mikudagur 21. mars 1979síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 22 — 21. mars 1979
sosialurin
Síða 7
"=
hesar flokkar longur. Her
er talan um svart og hvítt,
fullkomiliga ólíkar flokk-
ar, ein humanur og annar
sum ikki sær menniskjað
fyri peningum. Annar
Milton Freidmann flokk-
ur, og hin javnadarflokk-
ur, sum í hvussu so er átti
at skeitt eitt sindur eftir
menniskjanum í samfel-
agnum.
Tá vit so lesa hesi blød-
ini, annað sum loypur á
einstaklingar og forfylgir
eðrvísi hugsandi, hitt sum
verji fyri tey mest einføldu
mannarættindi, so fær ein
uppfatan av, at her er
talan um heilt ymiskar
síður í føroyskum poli-
tikki. Mótstríðandi hug-
sjónir og lívsuppfatanir,
sum illa kunnu sameinast.
Ti Breckmann hevur
ferð eftir ferð fingið álitis-
váttanir frá flokki sínum.
So vit mugu ganga út frá,
at hann og Dagblaðið um-
boða hugsjónir fólka-
floksins; persónsforfylg-
ilsi, pengaposapolitikkur,
hegravending osfr. Og vit
mugu eisini halda at Sosi-
alurin stendur fyri hug-
sjónum javnaðarfloks-
ins: humanitet, javnað,
brødralag, mannarættindi
o.s.fr.
Sum eg dugi at meta,
kunnu Sosialurin og Dag-
blaðið ikki hava nakað fel-
ags, tey eru andsteðingar.
Men hóast tað arbeiða
fólkaflokkurin og javnað-
arflokkurin = saman í
stjórn. Um tað veruliga er
so, at hesir flokkar við so
ólíkum hugsjónum kunnu
sita við sama borð og ar-
beiða saman, so er eingin
meining við parlamentar-
ismuni, so kunnu teir
mest ólíku flokkarnir sam-
arbeiða, ytsta hegra og
ytsta vinstra, og tað kann
illa vera nekur meining í
at velja javnaðarflokk ella
fólkaflokk, um tað bara
merkir at ein atkveða til
annan merkir atkveða til
eitt samarbeiði millum
hesar so ólíku flokkar.
Ikki haldi eg at fólk, sum
setur kross við javnaðar-
listan meinar hetta sum
eina álitisváttan til sam-
vinnu við Ola Breckmann
og hansara hugsjónir.
Men tað visir seg at hetta
gerst úrslitið. Er tað
hetta,
vilja?
Ella eru flokkarnir nú
veruliga soleiðis, at teir
kunnu arbeiða saman, og
brúka bleðini bara sum
»bøtuflakar« fyri hetta
undarliga samarbeiði?
Kann Oli Jacobsen sum
tingmaður luttaka í einum
poliiskum samarbeiði við
Øla Breckmann og tí
flokki sum gevur honum
álitisváttan ferð eftir ferð,
so er okkurt sum eg ikki
skilji. Hvat um Karl Lieb-
knecht fór í stjórn saman
við Adolfi í 30-unum?
Hevdi slíkt verið hugs-
andi? Ikki ti eg fari at siga
at fólkaflokkurin er fasc-
istiskur, tað er hann ikki í
letuni, tað hevði verið at
fingið inflatión í fascismu-
hugtakið, men ikki kann
eg skilja at tað ber til at
hava stjórnarsamarbeiði
millum ein javnaðarflokk
og so nakað sovorðið sum
fólkaflokkin.
Tað kundi mint um at
Sosialurin og Dagblaðið
tóku seg saman um eitt
felags blað. Við felags
hugsjónum. Hevði tað
verið meguligt? Tað ber til
at siga alt meguligt ilt um
sambandsflokkin og
Dimmalætting, og har
taki eg undir við Sosialin-
um í ellum atfinningum
tann vegin, men spurn-
ingurin er um ikki flokkur
Sosialsins er í samarbeiði
við ein flokk, sum er meiri
hegravendur og óhugna-
ligur enn sambandsflokk-
urin, og menn, sum eru
meir óhugnaligir enn Pauli
Ellefsen.
So eg haldi at tit áttu at
endurskoða hatta samar-
beiðið við flokk Dagblaðs-
ins, ti eftir blødunum at
dema er onki sum er felags
tykkara = millum; um
flokkarnir kunnu samar-
beiða, so eru blødini ikki
umboð fyri flokkarnar.
Vist er, at fólkaflokkurin
hevur givið Breckmann
mong riddarasleg, so har
má vera okkurt galið í
sambandinum millum
praktiska politikk javnað-
aðarfloksins og so tær
hugsjónir sum koma fram
í Sosialinum.
Heldur sita í andsteðu
enn samarbeiða við ein
flokk sum fólkaflokkin.
javnaðarveljarar
D. H. Zimsen
Øl og
sodavatnskassar
vid tomum
fløskum
Sagt verður frá, at vit bert taka
ímóti gl og sodavatnskassum við
tómum fløskum mikudag og hós-
dag.
P/F Skipafelag Føroyar
Sr
TAD BYR EITT BEIST
I OKKUM ØLLUM
Ja, tað er nettupp, hvat ið
tað ger. Tað hendir seg
stundum at vituggið brýt-
ur út og gongur við ong-
um tjóðri, og tað er ikki
smávegis, tað kann gera
úm seg, meðan tað gongur
leyst. Lukkutið fyri okk-
um eru vit oftast fer fyri
at hava tað bundið á bás-
inum. Men hesa seinastu
tíðina er farið at bila, haldi
eg. Mær kemur fyri, at vit
eru óskettin. Hvat bagir?
Hví hava fólk hesi sein-
astu árini verið so spent
upp á at víst ranguna á
sær? Hví er alt so uppi á
gosi? Er feringurin virki-
liga so rótleysur og lítið at
sær komin, at hann letur
seg øsa upp og lumpa av
hesum »religiøsu« og
»politisku« sáðmonnunum
í angist og ótta?
Ja, tað er líkt til.
Men tað var nú okkurt
annað eg skuldi skriva
um.
Í Sosialinum nr. 16
skrivar rithevundurin Óli
Dahl grein og tekur eina-
staðni soleiðis til:
>So skrivar Rithev-
undafelagi3 um pressu-
frælsi. Jú, pressufrælsi
valdast, men hjá hesum
felag er einki ófert. Tað
gav at bíta, tá tað kallaði
mentamálaráðharra
landsstýrisins fyri skoyni-
sopp. Ja, so lágt ríður
hetta felag, sum rópar upp
á frælsi.«
Hann er sekur, ið at sær
tekur, og tað ska! við-
gangast, at undirritaði
kendi seg raktan við lít, tí
eg visti, at hann sipaði til
eina grein, eg skrivaði fyri
skjótt tiggju árum síðani.
Eg fór straks at leita eftir
henni og setti meg at lesa
ikki sert hjartkiptur. Um
eg nú hevði kallað sjálv-
stýrismannin í menta-
málaráðnum við hasum
ljóta navninum, var eg
eitt búrbeist og hevði
einki annað uppiborið enn
skamm og last.
Greinin æt >Válgarsbit-
in«, og søgan er henda
heilt stutt.
Rithevundafelag Fer-
oya arbeiðir m.a. fyri at
betra korini hjá skrivandi
fólki i Føroyum. Illa hevur
gingist, tey eru ongantíð
so ring sum í dag. Men
nevndin hevur roynt.
Stundum dúgliga. Og hon
royndi í fyrstuni við góð-
um treysti. Ei dáni í. Allir
flokkar á tingi hava á
skránni hjá sær eina
grein, ið sigur seg nettupp
vilja taka sær av hesum.
Summir hava tað sanni-
liga á sínum samgongu-
skjølum. Og man tað vera
nakað dulsmál, at ið
hvussu er sjálvstýris-
flokkarnir elska „okkara
dýrasta arv< líka nógv
sum sjálvan seg. Og ikki
bara í hátíðarstundum,
sum Regin Dahl vil vera
við, men altid.
Var tað legið Rithev-
undafelagið fór til verka
við góðum treysti? Okkurt
mátti gerast fyri rithev-
undarnar. Men ikki bara
teir. Eisini fyri bókaút-
gávuna. Hon fór ongantíð
at kunna bera seg í einum
so fámentum landi. Og
hvar aðrastaðni var at
fara enn til tað almenna?
Vit fóru til teirra við góð-
ari samvitsku ikki minst
tí, at vit vistu, at teir sóu
tað sum eina stóra upp-
gávu at hjálpa okkum í
hesum máli.
Sjálvstýrisflokkurin
hevur mestsum alla tíðina
í heimastýristíðini havt
mentamálaráðið um
hendi, hann var grógvin
fastur í sessin sum steina-
mosi. Rithevundafelagið
vildi sum rimiligt er fáa
teir í tal, men tað vísti seg
at vera vónleyst. Vit
skrivadu. Vit ringdu.
Gingu upp á dyrnar.
Skrivaðu og ringdu aftur.
Í áratal, nær sagt í ár-
tíggjund. Tað var, sum
vóru teir als ikki til. Teir
vóru og vóru ikki nett sum
í einum av ræðusegunum
hjá Kafka. Teir vendu
okkum bókstavliga
»reyv«, sum Svenning tók
til um tad seinast fast-
gróna umboð teirra, ið
sett var at rekja dýrasta
arvin.
Ti var tað, undirritaði
einaferðina í eini grein rak
framundir, at alt hetta
kanska komst av, at teir
dugdu ikki at skriva. Og
sanniliga, at raknaði ikki
skyldmaðurin Marius við í
Tingakrossi, helst fyri at
prógva, at teir andu enn,
at teir dugdu eitt sindur at
skriva, og at teir hóast alt
ikki høvdu gloymt okkara
dýrasta arv. Ikki heilt ið
hvussu er. Greinin
stutt. Bara nakrar
linjur. Har stóð m.a.:
»Mentamålarådharrin
kundi havt gjørt sum
Funningsbóndin á sinni
og tveitt teimum ein feit-
an válgarsbita, so kanska
teir tagdu eina letu...<
Ti æt mín næsta grein
Válgarsbitin. Eg havi nú
sitið og lisið hana igjøgn-
um og haldi sjálvur, at
hon er heilt skemtiliga
skrivað í stødum, men —
rætt skal vera rætt —
beistið hevur verið hvass-
orðað í sínari ákæru. Og
tað iðri eg meg als ikki um
satt at siga, ti hvussu ofta
hevur man ikki hoyrt, at
tað ikki bara er ein rættur
men ein skylda at tala at
tá ið stjórnarmenn ár eftir
ár fáa loyvi til at sita sum
var
fáar
ífylla og kjerneyt á einum
sessi, sum í hesum feri
skal handfara okkara dýr-
asta arv.
(Líkt er til, at fólka-
flokkurin ætlar at halda
fram við hesari traditión
sjálvstýrisfloksins. Tað
mátti verið tað seinasta,
man her í verðini fór at
apa sær eftir. Kanska
hevði verið best at latið
sambandið sloppið fram-
at. Teir hevdu kanska
gjørt okkurt. Um íkki
annað so av berari beist-
aktigheit).
Ná, men hvussu eg lesi
greinina igjøgnum, dugi
eg ikki at síggja, at eg
skal hava kallað ein
mentamálaráðharra við
hasum ljóta navninum,
soleiðis sum Óli vil vera
við. Eg skal prenta
greinabrotið her fyri at
vita, um lesarin kanska
fær eyga á tað:
»Og so koma vit til
válgarsbitan hjá funn-
ingsbóndanum. Undirrit-
aði kann ikki svara fyri
onnur, men tað skal hann
svara fyri seg, at skuldi
tað býttisliga og látur-
verda hent, at hann fekk
slongdan ein »vålgars-
bita« til uggilsi frá hesum
mentamálaráði, ið ikki er
nakað mentamålaråd, so
skal hann forvissa Tinga-
kross um, at sjálvstýris-
flokkurin (fyri at siga tað
so tætt, at eingin mis-
skiljing skal vera) skal fáa
hann sendandi við post-
ávísing til skoynisopp.«
Hatta var so tað.
Fyri nekrum árum sið-
ani skrivaði undirritaði
eitt essay um tað at vera
skrivandi menniskja og
tók einastaðni soleiðis til:
„Ein av mínum, lat meg
siga, mest skakandi
royndum sum skrivandi
menniskja skuldi verða
tann, at fólk, tey — fáu —
sum lesa, lesa alt ov ofta
við botni fyri eygunum og
síggja bara tað í einum
teksti, sum tey fegin vilja
síggja. Og tað er líkt til,
at fólk yvirhevur lesa við
einum óndum vilja. 1ð
hvussu er so leingi, tú ert
á lívi. Spyr meg ikki hví?
Eg skal geva eitt litið.
men ungt dømi um hetta. É
Og so kom eg við døm-
inum, einum teksti upp á
45 orð, og greiddi frá
hvussu ilt fólk høvdu við
at fáa seg til at skilja hesi
fáu orð.
Og fyri stuttum sá eg
eitt annað demi um hetta
sama. Tað var her í Sosi-
alinum. Ein, ið rópar seg
KTIppI< hevði stutta við
merking til stutta grein
hjá undirritaða. Til hesa
viðmerking er lítið annað
at siga enn, at tað skal ein
stálsettur illvilji til og ein
góð heilsa at mistýða nøk-
ur fá orð so grovt. Eg havi
sagt tað fyrr, men lat tað
verða uppafturtikið, at
lesarabrev við dulnevni
undir kunnu ikki vera
skrivað av eðrum enn hin-
um versta, og tað ólukku-
dýrið kann sum kunnugt
ikki lata annan enn beistið
i sær fera pennin. Ti er tað
tantaleyst at svara honum
aftur.
At svara aftur!
Ja, lat meg skriva nek-
ur orð um tað, áðrenn vit
gevast.
Tað sigst um Jupiter, at
hann hevði órætt, tí at
hann var vreiður, og øll
vita vit, at orðið, ið talað
er, vendir ikki aftur. Sama
er at siga um dómin, sum
feldur verður yvir teg.
Hvussu órættvísur hann
er, hann vaskast ikki av-
aftur.
Rithevundafelagið hev-
ur fingið manga ótýdliga
skoluna oman yvir sítt
arma kroppsskinn. Eg
kann forvissa lesaran um
— sjálvt um eg veit, at
tað nyttar so lítið — at
tær allarflestu av hesum
skolunum hava verið
órættvísar. Tær hava
einki samband havt við
veruleikan.
Hon sjálv, illabarnið
hjá okkum, hevur verið
heilt beistaktig. Meðan
undirritaði sat sum for-
maður, sendi hann henni
eitt lítið svar, als ikki
skemtiligt tíansheldur
hvassorðað, tverturímóti
so pent og mjúkt á málin-
um, at blaðstjórin hevur
ikki viljað trúð upp á tað.
Ákærir og pástandir við
ongum hepi í grimdust
tvífalt á. Har gjørdist
einki. Tað var nyttuleyst
at svara aftur. Vit vóru
nekur beist og hevdu
mestsum einarætt upp á
allan djevulskap. Vit vóru
eitt nú líka ringir sum teir
í Kreml, og tað skal við-
gangast, at stórt verri
fært tú illa verið.
Tað illa sáðið er sáað,
nú er farið at grógva, og
tað gerst einki við tað
sjálvt í hesum kristiliga
og hegtmentaða landi. At
svara aftur er tað sama
sum at taða uppaftur bet-
ur tann ónda viljan. Fólk
eru bangin. Tey eru full a
angist. Hon liggur í tíðin
og ikki minst
fólki, ið er so avbyrgt og
so heimfeðisligt sum okk
ara. Skilaleysir >politisk
emu"
ir« og »religiøsir« sáð
menn válka sær hes
angist og benytta sær eir-
indaleyst av henni. Skila
leysir sáðmenn, sum einki
skilja av fi sku muruni
og her eru teir, id tyda
Wernstrøm, iroknadir.
Tad skal næstan einki til
at leypa ødi í }
sina OKTISÚLIg£U rangu
n
rørovar eru einki eindem
1 80 mata
Jens Pauli Heinesen