fríggjadagur 19. juli 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 136 - 19. juli 2002
Nr. 136 - 19. juli 2002
19
UTTAN ÚR HEIMI
Nei takk - eg skal doyggja í kvøld
Annar av teimum
báðum arabisku
bumbumonnunum,
sum sprongdu seg í
luftina í Tel Aviv
mikukvøldið, fekk til-
boð um sex frá einari
ísraelskari skøkju.
Men hann segði nei
takk, tí hann skuldi
doyggja. Fimm min-
uttir seinni sprongdi
hann seg í luftina.
MIÐEYSTUR
Árni Joensen:
Hann var tann fyrri sjálv-
morðsbumbumaðurin, sum
sprongdi seg í luftina í Tel
Aviv mikukvøldið. Løtu
seinni gjørdi ein annar tað
sama. Umframt bumbu-
menninar doyðu fimm ísra-
elsmenn, og umleið 30
fingu skaða.
Seinni greiddi skøkjan
Naomi blaðnum Jerusalem
Post frá, at hon hevði steðg-
að øðrum bumbumannin-
um og boðið honum sex.
Maðurin hevði tvær taskur
um herðarnar, og tað hoyrd-
ist á málinum, at hann var
arabari. Men hann tók ikki
av tilboðnum og helt leið-
ina fram.
Naomi fekk illgruna til
mannin við teimum báðum
taskunum, og hon royndi at
ringja til løgregluna, men
slapp ikki ígjøgnum. Fimm
minuttir seinni hoyrdi hon
ta fyrru spreingingina og
løtu seinni ta seinnu.
Málið er at drepa
Tær
báðar
bumburnar
brustu tætt við ta gomlu
bussstøðina í Tel Aviv. Har
eru nógvir smáir handlar og
fleiri matstovur. Nógvir út-
lendingar, sum arbeiða í Tel
Aviv,
búgva
nærhendis
bussstøðini, og sambært
løgregluni vóru fleiri av
teimum særdu útlendingar.
Ísraelsku myndugleikar-
nir vóru ikki eina løtu í iva
um, at tað vóru palestinskir
sjálvmorðsbumbumenn,
sum høvdu sprongt tær
báðar bumburnar, og teir
góvu alt fyri eitt palest-
insku
myndugleikunum
skyldina.
-Hesi álopini í Tel Aviv
prógva, at palestinsku yvir-
gangsmenninir hava gjørt
av at drepa so nógvar ísra-
elsmenn, sum teir yvirhøv-
ur kunnu, tí eftir teirra
tykki kunnu álopini noyða
Ísrael at slaka. Men tað fer
ikki at eydnast teimum,
segði talsmaðurin hjá Airel
Sharon, forsætisráðharra,
David Baker, mikukvøldið.
Avvarandi hjá bumbumonnum
fáa eyka samsýning frá Irak
Eisini avvarandi hjá
teimum palestinun-
um, sum eru deyðir í
stríðnum við Ísrael,
fáa samsýning frá
irakska leiðaranum,
Saddam Hussein.
MIÐEYSTUR
Árni Joensen:
Bretska sjónvarpið Sky
News vil vera við, at ir-
akski leiðarin, Saddam
Hussein, rindar avvarandi
hjá palestinum, sum eru
deyðir í bardaganum við
ísraelsmenn, endurgjald, og
at avvarandi hjá sjálv-
morðsbumbumonnum fáa
eina eyka samsýning.
Sambært
Sky
News
hevur Irak higartil goldið
teimum avvarandi næstan
150 milliónir krónur. Peng-
arnir eru sendir teimum
víðgongdu palestinsku fel-
agsskapunum, sum síðani
hava latið teimum av-
varandi teir.
Sagt verður, at avvarandi
hjá teimum, sum eru deyð í
bardaga við ísraelsmenn,
fáa 70.000 krónur úr ir-
akska ríkiskassanum, með-
an avvarandi hjá sjálv-
morðsbumbumonnum fáa
góðar 180.000 krónur.
Hetta er ikki fyrstu ferð,
at tíðindi vilja vera við, at
Irak hjálpir palestinum,
sjálvt um irakska stjórnin
hevur víst hesum aftur.
Háhús eru heilsuskaðilig
Tey, sum búgva í há-
húsum, og tey, sum
búgva í grannalgnum,
kunnu fáa trupulleik-
ar við andadráttin-
um, ov høgum blóð-
trýsti og sinnistyngd.
TRIVNAÐUR
Árni Joensen:
Hetta er niðurstøðan í ein-
ari kanning, sum læknar í
Thailandi hava gjørt. Leið-
ari teirra sigur stutt, at arki-
tektar, sum tekna háhús,
hugsa alt ov lítið um tørvin
hjá teimum, sum skulu
búgva í húsunum ella teim-
um, sum búgva í granna-
lagnum hjá háhúsunum.
Heldur hugsa arkitektarnir
um sítt egna umdømi, og
teir, sum lata húsini byggja,
hugsa mest um at fáa sum
mest burturúr fyri so lítlar
pengar sum gjørligt.
Í sambandi við kanning-
ina hava thailendsku lækn-
arnir tosað við 2.744 fólk í
býnum Chiang Mai, sum er
har norðuri í Thailandi ein-
ar 600 kilometrar frá høv-
uðsstaðnum Bangkok.
Við samrøðunum sum
grundarlagi eru læknarnir
komnir til ta niðurstøðu, at
fólk, sum búgva í háhúsum
ella í grannalagnum hjá há-
húsum, eru í størri vanda
fyri at fáa lungna- og
hjartasjúkur umframt sinn-
isligar trupulleikar enn
fólk, sum búgva í vanligum
húsum.
Læknarnir vísa á, at 86
prosent av teimum spurdu
kærdu seg um, at háhúsini
elva til nógvan larm, vána-
liga luft og verri drekki-
vatn. Tey, sum búgva tætt
við háhús, siga, at tey stúra
ofta fyri, hvat fer at henda,
um eldur kemur í tey høgu
húsini, ella um jarðskjálvti
verður. Nógv halda seg
vita, at tey høgu húsini
skerja luftskiftið í granna-
lagnum, og at luftin tí ofta
er tung.
Thailendsku læknarnir
eru eisini komnir til ta nið-
urstøðu, at fólk, sum búgva
í háhúsum, hava minni
samband við hvør annan
enn fólk, sum búgva í van-
ligum húsum.
Fimm doyðu, og umleið 30
fingu skaða í teimum báðum
bumbuspreingingunum í Tel
Aviv. Her verður ein særdur
maður fluttur á sjúkrahús.
Hin føroyski Per Degn livir enn
-Um Rasmus Monta-
nus í Føroyum í dag,
um kjak og føroyska
mentan.
"Han har ret og ligg-
er under for massen".
Søren Kierkegaard
um Erasmus
Montanus.
Tað er eitt løgið brá
við føroyska samleik-
anum, ið er hetta
smásarta lyndið (tað
er slíkt , ið føroyskir
frøðingar áttu at
roynt at arbeitt við at
lýst og broytt), ið fær
fólk til, og ávísar ný-
heimvendar akadem-
ikarar, at gerast rein-
ir heimstaðarlærarar,
ið vilja verja borg og
halda á við hálovanini
av landi, søgu og
fólki, sum um tað
nærum var ein trúgv.
Ikki minst eru hesir
óføra samdir um at
verja nakrar sann-
leikar ímóti atfinn-
ingarsomum rødd-
um, men kanska er
tað prísurin ein má
gjalda fyri at sleppa
inn á vegin til teir
røttu sirklarnar mill-
um føroysku mentan-
arelituna í dag?
HUGLEIÐING
Kim Simonsen
Taka vit um støðuna í dag
við gamla Ludvig Holberg í
mentu, so meini eg, at
mong ikki hava skilt, hvat
Holberg vildi við persón-
inum. Fólk brúka mangan
at gera lesandi ella intellek-
tuell til gjøldurs við hesum
persóni, men gera sam-
stundis seg sjálvan til
gjøldurs, tí tey hava púra
misskilt tragiska partin av
søguni um bóndastudentin
Erasmus Montanus. Eras-
mus umboðar, umframt at
hann er arrogantur, eisini
vitan, upplýsing og mod-
ernaða
vísund,
meðan
bygdarfólkið við Per Degn
á odda umboða óvitan og
dogmatismu, ið m.a. fær
tey at halda, at jørðin er
fløt.
Sjálvandi er tað okkurt
um tað, at betur er bøtandi
hond enn spillandi tunga,
og at tað ikki altíð loysir
seg hjá lesandi og hugsandi
fólki at sorla alt fyri síni
slóð, men hvar er markið
ímillum reina tøgnmentan
og atfinningarsemi?
Vit kenna í bókmentun-
um, ungar spelknar heim-
vendar útisetar, so sum
Andreas Heyde úr skald-
søguni Barbara, ið onkur
meinar bygdi á Svabo, men
kanska veruligani meiri var
Nicolai Mohr. Bæði Mohr
og Svabo búðu á Regensen,
men peningurin var ikki
nógvur, so teir noyddust at
gevast við at lesa. Eg haldi
t.d. , at hvørki Svabo ella
Nicolai Mohr vóru Eras-
musi Montanus líkir, í tí
negativu merkingini, meir
virkaði Svabo í djúpari ar-
móð fyri at fáa Føroya frá-
greiðingina útgivna, ið tó
ongantíð útkom, meðan
hann livdi. Sum eg síggi
Svabo, so var hann positiva
ímyndin av einum føroysk-
um lesandi, ið møtti stórari
mótgongd í Føroyum, m.a.
frá løgmanninum Johan
Hendrik Weyhe, ið ikki helt
um hugskotini hjá Svabo,
m.a. fyri at betra um før-
oyska jarðarbrúkið. Svabo
virkaði í somu ond sum
Holberg sjálvur, ið fekst
við nógv ymisk fag, og
royndi seg sum alfrøðingur
(polyhistor).
Jørðin er ikki fløt
"…jeg og min Hustru ere
begge skikkelige og gud-
frygtige Folk, som heller
vrider Halsen om paa vor
Datter, end giver hende til
En, der siger at Jorden er
rund og fører falsk Lærdom
her ind i Byen"
Jesper Ridefoged frá
leikinum Erasmus Montan-
us, ið ber boð frá foreldrun-
um
hjá
unnustini
hjá
Erasmusi.
"…Erasmus var de nye
Tankers Martyr for Om-
givelsernes Stupiditet"
Carl Roos, 1922
Erasmus noyðist at enda
játta, at jørðin er fløt, og
biða um fyrigeving fyri at
hann hevur rætt. Her liggur
tað tragiska, at hann á
henda hátt er ein pínsla-
váttur fyri nýggju vitanina
og at enda eitt offur fyri
fjøldini. Hetta kenna vit
dømi um í Føroyum, at
nýggj hugrensl doyggja, og
fólk tødna, sum m.a.
Karsten Hoydal helt fyri, at
tað var mangur maður
frægari enn hann, sum var
tødnaður í Føroyum. Hevði
Holberg liva í dag, so hevði
hann funnist at bæði hesum
og hasum, m.a. at aka-
demikarar vilja berjast fyri
at verja status quo, fyri ein
og hvønn prís, sjálvt um
sjálvt hjartað í einum og
hvørjum samfelag er ein
opin kjakmentan.
Holberg og feudala
einaræði
"Søguligani sæð var Hol-
berg reaktionerur, og tey
søguligu reaktioneru drøg i
skaldskapinum
gjørdust
týðuligari sum árini gingu,
og nýggja handilskapital-
isman gjørdist sterkari, og
á henda hátt kom at hótta
hansara virkna embætis-
borgarliga heim."
Johan Fjord Jensen,
danskur bókmenta-
frøðingur.
Kendi danski rithøvundin
Ebbe Kløvedal Reich segði
herfyri í nýggjari bók um
norska høvundan Ludvig
Holberg (1684-1754), at
hann var ein einsamallur
maður í samtíðini, ein veld-
igur rationalistiskur alfrøð-
ingur, ella polyhistor, sum
tað eisini eitur, ið skrivaði
um alt frá fíggjarfrøði til
løgfrøði og heimspeki.
Holberg var ein ótrúligani
áhugaverdur akademikari
og høvundi, ið í dag mest er
kendur fyri at skriva kendar
sjónleikir sum Jeppe på
bjerget, Erasmus Montanus
og skaldsøgur sum Niels
Klim. Men Ebbe Kløvedal
Reich gloymdi ongantíð at
siga, at Holberg, um vit
skulu leiða hann fram til
dagin í dag, var bæði ment-
anarkonservativur og hevði
sera afturhaldssinnaði virði
sum heild. Holberg trúði
m.a. gløðandi uppá upp-
lýsta einaveldi í Danmark.
Sjálvur var hann múgvandi
maður í Danmark, og fekk
at enda barón titul fyri at
tæna reaktionera feudala
kongavaldinum. Við hesum
í mentu er tað áhugavert at
hugsa sær til, hvussu vit í
dag royna at brúka, manga
eina skeiva tulking, av ein-
um bókmentaligum persóni
úr 18 aldar donskum/norsk-
um sjónleiksskaldskapi.
Heimføðisskapur
"Vor Bogverdens dybeste
Kunstværk (…) Det dybeste
af alle Holbergs Skuespil
og det hvori han er aller
originalest"
Georg Brandes um leikin
Erasmus Montanus.
Mangan havi eg hug at
siga, tá eg hoyri kórið av
sjálvsgratulerandi føroy-
ingum, og tigandi aka-
demikarum, at teir fáa meg
at hugsa um persónin Per
Degn úr leikinum Erasmus
Montanus, ið er hesin hálv-
listni deknur, ið bert klárar
at imponera bygdarfólkið,
sum í leikinum ikki eru av
gløggastu fólkum. Per
Degn torir ikki at líta út um
bøgarðarnar, mest tí hann
er bangin, ræðist og ikki
dámar fólk sum Erasmus
Montanus, ið hóast alt er
lisin og m.a. dugir latín.
Tað, sum Holberg vildi siga
við Rasmus Berg ella Er-
asmus Montanus, var um-
framt at hann hevði sínar
lótir, eisini umboðaði upp-
lýsing og vitan. Holberg
vildi ikki siga, at Per Degn
og tey í heimbygdini høvdu
rætt. Erasmus var ein
droymari og ein uppreistra-
rmaður, men tað er bert
hann í heimbygdini, ið m.a.
veit, at heimurin er ikki ein
flata, men er rundur. Tað er
hetta, sum fær eksistential-
istiska danska heimspek-
ingin Søren Kierkegaard til
at siga, at tað er Erasmus,
ið hevur rætt, og at hann
kúgaður av fjøldini. Tí er
tað kanska hugstoytt, at
mangir ungir akademikarar
enda við at velja at vera
partur av hesi fjøld, ið vil
troyta gamlar ósannleikar.
Ein annar intellektuellur
høvundi, Henrik Stange-
rup, gjørdi ein film um Er-
asmus, har Erasmus var ein
ungdómsuppreistrarmaður,
ein stríðsmaður í móti
óvitan í Suður Amerika. Øll
rørslan, ið vit í dag kalla
ungdómsuppreisturin, ella
68´arnir sóu Erasmus sum
eitt tragiskt offur fyri einari
reaktionerari tíð, og har-
afturat Holberg sum bæði
ein gløggan høvund, men
eisini ein, ið vildi skerja
ræsurnar hjá tí einstaka við
sínum æviga: "flúgv ikki
hægri enn veingirnar kunnu
bera" morali, ella moral-
ismu. Neyðugt er eisini, at
vit ikki gloyma, at Holberg
livdi í eini tíð, tá ein kundi
verða vístur av landinum
ella hálvshøgdur, um ein
segði tað minsta, ið ikki
hóvaði
kongavaldinum..
Hetta gjørdi sjálvandi, at
Holberg var avmarkaður í
sínum evnisvali.
Spæla vit við tankanum
um, at franski sosiolugurin
Pierre Boudieu hevði verið
ein føroyskur lesandi í dag,
ella ein intellektuell rødd,
ið skrivaði, sjálvandi at-
finningarsamt
sum
var
hansara aðalmerki, um
m.a. Føroyar, ja so høvdu
sjálvgratulerandi
tjóðar-
byggjarar roynt at skotið
eftir honum, tí hann ikki er
nóg føroyskur, ein "Er-
asmus Montanus", kanska.
Okkurt er galið her, ein
skitzofren bólkamentan og
ótti fyri at standa fram
sjálvi uttan bólkin við øðr-
um enn tí lætta og sjálv-
sagda og tí skeiva.
Palestinentiski
bók-
mentafrøðingurin Edward
Said, professari á Columbia
University i New York,
sigur, at hin intellektuelli
má tora at berjast fyri at
skapa eitt mál, ið tosar
valdinum ímóti og má tora
at loypa út í tjak um t.d.
innilokaða nationalismu,
og at nøkur fáa vald at áseta
sannleikan í einum sam-
felag. Tað tykist vera tað
øvugta, ið mong vilja verja
í Føroyum í dag.
Smásart lyndi
"Jeg veed Ingen som skrig-
er stærkere end Æsle og
Landsbydegne"
Erasmus Montanus til Per
Degn
Tað er júst hetta dekna-
lyndi, ið eg síggi runt Før-
oya land, har man blakar
mykju eftir einum og hvørj-
um, ið hugsar sjálvur og
setur spurningar við status
quo í føroyska samfelagn-
um í dag. Tað var júst hetta,
ið leikstjórin og sjónleik-
arin Eyðun Johannesen helt
fyri í eini sjónvarpssam-
røðu í 90inum, har hann tók
harligani til orðana móti tí
hann kallaði "deknakend-
um skúlalærarum" har hann
sipaði til hetta prædikandi
og moraliserandi, og henda
formyndaratóna sum hann
sá allarstaðir í føroysku
mentanini.
Tað tikist mangan vera
hesin sami evindaligi før-
oyski deknalesturin, ið
mong vilja verja ímóti øll-
um føroyskum akademikar-
um, og lesandi, serligani
teim, ið finnast at. Men hví
er tað so, er tað óttin fyri at
missa einkarrættin at boða
vitan?
Betur var um skrivandi
fólk royndu at kanalisera
orkuna inná aðrar ræsur, og
millum annað viðgjørt,
tulkaðu og perspektiveraðu
føroysku mentanina í dag,
sambart altjóða rák, so sum
t.d. eksistentialisma, ein-
staklingalyndi, modernitet,
altjóðagerðing, heldur enn
at brúka orkuna uppá at fáa
onnur at tiga, við t.d. at
blaka skeivar tulkingar av
einum persóni úr einum
1700 tals sjónleiki. Ikki
minst tí at føroyska ment-
anin kann í dag bjóða alt frá
eldri til nýggjari lívsform-
ar, og ikki minst eru Før-
oyar mitt í eini spennandi
broytingartíð, har nýggj
mentan og vitan tykist
spretta – sjálvandi skapar
hetta kjak, stríð men eisini
ótrúligar møguleikar.
C
M
Y
K
19
18