Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. juli 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 137 - 20. juli 2002 Nr. 137 - 20. juli 2002 5 Tiltiknu túrarnir til Stóru Dímun eru vorðnir ein fastur táttur av summar- skránni hjá Norð- lýsnum, og komandi sunnudag verður aftur skipað fyri einum túri til oynna ÚTFERÐIR Ragnhild Ellingsgaard Norðlýsið hevur í fleiri ár skipað fyri teim tiltiknu túrunum til Stóru Dímun, og árið í ár verður einki undantak í so máta. Sunnumorgunin klokkan 09.00 verður farið av Bursatanga, og siglt verður síðan til oynna við tí ríka fuglalívinum. Túrurin tekur væntandi um 10 tímar. Siglt verður til Stóru Dímun, har fólk fáa møgu- leikan at fara á land, og síðani hyggja seg eitt sindur um á vøkru oynni. Birgir Enni, samskipari av túrinum, greiðir frá, at fuglalívið úti á oynni er av tí besta um hesa tíðina, so allarhelst skuldi verið okkurt at hugt eftir. Stórur áhugi plagar at vera fyri hesum túrunum, og so verður uttan iva eisini hesuferð. Siglingartíðin aftur og fram tekur 6 tímar, og eru 4 tímar tískil til taks hjá fólki at njóta náttúruna úti á Stóru Dímun. - Tey flestu taka mat- pakka við á ferðini, so hendan njóta vit øll saman uppi á oynni, greiðir Birgir frá. Kostnaðurin fyri túrin er 350 krónir fyri hvønn, og tá ber eisini til at fáa suppu umborð. Tilmelding fer frá hjá Birgir Enni á telefon 21 85 20. Í summar verður høvi hjá føroyskum ferða- fólki at kenna seg um kongar og drotningar, tá Smyril Line skipar fyri bussferð til Noregs, grannaland okkara fyri eystan BUSSFERÐ Ragnhild Ellingsgaard Hetta er aðru ferð, at Smyril Line skipar fyri hesum túri. Fyrri túrurin var seinasta summar, og tóku fólk so væl undir hon- um, at tey nú skipa fyri enn einum túri. Bussferðin fylgir somu leið, sum kongaligu gestir- nir hjá norsku kongshjún- unum fylgdu á silvur-brúd- leypsdegnum hjá hjúninum í 1993. Á ferðini lovar Smyril Line at vísa perlurnar í norsku náttúruni, umframt at ferðafólkini verða við- farin á ein kongaligan hátt. Túrurin byrjar tann 12. auguast , tá siglt verður til Noregs við Norrønu, og síðan byrjar sjálv buss- ferðin. Vitjað verður runt í landinum, og og gist verður á hotellum í Noregi. Komið verður aftur til Føroyar tann 21. august klokkan 15.00 Ferðaleiðarin á túrinum er av norskari ætt, men tosar føroyskt. Føroya Sparikassi hevur í dag sett Øssur Skeel Nolsøe sum nýggjan leiðara á Deild Tórshavn LEIÐARASKIFTI Ragnhild Ellingsgaard Øssur Skeel Nolsøe er 37 ára gamal, og skal avloysa Dánjal Joensen, sum hevur røkt leiðarastarvið seinastu tíðina. Dánjal fer nú í ann- að starv í Føroya Spari- kassa. Øssur hevur røkt starvið sum grannskoðanarleiðari, og heldur hann fram við hesum til tann 1. septemb- er, tá hann tekur við nýggja starvinum sum leiðari. Deild Tórshavn fevnir um tær tríggjar privat- kundadeildirnar í Sverris- gøtu, við Tinghúsvegin og í Hornabø. Øssur byrjaði yrkið sítt í Føroya Sparikassa sum næmingur í 1981, og varð útbúgvin sparikassaassi- stentur í 1984. Síðan fór hann grannskoðaravegin, og hevur hann eitt stutt tíðarskifti eisini lisið í Danmark. Í 1997 kom Øssur aftur til Føroya, har hann fyrst starvaðist eitt ár sum fulltrúi á kredittdeildini, og síðani sum grannskoð- anarleiðari. Sum grannskoðanar- leiðari hevur Øssur eitt gott innlit í virksemi Spari- kassans á øllum økjum, og harumframt var hann í juni mánaða liðugur við Fi- nansiel Videreuddannelse. Øssur tekur við nýggja starvinum tann 1. sep- tembur í ár. Við Norðlýsinum til Stóru Dímun Smyril Line skipar fyri bussferð til Noregs Føroya Sparikassi nýggjan leiðara Norðlýsið skipar aftur í ár fyri einum siglingartúri til Stóru Dímun Smyril Line lovar ferðafólki sínum eina kongaliga ferð í Noregi í summar Mynd: Smyril Line Øssur Skeel Nolsøe verður frá 1. septembur nýggjur leiðari á Deild Tórshavn hjá Føroya Sparikassa Mynd: Finnur Justinussen – Skuldsetingarnar ímóti Anfinni Kalls- berg og Jørgeni Niclasen standa fult og heilt fyri mína rokning. Tær hava einki við Tjóðveldis- flokkin at gera, sigur Tórbjørn Jacobsen POLITIKKUR Eyðun Klakstein Tórbjørn Jacobsen hevur nú fyri fyrstu ferð gjørt viðmerkingar til tað heitasta málið í føroyskum politikki í løtuni, har hann sjálvur hevur verið ein av høvuðspersónunum. Tað ger Tobbi í sínum egna blaði, Fregnum, fríggja- dagin. Tórbjørn Jacobsen hevði í farnu viku lesarabræv í Dimmalætting og Sosial- inum, har hann millum annað førdi fram, at Anfinn Kallsberg og Jørgen Nicla- sen høvdu eina fortíð, har teir høvdu til við at skilja ímillum sítt egna og tað hjá øðrum. Hesar skuldsetingar fingu ilt í Fólkafloksmenn, sum nú krevja at fáa at vita frá Tjóðveldisflokkinum, hvat liggur í skuldseting- unum. Torbjørn Jacobsen slær í Fregnum fast, at hann stendur við hvørt einasta orð, sum hann segði í nógv umrødda lesarabrævinum. – Eg hugsi, at tey flestu vita, hvat eg sipi til. Við- víkjandi Jørgen Niclasen eru tað bara fá ár síðani, at tað var á hvørs mans varr- um. Og hjá Anfinn snýr tað seg um nakrar løgnar flytingar, sum vóru duldar fyri teimum røttu viðkom- andi, sigur Tórbjørn Jacob- sen við Fregnir. Málini Hetta er fyrstu ferð, at Tórbjørn Jacobsen sjálvur gevur ábendingar um, hvørji málini eru, sum hann hugsar um, tá hann heldur at teir báðir fólkafloks- menninir ikki dugdu at skilja ímíllum sítt egna og tað hjá øðrum. Fyri Jørgen Niclasen hugsar Tobbi helst um málið, tá landsstýrismað- urin fyri Fólkaflokkin brúkti maskinu hjá Føroya Fiskavirking í Vágum, uttan at hava fingið loyvi til hetta frá leiðsluni í Fiska- virking. Hetta mál var frammi í fjølmiðlunum, men einki meira varð gjørt burturúr tí tá. Tá talan er um løgmann, sipar Tobbi til eitt mál í Norðdepli fyri meira enn 20 árum síðani, tá Anfinn Kallsberg var bókhaldari hjá Frostvirkinum og tveimum skipum hjá parta- feløgunum Samogn og Riv- ið. Í árunum millum 1977 og 1981 gjørdi Anfinn Kallsberg millumrokningar fyri eina slaka millión fyri at manningarnar á skipun- um kundu fáa hýru. Grannskoðarar komu í 1982 fram á hesar millum- rokningar, og avtala varð gjørd millum partarnar um, at pengarnir skuldu gjaldast aftur. Fyri egna rokning Tórbjørn Jacobsen sigur við Fregnir, at hansara viðmerkingar um lands- stýrisfólkini hjá Fólka- flokkinum standa fyri hans- ara egnu rokning. – Skuldsetingarnar standa fult og heilt fyri mína egnu rokning. Tær hava einki sum helst við Tjóðveldisflokkin at gera. Flokkurin hevur jú ongar fortreytir fyri at meina nakað um hetta. Tað, eg veit, kennir flokkurin sum flokkur einki til hesi málini, og tey eru ongantíð umrødd á floksfundi. Tað eri eg persónliga, sum havi gott innlit í hesi viðurskifti, tað eri eg persónliga, sum havi sett skuldsetingarnar fram, og tað eri eg per- sónliga, sum standi til ábyrgd fyri teimum, sigur Tórbjørn Jacobsen við Fregnir fríggjadagin. – Um Anfinn Kallsberg vil hava tað til, at alt tað, sum eg skrivi, er Tjóð- veldisfloksins ábyrgd, som má alt tað, sum Óli Breckmann sigur, eisini vera Fólkafloksins ábyrgd. Kortini er Anfinn merkiliga tigandi, hvørja ferð gallið hjá Óla verður borið út um landið, heldur Tobbi. Málið snýr seg um privatiseringina Tað eru viðmerkingarnar um Anfinn Kallsberg og Jørgen Niclasen, sum hava fingið mestu umrøðuna í fjølmiðlunum farnu vik- una, men Tórbjørn Jacob- sen heldur, at tað er ikki hetta, sum málið veruliga snýr seg um. – Høvuðsmálið er jú vinnupolitikkurin. Eg havi sagt, at eg ikki kann góð- taka tað, sum hendir í Vinnumálastýrinum í løt- uni, men tað hevur Fólka- flokkurin onga viðmerking til, sigur Tobbi við Fregnir. – Eg kann undir ongum umstøðum liva við, at Fiskavirking skal avreiðast til ávísar fólkafloksmenn. Tað er tað, alt hetta málið snýr seg um. Tað, Anfinn og Jørgen hava gjørt, er sín sak. Tað er fortíð. Tað er tað, sum Bjarni Djurholm er í ferð við at gera, sum er tað álvarsama málið. Tað snýr seg um framtíðina. Tórbjørn Jacobsen held- ur, at tað tænir ongum endamálið, um Anfinn Kallsberg ella Jørgen Niclasen stevna honum fyri ærumeiðing, og um eitt nú løgmaður velir at stevna, so er tað hansara trupulleiki, heldur Tórbjørn Jacobsen. Tobbi stendur við hvørt orð Fólkaflokkurin vil hava at vita frá Tjóð- veldisflokkinum, um allir tingmenninir hjá flokkinum framvegis stuðla samgonuni. Og Fólkaflokkurin vil hava svar í seinasta lagi sunnudagin POLITIKKUR Eyðun Klakstein Fólkaflokkurin hevur nú sent skriv til Tjóðveld- isflokkin fyri at fáa at vita, um flokkurin framvegis stuðlar samgonguni, og flokkurin vil eisini hava at vita, um Tjóðveldisflokk- urin tekur undir við skriv- ingini hjá Tórbirni Jacob- sen. Tað gjørdist greitt á inn- anhýsisfundi í Fólka- flokkinum týskvøldið, at flokkurin fór at krevja hesi svar frá størsta flokkinum í samgonguni. Tað er nú stívliga ein vika, til Anfinn Kallsberg skal halda løgmansrøðuna, og við ótryggu politisku støðuni, hevur Fólkaflokk- urin sett eina tíðarfreist fyri, nær Tjóðveldisflokk- urin kann svara. Fólka- flokkurin vil hava svar í seinasta lagi sunnudagin. Fara at svara Fólkaflokkurin vil hava at vita, um allir tingmenninir hjá Tjóðveldisflokkinum framvegis taka undir við samgonguskjalinum og stuðla samgonguni. Høgni Hoydal segði í gjár við Sosialin, at fær Tjóðveldisflokkurin skriv frá Fólkaflokkinum, so fara tey at svara skrivinum. Hann slóð fast, at Tjóðveld- isflokkurin stuðlar sam- gonguni, men at flokkurin ikki blandast upp í skriv- ingina hjá Tórbirni Jacob- sen, sum má standa fyri hansara egnu rokning. – Eg kann undir ongum umstøðum liva við, at Fiskavirking skal avreiðast til ávísar fólkafloksmenn. Tað er tað, alt hetta málið snýr seg um, sigur Torbjørn Jacobsen um sítt stríð við Fólkaflokkin Fólkaflokkurin setir tíðarfreist Anfinn Kallsberg og Óli Breckmann hava skrivað undir brævið, sum nú er sent Tjóðveldisflokkinum C M Y K 5 4