotu, tí teir
hava tosk at lata aftur-
fyri, sum vit ikki hava.
Eingin
mannamunur
— Rækjukvotan er farin
niður, tí grenlendskir
fiskimenn eru farnir at
veiða rækjur. Av 29.000
tonsum skulu grenlend-
ingar veiða 16.000 tons,
meðan hini 13.000 tonsini
verða býtt just sum fram-
manundan millum luttak-
andi londini, og eingin
mannamunur er gjerdur,
segði Atli Dam í aftur-
svari sinum til Eli Nolsee.
Hann segði, at norð-
menn vóru farnir fram um
føroyvingar i fiskinøgd,
ådrenn kvoteringarnar
vórðu gjørdar.
— Skal danska stjórnin
krevja, at grenlendingar
skulu geva feroyingum
meira, ella hvat er tað
sambandsflokkurin vil
hava, spurdi Atli Dam, og
legði afturat, at í hesum
spurninginum skulu vit
ikki gloyma, at Grenland
er tann týdningarmesti
faktorurin, og at lands-
stýrið hevur havt og fram-
haldandi fer at hava sam-
ráðingar við grenlending-
ar.
Trýr ikki
upp á avkláring
Heðin Klein segði, at tað
Síða 7
tingnýtt
Arbeiðsbyrðan ov stór
Teir fýra landsstýris-
menninir, sum eisini
eru legtingsvaldir,
hava lagt tingstarvið
frá sær vegna ov stóra
arbeiðsbyrðu, og teir
fýra næstumenninir á
listunum hava tikið
sæti á tingi.
Fyri Jákup Linden-
skov er Óli Jacobsen,
formaður Feroya
Fiskimannafelags,
komin á ting. Hann
fekk triðflest atkveður
til legtingsvalið á javn-
aðarlistanum í Suður-
streymoy.
Tann nyggi ting-
maðurin fyri Feroya
Javnaðarflokk í Suður-
oy eitur Andreas Petur
Jacobsen. Hann kemur
inn fyri Atla Dam. An-
dreas Petur Jacobsen,
sum býr á Nesi, er ætt-
aður úr Getu. Í at-
kveðutali er hann fjórði
maður a javnaðarlist-
anum í Suðuroyar val-
dømi.
Fyri Hedin M. Klein
hevur næsti madurin å
tjóðveldislistanum í
Sandoy, Hans Marius
Joensen, tikið sæti á
tingi. Hans Marius Jo-
ensen, sum er skipari,
er skopuningur.
Hin sandoyingurin,
sum eisini kom inn á
ting mánadagin, er
Eyðun Videre. Hann
fekk næstflest atkveð-
ur á fólkaflokslistanum
og tekur sæti fyri
Demmus Hentze. Eyð-
un Viderø, sum er ætt-
aður úr Skálavík. býr á
Sandi.
Allir uttan Eyðun
Videre luttóku á ting-
fundinum mánadagin
Uppdyrkingar-
vegur á Selatræ
Legtingið hevur fingið
eina umsókn av Sela-
træ um gerð av einum
uppdyrkingarvegi
Vegurin skal gerast
norður úr bygdini út
móti Veðranesi.
Longdin er sett til 600
metrar.
Í grundgevingunum
til umsóknina verður
sagt. at nógv av ben-
um er tikin til byggi-
eki, ti er neyðugt við
nýdyrking.
Landsveg
vestur á Eiði
Svinoyar bygdaráð
hevur sent legtinginum
eina umsókn við ynskj-
um um, at vegurin úr
bygdini til Eiði verður
gjørdur til landsveg.
Harafturat — ynskir
bygdarådid, at ein tele-
fon verður sett upp á
Eidinum, har rutubåt-
urin ofta leggur at.
var greitt, at tå Grønland
var limur i EF, noyddust
samrådingarnar at fara
fram i Briixelles.
Hann segði, at tað vóru
fleiri partar í hesum máli:
Grenland, Danmark, EF
og Feroyar. Spurningurin
viðvíkjandi ríkisrættar-
viðurskiftunum er ikki
greiddur enn, og Heðin
Klein segði seg einki
trúgva uppá, at spurning-
urin varð greiddur, uttan
Grenland tók seg úr EF.
— Men tað eru ikki útlit
fyri ti ta fyrstu tíðina, tí
mugu vit taka veruleikan,
sum hann er í dag út frá tí
steðu, at Grenland er lim-
ur í EF og at kvotabýtið
fer fram í Briixelles, segði
landsstýrismaðurin í
fiskivinnumálum, sum
ikki dugdi at síggja nakra
loysn fyrrenn ríkisviður-
skiftini við Grenland eru
vorðin annarleiðis.
Vildu hava prógv
Framsegumaður sam-
bandsfloksins, Eli Nols-
øe, trúði ikki, at lands-
stýrið hevði havt samráð-
ingar við grenlendingar.
Hann spurdi, um sam-
gongan kundi prógva, at
hon hevði havt samráð-
ingar.
— Sambandsflokkurin
heldur, at landsstýrið
hevur gjert ov lítið við
spurningin. Okkara rætt-
ur er at fiska í Grenlandi,
og henda rætt vilja vit
varðveita, legði Eli Nolsee
afturat.
Í aftursvarinum segði
Atli Dam, at so illa fylgdu
fólk ikki við, at tey ikki
vistu, at landsstýrið hevði
havt samráðingar um
spurningin viðvíkjandi
Grenlandi, og at formaður
sambandsfloksins eisini
hevði luttikið á slíkum
samráðingarfundi.
— Men so leingi danska
stjórnin ikki er sinnað at
greiða spurningin enda-
liga, gerst so lítið, segði
Atli Dam.
Heðin Klein endaði
orðaskiftið, sum vardi í
stívar tveir tímar, og
segði, at fyritreytin fyri at
fáa broyting er at viður-
kenna veruleikan, sum
hann er, og ikki fyrigykla
sær veruleikan. Tað nytt-
ar heldur einki at gera eitt
slíkt mál einfaldari enn
tað er.