Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. juli 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 136 - 19. juli 2002 Nr. 136 - 19. juli 2002 23 Bólkurin Take Off, sum er mannaður við føroyskum og donsk- um tónleikarum, fer at spæla til dans í Havn komandi tvey vikuskiftini TÓNLEIKUR Pop.fo Take Off er bólkur við trim- um føroyskum og tveimum føroyskum tónleikarum. Føroysku tónleikararnir eru Hans Petur í Brekk- unum, Charlie Simonsen og Ólavur Olsen. Teir spæla saman við tveimum donsk- um tónleikarum, Morten Vestergaard og Jønne Juul Nielsen, sum teir hittu í Århus fyri nøkrum árum síðani Take Off spældi hós- kvøldið í Club 20, og fríggjakvøldið og leygar- kvøldið spæla teir til dans á Platform. Næsta vikuskiftið, tann 25-27. juli, fara teir aftur at spæla í Club 20 hóskvøld, og síðani í Kagganum um vikuskiftið. Take Off spælir sangir hjá øðrum, millum annað hjá Cool & the Gang, Jam- es Brown, Stevie Wonder, Beatles og Thomas Hel- mig, og teir eru ofta úti og spæla í Danmark. Teir hava spælt einar 50 ferðir, síðani teir byrj- aðu at spæla saman fyri meira enn einum ári síð- ani, og teir hava sera gott orð á sær. Kendir føroyskir sangir eru spældir inn av nýggjum á útgáv- uni, sum kallast »Eg siti so eina« TÓNLEIKUR Pop.fo Síðst í vikuni kemur nýggj útvarpsfløga á gøtuna. Út- gávan, sum rópast »Eg siti so eina«, er gjørd á sama hátt, sum »Kenna tit Ras- mus«, sum kom út í fyrraárið. Talan er um kendar føroyskar sangir, sum eru spældir inn av nýggjum. Millum sangararnar á nýggju útgávuni eru Jens Marni Hansen, James Olsen, Karl Martin Sam- uelsen, Kim Hansen og Ronnie Nielsen. Sangir sum »Hugsa teg um«, »Eg siti so eina« og »Mær dámar bjór og brennivín« eru millum endurinnspældu sangirnar. Tað er Jóhannus á Rógvi Joensen, sum hevur staðið fyri arbeiðnum við útgáv- uni. Fløgan verður at fáa kring landið um viku- skiftið. Fyrsta tiltakið, sum Sjey00 og KÍ fara at skipa fyri komandi tíðina, verður í Lognbrá leygar- kvøldið TÓNLEIKUR Pop.fo Leygarkvøldið fer rock- bólkurin Týr at spæla í Klaksvík. Bólkurin við kvæðarockinum hevur spælt nógv heima og úti seinastu mánaðirnar, men teir hava ikki vitjað í Klaksvík. Men nú verður so kjansurin hjá norðoy- ingum at hoyra teir á palli í Klaksvík. Konsertin við Týr verður í Lognbrá leygarkvøldið frá klokkan 23.00, og tiltakið heldur fram til umleið kl. 03.30. Krit fer at hita upp fyri Týr hetta kvøldið. Týr hevur spælt kring landið seinastu tíðina. Farna viku- skiftið vóru teir í Hvalba, har næstan 500 fólk vóru og lurtaðu. Dansur í Lognbrá Tað er tónleikafelagið Sjey00, sum skipar fyri tiltakinum í Lognbrá, og tað gera teir í samstarvi við Klaksvíkar Ítróttarfelag, sum eigur og rekur KÍ- høllina. Hetta er bert fyrsta av fleiri tiltøkum, sum Sjey00 og KÍ koma at hava í Lognbrá komandi tíðina. Diskotekið í Lognbrá lat aftur í mars mánaði í fjør, tí ætlanin var, at annað virk- semið skuldi verið í hesum parti av KÍ-høllini, men hølini hava staðið óbrúkt síðani, og nú fer KÍ at geva dansitiltøkum innivist har aftur í eina tíð. Kostnaðurin fyri kon- sertina leygarkvøldið er 100 krónur. Limir í Sjey00 sleppa inn fyri 80 krónur. Nýggj úvarpsfløga á veg Týr spælir í Lognbrá Millum sangararnar á nýggju útgávuni eru menn sum Kim Hansen, James Olsen og Karl Martin Samuelsen Take Off spælir á Platform Hans Petur í Brekk- unum og hinir í Take Off spæla hetta vikuskiftið á Platform Vit hava aftur nú fingið eitt nýtt umboð uppá maskinur. Hesaferð er talan um tær vælumtóktu Týsku O&K maskinurnar, ið hava vist seg at vera framúrskarandi driftsikrar, og kunnu fáast í eini sera stórum úrvali. 2 tær fyrstu maskinurnar eru longu leveraðar: 1 til M.J.Saltsølu og 1 til R.T.S. Contractor Vit fara at ynskja báðum fyritøkum tillukku við maskinunum. O.K. fingið umboð uppá O.K. HEILSØLA & MASKINUR FO-430 Hvalvík Sølumaður Vit soknast eftir álítandi sølumanni. Arbeiðið umfatar sølu og útkoyring úr ísbilinum og krevst tí tað stóra koyrikortið. Vit krevja ikki at tú hevur eina stóra útbúgving, men hinvegin krevja vit at tú hevur lætt lyndi, dugir at umgangast fólki og er opin fyri nýggjum avbjóðingum. Tú verður ein partur av einum sølubólki, sum eru við til hjálpa tær at selja og marknaðarføra ísar, góðgæti og keks, kring allar oyggjarnar. Tú kanst byrja beinavegin, men vit bíða eisini fegnir eftir tær. Løn sambært avtalu við okkum. Skrivlig umsókn verður at senda til P/F Damfar, Postboks 268, 110 Tórshavn. Hevur tú hug at hoyra meira um hetta spennandi starv, vinarliga ring til okkara og spyr eftir Benny Ejdesgaard, telefon 219977 P/F Fóm Niels Finsensgøta 5 Postbox 154 · 110 Tórshavn Tlf. 35 99 77 · Fax 35 99 80 e-mail: damfar@post.olivant.fo Til allar pensjónistar í landinum Tann 3.august verður Eldradagur hildin í Ítróttar- høllini í Vestmanna. Byrjað verður kl.9.00 til kl.10.00 við morgunkaffi. Og endað eftir kaffi kl. 16.00. Skráin er fjølbroytt. Kostnaður kr. 200,- pr. lut- takara. Gjalding við inngongdina. Lutaseðlar verða seldir. Allir pensjónistar eru hjartaliga vælkomnir at lut- taka. Tilmelding skjótast á tlf. 424133 - 424011 - 444191 - 441396 ella 444122. Kunngerð frá útskiftingarnevndini fyri Hvalvíkar bygd Næsti útskiftingarfundur verður í róðrarneystin- um í Streymnesi hósdagin 25. juli kl. 10.00. Nýggjur fyribilsplanur verður framlagdur. N. v. Øssur A. Midjord útsk. form. Summarfrí Vegna summarfrí verður skrivstovan stongd frá 22. juli til 12. august. C M Y K 23 22