Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-03-24, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. mars 1979síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 23 — 24. mars 1979 Matrikuleringlógin kom í gildi i 1962: sosialurin Síða 9 Stórur partur av Feroyum er liðugur matrikuleraður Hava enn einki gjørt við 10 bygdir Aftaná seinna heims- bardaga kom rættilig gongd á útbyggingina, bæði innan sjóvinnuna og á landi. Henda útbygging skuldi figgjast við egin- peningi og við lánum, bæði úr føroyskum og út- lendskum lánistovnum. Í 1954 verður real- kreditstovnur settur á stovn. Í 1955 kemur lógin um lán frá kreditforenin- ger af kommuner i Dan- mark til føroyskar kom- munur, meðan spurningur um lán til idna og húsa- bygging í Feroyum eftir hesum mynstri fyribils mátti steðga, við tað at tann skrásetingarskipan og tinglesingarskipan vit hevdu ikki gav fullgóða trygd fyri veðhaldi í fost- um eigindónói. Neyðugt við skráseting Semja var um at fáa sett í gildi serliga tinglýsingar- lóg, men áðrenn tinglýs- ingarreglurnar kundu set- ast í gildi, var neyðugt at fremja fullfiggjaða skrá- seting ella matrikulering, grundað á kortlegging og varð ti gjørd serlig matr- ikuleringslog, sum varð sett í gildi í 1962. Nevndin, ið viðgjerdi hesar báðar týdningar- miklu lógirnar, kom sam- stundis til ta niðursteðu, at við teimum avbera floktu eigindómsviður- skiftunum, sum valda her, fóru at ganga 20—30 ár, áðrenn matrikuleringin var lokin, og um henda skrásetingin skuldi fáa praktiskan týdning, so var neyðugt at sambinda skrásetingarmálið við reglur um sundurbýti av jørd. Hetta varð gjørt, og er høvudsreglan nú tann, at ikki er loyvt at býta bún- aðarjerð sundur uttan í serligum feri, sum t.d. tá talan er um lendi til húsa- bygging. Høvudsvirki stovnsins Nú var fyribils løgd fest skipan fyri hevuðsvirki matrikulstovnsins, ið kann samanfatast soleið- is: 1) at skráseta og kort- Nólsoyar bygd fyri útskiftingina leggja galdandi eigin- dómsviðurskifti og fera ajour allar tær broytingar, sum fara fram; sundurbýti til sethús, marknaáset- ingarmál o.s. 2) At leggja saman jorð og skapa landbúnaðinum betur arbeiðslíkindi, sam- stundis sum planlegging verður framd í byggimál- um í samráð við kommun- urnar. Byrja á stórplássunum Sjálvt skrásetingararbeið- ið eftir nýggju reglunum byrjaði í 1965, og var í ar- beiðsætlanini lagdur dent- ur á at fremja ætlanina sum skjótast fyri Tórs- havn og Klaksvík og tey umráðini, har fólkavekst- urin var sterstur. Her vóru ílegurnar stór- ar, her var størstur tørvur hjá kommunustýrum o.g. at halda skil á, og við teirri kortlegging, ið framd verður, verður eis- ini, umframt matrikul- kortið, útvegað komm- ununum teknisk kort, so nú gjørdist meguleiki fyri at seta í verk skilagóða Loftmynd av Nólsoy. Myndin verður nýtt til marknaá- planlegging, bæði eftir út- skiftingarlógini og reglun- um í býarplanslógini. Stórur partur matrikuleraður Nú er arbeiðið komið so mikið áleiðis, at ein stórur partur av Feroyum er matrikuleraður. Í dag er matrikulering- og tinglýsingarlógin gald- andi í einum eki, har meiri enn 35.000 fólk búgva. Av teimum 2.400 merkunum, sum eru í Feroyum, eru yvir 1.300 komnar inn undir matrikulin. Í letuni arbeiðir Matrik- ulstovan við at fáa umleið 30 bygdir undir matrikul- eringslógina. Tær flestu av hesum bygdum eru kortlagdar og í fleiri forum er matrikulin liðugur. Næsta stigið er at fáa stevnt til eigindómsdóm í hesum bygdum. Tað búgva gott og væl 4000 fólk í hesum bygdum, so- leiðis, at Matrikulstovan í dag hevur eitt yvirlit, har 40.000 fólk búgva av samlaða íbúgvaratalinum uppá 42.000. Tær bygdir, sum enn einki er gjørt við, eru 10 í vísingina og konstruktión av kortum. Myndin er tikin í 1965 Matrikulstovan heldur til á ovastu hædd í bygninginum hjá Thomas Dam í Jónas Broncksgetu tali. Tær eru: Stóra Dim- un, Skúvoy, Koltur, Hest, Kvivik, Saksun, Tjørnu- H vík, Haldórsvík, Strend- ur, Selatrað og Oyndar- fjørdur. Nólsoyar bygd eftir útskiftingina