Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-03-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. mars 1979síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

telf. 14720 . 11820 box 76, 3800 Tórshavn Feroya Javnaðarflokkur Tórfinn Smith Vilhelm Johannesen (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Útgevari: Fyritaksstjóri: Blaðstjóri: Blaðmenn: Lýsingar: Uppseting: Prent: Burturkastið TAÐ eru ikki mong ár síðani, at menn av álvara fóru at hugsa um at gera nakað álvarsamt fyri at sleppa undan øllum ti óruddi og burtur- kasti, sum fall frå nútíðarsamfel- agnum. LOYSNIR vóru funnar so hvort sum trupulleikarnir vuksu. Men hesar loysnir vórðu allar meira og minni løtuloysnir, soleiðis sum vit hava sæð tær taka seg uppaftur her og har. Í HØVUDSSTADNUM funnu teir eina loysn fyri 10 árum síðani. Hetta var ein loysn, sum meginparturin av borgarunum — fyri ikki at siga hin stóri parturin av borgarunum — vóru illa nøgdir við, tí loysnin varð funnin úti í vakrasta náttúrugkinum uttan fyri Havnina, í Havnardali. Eftirtíðin kom at prógva, at hetta var ikki nøkur heppin loysn. OG NUer at enda stovnsett eitt kommunalt samtak, sum skal taka sær av hesi tørvandi uppgávuni. Tað er bert stórt spell, at tað heldur ikki á hesum sinni skuldi hepnast at finna eina loysn, sum allar komm- unur kundu fremja í felag. TAÐ ER stórt spell, at lokalpolitik- arin er so burturav heftur at sínum egna sjónarringi, sum sjáldan røkk- ur longur enn til egnu eingjargarðar, tá uppgávan so avgjørt ikki kann loysast til fulnar, uttan so at komm- unurnar taka seg saman í ein stóran felagsskap. VIT skilja ikki teir kommunalpolitik- arar, sum ikki duga at síggja heild- arloysnina framum onkra løtuloysn. Og vit skilja ikki politikararnar i Havn, sum bara síggja fram til kommunumarkið. FYRI høvudsstadin má tað liggja ein ábyrgd útum vanliga kommunala ábyrgd eisini at vera við til at loysa uppgávur í felag, sum meira síggja almenna tørvin á hesum øki loystan sum eina felagskommunala upp- gávu enn eina avbygda kommunala loysn. sosialurin Nr. 22 — 21. mars 1979 TANN LANGA VITJANARTIDIN SKAPAR TRIVNAÐ Eg havi ligið 4 vikur á Landssjúkrahúsinum, áðrenn tann langa vitj- anartidin kom i lag. Eg var seingjarliggjandi 3 tær fyrstu vikurnar. Eg gjørdi sjúkrasystr- unum greitt, at folk, id ætlaðu at vitja meg, máttu koma og fara, tá ið tað hóskaði mær. Tað var gaman i! Eg gjørdi starvs- fólkinum greitt, at um tey ikki gingu mær á meti hesum viðvíkjandi, so máttu tey stóran part av degnum sita við song tjak og meiningar Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrev upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. mína og práta við meg, so eg ikki kom í sálarkreppu av at liggja óvirkin í song- ini. Men øll vóru beina- som, eingin vitjanartið galt fyri mítt viðkomandi. Ein tíma vitjanartið er fyri tey, ið ikki tíma at vitja á sjúkrahúsinum, eitt páskot at sleppa frá sjúklinginum, ið hungrar eftir kontakt við lívið utt- an sjúkrahúsgátt. Vit skula ikki gerast >sjúkari< enn vit eru, men sum skjótast fáast á føtur. Long vitjanartíð nervar als ikki arbeiðsgongdina. Tá ið eg skuldi hava sproytur, kundu tey vitj- andi væl vera inni. Meg nervaði tað ikki. Stovu- gongdin gekk so skjótt, at tey vitjandi væl kundu bíða uttanfyri teir minutt- irnar, tað tók. Annars bleiv mest gjert burtur úr stovugongd fyrrapartin. Læknarnir segdu ofta við seinnapartsstovu- gongdina við meg, tá eg hevði vitjan: — Tygum hava betri av at fáa vitjan enn at tosa við okkum. Her gongur alt sum tað skal. Tá id vitjanartíðin byrj- ar kl. 16, er tað mesta arbeiðið liðugt á sjúkra- húsinum. Tá keðir ein seg, um ein liggur í songini ella gongur uppi. Sum bygd- arfólk var tað gott, at familja min kundi koma, tá ið tað hóskaði inn í ferjusamband o.a.t. Fam- ilja mín í Havnini vitjaði meg millum kl. 20—22, tey skuldu jú passa ar- beiði sítt. Hugnaligt var tað at fáa vitjan tá og drekka kaffi saman, sum tey fryntligu starvsfólkini bóru okkum. Tá ið tann, ið hevði vitjað meg, var farin, var tíð hjá mær at leggja meg at sova. Eg slapp undan at liggja einsamallur og fela sálar- ligt einsemi — evt. fáa eina »hospitalspsykosu«. Tað er ein menniskja- rættur at vera í einsemi, tá ið ein loysir sær buks- urnar. Tað segði eg við læknarnar. Teir skiltu meg og sjálvt um eg hevði strangar ordrar um ikki at lyfta hevur frá kodda, so slapp eg einaferð um dag- in í rúm fyri meg sjálvan at loysa mær buksurnar. Tað hevur als einki við langa vitjanartid at gera. Um sjúklingur ikki ork- ar at fáa vitjan, so finna sjúklingur, vitjandi og starvsfólk nokk út av, hvussu skal skipast fyri. Tað hevur heldur einki við vitjanartíðina at gera. Um langa vitjanartíðin ikki verður galdandi, er tað ikki longur eitt >Landssjúkrahús<, sum eitt »Havnarsjukrahus« fyri havnarfólk. Virus Ps: Hví kann Landssjúkra- húsið ikki hava langa vitj- anartíð, tá ið Ríkishospit- alið kann? Á Ríkishospitalinum sóu vit fjarsýn til kl. 1 um náttina í uppihaldsstovuni á neurokiurgisku deildini. BYGGIÐ EINA FELAGS BRENNISTØD! Vit, sum vuksu upp í 30- unum, kunna ikki annað enn fegnast um allan tann framburð, sum er farin fram síðan tá — íkki minst av javnaðarmanna ávum. Tað er ein gleði at kunna vita sær, at ellum samfelagsins borgarum eru tryggjað javnbjóðis kor, og tí betala vit fegin til land og kommunu tann skatt, sum okkum er á- líknaður, men máti skal kortini vera við, hvussu húsast verður við skatta- pengunum. Her hugsi eg um rusk- ovnin sum skal byggjast. Nú hevur ein í fleiri ár hoyrt um ætlanina hjá kommunufelagnum og tóktist tað ógvuliga skila- gott at byggja í felag; men so hoyrdist knappliga, at Havnar kommuna vil hava sin egna ruskovn. Tå politikkararnir, sum vit hava valt inn i býráðið, hildu tað, mátti tað vera rætt, uttan eg sjálv havi, givið mær stórvegis far' fær Havnar kommuna líka um, hvussu spurningurin skal loysast. Men eftir at hava lisið Sosialin frá leygardegnum, kann eg ikki siga annað enn, at eg eri stórliga skuffað av bý- arpolitikarum okkara. So vitt eg dugi at síggja, eru allir flokkarnir spurdir um ein komm- entar til málið og gjegn- umgangandi eru teir fyri at Havnin byggir sína egnu brennisteð, men argumentini!!! Hevuðs- argumentið er, at Havnin av erfaringum bert skal betala og síðani einki hev- ur at skula sagt, men hetta vísir bara, at teir slettis ikki hava sett seg inn í málið — og slettis ikki Jákup Sune Jacob- sen, sum annars er ein sentralur figurur í málin- um, av tí at hann er for- maður í tekniskunevnd. So vítt sum eg dugi at skilja av samreðuni við Vilhelm Johannesen og Jógvan Páll Lassen, so nógva ávirkan sum hinar kommunurnar fáa! Hvat er tað so tit mesna um, seta tit tykkum slettis ikki inn í tingini? Av tí sum Heini Olsen sigur, sum er sera skilagott, framgongur so tyduliga, at tað verður nógv biligari at byggja eina brennistød saman og eisini framgong- ur tað týðuliga, at hon (ein felags brennisteð) verður nógv bíligari at reka. Kom so Leivur Jo- hannesen, tí tú sigur jú, at ein stød bara fyri Havnina er bíligari; kom fram við argumentum og berokn- ingum! Nei, ikki trúgvi eg, at tit báðir Jákup Sune Jac- obsen og Leivur Johanne- sen hava uppbakning millum tykkara veljarar við at velja eina loysn, sum í fyrsta umfari kostar kommununi 5 til 6 milli- Onir meira í investering- um, og sum í eðrum um- fari kostar hverjum borg- ara í Havnini næstan eina krónu meira um vikuna at reka enn at fara saman við ellum hinum kommunun- um. Og eitt annað mugu tit eisini minnast til, at sum javnaðarmenn kunnu tit ikki vera bekentir bert at hugsa um Havnina, tí tað skuldi verið ein sjálv- fylgja, at tit eisini hugs- aðu um tær minni mentu kommunurnar, sum ikki njóta so nógv gott av tí almenna sum Havnin, m.a. í ektari skattainn- tøku. At enda vil eg takka Sosialinum fyri góðar upplýsingar frá ellum síð- um. Broytir býráðið ikki av- gerð sína, og hugsar fyrst og fremst um Havnina, so gevi eg Vilhelm Johanne- sen rætt í tí hann sigur: so hava býráðslimirnir í Havn skrivað sína egnu umsókn um at vera loystir úr starvi. J.E.M.M. [7 yy[[[yy[[y[y7y[y[yyy[[y[y[y[y [ye AA HVUSSU KUNNU TIT HUSAST SAMAN? Nú hava vit so leingi lisið um atgerðir Øla Breck- manns í Sosialinum, og har hava verið nógvar av- dúkandi góðar greinir um hetta, frá oddafiskum inn- an javnaðarflokkin og eðr- um. Sosialurin hevur verið ein verndarskansi fyri fólkaræðisligu rættindun- um móti yvirgangskropp- um fólkaflokksins, og eftir ollum at døma kann onki vera, sum er felags fyri