Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-03-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. mars 1979síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ikki nyttar hjá Jørleifi at sprella her — 6- Síða 8 sosialurin Nr. 22 — 21. mars 1979 Hondbóltsúrslit Í Havn vórðu 7 dystir leiktir 1 Ítróttarhellini um vikuskiftið Leygardagin: Neistin b 3. deild menn 16—18 Kyndil, 1 TB. mansunglingar 20— 11 Kyndil b Nx Neistin deild menn 11—11 Neistin Sunnudagin VÍF. mansunglingar 25—12 TB. II deild menn 13—14 Seljan, kvinnuunglingar 10—13 VIF, 1. deild menn 21 — 21 I Klaksvík vórðu triggir dystir leiktir, leygardagin: EB KIF, II deild EB — SI, kvinnuunglingar 3—8 St.IF TB, II deild menn 17 — 22 allir menn 18—18 Flogbóltsúrslit Hóskveldið varð ein dystur leiktur á Læraraskúl- anum mmillum Fleyr og FS, 1. deild menn. FS vann dystir 3—1. Settini endadu 13—15, 16—14, 7—15 og 12—15. Um FS skal gerast meistari, so skula teir vinna teir bådar dystirnar, teir hava eftir. Leygardagin skuldu 5 dystir verið leiktir, men varð eingin av hesum leiktur. Orsøkin var, at fleiri lið ikki møttu upp. Lidini, sum vunnu uttan dyst, blivu hesi: NFL 2 úr 1. deild, og 2. deildarliðini Mjølnir a og b. Lidini, sum ikki mettu, eru SÍ úr 1. deild og NFL c og FSb úr 2. deild. Flogbóltur Í morgin, hósdagin, leika NFL 2 og StIF úr 1. deild á Læraraskúlanum. Byrjað verður kl. 19.00. 5 til Neistan FM í bondbólti: Leygardagin gjørdist Kyndil Foroyameistari i 1. deild menn, tá teir leiktu jaunleik móti Neistanum Seinasta leygardag varð ein 1. deildardystur fyri menn leiktur í Havn, og saman við úrslitinum av hesum dysti fingu vit eisini Feroyameistaran í somu deild. Tey bæði leik- andi liðini vóru Neistin og Kyndil. Dysturin Tað var Neistin, ið gav bóltin upp, men álopið miseydnaðist av tí at skotið var upp um málið, og tí kundi Kyndil fara í álop. Roynt varð at skjóta gjøgnum verjuna, men ikki gekk at fáa mál. Tað skuldi ganga heilir 6 min- uttir, áðrenn fyrsta málið kom, og var tað Kári Niel- sen, sum fyri Kyndil, gjerdi hetta. Annað málið fór eisini til Kyndil, tó hesaferð upp á brotskast. Javnaðu út Í 10. minutti fekk Neistin sítt fyrsta mál, og var tað Echardt, sum gjerdi hetta. Tað var, tá kyndl- arnir spældu frammanfyri Neistamálinum og mistu bóltin til ein neistaleik- ara. Imeðan var Echardt runnin fram á miðan vøll, og fekk hann tá bóltin av- 1. manslið hjá Kyndli leveraðan. Hann kom fram til málteigin og var einsamallur við Jerleifi í kyndilsmálinum, sum litl- an og ongan meguleika hevði at bjarga. Steðan 2—1 til Kyndil. I 18. minutti eydnaðist tað Jógvani Martini at javna út fyri Neistan 2—2. Restin av fyrra hálvleiki var sera javnur, sum hålvleiksstødan eisini ber bod um. 5—5. Bjarni Samuelsen i neistamålin- um tók alt róliga, tó onk- untíð ov róliga, meðan Jerleif í kyndlamálinum var meira varin við ellum. Annar hálvleikur Longu tá tveir minuttir vóru farnir av oðrum háiv- leiki fekk Neistin mál, men í 9. minutti javnaði Finn Bærentsen út til 6—6. Tvey eins mål 7. málið hjá Neistanum kom nakað óvæntað. Eyð- finn Egholm skjýtur, men rakar á stongina. Bólturin stekkur í albógvan á Jer- leifi og inn í málið. 9. mál- ið kom í 17. minutti. Hetta kom eins og 7. mál- ið, bert við tí broyting, at Óla Jákup skeyt tað. Sum í berginum Tað eydnaðist Neistanum at fáa leiðsluna 11—8, men so komu teir ikki longur, tað stóð sum í berginum. Men kom Neistin ikki longur, so eydnaðist hetta Kyndli. Í 24. minutti kom teirra 9. mál, og eitt min- utt seinni fekk Natti skora til 10—11, og bert eitt minutt seinni var Natti aftur til reiðar og javnaði út til 11—11. Hetta var eisini nógmikið fyri Kynd- il til at vinna Feroya- meistaraheitið. Samanumtikið Sum heild kann sigast, at dysturin var spennandi. einahelst at endanum, men tað stóra hondbølts- spælið sást tú ikki. Dyst- urin var eisini nakað hart leiktur. Í fyrra hálvleiki $527751 á * DART vóru einar 3—4 útvísing- ar, meðan tað í seinna vóru tvær. Brotskøst I fyrra hålvleiki var bert eitt brotskast, og var tað Kyndil, ið átti hetta. I seinna vóru heili 4, harav tey 3 góvu mál. Tí eina, sum Neistin átti, bjargaði Jerleif. Hini trý komu øll á rað, og átti Kyndil tað eina, meðan Neistin átti hini bæði. Dómararnir Dómararnir báðir, klaks- víkingarnir Jóannes Ziska og Karl Johansen, komu væl frá dystinum. Áskoðarar Tað kann ikki sigast ann- að enn at stórur áhugi var fyri dystunum, ti nógvir áskoðarar vóru komnir niðan á Nabb fyri at síggja dystin. Nærum oll áskoðaraplássini vóru fylt. SOSIALURIN ynskir Kyndli tillukku við heitin- um. Eyðfinn í einum av sínum vælkendu hopp-skotum