Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-03-31, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. mars 1979síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 25 — 31. mars 1979 — sosialurin Síða 3 Vitjanartidin óivað ein tima fyrrapart og ein seinnapartin Bæði sjúklingar og starvsfólkið ónegd við royndarvitjaninar Vitjanartíðin á Landssjúkrahúsinum verður óivað broytt aftur. Orsøkin er tann, at bæði sjúklingar og starvsfólk á sjúkrahúsinum eru onøgd við ta nýggju royndarvitjanartíðina Tað eru nú triggir mánaðir síðani, at Landssjúkra- húsið fór at royna eina nýggja og broytta vitjan- artid. Henda vitjanartidin hevur verið hvenn dag frå . kl. 16 til 20 uttan leygar- dag og sunnudag, tá hon hevur verið frá kl. 14—20. Tað var eitt ynski frá sjúklingunum at fáa ta gomlu vitjanartíðina broytta, soleiðis at fólk betur kundu leggja sínar vitjanir til rættis. Verða ov leingi á sjúkrahúsinum — Tíverri hava fólk ikki verið so lagalig, sum vit hevdu vónað, sigur fyri- stødukvinnan á Lands- sjúkrahúsinum, Hjerdis Hansen, í samreðu við Sosialin. Hon sigur, at tann langa vitjanartidin hevur ikki verið so heppin fyri fleiri av sjúklingunum. Tað hevur nevniliga vist seg, at nógv av teimum vitjandi verða verandi á sjúkrahúsinum alla vitj- anartidina frå kl. 16 til 20. Hetta hevur serstakliga nervað teir meira ússaligu sjúklingarnar. Hetta var ikki ætlanin við nýggju vitjanartidini. Sjúklingarnir ónggdir Men hvat siga tá sjúkling- arnir sjálvir! Fyri at kanna teirra áskoðan um vitjan- artidina hevur Lands- sjúkrahúsið givið sjúk- lingunum spurnarbleð. Úrslitið av hesi kanning vísur, at nærum allir sjúk- lingar eru ónegdir við ta longu vitjanartidina og vilja hava hana broytta. Niðursteðan er tann, at tann besta vitjanartidin hevði verið ein tíma fyrra- part og ein tíma seinna- part. Starvsfólkið somu áskoðan Blaðið hjá sjúkrasystrun- um — VØKA, hevur gjørt eina líknandi kanning millum starvsfólkið á Landssjúkrahúsinum. Eisini henda kanningin kemur til ta niðursteðu, at vitjanartiðin má broytast til ein tíma fyrrapart og ein tíma seinnapart. Hjerdis Hansen annars á, at tann langi kavaveturin við áhaldandi krimi hevur ført við sær, at oll seingjarplåss hava verið upptikin umframt at sengur hava staðið á gongunum. Við hesum mongu sjúklingunum hev- ur ikki verið lætt at hava langa vitjanartid. visur Framlongd til miðjan apríl — Nú er so ætlanin at finna eina verandi loysn á SS Royndarvitjanartidin framlongd til midjan april vitjanartíðini. Royndar- vitjanartidin verdur fram- longd til midjan april, men tå fåa vit helst eina fasta vitjanartid, sum serstak- liga sjúklingarnir kunnu vera negdir við, sigur Hjordis Hansen. Og eftir ollum at dema verður framtíðar vitjanartíðin á Landssjúkrahúsinum ein tíma fyrrapart og ein tíma seinnapart. Tað skal tó viðmerkjast, at nakrar 0 Fe deildir eru undantiknar. Barnadeildin, intensiva deild og tær sålarfrødis- ligu deildirnar hava ikki åsettar vitjanartidir Sjonleikavikuskifti Hetta vikuskiftið verður eitt satt sjónleikaviku- skifti. Í Suðuroynni eru Havnar Sjónleikarfelag og Losjan í Getu við hver sínum leiki. Havnarfólk spæla Seymistovuna í Vági og getufólk Charles tantu á Tvøroyri. Og kvivikingar halda fram við Troytta Tollaki í heimbygdini. Ein fyrstafram- førsla verður eisini. Tað eru næmingar úr eðrum real í Kommunuskúlanum í Havn, sum við hjálp frá Linu Larsen hava sett upp leikin Jákup á Men i eftir Sigrid Niclasen. Tey hava vant síðani á "+ jólum og í kveld kl. 7 leggja tey í vaðið — vænt- andi fyri fullum Sjónleikarhúsi. Hetta er fyrstu ferð í góð 60 ár, at Jákup á Men verður framførdur í Havn. DANIR OG KLAKSVÍKINGAR SKITTLIGARI? Á Klaksvíkar sjúkrahúsi og Ríkishospitalinum verður ein ikki koyrdur í bað (sjálvandi er ein vask- aður, áðrenn ein fer heim- an), men verður vístur til stovu, song, skáp o.s.fr., tá ein verður innlagdur. Á Landssjúkrahúsinum skalt tú í bað og verður lagdur í song, eisini um tú verður fluttur av Klaks- víkar sjúkrahúsi til Landssjúkrahúsið. Eru danir og klaksvík- ingar skittligari enn tey á Tit ringja — vit skriva * m- Ringið telefon 11820 ella 1 47 20 Landssjúkrahúsinum? Reinur Hjerdis Hansen svarar eisini hesum spurningin- um. Hon sigur, at tað er ikki venja á Landssjúkra- húsinum at koyra fólk í bað, tá tey skula leggjast inn. Tað neyvan meira enn hendir seg, men í einstek- um førum verður fólk boðið at fara í bað, tey verða ongantið tvingað til tess. Orsekin til, at sjúkling- ar verða koyrdir í song, er tann, at teir skula kannast beinanvegin. Eftir kanningina kann sjúklingurin sjálvandi fara aftur á fetur TELEFON VIÐ SONGINA Songarliggjandi sjúkling- ar á Klaksvíkar sjúkra- húsi og Ríkishospitalinum kunna fáa telefon inn til songina og verða upp- ringdir av familjuni ella sjálvir ringja til familj- una. Hetta letur seg ikki gera á Landssjúkrahúsin- um. Hvussu ber tað til? Tlf. Hjørdis Hansen, fyri- steðukvinna sigur, at Landssjúkrahúsið hevur ov fáar telefonlinjur til, at sjúklingar kunnu fáa tele- fon inn til songina. Men ein telefonboks er á hverj- ari gong. — trý á gøtuni Búskaparráðið og bankarnir mæla til, at privata nýtslan má minkast. Hvussu eirur hetta a. verða gjert? Edvard í Skorðuni Joensen, skrivstovumaður: — Við t.d. at byggja smærri hús og keypa færri bilar. Ingolf Paturson, næmingur: Fyrst og at keypa færri bilar - og minni. Og so leggja sigarettirnar á hillina, og sjónvarp. tað er ikki neyðugt! fremst við Arne Thorsteinsson, savnsverður: — Tað. sum fyrst fellur einum í hug, er bilar- nir, teir eru ein orsek til ein stóran part av uttanlandaskuld okk- ara. Men tað at byggja hús, gangs-fyritoka men tað er ein en- uttanlandaferðirnar tær eru dyrar