Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-03-21, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. mars 1979síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 22 — 21. mars 1979 sosialurin Síða 5 Kommunur loysa vandamál í felag: Vilja beina fyri »plastikkøstunum« Dálking frå burturkasti vorðin ein skamblettur Tað er nú vorðin ein sann- roynd, at ein stórur partur av kommununum í Feroy- um í felag vilja loysa ein av teimum sterstu vanda- spurningum í dag, nevni- liga, dálkingina frá burt- urkasti frá húsarhaldum, virkjum 0.ø., sum er vorð- in ein skamblettur fyri náttúruna bæði á sjógvi og á landi. Plastikposar og annað plastburturkast rekst við strendurnar og er til stóran bága fyri m.a. útróðrarbátarnar. Á landi síggjast fleiri og fleiri kestar av plastikposum og eðrum burturkasti. Tað var mánadagin, at ein landsumfatandi ren- ovatiónsfelagsskapur varð stovnaður. Á stovnandi aðalfundinum, sum varð hildin í Havn, vórðu mett umboð fyri kommunur úr ellum pertum av landin- um. Dálking má halda uppat Endamál felagsins er at virka fyri, at burturkast og annað órudd verður beint burtur, so dálking av umhvervi heldur upp- at. Skipað skal eisini verða fyri, at lógin um náttúrufriðing frá 1970 verður hildin. Eisini er ætlanin at fáa framleiðslu í lag. Her verður hugsað um at brúka hitan frá eini brennistød til m.a. at upp- hita vanlig sethús við. Nýggja felagið, sum enn ikki hevur fingið navn, er skipað sum eitt lutafelag og heimstaðurin er Runavík. Allar komm- unur í Feroyum kunnu gerast lutaeigarar í fel- agnum. Í lógini, sum varð einmælt samtykt við nøkrum fáum broytingum, stendur, at lutaeigararnir eru ognarar í felagnum í mun til í- búgvaratalið í kommun- uni, ag hava teir ikki, hverki innanfelags ella uttanfelags nakra ábyrgd av skyldum felagsins, utt- an við tí limagjaldi, ið er ásett í lógini. Limirnir gjalda hvenn mánað, tó undantikið av apríl og desember, 1/10 av metta samlaða árliga limagjaldinum, soleiðis sum hetta er ásett í figgj- arætlanini. Taka ímóti øllum burturkasti Í grein 6 í lógini hjá nýggja felagsskapinum stendur, at felagið hevur skyldu at taka ímóti ellum burturkasti. Fleiri av um- boðsmonnunum høvdu viðmerkingar til hesa grein. Spurt var m.a., um ein felags brennistød eisini skal taka ímóti mold, gróti og eyri frá út- grevstri. Til hetta svaraði Heini Olsen, sum hevur verið við í fyrireikingun- um at gera eina felags brennistød, at hetta mål mugu tær einstoku kom- munurnar sjálvar taka sær av. Tær kunnu sjálv- sagt føra hetta burtur- kastið til brennisteðina, men tær mugu sjálvar gjalda flutningin. Brennisteðin skal ann- ars brenna alt tað, sum brennast kann, og hon skal eisini taka ímóti øll- um, sum limakommunur- nar halda vera burturkast. Ein av umboðsmonnun- um fyri Eysturoynna segði, at tað lógu fleiri gomul skip á Skålafjør8- inum, sum mong hevdu ynskt vórðu beind burt. Hann spurdi um hetta kundi flytast til eina brennistød. Til hetta varð svarað, at kundu eigarar- nir hegga skipið sundur og flyta tað til brennisteð- ina, tá varð hon skyldug at taka ímóti tí. Vanligur meiriluti Í lógini fyri felagið stend- ur víðari, at ell mál verða avgjerd á sjálvum aðal- fundinum við vanligum atkveðumeiriluta. Limir- nir hava eins nógvar at- kveður sum íbúgvar eru í kommununi. Eftir at lógin varð samtykt, varð ein nevnd vald. Í hana komu: Jógvan Isaksen (Norð- oyggjar), Hjallgrimur Janusarson (Norðstreym- oy), Niclas Foldbo (Eyst- uroy), Jákup Birgir Mohr (Sandoy), Niclas Jensen (Suðuroy) og Leivur Joen- sen (Vágarnar). Ætlanin er at seta tilikar kontainarar í øllum kommunum. Lastbilur skal taka teir upp, sum vist á myndini, og teir verða síðani fluttir til sjálva brennisteðina og tømdir Hesir nevndarlimirnir umboða fyribils 30 komm- unur í landinum. Ein av teimum stóru spurningun- um viðvíkjandi felags ren- ovatiónssteð hevur verið, um Havnin fór at vera við. Higartil hevur Havnin av- gjert at vera ut i. Fleiri umboð fyri Tórs- havnar býráð vórðu kort- ini við á fundinum. Harmiligt at Havnin ikki er við Bæði Petur Christiansen, býráðsformaður og Petur í Gong, býráðslimur tóku orðið. Petur Christiansen segði, at tað var harmi- ligt, at Havnin ikki kundi gerast limur beinanvegin. Men býráðið hevði gjert eina legna samtykt um ikki at vera við í eini fel- ags renovation. Byråds- formaðurin helt tó fyri, at ein býráðssamtykt stend- ur ikki við longur enn, til ein onnur er gjerd. Við hesum sipaði hann til, at tað væl kundi vera, at Havnin kortini kom uppí seinni. Eisini Petur í Gong var positivur mótvegis nýggja felagnum. Hann segði, at í letuni var Havnin ógvuliga varðin. — Vit vilja tó hugsa um hetta og síggja vit, at tað er ein fyrimunur fyri okk- um allar at vera við, vilja vit eisini vera við. Tað er ikki illvilji frá okkara síðu, at vit enn standa uttan- fyri, men vit fara at um- hugsa støduna av nýggj- um, segði Petur í Gong. Umhvorvispolitikk Formaðurin í Føroya Kommunufelag, Vilhelm Johannesen segði, tað al- menna nú kundi føra ein meira aktivan umhvervis- politikk gjøgnum nýggja felagið. Í dag er stødan tann, at galdandi náttúru- fridingarlog kann ikki haldast. Í dag hava kommunur- nar ikki nógv annað at velja í, enn at dálka um- hvervið, tí tær ikki vita hvat tær skula gera við burturkastið. Tá hesin nýggi felagsskapurin fer at virka við eini felags brennistød, kunnu komm unurnar ikki bråka sum umbering, at tær ikki vita, hvussu tær skulu kring oyggjarnar Dyrkeypt europamet — Tryggingar- sambandið må ut vid 20 mill. i skadabot I næstu viku fåa allir bileigarar i Føroyum eitt uppkrav — 200 kr. — frå Tryggingarsam- bandinum. Marius Thomasen, stjóri í Tryggingarsamband- inum, sigur, at hetta er neyðugt fyri at Trygg- ingarsambandið kann vera ført fyri at gjalda teir nógvu bilskaðar, sum vóru í ferðsluni í 1978. Heildarskaða- bótin er 19,7 mill. kr. og í 1978 komu 17 mill. inn í tryggingargjeld- um. Hetta bleiv triðja árið á rað, at Trygg- ingarsambandið hevði undirskot av biltrygg- ingini. Tað var 3 mill. í 1978, 960.000 kr. í 1977 og 4,5 mill. í 1976. Tað hevur ti verið neyðugt at farið í tiltaksgrunn- arnar hesi ár og teir eru nú við at tømast, upp- lýsir Marius Thoma- sen. Sambært europeisk- um hagtelum yvir skaðar á privatbilar eru feroyingar klárt á odda. Vanliga er talið millum 150—170 skað- ar fyri hverjar 1000 bilar. Belgia liggur om- anfyri við 240, men Feroyar eru heilt fyri seg sjálvar við 372 skaðum fyri 1000 bilar í 1978. Í 1977 var talið 338 og í 1976 348. Marius Thomasen sigur, at um ikki vend kemur i, verda trygg- ingargjøldini ivaleyst hækkað seinni i ár. Fyri einum ári síðani hækkaðu gjeldini fyri privatbilar á hegum avsláttarstigi. Tann eykarokningin, sum bileigarar nú hava fingið, gevur Trygg- ingarsambandinum uml. 2 mill. kr. og er tað nóg mikið til at fáa javnvág í raksturin Enskur trolari maskinskaða Mánadagin fekk enski trolarin Lesswood maskinskaða norðan- fyri Føroyar. Hann royndi beint vestanfyri stongda ekið, tá mask- inan steðgaði. Ein annar trolari, Bearsley, kom til hjálpar og tók Lewwwood uppá sleip til Aberdeen, haðani báðir trolararnir eru. Teir høvdu roynt undir Feroyum í tveir dagar. Hesir møttu til fundin fyri Torshavnar kommunu Harmiligt, at vit ikki kunnu gerast limir i dag. segð byrådsformadurin, Petur Christiansen. Við hansara lið Petur í Gong og Jákup Sune Jacobsen beina fyri burturkastin- um. Vilheim Johannesen Tað er ein figgariigur