Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-03-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. mars 1979síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 sosialurin Nr. 20 — 14. mars 1979 kring oyggjarnar Tvær ferðir eldur í Slekkiliðið í Havn varð tvær ferðir boðsent um vikuskiftið. Um hálvg- umellivu-tidina friggja- kveldið var eldur í olju- kyndingini í einum húsi niðarliga á Hoy- dalsvegnum. Ongin eldskaði hendi, men nakað av roykskaða. Seinnapartin sunnu- dagin kom eldur í burt- urkast, sum lá undir trappuni aftanfyri itrottarhandilin hjå Thomasi Dam i Niels Finsens gøtu. Burtur- kastið brendi, men annars hendi ongin skaði. Gera klárt til havnagerðina Sunnudagin kom eitt farmaskip til Eiðis við útgerð til byggifelagið Kampsax, sum skal hava útbyggingina av havnini um hendi. Bygdaráðsformaður- in Petur Joensen upp- lýsir, at byggifelagið er longu farið at gera klárt, soleiðis at ar- beiðið kann byrja nú í vár, tá veðrið gerst betur. Við farmaskipinum, sum fór av stað aftur týsmorgunin, komu tríggir kranar, dump- arar, gravkýr og aðrar maskinur. Ein av kran- unum vigar ikki færri enn 90 tons við sjálv- um krananum, sum er 50 metrar til longdar. Útbyggingin av havnalagnum fevnir um eina leinging av molanum og eina vidk- an av havnagkinum. Molin skal fyrst leingjast 100 metrar suðureftir, har eitt knæ verður gjert á. Síðan skal molin leingjast 300 metrar í ein lands- ynning. Soleiðis kemur uttasti endin av havna- lagnum at liggja heilar 530 metrar úr landi. Fyri ikki at nerva ar- beiðsgongdina á flaka- virkinum, hevur byggi- felagið longu nú gjert eina koyribreyt sunn- anfyri flakavirkið. Meðan danskir byggifreðingar fara at skipa fyri arbeiðinum, verður arbeiðsfólkið av Eiði og bygdunum nærhendis. Innbrot á Tvøroyri Leygarnåttina breyt onkur inn i Uttara handil å Tvøroyri. Ein hurð á goymslurúmin- um er brotin og gjøgn- um goymsluna eru inn- brotsmenninir farnir inn á skrivstovuna. Politiið metir, at teir hava leitað eftir rús- drekka, men teir noyddust at fara tóm- hentir avstað aftur. Innbrotið bleiv meldað týsmorgunin. Sjúkrabilurin við Pride til Havnar Tíðliga leygarmorgun- in koppaði ein persón- bilur á vegnum á Toft- um. Tað var ógvuliga hált henda morgunin og hevur hetta helst verið orsekin til óhapp- ið. Trý fólk vóru í bil- inum og varð ein kvinna flutt á Lands- sjúkrahúsið til kann- ingar. Av tí at Pride júst tá kom á Toftir, varð avgjert at lata sjúkrabilin við teirri skaddu kvinnuni fara til Havnar við honum. Bilurin fór illa av 6- happinum. Framvegis ongin loysn á ósemjuni millum Alv og Postverkið Tað er framvegis ongin loysn funnin á ósemjuni millum Alv og Postverk- ið um arbeiðið á frímerkjadeildini. Í samrødu við Sosialin mikudagin 21. februar segði Atli Dam, løgmaður, at landsstýrið vónaði at fáa avgreitt málið tá í vikuni. Men hetta eydnað- ist ikki at hava landsstýrið og Post- verkið ikki síðani havt fund um mál- ið. Atli Dam, løgmadur segði mána- dagin, at landsstýrið miðar ímóti at hava fund við Postverkið aftur í næstum. Bráðneyðugt at Havnin fær nýggja brennisteð Brennistødin í Havnardali við at brenna saman — Tað er bráðneyðugt hjá Tórshavnar kommunu at byggja eina nýggja brennistød, tí núverandi brennistødin í Havnardali er bæði ótíðarhóskandi og kann brenna saman hverja letu. Soleiðis sigur formaður- in í Teknisku nevnd Tórs- havnar Býráðs, Jákup Sune Jacobsen í eini sam- reðu við Sosialin. Jákup Sune Jacobsen vísur á, at Tórshavnar Býráð á bý- ráðsfundi hevur tikið eina prinsipiella stødu i renovationsmålinum. Henda stødan sigur stutt og greitt, at Havnin skal loysa renovatiónsspurn- ingin sjálv og sostatt ikki vera við í ti felags ren- ovatiónssteð, sum Feroya Kommunufelag hevur skotið upp at byggja. Jákup Sune Jacobsen leggur tó aftrat, at um Havnin fær avgerðarrætt í mun til tað hon skal figgja av eini felags brennisteð, so er tað spurningurin um býráðið hevði broytt stødu í mål- inum. Kanna brenni- stød fyri Havnina Ætlanin er at tekniska deildin hjá býráðnum fyrsta dagin skal fara í gongd við at kanna við- urskiftini viðvíkjandi eini Stór nútíðar brennisteð í Danmark brennistød fyri Havnina. Higartil hevur tekniska deild ikki havt stundir at taka sær av spurningin- um, tí so nógv onnur arbeiði hava ligið frammi, eitt nú útstykkingin á Flatuni og á Ternuryggi 2. Formaðurin í teknisku nevnd sigur víðari, at tað enn ikki er avgjørt, hvat ein nýggj brennisteð skal liggja. Tað er tó greitt, at ein tilik stød ikki skal liggja í Havnardali. Jákup Sune Jacobsen sigur, at tað var ein »fadesa«, at ruskstødin á sinni varð løgd í Havnardali. Henda staðin bæði dálkar og hevur alt ov lítla brenni- orku. Jákup Sune Jacobsen Eisini onnur pláss brúka brennistød í Havn Um nýggju brennistødina, sum ætlanin er at byggja, sigur Jákup Sune Jac- obsen, at hon verður so mikið stór, at einki er til hindurs fyri, at bygdir í Suðurstreymi og Eystur- oynni við kunnu nýta steðina. — Henda brennisteðin skal avgjørt lika ell tey krøv, sum verða sett til eina tilika stød, og hon fer ti at vera útgjerd við ell- um teimum nútímans reinsiverkum, sum eru í dag, leggur hann aftrat. Landsumfatandi renovatiónsstovn Herfyri varð annars sam- tykt á einum fundi í Havn at seta á stovn eina lands- umfatandi renovatións- skipan. Ein tilikur stovn- ur skal arbeiða víðari við renovatiónsmálinum. Ein arbeiðsbólkur hevur sett fram tvey uppskot til loysn av renovatiónsmál- inum, sum tann landsum- fatandi stovnurin nú skal taka stødu til. Tað er ant- in at byggja eina felags- stød nærhendis Havnini, um Havnin kemur við ella eina felagsstød í Æduvik, um Havnin ikki kemur við. Jákup Sune Jacobsen sigur í eini viðmerking til - SE Kavaketur Vit hava fingið tær góðu svensku kavaketurnar aftur. P/f Valdemar Lútzen tif. 11020 og 11675 Setepli Up-to-date setepli eru å goymslu. P/F GRÓÐI telf. 11370 — 11543