Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-03-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. mars 1979síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 22 — 21. mars 1979 sosialurin FM í borðtennis: Alec Bech úr TBF er nú aftur á borðtennistrúnuni. Hann vann leygardagin sítt tíggjunda foroyameist- ara heiti í einmansleiki í meistaradeildini. Eisini vann ein dreingjaliðsleikari eitt meistaraheiti í meistaradeiidini Allar føroyameistara- kappingarnar í borðtennis eru nú leiktar. Seinasta vikuskiftið varð FM-kappingin í meistaradeildini leikt í fimleikarhallum Tórs- havnar Kommunuskúla. Bert tvey felog lutoku, nevniliga Fram og TBF, men TBF luttók tó við trimum liðum og Fram við tveimum. Felagskappingin Fyrst varð felags-, ella liðkappingin, sum hon eis- ini verður nevnd, leikt. Hesa vann TBF 1, sum í finaluni vann 5—4 á Fram 1, meðan Fram 2 gjørdist nummar trý. Á vinnandi TBF-liðnum leikti Alec Bech, Niels Hovgaard og Finn Thomsen. Kappingin í einmansleiki Síðani varð kappingin í einmansleiki leikt og varð á hesum sinni ein nýggjur kappingarháttur nýttur. es Kristian Christiansen, næstformaður í borðtennisdeild I staðin fyri at leika allir nóti ellum ella kappast ftir »cup-leikhåttinum«, ið vanligt hevur verið hesi seinastu árini, vórðu teir 15 leikararnir býttir í triggjar bólkar við 5 í hverjum. Í hesum bólkum leiktu so allir móti ellum og komu tveir teir bestu úr hverjum bólki víðari til ein finalubólk, har aftur allir leiktu móti ollum. Luttakararnir Úr bólki A komu Alec Bech (TBF) og Jóhannes Ellingsgaard (Fram) víð- ari. Úr bólki B Kristjan Christiansen (Fram) og Fríði Jensen (TBF) og úr bólki C Niels Hovgaard (TBF) og Jens Christian Carlsen úr Fram. Føroyameistari vid bert at vinna eitt sett I seinasta dystinum i finaluumfarinum møttust Alec og Kristjan, og var tað nógmikið hjá Alec at ÍSF's og nr. 2 i einmansleiki, handar Feroyameistaran- um Alec Bech steypið vinna eitt sett, ti tá hevði Kirstjan, ið annars var einasti leikari, ið kundi fáa fleiri vunnin sett enn Alec, ongan meguleika fyri at koma framum í samlaða úrslitinum. Alec vann fyrsta sett og samstundis sítt tiggjunda meistaraheiti í meistara- deildini. Seinast Alec vann meistaradeildina var í 1976. Í 1978 vann Kristj- an og i-1977 vann Niels Hovgaard sum í ár gjørd- ist nummar trý. At Alec hevði vunnið fyrsta sett gjørdi, at hann tey bæði næstu spældi eitt sindur gáloysnari enn vanligt. Kristjan vann heldur lættliga bæði tey seinastu settini og sostatt dystin 2—1. Finaluumfarið Urslitini av teimum ymsu dystunum í finaluumfar- inum í einmansleiki vóru hesi: Eyðun Luid og Kristian Christiansen TBF 1 — Alec Beck, Niels Hovgaard og Finn Thomsen Av yvirlitinum sæst, at Alec gjørdist nummar 1 við 9—3 settum, Kristjan nummar tvey við 9—5 settum og Niels og Jens Christian gjørdist numm- ar trý við 7—5 settum. Góðir unglingar Eisini sæst, at teir báðir unglingaleikararnir í fin- aluumfarinum, Jens Christian og Fridi, greiddu at taka sett frå åvikavist Krisjan og Alec. Um hesir bådir ungu leik- arar halda fram vid eins góðum leiki og higartil, er meguleiki fyri at vit kom- andi ár fara at síggja teir ovarlagari á listanum enn í ár. Tó má úrslitið í 1979 hjá Jens Christian sigast at vera sera gott. Hann hevur saman við bróður sínum Birgiri - vunnið kappingina í tvímansleiki í unglingadeildini, somu- leiðis komu teir í finaluna í meðaldeildini, men taptu og nú gjerdist Jens Chris- tian nummar trý í ein- mansleiki í meistaradeild- ini. Eisini var hann við til at vinna liðkappingina í unglingadeildini. Tvímansleikur Í kappingini i tvimansleiki luttóku sjey per. Trý úr TBF, trý úr Fram og eitt »blandad«, nevniliga Sverre Midjord ur TBFog Niels Simun Johannesen ur Fram. Kappingin i tvimans- leiki gjørdist sera spenn- andi og flest allar dystir- nar vardu fimm sett og mong av settunum endadu 21—19. Fin tann mest spenn- andi dysturin var millum Jens Christian og Birgir Carlsen ur Fram og Finn Thomsen og Frida Jensen ur TBF. Carlsen-brødur- nir vunnu 3—2, men taptu seinni moti Alec Bech og Niels Hovgaard úr TBF, sum í finaluni mettu Kristjan Christiansen og Eyðun Luid úr Fram. Finaluna vann Fram- parið 3—2 aftaná fimm sera spennandi og jevn sett. Dreingjaliðsleikari vann Eyðun Luid, sum her vann sítt fyrsta meistara- heiti í meistaradeildini, er av røttum dreingjaliðs- leikari. Seinasta viku- skiftið vann hann saman við Carlsen-breðrunum liðkappingina í unglinga- deildini og kom í finaluna í einmansleiki í meðaldeild- ini, har hann tó tapti móti Fríða Jensen, ið jú, sum áður er greitt frá, sjálvur er unglingaliðsleikari. Um hendan leikdygdin hjá teimum ungu leikar- unum varir við og helst gerst betur, tá skulu allir „teir gomlu< skjótt til at ansa sær. Meguliga hava dreingirnir og unglingar- nir longu næsta kapping- arár tikið øll heitini i fyrstu deild At enda vil SOSIAL- URIN ynskja t n ymsu leikarunum til við Feroyameistaraheit- unum Síða 9 BA AA