leygardagur 24. mars 1979síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
sosialurin
Meinbogi fyri menning av feroyskum jarðarbrúki:
Bestu dyrkilendini fara
til vegir og húsagrundir
Teir, ið fåast við jarð, verða ikki eftirspurdir
— Tær flestu bygdirnar í Feroyum liggja
við vágirnar, har tey bestu dyrkilendini
eru. Tað, sum í dag verður útbygt, fer
fram júst á hesum lendi.
Til vegir og húsagrundir fara á henda
hátt millum 30 og 50 kúfóður um árið,
mest dyrkað jerð, so hetta fer einaferð at
síggjast aftur, um vit ikki royna at verja
um hesa jerðina
Soleiðis sigur stjórin á
Matrikulstovuni, Olávus
Danielsen, í samrødu við
Sosialin.
Hann heldur tað verða
skeivt, at jarðarmyndug-
leikarnir ikki verða eftir-
spurdir, tá kommunurnar
fáa gjerdar planir eftir bý-
arskipanarlógini.
Okkum tørvar
eina ætlan
— Her átti fyrst at verið
gjørd ein ætlan bæði inn-
an- og uttangarðs, ið mið-
ar ímóti so væl sum gjer-
ligt at verja be og lendi, ið
er egnað til uppdyrking.
Nú er i mongum føri so, at
planlagt verður til øll onn-
ur endamål, og so fær
landbúnaðurin avlopið.
Í hesum degum hevur
verið tosað nógv um egið
stráfóður, at feroyingar
sjálvir skulu nekta tervin
á mjólk og kjeti. Olávus
Danielsen heldur, at skulu
føroyingar fáa eina mun-
andi sterri mjólka- og
kjøtframleidslu, so er
neyðugt at framleiða
meira stráfóður í Feroy-
um. Hann sigur, at tað
sjálvandi er ein loysn at
velta úr nýggjum, men
tað, sum hevur verið velt
úr nýggjum tey seinastu
árini, vigar langt ífrá í-
móti tí, sum fer til bygg-
ing av ymsum slag.
Bøurin kundi
givið meira
— Kannar ein eftir,
hvussu nógvan bø teir
bendur eiga, sum hava
neytini í dag, so sæst, at
hetta er ein heilt lítil part-
ur av innmerkini.
Veruleikin er so tann, at
varð gjert brúk burtur úr
bønum, so var spurning-
urin loystur í sjálvum
sær.
Trupulleikin í hesum
máli eru tey sera fløktu
eginognarviðurskiftini.
Beurin er rættiliga smá-
býttur. Lá tann innlagdi
bøurin í passaliga stórum
eindum, og hann varð væl
rikin, so var einki til hind-
urs fyri, at vit kundu havt
neyt, ið framleiddu nóg
mikið av mjólk til at nøkta
tervin.
Eingin
bústaðarskylda
Vit spurdu nú stjóran á
Matrikulstovuni, um vit
ikki eiga at hava bústað-
arskyldu á jerð í Feroy-
um. Til hetta svarar hann,
at í dag er eingin bústað-
arskylda á jerð í Feroy-
um, og kanst tú eiga
nógva jerð, uttan at tú er
bundin til at gera nakað
við jørdina.
Olávus Danielsen sigur,
at tað hevur verið uppá
tal, at tann sonevnda utt-
anbiggjajørdin skal hoyra
til tey fólkini, sum búgva
á plássinum. Her verður
serstakliga hugsað um út-
oyggjarnar. Skal fólk liva
Utskiftingarlógin kom í 1926:
á slíkum plássi, er tað
fyrst og fremst jerðin, og
tað hon gevur av sær, sum
tey skulu liva av. Her er
tó enn galdandi tann skip-
an, at flytur fólk, verður
tað tó ikki meira til tey,
sum eftir eru. Tverturi-
móti fáa hesi bert stríð av
at rekja ta jørdina, sum
avbygdamaðurin eigur.
Festiskipanin
avoldað
— Men bústaðarskyldan
og aðrir grundleggjandi
spurningar í jarðarpoli-
tikki, sum skyldu at rekja
sína jerð, spurningurin
um sjálvt jarðarbýtið,
spurningurin um broyting
í avoldaði festiskipanini,
ið ikki hóskar til samfel-
agið, sum tað verður rikið
í dag, eru politisk mál, ið
mugu loysast í Legting-
inum.
Eitt stórmál er tó í ljós-
mála — landbúnaðarskúl-
in við royndarstød. Hetta
meta búnaðarmenn av al-
stórum týdningi, og sum
fyrstu treytina fyri at
menna hesa vinnuna aft-
ur, sigur stjórin á Matrik-
ulstovuni at enda í hesi
viðmerking til feroyskt
jarðarbrúk.
Nr. 23.— 24. mars 1979
Olávus Danielsen: — Eitt stórmál er tó í ljósmála —
landbúnaðarskúlin við royndarsteð
dag.
Matrikulstovnurin
og virki hansara
Her á opnu blaðsins í dag viðgera vit
matrikulstovnin og virki hansara.
Vit hava hitt stjóran á Matrikulstov-
uni, Olávus Danielsen, og tosað við
hann um tær báðar lógirnar, matrik-
uleringslógina og útskiftingarlóg-
ina, sum sjálvur matrikulstovnurin
arbeiðir eftir. Vit hava eisini tosað
við hann um føroyskt jarðarbrúk í
Utskiftingin setti steðg fyri
sundurtæging av jarðarognum
Felagsskapur í jerð var
einki eindemi her hjá okk-
um. Hetta var vanligt
aðra staðni við og er tað
lutvíst framvegis enn,
men spurningurin varð
hildin frægast loystur við
útskifting, ið setti steðg
fyri áhaldandi sundurtæg-
ing av jarðarognunum.
Í Danmark komu reglur
fyri skiftið í 1770 árunum,
og í komandi 70 —80 árini
fram til 1840 framdu teir
útskiftingar fyri at kalla
alt landið.
Fyrsta norska útskift-
ingarlógin er frá 1821,
tann fyrsta feroyska frá
1926, men tá hevði longu í
fram móti 100 árum verið
talan um at fremja út-
skifting í Feroyum.
Danir i Føroyum
I 1846 kom ein landmålari
til Føroya, A. V. Nyholm
nevndur. Hann hevði
gjørt seg kunnugan við
føroysk jarðarviðurskifti
og hevði gjørt sær eina
meting um, hvussu málið
skuldi loysast, m.a. við
eini umfatandi kortlegg-
ing av allari innangarðs-
jerð og eftirfylgjandi
skifti, men hann gjerdist
sjúkur og doyði á ferðini.
Nekur ár seinni kom
annar landmálari til Fer-
oya, ið eftir stutta ferð um
oyggjarnar metti, at
kostnaðurin fór at verða
so stórur, at ikki kundi
verða rátt til at fremja út-
skiftingina.
Landbúnaðar-
nevnd
Tann stóra landbúnaðar-
nevndin (1908—1911), ið
kom við uppskoti og áliti
jarðarlóggávuni viðvíkj-
andi, gjørdi eisini uppskot
til útskiftingarlóg eftir
norskari fyrimynd, sum
fyribils varð sett í gildi 15
ár seinni.
Byrjaðu í Fámjin
Danskir landinspekter-
ar stóðu fyri arbeiðinum í
fyrstani og byrjaðu í
Fámjin 1928, og vóru
nakrar bygdir í Suðuroy
skiftar í 1930-unum og
norðanfjerðs, Vestmanna,
har Liggjas Húsgarð sum
fyrsti feroyingur verður
formaður.
Steðgur til 1945
Nú kom aftur kostnaðurin
av útskiftingum inn í
myndina. Í Hvalba kost-
aði skiftið 90.000 kr. og
hetta var nógvur peningur
miðskeiðis í 30-árunum.
Steðgur kom nú í útskift-
ingina til Liggjas Húsgarð
byrjaði í Hovi í 1945 og
helt áfram í Vági og
Sumba. Hann náddi tó
ikki at gera oll hesi arbeið-
ini liðug, áðrenn hann
doyði í 1951.
Eftir hann tók Jens í
Dali við sum útskiftingar-
formaður, og var sam-
stundis stjóri á Matrikul-
stovuni til 1963. Sjálv
Matrikulstovan er stovn-
sett, eftir at heimastýris-
lógin kom í gildi 1948, tá
jarðarbrúk gjerdist ser-
mál.
Í dag eru skiftar 30
markatalsbygdir innan-
garðs, ella umleið 1000
merkur, og uttangarðs 42
markatalsbygdir við 1264
merkum.