Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-03-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. mars 1979síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 sosialurin Nr. 22 — 21. mars 1979 Eddie Skoller Væl selt Í morgin og ovurmorg- in fáa vit endiliga hevi til at sleppa at hoyra kenda, danska sangar- an Eddie Skoller. Seinnapartin . mána- dagin settu vit-okkum i samband við- S.'-H. Jakobsens radiohandil i Havn, :sum selur at- gongumerkini. Har fingu vit at vita, at tað er útselt til konsertina friggjakvøldid, meðan tað. vóru umleið 100 eftir til í annadkvøld. so tað ræður um at skunda sær. Læraraskúlahellin. har konsertirnar vera, tekur eini -400 fólk. Konsertirnar vera báð- ar kl. 20.00. Skrásetingin heldur fram Skrásetingin av bern- um í Havn, sum terva almenna barnaansing, heldur nú fram. Tað er Kvinnufylkingin, sum stendur fyri hesari skráseting, og byrjaði hon á altjóða kvinnu- degnum 8. mars. Tá blivu 165 bern skrivað upp til almenna barna- ansing. Men av tí, veðrið ikki var av tí besta 8. mars og skråsetingin varð gjerd í arbeiðstíð- ini, hevur Kvinnufylk- ingin nú avgjert at halda fram við henni. Skrásetingarlepar eru at finna í bløðunum. Tað eru uml. 800 bern á bíðilistunum hjá barnagerðunum og veggustovunum í bý- num. Obrostin perla orsøkin til spreingingina Ein perla og nakað av dynamitti, sum lógu eftir frá einari leðing um kveldið, elvdu leygarnáttina til eina spreinging inni í berg- holinum á Kalsoynni. Sjey menn vóru inni í bergholinum, tá spreingingin hendi og fingu tveir, sum leddu, skaða av henni. Annar fekk skaða í hevdið og hin breyt beinið. Menn frá Arbeiðseft- irlitinum og politinum í Klaksvík vóru leygar- dagin inni í bergholin- um og kannaðu um- steðurnar. Teir komu til tað úrslit, at ein perla hevur ligið eftir, fjald í einum boriholi. Tá arbeiðsmenninir fingust við at leða av nýggjum, hevur borur- in rakt perluna, sum er brostin av stoytinum. Óhappið hendi 900 metrar inni í fjallinum. Teir skaddu blivu koyrdir til Húsar við jeepi og hagar kom Barrskor eftir teimum og flutti teir á sjúkra- húsið í Klaksvík. Ann- ar eiv leygarmorgun- ip iuttur á Lands- sjik ihus'” Eincin by íðs- fund f - -rgin Byrådsfundurin, sum verða skuldi í morgin, er útsettur av nyggj- um. Orsekin til at fund- urin er útsettur er hon, at fíggjarætlanin er ikki liðug vidgjørd í ellum deildunum enn. Doyði av ferðsluóhappi Leygarnáttina lat hin 16 ára gamli Ingolf Berg av Skála lív, tá bilurin, hann koyrdi, brast móti einum bil- húsveggi omanfyri Skála skipasmiðju. Á = politistødini í Runavík verður upp- lýst, at bilurin koyrdi inneftir og hevur eftir ellum at dema havt nógva ferð. Vegurin var glerstoyttur og omanfyri skipasmiðj- una hevur Ingolf mist tamarhaldið á bilin- um, sum er farin nið- anav vegnum og brast við síðuni móti einum stoyptum bilhúsi. Stoyturin var so harð- ur, at bilurin bleiv samankroystur og gjørdist vrak. Ohappid bleiv frå- bodad beinanvegin av fólki, sum komu fram- við, men tá lækni kom á staðið, var Ingolf Berg deyður. Skála skipasmiðja hevði leigað bilin, ein Lada til starvsfólk á skipasmiðjuni. Bilurin stóð við skipasmiðjuna og varð stolin haðani einaferð friggjakvøld- ið. Politiið heldur ikki, Ingolf hevur verið einsamallur um at taka bilin SM Royna at fáa sam- bandið upp í sam- gonguna í býraðnum Hóast tað ikki er full semja í samgonguni um at taka sambandið upp í, so verður arbeitt við at víðka um samgonguna, tí munurin millum minni- og meirilutan er so lítil. Býráðsmeirilutin í Tórs- havn arbeiðir við at fáa sambandsflokkin upp í samgonguna. Petur Christiansen, bý- ráðsformaður, sigur, at partarnir hava havt nakr- ar fyribils tingingar, og Sofus Sivertsen úr sam- bandsflokkinum váttar, at tað hava verið følarar frammi frá samgonguni. Sosialurin hevur havt býráðsformannin í tele- fonini. — Tað ljóðar, at tú ar- beiðir fyri at fáa sam- bandsflokkin upp í bý- ráðssamgonguna, tí hon er so veik? — Tað er nakað nógv sagt, at eg arbeiði fyri ti. Tað hevur verið upp á tal, men tað eri ikki eg einsa- mallur. Allir taka ikki undir við ætlanini — Er ell samgongan aft- anfyri? — ØI samgongan er ikki aftan fyri, nei. Vit eru ikki lidnir at samrådast, og tosa um tað enn. — Hver er ikki fyri? — Tað eru fyri so vítt mínir egnu menn. — Ein partur av fólka- flokkinum? — Ja, og sjálvstýris- flokkurin er heldur ikki fyri tí. Eg veit í grundini ikki akkurát, hver er fyri og hver er ímóti, men vit tosa framvegis um tað. — Hava tit havt sam- ráðingar við sambands- flokkin? — Ikki samgongan, men ein partur av sam- gonguni hevur verið sam- an við teimum. Og vit hava havt felarar frammi o.s.fr. Men vit eru ikki komnir til nakað endaligt úrslit. — Hava tit ikki tosað um nøkur åvis mál? — Nei, so langt eru vit ikki komnir enn. Eitt hvert er sjálvandi nevnt, men einki itøkiligt. — Hví vilja tit hava sam- bandið upp í nú? — Vit hava verið sjey í samgonguni og tað hevur ofta verið eitt sindur knortlut. Tað hendir seg, at vit í samgonguni koma á býráðsfund og bara eru seks — og andstaðan hev- ur jú eisini seks mans — so mál kunnu lættliga verða feld bara tí ein mað- ur ikki metir upp. Vit hava staðið ov veikir. — Frá keldum sum hava gott samband við folkaflokkin hava vit frætt, at tað er Havnar Framburðsfelag, sum hevur birt upp undir at vidka um samgonguna? — Nei, tað er ikki fel- agið. Felagið er ikki eftir- spurt. Vit hava havt sam- band við nevndina, og hon segði hverki ja ella nei, men tað tóktist sum um hon helt, at letan kanska er eitt sindur keðiligt. Nei, hon hevur hverki sagt ja ella nei. — So kann ikki roknast við nakrari víðkan av samgonguni áðrenn figgj- arætlanin skal samtykkj- ast? — Nei, tað hugsi eg ikki, at vit rokka. Men vit fara at samráðast víðari. Vissir persónar vildu ikki hava sambandið við — Hví kom sambandið ikki upp í samgonguna seinast? — Tað er torfert hjá mær at siga bart út, men tað vóru vissir persónar innan fyri núverandi sam- gongu, sum ikki vildi hava sambandsmenninar við. — — Og hesir hava ikki boygt seg enn? — Onkur hevur boygt seg, men nú er tað onkur annar. — Hví eru menn í iva, um sambandsflokkurin skal við ella ikki? — Tað veit eg ikki, men tað kann hugsast, at so verður sagt, at samgong- an hevur ikki megnað at gjert tað sum hon skal, og ti noyðist hon nú at fáa hjálp frá sambandinum. Tað er helst okkurt so- vorðið sum liggur aftan- fyri. Viss mál eru eftir — Nú sigur tú, at sam- gongan hevur ikki megnað at gjert tað, sum hon ætlaði, hvat hevur sam- gongan sett sær fyri at fremja? — Hon hevur ein sam- gongusáttmála, og tað er sjálvandi viss mál í sátt- málanum, sum ikki eru gjerd. Summi eru framd og onnur ikki. - Eru fleiri stórmál eft- ir at fremja? — Ja, tað eru stórmál eftir, so sum vegagerðir. Og fyri at fáa tað heila í eina fastari legu, enn tað í letuni er, kundu vit ynskt at fingið samgonguna stærri. Vit síggja jú við- merkingar á hverjum ári um, at tað er ikki so gott, sum tað eigur at vera, sigur Petur Christiansen at enda. Kann ikki hugsa mær, at nakað kemur burtur úr!! Sosialurin hevur eisini biðið um eina viðmerking frá Sofus Sivertsen úr sambandsflokkinum. — Er tað eitt ynski frá tykkara síðu um at koma upp í samgonguna? — Spyr býráðsfor- mannin. — Eru tit sinnaðir fyri at fara upp í samgonguna? — Nei, eg veit einki. Álvaratos, tað er ov tíð- liga at tosa um tað enn. — Tú ivast, um nýggja samgongan verður veru- leiki. — Ja, tað geri eg. Eg kann ikki hugsa mær, at tað kemur nakað burtur úr. Frá okkara síðu hava vit einki at siga enn. Vit vita ikki, hvat teir hava tosað saman um, ella hvussu langt teir eru komnir. — Hví komu tit upp- runaliga ikki við í sam- gonguna? — Teir vildu ikki hava okkum. — Eingin onnur grund? — Tað haldi eg ikki. Vit fingu ongantíð kontakt við teir. Teir vóru til fleiri samráðingar, men teir runnu bara undan okkum. A——————————— Kunsttød Vit hava å goymslu: Kálksalpetur Superfosfat 0.8.0 í 5—10 og 50 kg. sk. i 50 kg. sk. Kali/Superfosfat 1:2 0.7.18 N.P.K. tød 18.5.12 splatød Nitrophoska Jørdkålk Havamold: Sólmold Sphagnum í 50 kg. sk. í 50 kg. sk. í 5—10 kg. sk. í 50 kg. sk. í 180 |. í 180 og 430 |. P/f VALDEMAR LÚTZEN tif. 11020