Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. juli 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 137 - 20. juli 2002 Nr. 137 - 20. juli 2002 3 21. juli 1922 er Kristoffur føddur. Hann var úr barna- flokkinum hjá Nesakristinu og Jóhan hjá Lonajógvandi, ættaður úr Miðvági - úti í Lið í Sørvági, tað var stutt at siga eitt vanligt fisk- araheim. 7 vóru tey í systk- inaflokkinum. Blaðungur fór Kristoffur til skips, onkran feskfiska- túrin var hann í Skotlandi undir krígnum. Sigldi við "Royndini", sum Sørvingar áttu. Var í Grønlandi við "Kúrbergi" við Johan í Hoyvík, við snøri. Fór á skúla og tók prógv sum setuskipari. Um tað mund- ið komu tey saman, Gugga og Kristoffur, giftust og fingu sonin Paula, búðu tá hjá verforeldrunum. Bygdu á Argjum í 1952. 3 eru børnini hjá Guggu og Kristoffuri, Pauli, Kjartan og Malla. Gugga doyði í 1993. Kristoffur førdi snurru- váðsbátin "Akranes", og royndu teir í Norðsjónum. Louis, Poul Arne og Kristoffur, brøðurnir og aðrir sørvingar áttu "Akra- nes", keyptur til Føroya í 1946, og teir høvdu hann í 5 ár og væl gekst; men so flytur Ísland fiskimarkið út, tað var stóri smeiturin fyri snurruváðsbátarnar. Nógv kenna Kristoffur, frá árunum hann var fisk- ari, teim árum, hann var arbeiðsformaður á Bacalao og síðani sum leiðari á pakkhúsdeildini hjá Strand- faraskipum Landsins. Krisoffur verður nevnd- arlimur í Havnar Arbeiðs- mannafelag í 1976, sam- stundis skrivari. Í hesum tíðandi álitisstarvi sat hann, til hann leggur frá sær fyri aldur í 1993. Kann verða nevnt, at Kristoffur eisini nam prent- smiðjuyrkið, stutt skifti var hann á prentsmiðjuni hjá Arnold Øster, har var bróð- urin Poul Arne framman- undan! Landbúnaðatátturin hjá Kristoffuri man vera frá tíðini sum hjálparmaður hjá verpápanum, tokka og inn- lit í henda forna siðaarv føroyinga hevur hann mest sum ítriv. Mangan hoyrist treysta songrødd hansara - og væl dámar fólki m.a. at líða á "teir fýra". Vinarlig kvøða á 80 ára degnum, frægi javnaðar- maður á Argjum. Sjálvan føðingardagin heldur Kristoffur saman við familjuni. - jl Tøkk Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá kæra kona mín og góða móðir, vermóðir, omma og systir okkara Jona Samuelsen ættað úr Froðba, búsitandi í Havn andaðist og varð jarðað. Ein tøkk til heimarøktina fyri serkøna hjálp og umsorgan í heiminum. Tøkk fyri blómur, kransar, vitjanir og uppringingar. Somuleiðis ein serstøk tøkk til prest, kirkjutænarar, sangarar, gravarar, berarar og til tykkum mongu, sum í góðveðrinum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Vegna familjuna Jørgen, Hervør, Regin, Birgir og Finnbogi Kristoffur Joensen á Argjum 80 ár Í grótbrotinum í Norðragøtu fara hálv- vaksin og vaksin at spæla kowboy, og fyritøkur fara at rógva kapp í gummi- bátum. Eisini verður fótbóltsdystur mill- um gomlu føroya- meistarar í 1992 og 1993, B68 og GÍ, og her verða flestu av gomlu »stjørnunum« við. BYGDASTEVNA Vilmund Jacobsen Síðan fyrst í áttatiárunum hava gøtufólk skipað fyri bygdastevnu, og soleiðis verður eisini ár. Skráin hesaferð, sum fevnir um dagarnar, 19., 20. og 21. juli, er ikki minni áhuga- verd enn hini árini – ja, helst er hon uppaftur meira forvitnislig og umfatandi enn nakrantíð áður. »Stjørnur« á vøllin Vit fara at tríva í nøkur av tiltøkunum, sum verða stevnudagarnar. Størsta tiltakið á skránni fríggjakvøldið, var konsert- in, sum byrjaði kl. 19 á sandinum í Syðrugøtu við fleiri kendum tónleikabólk- um. Í dag, leygardagin kl. 15, verður rættiligt lív í við fót- bóltsvøllin; tá fara »gomlu« liðini hjá B68 og GÍ, sum vóru føroyameist- arar ávikavist í 1992 og 1993, at spæla streypadyst, og fyrireikararnir siga, at liðini eru so gott sum full- mannað. Á GÍ-liðnum fara vit eitt nú at síggja »stjørn- ur« sum Símun Petur Just- inussen og á B68-liðnum, Aksel Højgaard. Nógv onn- ur kend nøvn verða eisini at síggja á báðum liðunum. Hjá teimum, sum ikki tíma at hyggja at fótbólti leygardagin, verður høvi at fara í Losjuna kl. 15 at hyggja eftir Angelu og klovnunum. Kappróður og kowboy Eitt av afturvendandi tiltøk- unum á stevnunum í Gøtu, er tiltakið í bátahylinum. Her hevur verið skipað fyri ymiskum. Okkurt árið hev- ur verið glíming, har tapar- in fór í havið, og okkurt ár- ið hevur verið skipað fyri kapprenning á fiskakassum úti í hylinum. Men hesaferð skipa gøtufólk fyri eini aðr- ari og ikki minni áhuga- verdari kapping, sum verð- ur seinnapartin leygardag- in. Her fara 15 fyritøkur úr Eysturoy og Havn at rógva kapp í gummibátum. Hetta verður ein stafett-kapping, ið kann gerast rættiliga áhugaverd at síggja. Eitt annað áhugavert til- tak á stevnuni, er tað, ið rópt verður »paint-ball«. Hetta tiltak verður í grót- brotinum í Norðragøtu. Her verða hálvvaksin og vaksin, sum vilja luttaka, býtt í bólkar og fara síðan at skjóta eftir hvørjum øðrum. Tá ið tú verður raktur, kennist tað á kroppinum, og tú verður litaður. Aldurs- mark er fyri, hvør kann lut- taka í hesum kappingum og tey, sum spæla kowboy, verða í serligari ketildrakt, hjálmi og brillum. Sagt verður, at hetta er eitt ógvu- liga stuttligt spæl – eisini fyri vaksin fólk. Edmund heldur røðu Leygarkvøldið verður fel- agssangur á Oyruni við fýr- verki, og tá fer løgtingsfor- maðurin, Edmund Joensen, at halda røðu. Seinni verður dansur á Kambsdali, har Frændur fara at spæla. Í Gøtu fegnast tey um, at útlit eru til gott veður stevnudagarnar, og tey vænta nógv fólk, bæði úr Gøtu, grannabygdunum og aðrastaðni. Allar útsøluvørur í Klaksvík Tel. 456517 í Tórshavn Tel. 311305 St Stóra summar ra summarúts tsøla okkara la okkara byrjar mánadagin 22. juli kl. 09.00 -50% -50% Nógv áhugavert á stevnuni í Gøtu Stevna er í Gøtu hetta vikuskiftið við nógvum áhugaverdum og forvitnisligum tiltøkum á skránni. C M Y K 3 2