Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-03-17, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. mars 1979síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 21 — 17. mars 1979 sosialurin Síða 11 Heini Olsen, verkfrødingur um dålking og brennistød: Ein stoð fyri alt landið avgjørt tann besta loysnin Hvorki neyðugt at vera teknikari ella politikari fyri at skilja hetta Mín leiklutur í hesum máli var í fyrstani bert tann, at eg øtadist yvir, hvussu skjótt dálkingin vaks her á landi. Á ferðum í arbeiðser- indum kring landið plagdi eg frá 1966—67 og úteftir at skráseta teir kostar ella burturbeiningarpláss, sum eg ferðaðist fram við. Eg royndi eisini at meta um, hvussu skjótt burtur- kastið vaks í hesum pláss- um, sum vóru spjadd úti um oyggjarnar, har fólk var í nánd. Rudda og reinska Hevuðsáhugi mín í rusk- málinum er so avgjert bert at fáa ruddað og reinskað, so aftur verður farandi út um dyr, til fjalls ella í fjeru fyri ikki at tala um á flot. Um hetta verður gjørt við einari stød ella fleiri, er mær tað sama — bara tað verður gjørt og tað skjótt; men taka vit eftir turru tølunum, so er rættiliga stórur vinningur fyri allar partar í einum renovati- ónsfelagsskapi, har uml. 98% av fólkinum í Feroy- um kunnu vera við. Hini 2 prosentini búgva á útoyggjum, við ongum meguleika fyri flutningi av oynni. Í hesum pláss- um kundi í hverjum ein- støkum feri verið funnin so fræg loysn, sum gjer- ligt. Soleiðis síggja kontainararnir út, Hvorki tekniskir ella politiskir fyri at skilja Hetta eru heldur ikki so torskildar | útrokningar, men heilt einfaldar upp- stillingar av negdum, flutningslongdum og lut- fallsligum kostnaðar- ætlanum, sum tað hverki er neyðugt at vera tekn- ikari ella politikari fyri at skilja — t.e. um ein gevur sær stundir til at lesa til- farið, ella í minsta lagi kveita at niðursteðuni, sum í letuni sær soleiðis út vid prisum frá 1978: Í einum felagsskapi fyri alt landið høvdu iløgurnar ligið um 11 mill. krónur og raksturin t.e. innsavning, landvegis- og sjóvegis flutningur og brenning v.m. í roknað, verið 2.69 kr./fólk/ viku. Fleiri stoðir kosta meira Um Havnin ella kanska Suður-Streym ikki er við í felagsskapinum verða ílegurnar fyri eina stød til restina, t.e. 2/3 av fólk- inum at liggja um 10 mill. krónur, og vaksa rakstr- arútreiðslurnar í hesum føri til 3.49 kr./ fólk/ viku. Fyri Havnina verður steðan við sama grundar- lagi og somu góðsku í brennistødini soleiðis: Ílegur ikki lægri enn 9 mill. krónur ímóti 11/3 = 3,7 mill. krónur í stóra fel- agsskapinum, t.e. her kundu 5,3 mill. krónur verið spardar. Raksturin fyri steðina í Suður-Streym verður lágt settur 3.55 kr./ fólk/ viku ella eina lítla millión um árið dýrari fyri Suður- Streym — eisini peningur, ið kundi verið spardur. Verða uppaftur fleiri stæðir, verður kostnaðar- munurin uppaftur greflig- ari og grefligari, jú smærri eindirnar eru, og var tað eisini á henda hátt at arbeiðsbólkurin kom fram til ta niðursteðu, at ein stød fyri alt landið so av- gjørt í allar mátar var hin biligasta — og tað eisini, um bæði Suðuroyggin og Sandoyggin vóru taldar uppi við fullum sjóvegis flutningi. Nøgdir og flutningur I nidurstøduni settu vit nøgdirnar til so og so nogvar bilførningar/viku å 5 tons ella 18 m' og eru tå: bilførn /viku úr Suðuroy 8 úr Sandoy 2 úr Vágum 4 úr Streymoy 23 úr Eysturoy 12 úr Norðoyggjum 7 Tilsamans 56 bilfern- ingar/ viku. Um ruskið verður trýst saman, sum vanligt er aðrastaðni, fara førningarnir niður í mill- um helming og triðing, og útrokningarnar sýna eisini RAÐIR sum skulu flyta burturkast til brennistødina Í Líknunum millum Ljósáir og svínáir. Her verður alt burturkastið frá norðara parti av Streymoynni og Eysturoynni tveitt á bláman heilt greitt, at flutnings- útreiðslurnar liggja bert um 12%, meðan innsavn- anin tekur umleið 42% og brenningin 46% av rakstrarútreiðslunum. Flutningsætlan Arbeiðsbólkurin er farin í holt við at leggja eina ná- greiniliga flutningsætlan, men ikki ber til at gera hana lidna, fyrr enn av- gjørt er, hvar stødin skal liggja, t.e. nærhendis Havnini ella við Æðuvík. Stovnandi fundur Mánadagin 19. mars verð- ur stovnandi aðalfundur á Hotel Hafnia, har allar kommunur í landinum eru bodnar við, og verður tá endalig steða tíkin til henda spurning. Aftaná fundin verður hevi til at síggja fram- sýning av nekrum flutn- ingstólum. Hvar framsýn- ingin verður hildin, verður kunngjert á fundinum. Avgerðarrætturin Um tað, at Havnin hevur sagt seg burtur úr Komm- unufelagnum, er at siga, at Havnin upprunaliga hevði í so lítlan avgerðar- rætt í mun til fólkatalið men eg hugsi næstan at Kommunufelagið í sein- astuni hevði broytt steðu, soleiðis at Havnin fekk fullan rætt í mun til fólka- talið — í hvussu er varð samtykt í figgjarnevnd Tórshavnar býráðs at mæla býráðnum til at steðga nakrar mánaðir við uppsegnini, til greiða var fingin á hesum, men upp- skotið fall stutt fyri jól, og fór Havnin tá burtur úr. Limaskapur eingin treyt Treytin fyri at vera við í renovatiónsfelagsskapin- um er ikki limaskapur í Kommunufelagnum, so har liggur eingin mein- bogi, og best og bíligast bæði fyri Havnina og alt Feroya fólk hevði sjálv- andi verið, um Suður- streym við sinum triðingi av fólkatalinum kom við — ikki bara fyri at fáa bíligari iløgur og rakstur — men eisini fyri at fáa sum frægast burtur úr hitanum. Hann svarar til 3—4000 tons av olju um árið ella nýtsluna hjá ein- ari heilari bygd við 800 — 1000 sethúsum. Hetta er ikki at forakta í hesum orkukrepputíðum eitt nú fyri Havnina, sum hevur stórar útstykking- arætlanir nærhendis, har staðin ætlandi fer at liggja. antin tað so verður millum Hoyvík og Hvita nes ella inni á Sundi og antin tað so verður eir minni steð fyri Havnina ella ein størri fyri alt landið. Mest hita við einari stød Sakin er tann, at fyri at fáa stórvegis burtur úr hitanum, skal stødin hava ávísa stødd, og hóast hitin kann nýtast úr tveimum stødum, fæst nógv meira burtur úr, um alt verður verður undir einum. Her spæla allar tær teknisku snildir inn, sum útvegast kunnu til eina stóra stæð, men sum vera alt ov dýrar og í mongum føri ónýtiligar til smærri stæðir, eitt nú knúsari til burturkast, sum er stórt í vavi, krani ella annað blandiverk til ruskið, áðr- enn tað fer í ovnin, mannagongdin í brenn- ingini, góð royktiltur, sáld, fylliamboð og mangt annað, fyri ikki at tala um felags keyp av allari út- gerð, hvers kostnaður roknast kann við at fara niður við triðingi og í summum ferum helmingi, um keypt verður pr. tilboð og í stórum negdum. Tað skal viðmerkjast, at ongar av hesum megu- ligu inntøkunum roknaðar reiðslunum, so hvert « eru rakstrarut- ið inn kemur av nevndu betra I ber í Størri eindir Endurnýtsla kanr ikki steðirnar eru smáar vera talan um, um