mikudagur 28. mars 1979síða 4
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Legtingið hevur fingið
nógvar umsóknir frá
bygdaráðum kring alt
landið. Hetta eru um-
sóknir til nýgerðir, á-
sekir um studning til
uppdyrkingarveg,
ábetur á bátahyl og
bátadrátt og til eina
brúgv.
Húsavíkar komm-
una sekir um studning
til framhaldandi leing-
ing av brimgarði, til
veg í Húsavík og í
Dali.
Skålavikar komm-
una sekir um studning
til uppdyrkingarveg,
sum bóndin í Dalsgarði
hevur í umbúna at
gera. Vegurin er mett-
ur til 150.000 kr. Har-
afturat ynskir Skála-
víkar kommuna at
koma við í ætlanina
fyri smærri havnir
samband við útbygg
ingina av havnini
Fámjins kommuna
sekir um meirstudning
til leinging av pierin-
um.
Nes kommuna sekir
um studning til vega-
gerð millum Nes og
Toftir, til veg niðan á
itrottarøkid, brúgv á
Saltnesi og um studn-
ing til veg til Lagabe á
Toftum.
Sumbiar kommuna
ynskir at koma við í
ætlanina fyri smærri
havnir. Annars sekir
Sumbiar kommuna um
studning til bátahyl,
uppdyrkingarveg og
bygdaveg.
Miðvágs kommuna
sekir um eina millión
kr. til gerð av brim-
garði á Prestlandinum.
Servágskommuna
sekir um studning til
veg til ein hagapart,
um studning til fram-
hald'av vegi á Mýrun-
um. Harafturat ynskir
kommunan studning
til keyp av asfalti og
oljugrúsi úr Hundsáar-
botni.
Biggjar og Gása-
dalskommuna søkir um
studning til åbøtur å
lendingina i Gåsadali.
Harafturat verður sekt
um studning til upp-
dyrkingarveg í Gása-
dali.
Porkeris kommuna
sekir um studning veg
og uppdyrkingar vegir.
þú BTS
kring oyggjarnar
Uppdyrkingar-
vegir, lendingar
og bygdavegir
Harafturat sekir kom-
munan um studning til
lendingarábetur.
Tórshavnar Uttan-
bíggjar kommuna sekir
um studning til út-
stykkingarveg í Havn-
ardali. Harafturat sek-
ir kommunan um
studning til ábetur á
lendingina í Norðadali
og studning til upp-
dyrkingarveg í Norða-
dali.
Vágs kommuna sek-
ir um studning til á-
betur á lendingina á
Vágseiði.
Nólsoyar kommuna
sekir um studning til
ábetur á havnarlagið.
Kollafjaðar komm-
una sekir um studning
til breiðkan av vegi og
til eina brúgv á Signa-
be.
Haldórsvíkar komm-
una sekir um studning
til gerð av vegi í
Tjørnuvik til kirkju-
garðin og aðra vega-
gerð í Vik og Tjørnu-
vík.
Skúvoyar kommuna
sekir um studning til
koyriveg oman á lend-
ingina, tí tað er so
ringt at koma til hana.
Sunda kommuna
sekir um studning til
bátahyl á Oyri.
Viðareiðis kommuna
sekir um studning til
uppdyrkingarveg út á
Egg og inn í Dal.
Sandavágs komm-
una sekir um studning
til veg oman á ídnaðar-
ekið, sum lagt er á
Giljanesi.
Hvalbiar kommuna
sekir um ískoytis-
studning til havna-
byggingina. Kommun-
an sekir um fýra mill.
kr. afturat.
Sands kommuna
hevur sekt um studn-
ing til umlegging av
vegnum til sands havn
og annað arbeiði í sam-
band við havnina. Har-
afturat hevur komm-
unan fyri tveir bøndur ,
Í Miðstovu og í
Skemmuni, sekt um
studning til uppdyrk-
ingarvegir.
Klaksvíkar komm-
una hevur eisini sekt
um studning til upp-
dyrkingarveg til Grav-
adal.
Og Kunoyar bygda-
ráð sekir um studn-
ing til veg frá lending-
ini niðan í bygdina.
sosialurin
Nr. 24 — 28. mars 1979
Býráðsformaðurin heldur seg til teir serkønu:
Hvat hava vit teir serkønu til, um vit ikki skula lurta eftir
teimum, spyr Petur Christiansen. Hann heldur, at býráðs-
limir hava sett seg ógvuliga lítið inn í málið, tá teir siga, at
tað verður dýrari fyri Havnina at fara upp í felags brennistød-
ina, og at Havnin fær ov lítlan avgerðarrætt
— Tað er harmiligt, at
Havnin ikki kann gerast
límur beinanvegin. Men
býráðið hevur gjert eina
løgna samtykt um ikki at
vera við í eini felags
renovatión. Ein býráðs-
samtykt stendur tó ikki
við longur enn, til ein
onnur er gjerd.
Soleiðis segði býráðs-
formaðurin, Petur Christi-
ansen, tå renovationsfel-
agið varð stovnað.
Tórshavnar býráð hev-
ur jú samtykt ikki at fara
upp í felagið við m.a.
teimum grundgevingum,
at tað verður dýrari fyri
Havnina ikki at fara upp í,
og harafturat eru býráðs-
limir bangnir fyri sam-
starvstrupulleikum.
Serfroðingarnir halda
nakað annað. Teir meta,
at tað er biligari at fara
upp í fyri allar partar.
Bæði viðvíkjandi íleguni
og rakstrinum.
Sosialurin hevur hitt
býráðsformannin.
Taka málið
til umhugsingar
Nú sigur tú, at tað er
harmiligt, at Havnar
kommuna ikki kom við í
renovatiónsfelagið. Ætlar
tú framvegis at arbeiða
fyri at fáa Havnina uppi?
— Arbeiða fyri, ja,
sjálvandi, ti min persón-
liga meining er hon, at vit
skulu uppí. Men tá býráð-
ið samtykkir ikki at fara
uppí, nyttar einki hjá mær
at arbeiða fyri ti meira, ti
ein býráðssamtykt skal
respekterast. Býráðið
hevur jú samtykt eftir til-
mæli frá teknisku nevnd,
at vit skulu gera okkara
egnu brennisteð. Men
sum Petur í Gong jú segði
á stovnandi fundinum og
aðrir býráðslimir eisini
hava sagt, so kann málið
takast upp aftur til um-
hugsingar seinri, tá vit
vita, hvat teir hava at
bjóða okkum, og hvenn
myndugleika vit fáa inn-
anfyri.
Eg kann bara lurta
eftir
serfrødingunum
Nu hava fleiri av byråds-
limunum, sum eru i moti
felags brennistød, úttalað
seg um, at tað verður dýr-
ari at fara upp í, hóast ser-
freðingarnir siga, at tað
verður biligari?
— Ja, tað dugi eg als
ikki at síggja. Eg kann
bara lurta eftir serfreðing-
unum. Tað er tí, vit hava
teir. Persónliga dugi eg
ikki at rokna sovorðið út.
Um vit skulu trúgva tøl-
unum, sum eru frá ser-
froðingunum, spara vit
fleiri | hundrað túsund
krónur um árið við at vera
uppi í eini felags brenni-
stød, umframt tað, at vit
spara einar fimm-seks
miljónir kr. í íleguútreiðs!-
um.
Við ødrum orðum er tað
nógv dýrari at gera eina
brennistød bert fyri Havn-
ina?
— Tað vildi eg meint
sambært úttalilsunum frá
teimum serkenu, so verð-
ur tað munandi dýrari.
Vil ikki troðka
nakað í gjøgnum
Kanst tú sum býráðsfor-
maður leggja sterri út-
reiðslubyrðu á borgarar-
nar?
— Skal eg siga mína
meining, sleppa vit bilig-
ari við at vera saman við
hinum kommununum,
men ein samtykt er ein
samtykt, og hana eri eg
noyddur at byggja meg
fyri, men sjálvandi vil eg
altíð royna at gera mína
áskoðan galdandi, men eg
vil ikki vera við til at
troðka nakað í gjøgnum.
Kann býráðið soleiðis
ganga tvertur ímóti ser-
frødingunum. Hvat hava
tit teir til?
— Tad er tad eg sigi. Eg
lurti fullkomiliga eftir
teirra ýttalilsum á hesum
økinum.
Upprunaliga vóru tólv
atkvødur at byggja eina
steð fyri Havnina, og ikki
fara uppi, men sidan hev-
ur tú broytt steðu og fleiri
býráðslimir helst við tær.
Kann tað hugsast, at fleiri
fara at broyta stødu?
— Tað tori eg ikki at
siga, um fteir fara at
broyta steðu, men fleiri
hava sagt, at teir vilja
umhugsa málið av nýggj-
um, eftir at tað er frætt,
hvat renovatiónsnevndin
hevur at bjóða.
Men tað er framvegis
ein meiriluti í móti at fara
uppi?
— Ja, tað haldi eg. Ein
meiriluti er enn fyri, at vit
skulu verða fyri okkum
sjálvar.
Ongar útrokningar
fyri at tað
verður dýrari
Tað er av býráðslimum
fort fram, at tað er dýrari
at vera við í felags brenni-
stødini, men vit hava ikki
sæð nakrar útrokningar
fyri, at tað verður dýrari?
— Nei, tær havi eg ikki
sæð. Teir hava bara sagt
tað.
Tá býráðslimir úttala
slíkt, fær ein ta áskoðan,
at teir slettis ikki hava
sett seg inn í málið?
— Nei, í hvussu er
ógvuliga lítið, alt ov lítið.
Er tað ikki ein skylda
hjá einum býráðslimi at
seta seg inn í málini og
álitini?
— Jú, so avgjert. Tað
er forkastiligt ikki at gera
tað.
Fyri at siga sum er í
hesum feri, so fingu vit í
síni tíð eina frágreiðing frá
renovatiónsnevndini.
Hana havi eg so lisið i-
gjøgnum, og komin til ta
sannfering, at tað verður
biligari at vera saman við
hinum kommununum.
Hvar hesir býráðslimirnir,
sum eru ímóti, finna fram
til, at tað er dýrari at fara
upp í, veit eg ikki. Teir
serkonu — bæði økonom-
arnir og verkfreðingarnir
— vísa á, at tað verður
biligari at fara saman.
Kann ikki sam-
metast við SEV
Nógvir eru bangnir fyri
samstarvinum. Teir líta
ikki á, at Havnin skal
hava nakað at skula sagt?
— Ja, teir sammeta
hetta við SEV, har vit
bert hava ein stýrislim,
men í renovationsnevndini
verður Havnin umboðað
eftir fólkatalinum, soleiðis
at vit fáa góðar 12.000 at-
kveður. Vit vilja vera so
væl umboðaðir, at einki er
at vera bangin fyri.
Er tað so ikki at mani-
pulera, tá býráðslimir al-
ment siga, at tað verður
dýrari, og at Havnin einki
fær at skula sagt?
— Jú, tað haldi eg
sjálvur, vit kunnu siga, at
tað er. Eg haldi í hvussu
so er ikki, at man kann til-
láta sær bert at sleingja
út, at tað verður dýrari,
uttan at visa á nakað
itøkiligt.
Luktar ov nogv
av Havnini
Luktar niðursteðan hjá
fleiri býráðslimunum ikki
ov nógv av tí, at Havnin
bert hugsar um seg
sjálva?
— Jú, tað haldi eg
sjálvur. Eg veit ikki, hví
vit í Havn skulu vera so
bangnir fyri at hava nakað
við hinar at gera. Tað
kann ikki takast burtur,
at Havnin nýtir nógv gott
av tí almenna, sum bygd-
irnar eisini eru við at bera
útreiðslurnar av.
Er tað so ikki rætt. at
Havnin stuðlar bygdun-
um?
— Tað vildi eg meint í
hvussu so er.
Nógv bendir á, at
landsstýrið fer at mæla til
at byggja eina brennistoð
fyri m.a. at kunna føra ein
miðvísan umhvørvispolit-
ikk. Kann tað henda, at
Havnin verður tvungin
uppi?
— Tað dugi eg ikki at
siga. Um tað hendir, rokni
eg við, at Havnin fer at
seta seg ímóti.
Tað hendir kanska, at
landsstýrið ella legtingið
ikki vil veðhalda fyri lán-
um, um Havnin ikki er
við?
— Ja, tað er meguligt.
Tað var vist okkurt so-
vorðið við SEV í síni tíð.
Fyri at SEV kundi koma í
gongd mátti Havnin uppi.
Tað, sum eg haldi umræð-
ur, er at fáa renovatiónina
at virka soleiðis at vit
kunnu reinska náttúruna
og halda hana fríða.
SINNTU
A A