Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. juli 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 137 - 20. juli 2002 Nr. 137 - 20. juli 2002 7 Danski verjumálaráð- harrin, Svend Aage Jensby, sigur, at føroyingar fáa alt at vita um komandi útbyggingar, sum møguliga verða framdar í Føroyum VITJAN Stefan í Skorini Nýggi verjumálaráðharrin í donskum politikki er Svend Aage Jensby úr Konserva- tiva flokkinum, og hann hevur verið á síni fyrstu vitjan í Føroyum sum ráð- harri. Hann hevur áður vitjað í Føroyum í 1998 sum limur í verjunevndini í Fólkatinginum í sambandi við samanleggingina at Færøernes Kommando og støðini í Mjørkadali. Hann segði við SvF, at føroyingar verða kunnaðir um allar avgerðir, sum verða tiknar viðvíkjandi Føroyum. Føroyingar hava tó verið ónøgdir við, at danska stjórnin áður hevur dult mál, sum hava verið við- komandi fyri føroyingar. Kunningarferð Endamál við hesi ferðini er at kunna seg um viður- skiftini hjá donsku verjuni í Føroyum. Eisini verður hann kunnaður um, hvussu Færøernes Kommando arbeiðir eftir saman- leggingina. – Tað er føst manna- gongd, at nýggir verjumála- ráðharrar vitja tænastu- støðini í ríkinum, og hetta er meira ein kunning um viðurskifitni her, sigur Preben Skovgaard á Fær- øernes Kommando. Hann hevði eisini fund við Ríkisumboðsmannin Birgit Kleis, har hon kunnaði hann um ymisk viðurskift í sambandinum millum Føroyar og Dan- mark. Svend Aage Jensby og løgmaður høvdu eisini stuttan fund. Talið av ferðafólki um flogvøllin í Vágunum er minkandi, og orsøkin er, at einki virksemi hevur verið innan frálanda- vinnuna seinastu mánaðirnar FLOGFERÐSLA Stefan í Skorini Fyrstu seks mánaðirnar í ár ferðaðust 66.600 fólk um Vága Floghavn. Fyrstu seks mánaðirnar í fjør var talið 67.272 fólk. Hetta er ein afturgongd uppá 1 prosent. Orsøkin til minkingina er, at frálandavirksemið ikki hevur verið eins eyðsýnt sum í fjør. Seinnu helvt av árinum í fjør var stórt frálandavirksemi í føroyskum øki, og hetta sást aftur í virkseminum á flogvøllinum. Ferðafólka- talið seinnu helvt av árinum í fjør vaks við 13 prosent- um. Metingar fyri alt árið vísa, at ferðafólkatalið fer at minka við 0,4 prosent- um. Ferðafólkatalið um Vága Floghavn er ongantíð mink- að síðan 1993. Fleiri fráferðir Komur og fráferðir fyrra hálvár í ár vóru 2.461, og 2.407 sama tíðarskeið í fjør. Hetta er ein vøkstur á 2,3 prosent. Henda økingin stavar mest frá innanoyggja tyrluflúgving. Flogposturin í hesum tíðarskeiðnum hevur verið 299 tons, ið er 7,1 prosent meira enn enn sama tíðarskeið í fjør. Mongdin av farmi hevur tó verið 180 tons fyrstu seks mánaðirnar í ár, og hetta er ein minking á 7,7 prosent. Orsøkin til tað er, at rúm ikki er í flogførunum at taka størri mongdir av posti og farmi. Hetta er ein afturvendandi trupulleiki fyri vinnuna. ÚTGÁVA Ingrid Bjarnastein Á ólavsøku kemur fløgan hjá Teiti Lassen, "Sólin og Regnið - Eitt" út. Í sam- bandi við hesa útgávuna verða tvær konsertir við Teiti um vikuskiftið. Onnur konsertin verður leygar- kvøldið klokkan 21 í Meia- rínum í Havn, meðan hin verður sunnukvøldið klokkan 21.00 í Losjuni í Gøtu. Henda seinna konsertin er í sambandi við gøtustevnuna. Á fløguni eru 10 nýggj føroysk løg, sum eru skrivað og framførd av Teiti Lassen. Útgávan er fram- leidd av Niclas Johannesen og Lehnert Kjeldsen. Við á konsertini hevur Teitur nakrar hjálpar tón- leikar. Umframt seg sjálvan á sang og gittar, spælir Mikael Blak bass, Valentin Cora, gittar og Brandur Jacobsen trummur. Jensby í Føroyum Svend Aage Jensby hevur verið á síni fyrstu ferð í Føroyum sum verjumálaráðharri í stjórnini hjá Anders Fogh Rasmussen. Hetta var ein stutt kunningarferð, og verjumálaráðharrin fór aftur til Danmarkar hósdagin Mynd: Jens Kr. Vang Flogferðslan minkandi Teitur í sól og regni Teitur Lassen kemur á ólavsøku á gøtuna við eini nýggjari útgávu Týsmorgunin fór eitt ferðalag upp á 40 KFUM og K skótar úr Føroyum á legu í Danmark. Skótarnir eru úr Havn og Klaksvík. Legan ber heitið "Alletiders Lejr 2002 " og er tætt við Silkeborg SKÓTALEGA Solby A. Eliasen Klaksvík: Tá Sosialurin hevði samband við ferða- lagið fríggjamorgunin vóru tey stødd í einum bussi á veg til Himmelbjerget. Eftir tað gekk leiðin við báti inn til Silkeborg, har tey fingu høvi til at keypa eitt sindur, áðrenn farið varð til hús aftur. Ferðalagið telur sum sagt 40 fólk. Har av eru fýra vaksnir leiðarar og einir seks ungdómsleiðarar í aldrinum 17 – 18 ár. Tey flestu av børnunum eru í aldrinum 11 til 17 ár. Hóast talan er um eina skótalegu fyri gentuskótar, so eru dreingir við kortini. Í tí føroyska ferðalagnum eru átta dreingir við. Tey smærri eru ikki á sjálvari leguni enn, bara tey eldru. Tey fóru út á leguna beinanvegin til eina so- kallaða pinoerlegu, har tey millum annað gera klárt til at hini skulu koma. Meðan tað, búgva hini í einum skótahúsi í Bryrup, sum liggur beint uttan fyri Silkeborg. Hesar dagarnar, meðan tey hava bíðað til tey fara út á sjálva leguna, hava tey upplivað mangt og hvat. Tey hava verið í einum staði, sum eitur Labrynthia. Hetta er eitt rættiliga nýtt stað, sum bert hevur verið opið í fimm ár. Charlotta Thorsteinsson, ein av leiðarunum, sigur, at ongin av teimum hevði verið har áður, so tað var við miklum spenningi, at tey fóru avstað. Á staðnum vóru seks labyrintur. Ongin var líka og vóru tær allar á ymiskum torleikastigi. Tann eina labyrintin er tann størsta trívíddaða labyrintin í øllum Evropa. Tey megn- aðu sjálvandi ikki at loysa allar uppgávurnar, men tey fingu so øll próvbrøv kortini. Dagin eftir, at tey høvdu verið í Labyrinthia fóru tey ein túr í Djurs Sommerland, og var tað ikki minni stuttligt. - Hóast veðrið ikki hevur verið so gott, so hava børn- ini hugnaðu sær óført á báðum støðunum, sigur Charlotta. Tað var heitt tann fyrsta dagin tey vóru har, men síðani hevur tað verið grátt og hevur havt hug at regna. Men tey vóna, at tað verður betri, meðan tey eru á leguni. Legan byrjar leygardagin Tey yngru fara so øll á leguna leygardagin. Og har skulu tey vera í einar átta dagar. Evnið á leguni er tíð. Og koma skótarnir so at arbeiða við ymiskum á leguni, sum hevur við tíð at gera. - Tíð kemur at verða tann reyði tráðurin í gjøgnum ymisku uppgávurnar á leguni, sigur Charlotta Thorsteinsson. Og hon leggur flennandi aftur at, at maskotturin hjá leguni hevur eisini fingið eitt navn, sum má sigast at hóska sera væl til. Mas- kotturin eitur URsula. Tað eru umleið 4.000 grønir skótar á leguni. Tey koma úr 18 ymiskum londum. Sum vanligt er á tílíkum legum, so skal hvør tjóð framføra eitt hvørt, sum hevur samband við ment- anina í teirra landi. Og føroyingarnir fara at dansa føroyskan dans. Tey hava nýtt kvøldini til at venja í. Eisini hava tey nýtt kvøldini til at læra seg at leggja tólvtáttað band, tí ætlanin er, at tey sjálvi skulu læra hini at tólvtra hetta kvøldið. Á skránni á leguni verður mangt og hvat. Til dømis fara tey ein hiketúr. Og møguliga kemur hennara Hátign prinsessa Benedikte eisini á vitjan á leguni. Heimasíðan hjá skótunum Sjálvt á eini tílíkari skóta- legu verður alnótin nýtt. Heimasíðan hjá teim føroysku skótunum er www.landslega.subnet.dk. Harinni er millum annað ein dagbók, sum skótarnir so skriva inn á, hvat tey hava upplivað og gjørt hvønn dag. Eisini er ein gestabók, har familja og vinir kunnu senda teimum eina lítla heilsan. Tað verður eisini gjørligt at síggja myndir frá leguni inni á heimasíðuni. Charlotta sigur, at talan ikki er um eina av teim størstu legunum, tí tey hava ofta verið nógv fleiri okkurt annað árið. - KFUM skótar úr Føroyum hava verið á leguni hvørja ferð síðani 1929, sigur Charlotta. Legan er fimta hvørt ár. Hon sigur eisini, at børn- ini eru sera spent at koma til leguna. - Tey eru væl fyri og lata væl at túrinum higartil. Charlotta sigur at enda, at tey eru glað og takksom fyri alla hjálp og allan stuðul, sum tey hava fingið í teirra fyrireikingum til hendan túrin. Legan varar í eina viku, frá leygardegnum 20. juli til leygardagin 27. juli. Før- oyingarnir koma upp aftur til Føroyar Ólavssøkuaftan, tann 28. juli. Grønir skótar á legu í Danmark Hetta er maskotturin á skótaleguni. Maskotturin eitur URsula og má tað sigast at hóska sera væl, tí evnið á skótaleguni er Tíð Her er ferðalagið úr Klaksvík avmyndað á ferjuleguni tann morgunin tey fóru avstað C M Y K 7 6