mikudagur 14. mars 1979síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
sosialurin
telf. 14720 . 11820
box 76, 3800 Tórshavn
Feroya Javnaðarflokkur
Tórfinn Smith
Vilhelm Johannesen (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Arne Thomsen
Sosialurin
Dimmalætting
s0Stalurin
Utgevari:
Fyritaksstjóri:
Blaðstjóri:
Blaðmenn:
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
Samtíðarskatting
Í HESUM tíðum verður rímuliga
nógv tosað manna millum um inn-
tøkuvånir, inntøkumøguleikar í
framtidini, og um tad, sum samfel-
agid skal hava av inntøkuni, hvat
latast skal í skatti o.s.fr.
HETTA er sjålvsagt ein sjålvsøgd
avleiðing av inntøkuuppgerdini í
samband vid sjálvuppgerðina til
skattavaldið. Vit vita øll, at við tí
skattaskipan vit hava, skulu vit
gjalda aftur ein part av inntøkuni frá
1978 til samfelagið — tann parturin,
sum vit lata í skatti.
TEY allarflestu eru á einum máli í tí,
at best var, um skatturin beinan-
vegin varð tíkin av inntøkuni, so
hvort tå fekst lønina útgoldna —
antin tad so er timaløn, vikuløn,
månadarløn ella partur av veiðuúr-
tóku. Ti samfelagið er eftirhondini
so dánað, at tú skalt gjalda fyri alt
tú skalt brúka, og nógvir av teimum
hentleikum, vit hava, eru ikki ó-
keypis, men skulu hvgnn mánað
hava hver sítt avgjald.
ALT hetta er mestsum ein borgan
fyri, at okkara politikarar eiga ikki
at steðga upp, nú skattalógin er
broytt til tað hon er í dag. Longu nú
eiga teir heldur at fyrireika seg til at
koma fram við uppskoti um eina
skattaskipan, har skatturin verður
goldin samstundis sum tú skalt
hava løn tina útgoldna.
HENDA skipan fer at lætta um hjá
so mongum, og fer at geva hvørjum
einstøkum nógv størri tryggleika
fyri at kunna disponera yvir veruligu
inntøku síni, tí tá veitst tú, hvat tú
veruliga eigur. Tá er ótryggleikin í tí,
at samfelagsgjaldið, skatturin,
ikki skal gjaldast einaferð seinri,
burtur.
SUM NÚ er, er skattavaldið mis-
kunnarleyst tann dagin, tá tú av eini
ella aðrari orsøk er komin til tað, at
nú mást tú gjalda, um tú ikki skalt
vera í vanda fyri at missa alt.
HETTA fer samtíðarskattingin at
broyta til tað betra.
A eee
Nr. 20 — 14. mars 1979
—..".
SJÚKHÚSBYGGING
OG LÆKNASETAN
5. mars svaraði eg ting-
monnunum í Norðoyggj-
um og í Suðuroy fyri-
spurningi um setan av
medisinskum yvirlæknum
á sjúkhúsunum har. Nið-
ursteðan í svarinum var,
at læknastervini skuldu
lýsast, men legði aftrat, at
neyvan fór tað at bera til
at fáa stervini sett, so-
leiðis sum læknafelagið
hevði stillað seg í hesum
máli, nevniliga við at
blokera stervini.
Hetta hevur fingið Jó-
han Simonsen, sjúkhús-
stjórnarlim í Klaksvík at
gera hvassar viðmerking-
ar til tað, sum eg segði.
Eg kann stutt siga, at
eg í hesum máli havi fylgt
tí, sum bleiv samtykt av
løgtinginum, hóast eg i
uppskotinum frå lands-
stýrinum ikki hevði tikið
við orðingina, sum hevði
volt trupulleikarnar, sum
nú endaðu í læknabloker-
ingini. Hevði orðing
landsstýrisins verið
standandi, vóru eingir
trupulleikar í dag.
Til hinar skuldsetingar-
nar hjá Jóhan Simonsen er
stutt at siga, at tað er ikki
tað sama, at sjúkhússtýr-
ið samtykkir og at hetta
so er landsins lóg. Í hesum
feri hvat viðvíkir Klaks-
vikar sjúkhúsi. Johan
tjak og
meiningar
Vit gera lesarar okkara
varugar við, at treytin
fyri at fáa lesarabrev
upptikin undir hesum
teiginum er, at blað-
stjórnin veit, hver hev-
ur skrivað brevini.
kann viðtaka so nógv
hann vil í sjúkhússtýrin-
um, men tað er ikki gald-
andi uttan at samtykt er
fingin frá landsstýri og
løgtingi.
Tað er gott nokk at
brúka stór orð — og so
skjóta alla skuld yvir á
aðrar. Men tað gevur bara
einki úrslit. Lat heldur
teir rettu leðararnar koma
fram í ljósið, so var situa-
sjónin nógv klárari Jóhan,
tí tú kanst ómeguliga
standa sum einsamell
kanón. Lat heldur bak-
tropparnar koma fram, so
vit síggja, hvat tað er teir
hava í posanum, ella hvar
á frontinum teir standa.
Um byggingina av ellis-
og røktarheimi og sam-
stundis sjúkhúsinum havi
eg roynt at fáa fram upp-
skot til eina góða loysn av
ellis-, rektar- og sjúkhús-
spurninginum. Tað er ikki
rætt, tá tú letur lesaran
skilja, at har er einki hent
fyrrenn ein bygginevnd
var sett í 1977. Tað mesta
fyrireikingararbeiðið var
longu tå gjørt, og tað sum
síðani er hent, er tað, at
eitt væl meira umfatandi
og broytt uppskot er
gjørt.
Jóhan veit nógvar ferðir
betur enn eg, at vansarnir
við hesum máli hava verið
ovurstórir, ikki tí at
landsstýrið ikki hevur
viljað framt málið, men
nógv meira tí, at broyt-
ingarynskir hava verið
frammi so at siga alla
tíðina og av ti, at lands-
stýrið hevur hildið tað
vera rætt og rímuligt at
lata allar viðmerkingar,
ell uppskot og allar leið-
beiningar frá starvsfólki
o.ø. koma til viðgerðar, so
hvert sum hinir hava gjørt
vart við seg. Hópin av
tekningum, skitsum og
uppskotum hava verið
vidgjørd hesi árini, og
fleiri hava samráðingarnar
eisini verið við ríkismynd-
ugleikarnar um at fáa teir
til at vera við í allari figg-
ingini vid 50%.
Nú veit eg væl, at Jó-
han personliga hevur ta
hugsan, at her er einki at
himprast vid, ti vit kunnu
jú sjálvir gjalda alt sum
er. Men her eru vit ikki
samdir. Mín uppgáva má
vera at fáa ríkisstýrið til
at ganga við til at gjalda
50% av útreiðslunum til
tann partin, sum umfatar
sjálvt sjúkhúsið — og
hetta er eftir mínum tykki
so avgjørt ein fyritreyt
fyri byggingini.
Væl veit eg eisini, at tit
eru fleiri, sum hava
strongt á, at fáa sett
skjetil á rektar- og ellis-
heimbyggingina. Her
hava serliga egnu parta-
menn mínir í Klaksvík og
løgmadur strongt á at fáa
henda spurning greiddan,
somuleiðis Finnbogi Isak-
sen. Men tað hevur ikki
verið gjerligt. So seint
sum fyrraárssummar,
tá Egon Jensen innan-
ríkismálaráðharri var í
Klaksvík, svaraði hann
upp á beinleiðis spurning í
Stellu-húsunum tað sama,
sum eg ferð eftir ferð hevði
sagt, at ríkismyndugleik-
arnir ikki vildu góðkenna,
at spakin var settur á, fyrr
enn samlaða byggipro-
jektið var endaliga góð-
kent.
Hesi avgerð havi eg
hildið meg verið noyddan
at fylgja. Út frá henni
heitti eg á teknikarar um
at fremja endaligu skitsu-
projekteringina, hon er
gjørd, varð liðug við
kostnaðarætlan síðst í
oktober 1978. Ætlan um,
hvussu síðan skuldi farast
fram er eisini tek. Og
samráðingar við innanrik-
isráðharran og ríkisstýrið
um málið standa nú fyri.
Jóhan, tú veitst nógvar
ferðir betur enn eg, at
hetta ikki hevur verið
nekur lett uppgáva, at fáa
sambyggingarmálið
framt. Og tú veitst nógv
betur enn tú letst — hví.
Skal eitt líkinda sjúk-
hús vera í Klaksvík og
skulu Norðingar hava eitt
gott ellis- og rektarheim,
er neyðugt at samráðast
til at finna ta rettu loysn-
ina í felag.
Læknaligu viðurskiftini
í Klaksvík hava gjert sítt
til trupulleikarnar. Sjálvt
um vit hava ein útmerkað-
an yvirlækna í Klaksvík í
dag, so veitst tú nógv
betur enn eg, at hann ein
stóran part í hesari fyri-
reikingartíðini hevur verið
burturstaddur til útbúgv-
ingar o.a., og at hetta
m.a. hevur ført við sær, at
broytingar ofta eru tiknar
uppaftur, tá hann er aft-
urkomin.
Norðoyar skulu hava
eitt sjúkhús, sum er fert
fyri at taka sær av øllum
uppgávum, sum vanligt
sjúkhús skal kunna taka
sær av, og at vit eisini fáa
eitt veruliga gott sjúkhús,
um vit sleppa at fremja
fyrst og fremst tann ætl-
aða ellis- og pleyguheims-
bygningin og sjúkhúsum-
byggingina. Um ikki í
einum, so í tveimum
tempi.
Og so vil eg leggja aftr-
at, at metan mín er, at nú
fyriliggjandi projekt er
vorðið so gott, at vit valla
kunnu ynskja tað betur.
J. Lindenskov
HUGLEIÐINGAR UM
HITT FLENNANDI SAMFELAGIÐ
Lesur tú 14. September 8.
februar, so sært tú, at tað
hevur eydnast Jens Paula
Heinesen at fáa greiði á
síni heimsmynd. Greinin
um >Bálið og lítla gráa
mannin< bendir tann veg-
in.
Í heimspeki Jens Paula
er mannaættin — ið
hvussu so er føroyingar —
býtt upp í triggjar partar:
»fanatikarar« á tveimum
»veingjum« til høgru og
vinstru, og so »vit meðal
hampamenn« í miðjuni.
Fram um teir báðar
fyrstnevndu hóparnar,
hava teir »i miðjuni< allar
menniskjansligar eginleik-
ar: humor, sjálvskritikk,
evnini at læa at sær sjálv-
um, og mangt annað gott.
Hesir eginleikar koma
ikki teim í lut, sum eru úti
til vinstru ella hegru. Her
er bert talan um mekan-
iskar træmenn, sum
terpa, fordøma uttan at
vera verulig menniskju
við kenslum, kjøti og blóði
ella humor.
Nú vil undirritaði ikki
svara fyri, ella verja, hin
høgra veingin. Um J. P.
hugsar um bókabálsgreð-
ingar ella fascistar, so
kann ikki annað sigast, at
slík menniskju goyma tín
humoristiska eginleika og
menniskjansliga hita sera
væl, kenslurnar verða ofta
umskapaðar til hysteriska
fanatismu og annað gott.
Men hver er so vongur
til vinstru, sum J. P. set-
ur í sama bás sum hinar?
Hetta sigur hann ikki
beint út, men nevnir
>Wernstrem og hansara
lið<. Hverjir eru nú teir?
Sjálvur sigur J. P. fyrst í
greinini, at hann hevur
hitt Wernstrem og sigur
annars alt gott um henda
mann.Men, men, eftir øll-
um at dema er hann ikki
nóg fittur, dugir ikki nóg
væl at læa (eftir øðrum +
sjálvum sær) til at verða
roknaður millum >hampa-
menninar í miðjuni<, sum
flenna at heiminum, Jens
Pauli óivað íroknaður
henda hóp.
Hver ið hetta humor-
leysa liðið til vinstru er, er
ógreitt frá hond Jens
Paula. Her skyldar hann
okkum nærri frágreiðing-
ar. Eg rokni við at vit eru
nógv vinstrasinnað, sum
dagliga bæði flenna og
gráta, bæði at okkum
Framhald á síðu 10