leygardagur 10. mars 1979síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 19 — 10. mars 1979
Norðmenn gera
sosialurin
Síða 5
royndir við farsi
Flakavirkini eru ógvuliga spent um úrslitið
av søluroyndunum
Hesa seinastu tíðina hevur rættiliga nógv
verið skrivað um føroysku royndirnar við
at gera fars av slógvi. Eisini norðmenn
arbeiða við líknandi royndum.
Vit hava tosað við teir
báðar verkfreðingarnar á
Ídnaðarstovuni, Ola
Svenn Nolsøe og Jåkup
Magnussen um tær
norsku royndirnar.
Ola Svenn og Jåkup
hava saman vid leidaran-
um á Ídnaðarstovuni,
Tormóði Dahl, staðið fyri
Óla Svenn Nolsse, Tormóður Dahl og Jákup Magnussen
uttan fyri Ídnaðarstovuna
Soleiðis sær fiskurin út, áðrenn hann fer gjøgnum skeri-
maskinuna. Alt innan fyri punkteraðu strikurnar verður
skorið frá og koyrt burt. Restin verður nýtt í farsfram-
leiðsluni
keypinum av tí farsmask-
inuni, sum í letuni verður
nýtt í Skopun at gera 10
tons av farsi fyri Feroya
Fiskasølu.
Ídnaðarstovan hevur
eisini luttikið í teimum
fyrstu royndunum við hesi
maskinuni, sum uppruna-
liga er ætlað til knetta-
framleiðslu í Skálavík.
Herfyri vóru Jákup
Magnussen og Ola Svenn
Nolsøe i Skålavik har teir
gjørdu tær fyrstu fars-
royndirnar. Eitt nú varð
roynt at vaska farsið fyri
at fáa tað hvítari á liti.
— Hetta eydnaðist heilt
væl, sigur Ola Svenn og
leggur hann aftrat, at tað
helst verður neyðugt at
vaska farsið eisini, um
føroyingar skulu fara und-
ir sterri framleiðslu av
farsi av slógvi.
Keypa farslinjur
Norðmenn byrjaðu roynd-
irnar fyri einum ári síðani,
og higartil hava tær givið
eitt sera gott úrslit.
Flakavirkini í Noregi eru
ógvuliga spent um,
hvussu tað fer at ganga
við sjálvum seluroyndun-
um, sum stóra fyritøkan
»Frionor« stendur fyri.
At norðmenn meta
framtið vera í hesi fram-
leiðsluni er eingin ivi um
longur. Ti longu nú hava
tvey flakavirki keypt sær
serstakar linjur til at gera
fars av slógvi. Ein tilik
linja kostar 350.000 kr.
Hon er utgjørd við eini
skerimaskinu, ið sker
ryggjageislarnar og búk-
holuna frá rygginum, eini
farsmaskinu, sum melur
Framhald á síðu 10
kring oyggjarnar
Ætlan fyri
havnagkið í Vági
Vágs býráð samtykti í
síðstu viku eina ætlan
fyri núverandi havna-
ekið í Vági.
Sambært havnaætl-
anina eru økir løgd til
ymisk åvis endamål,
t.d. til flakavirki, ut-
róður, farmaflutning
0.s.fr.
Eisini er avgjert,
hvar vegirnir, sum
ganga frá og til havn-
ina, skulu liggja. Sum
er, er rættilig fløkja á
hesum eki.
Tað er landsverk-
frødingsstovnurin
sum hevur gjørt ætlan-
Tvøråmenn
lægstir
Tilboðini upp á bygk-
ing av heilsumiðsteðini
í Vági vórðu latin upp
mikudagin. Lægsta til-
boðið hevur byggifel-
agið Strøm og Djur-
huus á Tveroyri
Tilboðið hjá
monnum er uppá
1.086.051 kr. Hini til-
bodini eru: Danberg og
Sørensen, Tórshavn,
1.419.679 kr., Odmar
vid Silånna, Tvøroyri
1.309.820 kr., Eli Silv-
urdal og Brynjolf
Christiansen, Vági,
1.190.612 kr. og Sverri
Magnussen
1.666.412 kr.
tvera-
Vági
Heilsumiðsteðin skal byggjast á fiskastykkinum
á Leðhamri. Eitt uppskot er gjert til heildarætlan
fyri ekið.
Heilsumiðsteðin er
bygningurin
vinstrumegin í miðjuni. Hegrumegin koma bóka-
savn, býráðssalur og posthús.
Bardagaårini á savn
Føroyskt-Bretskt felag og
Føroya fornminnissavn
arbeiða nú i felag vid at
gera eitt savn við lutum,
myndum og eðrum frá
bardagaárunum, 1940—
45. Miðað verður móti, at
savnið skal lata upp í
1990, tá hálv eld er liðin,
síðani bretar hertóku Fer-
Sekkjapipublåstur á Áarvegnum
oyar í april 1940.
Hugskotið til at gera
slíkt savn kom seinasta
summar, tá Feroyskt-
Bretskt felag fekk eina
húgvu sendandi úr Ong-
landi. Húgvuna hevur lan
Leslie-Meiville átt og tað
var sonur hansara, sum
sendi hana til Feroya.
Hesin lan Leslie-Melville
var ovasti í Lovat Scouts,
sum vóru í Feroyum undir
krignum. Henda húgvan
bleiv sostatt fyrsti luturin
hjá bardagaárasavninum.
Fornminnissavnið hev-
ur nú fingið húgvuna til
varðveitslu.
Góðar vónir
Men fyri at fáa fleiri
savnsgripir heita Feroysk
-Bretskt felag og Forn-
minnissavnið nú á fólk,
sum hava okkurt frá
krigsárunum um at geva
ella læna savninum hetta.
Allir lutir, sum verða latn-
ir savninum, verða merkt-
ir við navni og bústaði hjá
ti, sum gevur ella lænir.
Í samreðu við Dimma-
lætting seinasta leygar-
dag sigur Finnbjern Dam,
ÁHEITAN
Í samband við, at Feroyskt-Bretskt Felag og Fer-
oya Fornminnissavn hava avgjert at royna at
savna saman lutir, myndir og annað tilfar frá
bardagaárunum í Feroyum
1940 — 1945
loyva
undirritaðu sær at heita á ell, ið hava eitt ella
annað frá bardagaárunum, ið tá sermerkti lívið
her á landi — tað kann t.d. vera gassmaskur,
pass, myndir og annað tílíkt — at lata ella læna
okkum hesar lutir til savnið, ið vit vóna at kunna
opna fyri almenninginum í seinasta lagi 1990, táið
50 ár eru liðin, síðan Feroyar vórðu hersettar av
Bretum. Fornminnissavnið fer at taka sær av inn-
savningini í Feroyum av teim sivilu lutunum,
meðan Feroyskt-Bretskt Felag fer at venda sær
til stovnar og søvn í Bretlandi viðvíkjandi teim
militeru. Vónandi verður undirtekan góð hóast
tey nógvu ár, ið nú eru liðin. Bert við dyggari
undirteku og vælvild frá tykkum, ið liggja inni
við lutum frá krignum, kann hetta savn gerast
veruleiki.
Við tekk!
Feroyskt-Bretskt Felag
Feroya Fornminnissavn
formaður Feroyskum-
Bretskum felag, at vón-
irnar um at fáa eitt full-
figgjað savn eru góðar,
hóast nú eru mong ár liðin
síðani kriggið. Hann sig-
ur, at tað átti at verið far-
ið undir hetta tiltak fyri
15—20 árum síðani, tá
betri umsteður vóru til at
savna lutir, sum óivað
ikki eru í so góðum standi
nú. Men tá var onki felag
til at taka sær av ti. Fer
oyskt-Bretskt felag er
„stovnað í 1974