leygardagur 10. mars 1979síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
kring oyggjarnar
Øki til pakkhús
Í samband við gerð av
turrdokkini á Skála er
eitt grótkast gjert við
havnalagið á Skála.
Skála kommuna sek-
ir tí legtingið um 75
pst. av eini millión kr.
til planering av økin-
um. Ætlanin er at gera
eitt havnapakkhus å
økinum.
Harafturat hevur
Skála bygdaráð sekt
um studning til gerð av
fimm vegum í bygdini.
Leirvíkingar
biðja um
studningar
Frá Leirvikar bygdar-
ráð hevur legtingið
fingið tríggjar um-
sóknir um studning.
Bygdaráðið sekir um
ískoyti til regulering í
samband við útbygg-
ingina av havnalagn-
um, um studning til
gerð av einum upp-
dyrkingarvegi út á Vík
og til gerð av bygdar-
vegnum.
Agn er tyngjandi
útreiðsla
— Agn er ein stórur og
tyngjandi útreiðslu-
postur hjá línuveiðuni.
Agnið kostar í dag frá
upp móti fýra til um-
leið fimm kr. pr. kg.
Útreiðslurnar til agn
ganga av óbýttum, og
vil ein agnstudningur
koma bæði manning og
skipi til góðar. Saml-
aða nýtslan av agni
liggur um stívliga 3000
tons árliga, verður
m.a. sagt í viðmerk-
ingum til eitt uppskot
frá sambandsflokkin-
um.
Uppskotið til løg-
tingslóg, sum Jógvan
Olsen legði fram miku-
dagin, miðar í móti at
veita ein agnstudning
upp á tvær kr. fyri
kilo.
Sambært uppskotin-
um skal studningurin
latast beinleiðis til selj-
aran og at lønjavning-
argrunnurin skal fyri-
sita studningsskipan-
ina.
Telefonin batnar
í Runavík
og Vági
Síðst í hesum mánað-
inum verður arbeiðið
liðugt við at seta upp
nýggja útgerð inni á
millumbygdasteðini í
Havn. Henda útgerð
ger tað meguligt, at
nógv fleiri linjur kunna
bindast afturat til
Eysturoynna og Suð-
uroynna. Eisini til út-
sosialurin
heimin koma fleiri linj-
ur, í fyrstu atløgu 12
afturat teimum 53,
sum nú eru.
Samstundis verður
arbeitt við at seta líkn-
andi útgerð upp í Eyst-
uroynni og Suður-
oynni. Í Eysturoynni
verður arbeiðið liðugt
um mánaðarskiftið
april-mai og í Suður-
oynni mai-juni. Tá
verður møguligt at
taka fleiri linjur í brúk
millum automatstødir-
nar í hesum báðum
oyggjunum.
Henda øking vil beta
um viðurskiftini hjá
telefonfeløgunum undir
automatstødunum i
Runavík og Vági. I
Runavík koma 15 linj-
ur afturat teimum ver-
andi 30. Steðin í Vági
fær 11 linjur afturat
teimum 24, sum nú
eru.
Hjálparlæknaráð
stovnað
Mánadagin hevði
Hjálparlæknaráð Fer-
oya stovnandi aðal-
fund.
Hetta ráð umboðar
allar hjálparlæknar í
Feroyum, samskipar
arbeiðið hjá hjálpar-
læknaráðunum á
Klaksvíkar sjúkrahúsi
og á Landssjúkrahús-
inum og umboðar
hjálparlæknarnar mót-
vegis arbeiðsgevara.
Formaður Hjálpar-
læknaráðs Feroya er
Jaspur Petersen.
Líður onki
við kommunala
lánigrunninum
Í fjør varð sett ein
fimm-mannanevnd at
gera uppskot til løg-
tingslóg um kommun-
alan lánigrunn, upp-
skot til reglugerð fyri
grunnin og uppskot
um, hvussu stovnsfæ
kann fáast til vega til
slíkan grunn. Nevndin
varð sett eftir at um-
boð fyri starvsnevnd
Kommunufelagsins
hevdu havt fund við
landsstýrismannin í
kommunumálum um
ynskið at fáa ein kom-
munalan lánigrunn í
Føroyum. Kommunu-
felagið valdi tveir limir
í nevndina, sum helt
ein fund beinanvegin.
— Okkum kunnugt
er onki hent síðani. Eg
kundi tí hugsað mær,
at Kommunufelagið
sjálvt setti eina nevnd
við sama málsetningi,
sigur Vilhelm Johanne-
sen, formaður í Komm-
unufelagnum, í ársfrá-
greiðingini fyri 1978.
5 be GÅ AGGRO
Oddvald Sømark, sum i fleiri år hevur
gjørt
»Skålaviksknetti« til
føroyska
bråkaran, arbeiðir við ætlanum at út-
byggja framleidsluna til eisini at umfata
ymsar fiskarættir i blikkum.
Tað má sigast at vera
rættiliga stórur áhugi fyri
at framleiða knetti í Fer-
oyum í hesi tíð. Á fleiri
plássum kring landið eru
knettavirkir, eitt nú í
Klaksvík, Leirvík og í
Skálavík.
Skálavíkar frystivirki
hevur nú gjert knetti og
frikadellur í sjey ár.
Framleiðslan er vaksin
fyri hvert ár, og í fjer
avgjerdi stjórin á virkin-
um, Oddvald Semark, at
venda sær til Ídnaðar-
stovuna fyri at kanna
Japanska
Bibumfarsmaskinan
meguleikarnar at keypa
eina hóskandi maskinu til
m.a. knettaframleiðslu.
— Ídnaðarstovan gjerdi
eitt stórt arbeiði fyri meg,
sigur Oddvald Sømark.
Urslitid av hesum arbeiði
varð, at ein japansk Bib-
um-farsmaskina varð
keypt. Maskinan kostaði
umleið 100.000 krónur, og
hon hevur verið í brúk í
einar triggjar mánaðir.
Oddvald Semark greiðir
frá, at síðani teir fingu
nýggju maskinuna hava
stendur í letuni í
Skopun. Nokk av knettum á goymslu í letuni.
Nr. 19 — 10. mars 1979
Oddvald Semark inni á flakavirkinum í Skopun
Japansk farsmaskina
ger Skålaviksknetti
Skålavikar frystivirki ger knetti og frikadellur
til heimamarknadin og til utflutnings
teir keypt småhysu frå
m.a. flakavirkinum i
Skopun. Nýggja fars-
maskinan hevur rættiliga
stóra framleiðsluorku, og
teir hava ti longu fylt
goymslurnar. Í letuni eru
knetti og frikadellur fyri
125.000 krónur á
goymslu.
Nú framleiðslan er
steðgað í eina tíð hevur
flakavirkið í Skopun leig-
að maskinuna. Teir nýta
hana til at gera fars-
royndir við.
Tað eru góð 10 ár síðani
Skálavík fekk sína egnu
havn. Oddvald Semark,
sum sjálvur hevur sitið
sum bygaráðslimur í 22
ár, var ein teirra, sum fór
at hugsa um at fáa okkurt
burtur úr útróðrinum.
— Vit vóru fleiri, sum
tá bygdu eina frysti-
goymslu til ágn og stamp-
ar, tí hesa fyriuttan var
ikki hugsingur um at
byrja munandi útróður í
bygdini.
Tað vísti seg tó skjótt,
at eingin vildi nýta
goymsluna, og hon varð tí
standandi tóm í eina tíð.
Oddvald sigur, at annað
var ikki í at velja enn at
gera okkurt sjálvur.
— Eg fór at rógva út og
stovnaði frystivirkið. Vit
byrjaðu = at framleiða
knetti og frikadellur.
Henda framleiðslan vaks
fyri hvert ár, og seinastu
tíðina hava 6 fólk arbeitt á
virkinum í Skálavík.
Knettini verða ikki bert
seld á heimamarknaðin-
um. Nakað verður eisini
selt til Keypmannahavnar
og Hirtshals.
Oddvald sigur, at ætl-
anin er at gera enn meira
burtur úr at selja av land-
inum. Í hesum sambandi
hevur hann heitt á fer-
oyska marknadarrådgev-
an í Keypmannahavn,
Trúgva Johansen um at
kanna meguleikarnar fyri
sterri selu av framleiðsl-
uni.
Trúgvi = skal eisini
kanna, hverjar møguleik-
ar Oddvald hevur at selja
ymsar fiskarættir í blikk-
um. Oddvald visur á, at
teir hava i kvittanum at
byrja tilika framleidslu,
um keypari er til hana.
Oddvald Sømark undr-
ast annars á, at so lítið
verður gjørt við at dyrgja
eftir seiði. Seiðurin trýtur
ikki framvið klettin og
heldur Oddvald, at kunnu
vit selja seiðafars, kann
mangur maður vinna sær
ársinnteku við at dyrgja
eftir seiði.
Nú farsmaskinan er
komin í oynna er bert eftir
at troyta teir møguleikar,
sum eru, sigur Oddvald
Sømark at enda.