Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-03-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. mars 1979síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 sosialurin Nr. 19 — 10. mars 1979 sosiajuri telf. 14720 . 11820 In box 76, 3800 Tórshavn Útgevari: Feroya Javnaðarflokkur Fyritaksstjóri: Tórfinn Smith Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) Blaðmenn: Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Lýsingar: Arne Thomsen Uppseting: Prent: Sosialurin Dimmalætting Møguleikarnir OKKARA tid er so upptikin av at tosa um resursur, um tad sum vit eiga i goymslunum, å landi sum i sjónum. Vit síggja, hvussu londini kappast um at vera fremst, tá talan er um at gera nýtslu av tí sum kann vinnast við minst oyðslan. Tað verður lurtað eftir teimum, sum eiga úrslit at vísa á og hver vil ikki vera í fremstu rød á hesum øki. HJÁ okkum er eisini neyðugt at gera hvat vit kunnu fyri at røkja samfelagsins ognir. Øll framleiðsla, alt samfelagsliv er so samantengt av ti virksemi, sum er i samfelagn- um, at alt veldst um, hvussu vit megna at skipa hesi tingini. TÆR leiðir, sum i dag eru útstungn- ar fyri okkum á fiskileiðum sum á landi byggja allar á tað borðið, at vit meira og meira verða at hugsa um møguleikarnar innanfyri okkara egna øki. Og hóast hetta so vita vit, at vit sum longst megu royna at halda teir møguleikar, sum spyrjast burturúr samráðingum við aðrar tjóðir, tí í mannaminnir hava vit bygt samfelagið á hesum mynstr- inum. MEN alla orku eiga vit at leggja í, at stødid í samfelagnum gerst so hald- gott, at vit so hvørt sum frálíður meira og meira eru førir fyri at breyådføda fólkið á egnum leiðum, á sjógvi sum á landi. VIÐ TÍ uppbyggingarpolitikki, sum vit hava framt gjøgnum sjeytiárini gagnast hetta samfelagnum best. Til limir Føroya Sjúkrahjálparafelags Eykaaðalfundur verður á Hotel Hafnia (Parnassinum) leygardagin 17/3 kl. 15.30. Dagsskrá: 1. Uppískoyti til lóg um grein 2 fel- agsins. 2. Stødutakan til låniskipan. NEVNDIN ESS LL LL LL AA AAN Ah AM |[yy |[|y[y|y[yy|y||y|y—— POLITIKARARNIR FYRI TURRA SPOTT Nú ið ódnin er vid at hasa av, og folk noydist at gniggja dundrið úr eygun- um, og keisarin hevur tjak og meiningar Vit gera lesarar okkara varugar vid, at treytin fyri at fåa lesarabrøv upptikin undir hesum teiginum er, at blad- stjørnin veit, hvør hev- ur skrivad brøvini. fingið latið seg i undir- klæðini aftur, eru vit vorðin eina sera skemtiliga kabarett ríkari. Satt at siga verður tað torfert hjá studentunum at gera kabarett á ólavseku, ti tann formurin sum lands- umfatandi skemtileikurin um eina lítla bók sum ong- in hevur lisið, fekk, kann ikki yvirhálast av nøkrum skemtihevundi ella leik- ara. Tá so tjóðin setur seg í lenistólin at slappa av og lesa seg aftur gjøgnum seinastu samtíðarseguna, soleiðis sum hon er komin fram í prentsvertulíki, tá fær mentanin ein spegil settan fyri andlitið. Hykl- aríið og dupultmoralurin, alt spillnakið svart upp á hvítt. Man ikki onkur rodna? Og mitt í hesum pinliga leiki eru nakrir íspeglar, sum serliga hava gjørt seg til turra spott, og tað ikki bara á heimavelli. Her er talan um okkara fólka- valdu politikarar, sum skúgvaðu politiskar upp- gåvur til sidis fyri at taka sær av klæðum keisarans, sum var spillnakin. Álv- aratos, so mugu vit læra av hesum sorgar- ella skemtileiki um landsins hægstu menn, sum mundu kollvelt bæði grundlóg og borgarligu mannar=:ttindini í heimin- um fyri eina bók, sum teir ikki hevdu lisið; nógv eru vit sum skammast av at hava eitt slíkt løgting ráð- andi fyri borgum. Ti tað er ikki bert heima, at legtingið er fyri turra spott. »Vittigheitin« er longu farin at spáka sær millum landa, og end- ar allarhelst á høkjum i handilsflotanum, sum danir plaga at taka til. Vónandi kunnu bæði veljarar og politikarar læra eitt sindur av at hava gjørt seg til turra spott, og tað á heimsplani. Dánial Hógv-Zimsen HUGLEIÐINGAR UM 6-TØLINI Undirritaði hevði nú ikki ætlað at gera viðmerking- ar til dómin í Brix-Breck- mann sakini, men tá Óli Breckmann í Dagblaðnum næstseinasta mikudag beinleiðis leggur upp til, at eg skal gera tað, so skal eg heldur ikki halda meg aftur. Tann, sum hevur fylgt við í skrivingini hjá Dag- blaðnum seinastu fýra ár- ini, hevur sæð, at hon er merkt av 1. lygnagtigheit, 2. vanvirðing fyri eðrum og 3. beinleiðis forfylging av slíkum sum ikki passa í krammið hjá blaðstjóran- um. Tann skrivingin sum endaði við umredda dómi var tí ikki nakað eindemi men fult í tráð við >linj- una< hjá blaðnum hjá fólkaflokkinum. Tað, sum nú fellir í eyguni, er, at Ó. B. nú roynir at geva fólki ta fatan, at hann jú tók allar skuldsetingar aftur. Men hetta er falsan av gongd- ini. Hann tók onga skuld- seting aftur, fyrrenn hann sá, at hann kom at tapa sakina, t.v.s. tá endaligt prógv varð fingið fyri, at K. B. ikki hevði skrivað teir karakterir, sum hon var legd undir. Men vert er at minna á, at tá O. B. sjálvur legði navn til skuldsetingarnar móti K. B., visti hann eis- ini, at tær vóru ósannar, og kann í hesum sambandi vísast á: 1. Ó. B. hevði fingið at vita frá Kirsten Brix, at 6- tølini i stilaheftinum ikki voru skrivad vid hennara skrift, og hetta våttadi hann eisini i rættinum 2 O. HB. var eisini greidur yvir, at har tad var givid skrivligt skods- mål saman vid karakter- inum, hóskaðu hesi als ikki saman. 3. Tað framgekk eisini heilt greitt av váttanum frá læraraskúlanum, at hendan karaktergeving ikki var farin fram. Hvat ger so eitt lygi- vætti sum O.B., tå hann verður stilladur yvirfyri hesum veruleikum? Jú, teir tveir fyrstu skúgvar hann til viks, og frágreið- ingin frá læraraskúlanum verður »orånad« við »an- tydninger om mulige for- falskninger af karakter- protokollen»«. (úr dómin- um). So tað er eingin ivi um, at skuldsetingarnar vórðu settar fram móti betri vit- andi, og at Ø. B. visti, at skuldsetingarnar vóru falskar. >Gár den sá gár den. Men tað gekk jú ikki, og so var tað jú so lætt at gera »næmingin« til syndabukk. Hevði K. B. bukkað undir, so er við garanti, at ongar skuld- setingar høvdu verið tikn- ar aftur, tverturimóti. So Óli Breckmann hev- ur als ikki nakra orsek til tann frekleika, hann fram- vegis leggur fyri dagin. Tað er sanniliga mótsatt. Fascisma? Hendan sakin skilir seg frá øllum eðrum injuriu- sakum. Har slíkar sakir hava verið áður, hevur verið talan um trætan millum meir ella minni al- mennar persónar, og so er annar parturin lopin fram- av. Hendan sakin er søgulig á tann hátt, at her er talan um ein fullkomiliga ókendan persón, sum noyðist í rættin at reinsa seg. Hann hevur ikki gjort annað enn at passa sitt arbeiði og hevur fult lóg- liga verið limur í polit- iskum flokki. Hesin per- sónur verður so knappliga hongdur út í blødunum við so grovum ákærum, at um tær vóru rættar, so átti viðkomandi at mist sítt arbeiði. Orsekirnar til hetta tiltak vóru heilt skil- ligar hesar: 1. Viðkomandi var ikki fólkafloksfólk. 2. Viðkomandi var dani. Tað er neyvan burtur- við at kalla slíkt fyri fasc- ismu, og skrivingin hjá málgagninum hjá fólka- flokkinum er tað nærm- asta, vit hava havt fasc- ismu. Neyðars verji Tað er nú ikki heilt rætt at gera gjøldur burtur úr verjanum Jógvan Páll og hansara rollu í hesum máli. Sjáldan hevur nakar sakferari havt eina so hopleysa sak sum hesa, so her hevði sjálvt ein Halgir ongan veg komið. Eftir hvat eg havi frætt, fekk eg ta æru at verða nevnd- ur í procedurini hjá J. P. Hann skal hava sagt, at endamálið við skrivingini hjá mær 0.ø. í hesum máli var at skaða Óla B. til log- tingsvalið. Her haldi eg, at Jógvan Páll hevur roynt at gera meg býttari, enn eg hóast alt eri. Eg kann ikki hava havt nakra grund til at halda, at mannagongdin hjá O. B. skuldi kunna skaðað til nakað val, tá m.a. verður hugsað um, a. at Hitler kom til valdið á nærum lógligan hátt við at nýta eina man- nagongd. sum í fyrstuni ikki var so ólík hesi. b. at menn sum Joseph McCarthy kundi blíva stórmenni í amerikansk- um politikki nettupp við at forfylgja annarleiðis hugsandi og gera teimum lívið ótolandi. c. at fólkaflokkurin kundi fáa nærum reinan meiriluta á tingi í 40-un- um nettupp við eini mannagongd sum ta, Dagblaðið nýtir í dag. Til alla lukku fekk fólkaflokk- urin ongantið reinan meiriluta, tí so er ivasamt, um vit nakrantid høvdu havt val aftur i Føroyum. So tað er eingin ivi um, at tað >loysir< seg hjá ein- um politikara at appel- lera til teir vána eginleik- arnar hjá fólki, um hann troystar sær. Tað er Ø. B. einki nýtt prógv um, men nakað serliga hugaligt er tað ikki. Øgvuliga eyðkent fyri Feroyar hevur hesin dóm- ur heldur ongar politiskar avleiðingar fingið. Heldur umvent. Dagblaðið válk- aði sær herfyri í Ritt Bjerregaard-málinum. Men hvat ein enn heldur um úrslitið í hesum máli, so su vit, at i Danmark gongur ikki alt i politikki. Her måtti ein rådharri fara frå »bert« fyri nakrar krónur. Men í hesum førinum er talan um at oyðileggja eitt annað menniskja móti betri vitandi og við følsk- um prógvum, men sjálvt hetta fær ikki avleiðingar í moralleysa politiska heim- inum. Tó so. fólkaflokkur- in vísti sína viðurkenning við at útnevna blaðstjóran til lim í nevndini, sum skuldi samrådast um landsstýrið. Men hvat við skúlanum? Her er talan um eina sak Framhald á síðu 10 ARA RERU