Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. juli 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 136 - 19. juli 2002 21 Gunnar Dahl-Olsen var besti føroying- urin, og Sverri Mohr Edvinsson endaði óvæntað á einum fjóðra plássi STATOIL KRING FØROYAR Páll Holm Johannesen Hægst styrkismetti súkkl- arin í kappingini Statoil Kring Føroyar, danin Karsten Ellerup, vann pro- login í Klaksvík miku- kvøldið. 23-ára gamli danin súkklar dagliga í fremsta bólkinum í Danmark, og varð mettur at vera favo- rittur undan Statoil Kring Føroyar kappingini. Næstur Karsten Ellerup var ein annar dani, Anders Ras- mussen, ið kom á mál fýra sekund seinni enn lands- maðurin. Gunnar á triðja plássi Skjótasti føroyski súkklarin í Klaksvík gjørdist Gunnar Dahl-Olsen, sum hevði trið bestu tíðina. Gunnar var 25 sekund eftir Karsten Elle- rup, sum nýtti 10 min og 58 sekund um teir átta kilo- metrarnar. Gunnar Dahl- Olsen hevur tikið seg nógv fram í einkultstarti seinastu árini, og triðja plássi í Klaksvík má kennast væl hjá Gunn- ari, serliga tá hevur verið havt í huga, at einkult- startur vanliga ikki er sterk- asta síða hjá honum. Kanska heldur óvæntað, endaði sandingurin, Sverri Mohr Edvinsson á fjóðra plássi í Klaksvík, ið er væl betur, enn hann er styrkis- mettur til undan kapp-ing- ini. Nýggi luttakarin, Páll Didriksen, ið umboðar Amager C R, varð næsti føroyingur á mál, hann gjørdist nummar 14. Páll, sum býr í Danmark, boðaði ikki frá luttøku til kapp- ingina fyrr enn mánadagin. Eftir honum komu Eli Christiansen, Beinir Ras- mussen og Christian Gutte- sen, ið ávikavist komu á mál sum nummar 18,19 og 20. Teinurin var frá Statoil støðini í Klaksvík til byrgingina í Haraldsundi, og heimaftur á Statoil støðina. Súkklarnir lótu væl at rutini, ið var hildin at hóska væl til ein prolog. Eitt hjartasuff Veðrið var av tí allarbesta í Klaksvík mikukvøldið, og kappingin gekk sum heild væl. Einasta fyrireikararnir høvdu at fílast á var, at bilar komu út fyri seinastu súkklararnar, tá teir vóru við at koma á mál, og hetta darvaði teimum nakað. Kappingin var løgd á nátturatíð, so ferðslan ikki var so nógv, men kortini høvdu fólk dittað sær í bilin, og hetta seinkaði seinastu súkklararnum nakað. Nakrir súkklarar vístu eisini sína ónøgd eftir kappingina, men tað var meir, tí menn enn vóru heitir. Annars gekk alt uppá stás, fitt av áskoðarum vóru, og sponsorarnir av kappingini høvdu gjørt sítt til, at karmarnir um kapp- ingina vóru av teimum bestu. Spennandi etapa í Eysturoynni. Seinnapartin í gjár gekk leiðin hjá súkklarunum í Eysturoynna. Teinurin í Eysturoynni er tann longsti í kappingini. Hann 120 kilometrar. Eftir kapp- ingina í Eysturoynni verður ein greiðari mynd av, hvussu súkklararnir eru fyri, og hvar á leið, teir kunnu væntast at liggja, tá kappingin endar sunnu- dagin. Etapan í Eysturoynni er eisini ein styrkisroynd hjá fleiri av súkklararnum, og kanska serliga verður spennandi at fylgja teimum heilt ungu súkklararnum í teirra roynd at gjøgnumføra etapuna. Eisini er áhugavert at síggja, um Gunnar Dahl- Olsen fer at klára at fylgja við donsku súkklararnum, og møguliga blanda seg í stríðið um trý tey fremstu plássini. Nr. RyggNr. Navn Felag Aldur Bólkur Tíð Km/t 1 1 Karsten Ellerup Vejle CK 23 A 0:10:58 43,77 2 6 Anders Rasmussen Lyngby CC 41 H30 0:11:02 43,5 3 5 Gunnar D. Olsen Tórshavnar Súkklufelag 37 H30 0:11:23 42,17 4 12 Sverri M. Edvinsson Tórshavnar Súkklufelag 36 C 0:11:27 41,92 5 2 Leon Vibholm HAC 29 B 0:11:27 41,92 6 17 Stephan Phillip Vejle CK 20 C 0:11:37 41,32 7 7 Kenn H olmquist Olsen TCR 32 B 0:11:37 41,32 8 3 Richard Jones Ynes Mon 33 2 0:11:38 41,26 9 13 David Thomas Ynes Mon 35 4 0:11:43 40,97 10 8 Kenneth Ellefsen Tórshavnar Súkklufelag 31 B 0:11:46 40,79 11 21 Gareth Blackshaw Ynes Mon 23 4 0:11:53 40,39 12 9 Christian Brandt Amager C R 31 H30 0:11:58 40,11 13 15 Henrik Guldager Knudsen Viborg MTB Klub 22 C 0:12:00 40 14 33 Páll Didriksen Amager C R 35 C 0:12:00 40 15 19 Arwel Jones Ynes Mon 34 4 0:12:03 39,83 16 4 Morten Truelsen Fix Rødovre 19 B 0:12:06 39,67 17 10 Aiden Bradley Ynes Mon 20 4 0:12:08 39,56 18 14 Eli Christiansen Tórshavnar Súkklufelag 17 Junior 0:12:11 39,4 19 20 Beinir Rasmussen Tórshavnar Súkklufelag 29 C 0:12:13 39,29 20 23 Christian Guttesen Tórshavnar Súkklufelag 23 C 0:12:22 38,81 21 11 Dave Williams Ynes Mon 35 4 0:12:36 38,1 22 16 Johan Reis Amager C R 28 C 0:12:36 38,1 23 26 John Barry Williams Ynes Mon 50 V4 0:12:44 37,7 24 24 Keith Thompson Ynes Mon 54 V4 0:12:56 37,11 25 27 Allan Søndergaard Hammel Cykel Klub 55 H50 0:13:03 36,78 26 18 Esmar Joensen Tórshavnar Súkklufelag 27 C 0:13:04 36,73 27 22 Jens Sigurd Simonsen Tórshavnar Súkklufelag 20 Begynder 0:13:14 36,27 28 29 Hans Krosstein Tórshavnar Súkklufelag 14 Junior 0:13:17 36,14 29 28 Danjal Michaelsen Tórshavnar Súkklufelag 15 Ungdom 0:13:39 35,16 30 25 Evald Rasmussen Tórshavnar Súkklufelag 45 Motión 0:13:48 34,78 31 30 Bergur Johansen Tórshavnar Súkklufelag 13 Begynder 0:15:26 31,1 Ikki gjøgnumført 32 Geyr Gilssteinsson Ikki møttur til start 31 Robert Vilhelmsen Ikki møttur til start Ellerup vann einkultstartin Tríggir teir fremstu avmyndaðir eftir kappingina, nummar 2 Anders Rasmussen t.v, vinnarin Karsten Ellerup í miðjuni og nummar 3 Gunnar Dahl-Olsen t.h. Mynd: SáH Gunnar Dahl-Olsen til reiðar at súkkla triðja plássi heim Bilar komu í vegin fyri súkklararnar á veg úr byrgingini í Haraldsundi, og hetta darvaði teimum nakað 21 Nr. 136 • fríggjadagur • 19. juli 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Bara eina ferð áður er tað komið fyri, at eitt føroyskt lið hevur skorað tvey mál á útivølli í Europa Cup dysti, og hetta var fyrsta ferðin, at spælarar skoraðu, sum eisini hava skorað fyri annað føroyskt lið í Europa Cup EUROPA CUP FYRI MEISTARALIÐ Jóannes Hansen Tað varð ikki roknað við tí frammanundan, at B36 skuldi megna at skora tvey mál í Georgia, og at tapið skuldi verða avmarkað til 5–2. Royndirnar hjá før- oyskum feløgum í Europa Cup hava sum oftast ikki verið góðar. Fyri at siga tað, sum tað er, so hava tær oftast verið vánaligar. Men B36 megnaði at skora tvey mál. Tað hevur bara eitt annað føroyskt felag megnað í Europa Cup kappingini. Tað var B71 í 1996. Sandoyingar vóru við í UEFA kappingini, har teir spældu ímóti Apoel FC Nicosia. Fyrri dysturin var á heimavølli, og tað gekk einki serligt á Svangaskarði hjá B71, sum tapti 5–1. Tí var ikki orsøk at rokna við øðrum enn stórtapi, tá B71 eina viku seinni, 24. juli, fór niður í Miðalhavið at royna seg. Men tað gekk væl betri, enn útlitini tókt- ust vera fyri. Eli Hentze javnaði til 1–1, og nú- verandi landsstýrismaðurin í almannamálum, Páll Reynatúgvu, legði B71 framum 2–1. Heimaliðið javnaði undan steðginum til 2–2, og í 2. hálvleiki skoraði Apoel FC Nicosia tvey mál afturat og vann harvið 4–2. Einki var at siga til, at sandoyingar komu væl nøgdir til hús aftur. Skoraðu eisini fyri HB Mikukvøldið vóru tað Magni á Lakjuni og Bárður Mortansson, sum skoraðu B36 málini í Georgia. Tað eru ikki so nógvir føroyskir spælarar, sum hava skorað í Europa Cup, og tað er merkisvert, at Magni á Lakjuni og Bárður Mortansson eru teir fyrstu, sum hava skorað fyri tvey feløg í Europa Cup. Báðir hava áður skorað Europa Cup mál fyri HB. Í 1998 vann HB FM heitið, og í 1999 spældu teir í fyrsta innleiðandi umfar- inum í europeisku meist- arakappingini ímóti finska FC Haka. Fyrri dysturin var fyrsti almenni dysturin á Tórsvølli. Úrslitið var 1–1, og tveir minuttir eftir steðgin var tað Magni á Lakjuni, sum legði HB á odda. Í fjør spældi HB í fyrsta innleiðandi umfarinum í UEFA kappingini ímóti Grazer AK úr Eysturríki. Fyrri dysturin var í Gundadali, og hann endaði 2–2. HB var á odda 1–0 og 2–0, og í báðum førunum var tað Bárður Mortansson, sum skoraði. Fyrra málið minti nógv um málið, sum sami maður skoraði í Georgia mikukvøldið, tí tað var skorað beinleiðis upp á fríspark. Seinna málið heilfluktaði Bárður Mort- ansson, sum nú hevur skor- að trý mál í Europa Cup kappingini. Mikukvøldið hava hann, Magni á Lakj- uni og hinir í B36 møgu- leika at skora uppaftur fleiri mál. Møguleikin fyri víðari luttøku hjá B36 er ikki stórur, men møguleikin tykist vera góður fyri, at tað verður undirhaldandi á Tórsvølli komandi miku- kvøld. Um B36 megnar at vinna á Torpedo Kutaisi mikukvøldið kann ikki sigast annað, enn at tað verður ein góður ólavsøkustartur. Men vánirnar eru einki serligar fyri, at B36 mikukvøldið í komandi viku skal spæla seg í næsta innleiðandi umfarið EUROPA CUP FYRI MEISTARAR Páll Holm Johannesen B36 spælararnir eru á veg aftur til hús, eftir at teir mikukvøldið vóru í nógva hitanum niðri við Svarta- havið og spældu í fyrsta innleiðandi umfarinum í europeisku kappingini fyri meistaralið. Úrslitið ímóti Torpedo Kutaisi var 5–2 tap. Við avrikunum hjá B36 heima á landi í ár í huga og við før- oysku Europa Cup søguni í huga, hava B36 menninir einki at skammast við. Grannarnir hjá B36, HB, vóru fyri seks árum síðani í Georgia og spældu ímóti Dinamo Batumi. Tá kom HB til hús aftur við 6–0 tapi í viðførinum. Ta ferð- ina vann georgiska liðið 3–0 á Svangaskarði. Fyrrapartin í gjár fingu vit orðið á John Petersen, liðformannin hjá B36. Tá var B36 ferðalagið komið til Istanbul. Tá liðfor- maðurin skuldi meta um avrikið, var hann bæði nøgdur og ikki nøgdur. – Í 1. hálvleiki vóru teir nógv betri enn vit. Men í 2. hálvleiki megnaðu vi at spæla heilt upp í móti teimum. Tí er tað spell, at teir fingu trý mál í seinna hálvleiki. Vit høvdu møgu- leikar at fáa fleiri mál enn tey bæði, sum vit fingu. Um vit høvdu havt skorað upp á onkran av teimum møguleikunum, og um vit ikki høvdu givið teimum okkurt óneyðugt mál, so hevði tað verið rættuliga spennandi á Tórsvølli komandi mikukvøld. Hetta skal ikki skiljast soleiðis, at vit ikki hava møguleikan at geva teimum mótstøðu, tá teir koma til Føroya, men tað verður sera torført at vinna við trmum málum ímóti teimum, staðfestir John Petersen. B36 formaðurin, Kristian á Neystabø hevur ikki verið við í Georgia. Hann veit sjálvandi, hvat málið var við ferðini, og hann fegnast um úrslitið: – Vit fóru niður til Geor- gia við tí fyri eyga at av- marka tapið, og eftir okkara mátistokki, er hetta eitt gott úrslit. Spurningurin er so, hvussu tað fer at hilnast á heimavølli. Um vit minnast aftur á tær ferðirnar, tá vit hava verið við í Europa Cup, so hevur tað allar ferðirnar verið rættuliga spennandi, tá vit hava átt heimavøll, sigur Kristian á Neystabø og sipar til tøttu dystirnar ímóti belgiska Avenier Beggen úr Luks- emburg, Beitar Jerusalem úr Ísrael og Ankaragücu úr Turkalandi. Hóðraðu undan hitanum Umstøðurnar í Georgia vóru avgjørt ikki B36 til fyrimunar. Serliga fyrstu løtuna var trýstið á B36 málið rættuliga stórt. Ætl- anin hjá B36 var at halda mótstøðumonnunum frá at gera mál so leingi, sum tað á nakran hátt bar til. Tí kom tað ógvuliga illa við, tá heimaliðið fekk hol á longu tá eitt korter var farið. Eitt stórt korter seinni økti heimaliðið, og tá tókt- ist tað standa heilt illa til. Hitin var nógvur, heima- liðið royndi at seta ferðina upp, B36 menninir høvdu ilt við at halda upp á bóltin, og teir vóru um ein háls í veruspælinum. Tá so mótstøðuliðið í fyrsta minuttinum eftir steðgin økti til 3–0, bendi alt á, at talan skuldi gerast um stórskrædl. Men so- leiðis gekst tað ikki. B36 fekk fyrsta mál- møguleikan, tá 40 minuttir vóru farnir. John Petersen snittaði við høvdinum langa sending víðari til Bárð Mortansson, sum royndi seg við skoti, sum málverjin bjargaði. Í 2. hálvleiki var B36 fyrstu ferð framvið, tá átta minuttir vóru farnir, og tá bragdaði. Uppspæl millum John Petersen og Jákup á Borg endaði við, at bólturin varð lagdur fyri føturnar á Magna á Lakjuni, sum sendi upp undir nettakið. Eitt sera gott mál, siga teir í B36 leguni. Og málið hevði stóran týdning, tí tað bar eyka megi við sær til eymu og heitu spælararnar. Heimaliðið økti í 67. og 71. minutti til 4–1 og 5–1, men dysturin var alla tíðina opin. B36 hevði fleiri møguleikar, sum kundu havt borið mál við sær, og onkra løtuna megnaðu B36 menninir at samanspæla fitta løtu, áðrenn teir royndu ímóti málinum. Tá eitt korter var eftir eydnaðist tað at minka um munin til 5–2. B36 vann sær fríspark uttanfyri brots- teigin hjá Torpedo Kutaisi. Bárður Mortansson varð settur at skjóta, og hann smekkaði dygst inn undir samankomingina. Torpedo Kutaisi-B36 5-2 (2-0) 1-0 15.min Asatiani 2-0 33.min Ionanidze 3-0 46.min Asatiani 3-1 53.min Magni á Lakjuni 4-1 67.min Kvetenadze 5-1 71.min Poroshyn 5-2 74.min Bárður Mortansson Torpedo Kutaisi: 12. Stur- ua, 2. Ionanidze, 3. Mak- haviladze, 6. Kemoklidze, 7.Kvetenandze, 8. Babuna- shvili(66.min, 9. Janashia) 10. Kutateladze(53.min, 15. Poroshyn), 17. Tche- lidze, 19. Guchua( 46 min, 25. Gamezardashvili), 20 Asatiani, 21. Akofian GK: Guchua 39 min. B36: 1. René Torgarð, 4. Arnbjørn Danielsen, 5. Iulian Florescu, 6. Fróði Clementsen (90.min 17. Heini í Skorini), 7. Julian Johnsson, 9. Jákup á Borg, 10. John Petersen, 11. Magni á Lakuni( 89.min 12. Tórálvur Poulsen), 18. Bárður Mortansson, 19. Egil Zachariassen, 22. Klæmint Matras( 68.min, 15. Kenneth Jacobsen) GK: Fróði Clementsen 87 min Magni og Bárður skrivaðu søgu B36 úr georgiska hitanum við tveimum málum Magni á Lakjuni og B36 máttu lúta í hitanum í Georgia mikudagin Mynd: Savnsmynd C M Y K 20