leygardagur 20. juli 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 137 - 20. juli 2002
Nr. 137 - 20. juli 2002
9
Á jóansøku í ár var
tað fjórðu ferð, at tey,
sum fóru í fyrsta
klassa í Vági í 1943 og
1944, hittust aftur.
Men hetta var kanska
eisini seinastu ferð
AFTURHVARV
Áki Bertholdsen
– Hesuferð var kanska tíðin
komin at siga hvørjum
øðrum farvæl.
Sven Olsen, vágbingur í
Keypmannahavn, heldur, at
tað er ivingarsamt, um hann
fær høvi at síggja sínar
gomlu klassafelagar aftur.
– Nú eru vit blivin so
gomul, at tað verður neyv-
an, at vit fara at savnast
aftur, so hesuferð vóru tað
summi, sum bóðu hvørjum
ørðum farvæl.
Tey hava annars ikki
gloymt hvønn annan, hóast
tað nú er runnið nógv vatn
á sjógv síðani tey hittust
fyrstuferð.
Og nú tey hittust aftur á
jóansøku í Vági var tað
fjórðu ferð, at tey hittast,
teir gomlu klassafelagarnir,
sum fóru í fyrsta klassa í
Vági í 1943 og 1944.
Og tá var barnatalið í
Vági øðrvísi enn tað er í
dag, tí tilsamans vóru tey
yvir 90 børn, sum byrjaðu í
fyrsta klassa í Vági hesi
bæði árini.
Afturat teimum komu so
børnini úr Porkeri, Hovi,
Lopra og Sumba eisini at
ganga í skúla í Vági í ledri
klassum, umframt at onkur
einstakur kom úr Hvalba.
Eftir loknan skúla fóru
tey, sum vera man, í hvør
sítt herðashorn, har leiðin
nú einaferð førdi tey og har,
tey settust niður.
Nógv teirra búleikast
eyðvitað enn í Vági og
aðrastaðni í Føroyum, men
tey eru eisini nógv, sum
hava funnið sær eydnuna
uttanlands, bæði í Dan-
mark, Noregi, Íslandi, USA
og aðrastaðni við.
Nøkur ár ímillum
Men fyri nøkrum árum var
tað onkur sum fekk tað
frálíka góða hugskot at
savna allar klassafelagarnar
aftur í Vági.
– Fyrstu ferð, vit hittust,
var í Vági á jólum í 1986,
sigur Sven Olsen, sum
hevur verið ein av teimum,
sum hevur tikið stig til at
tey skuldu savnast aftur.
Hann sigur, at tá gjørdu
tey av, at tað hetta skuldi
ikki vera seinastu ferð, at
tey hittust og síðani hava
tey sett hvørjum øðrum
stevnu tvær ferðir afturat,
báðar ferðirnar á jóansøku,
fyrru ferð var í 1996 og
aðruferð var í 2000.
– Tá ið vit hittust seinast,
var tað onkur sum helt, at
tað kundi ikki ganga fýra
ár, til vit hittust aftur, tí so
var onki eftir av okkum, Tí
avráddu vit at hittast aftur
longu nú, á jóansøku 2002.
Hann sigur, at tey hava
verið um 50 fólk, og gott
tað, hvørja ferð, tey hava
hitst, so ikki kann sigast
annað, enn at undirtøkan
hevur verið sera góð.
Hann væntaði líka góða
undirtøku hesuferð, men
noyðist at ásanna, at hesu-
ferð verða tey ikki so mong,
tí nú eru tey bara gott 30 -og
tað bara styrkir varuhgan av,
at hetta kanska verður
seinastu ferð.
Nógv á skránni
Í døgunum undan jóansøku
komu tey til Vágs so við og
við, og fyrstu ferð, tey øll
hittust,
var
beint
ein
seinnapart nakrar dagar fyri
stevnuna í gamla skúla á
Oyrunum, har tey eisini
gingu, tá ið tey vóru børn.
Av teimum 90, sum
byrjaðu í hesum báðum
klassunum, eru 13 farin
undir grønu torvu, og
hendan dagin vóru tey
eisini í kirkjugarðinum og
løgdu blomstur á leiðini at
siga teimum farvæl.
Tá ið tey hava hitst, hevur
gudstænasta í Vágs Kirkju
verið fastur táttur á skránni
og tað varð tað eisini
hesuferð.
Á gudstænastuni var tað
Uni Næs sum prædikaði.
Deknur varð pápi hansara,
Johannes Andrias Næs,
sum hevur verið degnur á
hvørjari
gudstænastu
í
Vági, tá ið hesir gomlu
klassafelagarnir hava hitst
og sum eisini var lærari hjá
teimum, ta tíð tað var.
Ein annar av lærarunum,
tey høvdu tá, er eftir á lívi,
tað er Olaf Krossteig, sum
nú býr í Havn.
Á Gudstænastuni gekk
eisini talvan til frama fyri
kirkjuna.
Eitt kvøldið høvdu tey
eisini stóra veitslu í Stóra
Pakkhúsi.
Sven Olsen sigur, at
veitslan var, sum hon plag-
ar at vera, tá ið tey hittast:
Drúgv og avbera góð. Tey
møttu tíðliga á kvøldi og
nógv hildu á til morgunin
eftir, og veitslulagið er
hareftir.
Tann eina dagin vitjaðu
tey eisini tey gomlu á
Eldrasambýlinum í Vági.
Á gudstænastuni báðu
tær seinastu ferðirnar, tey
hava hitst, hevur talvan
gingið til frama fyri Eldra-
sambýlið í Vági.
Sven Olsen sigur, at tey
hava brúkt peningin at
fríðka um húsið við tveim-
um málningum og umframt
at vitja tey eldru, fáa tey so
nú eisini høvi at síggja
hesar báðar málningarnar,
sum Torkil Strøm hevur
málað av nattúruni rundan
um Vágsfjørð.
Og
seinasta
felags
punktið á skránni var ein
útferð til Fámjins, har tey
hugdu seg um. Tey høvdu
eisini lænt bygdarhúsið
Vesturhøll, har borðreitt
varð við turrum tvøsti,
turrum fiski, spiki, skerpi-
kjøti, kókaðum eplum og
pannukakum.
Eftir tað fóru tey at halda
jóansøku í hvør sínum lagi,
soleiðis sum hvør heldur
vera best.
Av tí allarbesta
Tá ið fólk ikki hava hitst í
so nógv ár, kann tað við-
hvørt tykjast at vera strævið
at fáa prátið at ganga, sama
hvussu góð vinfólk tey
vóru í barnaskúlanum.
Men tað hevur ikki verið
nakar trupulleiki hjá teim-
um, sigur Sven Olsen.
Hann sigur, at prátið gong-
ur lívligt frá fyrstu løtu og
eyðvitað er nógv at minnast
aftur á.
Sven Olsen sigur, at
hendan klassastevnan var
minst líka góð og væleydn-
að sum tær undanfarnu
hava verið, tí alt gekk av tí
allarbesta.
Men tað er farið at tynnst
í hópinum og hann veit
ikki, um tey fara at hittast
aftur.
– Vit eru nú komin langt
upp í sekstiárini og eru av
álvara komin upp í "um-
vælingaraldurin", so tað
verður tyngri og tyngri at
ferðast langa leið.
– Men, hvør veit, leggur
hann afturat, kanska tað
stingst uppá okkum at seta
hvørjum øðrum stevnu, so
at vit aftur hittast um tvey
ár, livst so spyrst. Tað er
kanska ongin grund til at
geva skarvin yvir beinan-
vegin, sigur hann ????
Hetta var kanska
síðstu ferð at vit hittust
Enn eru teir gomlu
skúlafelagarnir fjølmentir,
sum leggja leiðina heim á
gamlar gøtur, tá ið teir seta
hvørjum øðrum stevnu í
Vági. Av teimum 90, sum
byrjaði í fyrsta flokki í 1943-
44, vóru tað gott og væl 30
sum vóru við hesuferð Her
eru tey avmyndað í kirkjuni í
Vági, nú tey vóru saman á
jóansøku
SØLULISTI
JBL (2 x15" +1"+ 2 x tweeter) 1000 watt RMS
5.000,-
Turbosound TMS 4 (18"+ 10"+1") 900 watt RMS
5.000,-
Turbosound TSE 111 Top (10" + 1") 400 watt RMS
4.000,-
Turbosound TSE 118 mid (1 x 18")
4.000,-
Turbosound TFM 350 (2x15"+1") 1100 watt RMS
9.000,-
Flex 350 (15"+1") 400 watt RMS
3.000,-
Martin LE 200 (15"+1") 400 watt RMS
3.000,-
EV FM-1502 (15"+1") 400 watt RMS
2.500,-
EV FM12-2c (12"+1") 300 watt RMS
2.000,-
Yamaha P4500 2 x 720 watt í 4 ohm
6.000,-
Yamaha P3200 2 x 600 watt í 4 ohm
4.500,-
Yamaha P2250 2 x 250 watt í 4 ohm
2.500,-
Tannoy SR 860 2 x 350 watt í 4 ohm
3.000,-
Zeck PT9 2 x 920 watt í 4 ohm
9.000,-
QSC 1700 2 x 450 watt í 4 ohm
3.000,-
Carver PM 1.5 2 x 600 watt í 4 ohm
4.500,-
Carver PM300 2 x 100 watt í 4 ohm
2.500,-
C-Audio SR 707 2 x 800 watt í 4 ohm
4.000,-
Beringer Multicom 4 x compresser
1.200,-
Klark DN 300 1 x 30 band Grafisk equalizer
1.500,-
Samson E62 2 x 31 band Grafisk equalizer
1.500,-
Yamaha Rev 7 Stereo multieffect (rev + dly)
3.000,-
Alesis Q2 Stereo multieffect (rev + dly)
4.000,-
Aphex 105 4 x Gate
1.500,-
TC 2240 2 x 4 band parametrisk Equalizer
3.000,-
TC 1140 1 x 4 band parametrisk Equalizer
1.500,-
ARX gate 6 x Gate
2.000,-
Alesis MidiVerb 4 Multieffect (rev + dly)
1.500,-
SC 8404 4 x Linedriver
1.500,-
Signal 70M 32 pair signal v/ SplittBox Stagekápil
18.000,-
40M 32 pair signal v/ SplittBox Stagekápil
15.000,-
24 par monitorsplitt Til splittbox
2.500,-
30M 24 pair signal 20/4 Stagekápil
4.000,-
45M 12 pair signal 12/0 Stagekápil
3.000,-
30M 18 pair signal 16/2 Stagekápil
4.000,-
Streym 80M 63amp streym (á rullu) 63 amp streymforleingari
10.000,-
40M 63amp streym 63 amp streymforleingari
5.000,-
63 AMP BOX 63 amp streymtalva
3.500,-
32 AMP BOX 32 amp streymtalva
2.500,-
16 AMP BOX 16 amp streymtalva
1.000,-
XLR vinkul hon XLR kápilstikk
50,-
XLR hon
50,-
XLR hann
50,-
XLR Chassi hon
50,-
XLR Chassi hann
50,-
Speakon hann
100,-
Speakon hon
100,-
Speakon EP6
150,-
Speakon EP 6 Cigar
200,-
4 pair XLR-Box
500,-
Par 64 500W
500-,
Par 64 1000W
600,-
Par 56 500W
400,-
Bongo trummur
2.000,-
Trummusett
5.000,-
Hammond orgul (uttan Lesley)
5.000,-
Manfrotto Stativir (Stór)
3.000,-
Plátuspælara Dupultur DJ plátuspælari
2.500,-
Housebox Stórar á hjulum
4.000,-
12 unit á hjulum
1.200,-
6 unit
600,-
8 unit
800,-
16 unit
1.600,-
14 unit
1.400,-
11 unit
1.100,-
130x40x30cm á hjulum
2.000,-
130x40x30cm
1.500,-
200x60x50cm á hjulum
3.000,-
Active 4 flex
2.500,-
Passive 4 flex
2.500,-
Active 4 Turbo monitor
2.000,-
Active 2 turbo monitor
1.000,-
Front JBL
1.500,-
Front Turbo
1.500,-
reserva front rack
1.500,-
AKG C 420 Headsett
1.000,-
SM 57 instrumentmic.
500,-
SM 77 instrumentmic.
400,-
D112 Trummumic.
1.200,-
MD 421 instrumentmic/tam tam
1.500,-
Rackmaster 490 zero88 6 x 15 amp
3.000,-
AVAB AD6 dimmer 6 x 15 amp
3.000,-
ETR DP1200 12 x 5 amp
5.000,-
Allen & Heath GL 3000 (incl flycase) 28 ch. mono + 4 ch. stereo
22.000,-
Soundtracks MX 1 (incl flycase) 36 ch. mono + 4 ch. stereo
35.000,-
Beringer Super-X CX2300 1 x 3 vegis ella 2 x 2 vegis
1.000,-
DOD 835 Series 2 2 x 2 vegis
1.000,-
Celestion CX 1812 (2 x 18" bassar) 1200 watt RMS (3500 watt peak)
9.000,-
JBL (2 x 18" bassar) 1000 watt RMS (2500 watt peak)
5.000,-
Cervin Vega sub (15")
3.000,-
Turbo sub (18")
3.000,-
Demparar
Bassar
Outboard
DI BOX
Mics
Slavur
Ljós
Hátalarar
Monitorar
Deilifiltur
Mixipultar
Ymiskt
Flightcase
Stik
1 stk.
8 stk.
8 stk.
8 stk.
15 stk.
10 stk.
2 stk.
2 stk.
1 stk.
1 stk.
1 stk.
1 stk.
1 stk.
1 stk.
1 stk.
1 stk.
1 stk.
1 stk.
1 stk.
1 stk.
1 stk.
3 stk.
4 stk.
17 stk.
10 stk.
10 stk.
2 stk.
2 stk.
19 stk.
7 stk.
8 stk.
18 stk.
27 stk.
1 stk.
4 stk.
2 stk.
2 stk.
2 stk.
2 stk.
4 stk.
4 stk.
2 stk.
4 stk.
6 stk.
6 stk.
6 stk.
2 stk.
2 stk.
2 stk.
2 stk.
1 stk.
1 stk.
1 stk.
1 stk.
2 stk.
4 stk.
4 stk.
3 stk.
3 stk.
3 stk.
3 stk.
3 stk.
1 stk.
1 stk.
6 stk.
1 stk.
4 stk.
1 stk.
2 stk.
2 stk.
2 stk.
2 stk.
1 stk.
3 stk.
2 stk.
2 stk.
1 stk.
1 stk.
1 stk.
1 stk.
1 stk.
1 stk.
1 stk.
1 stk.
1 stk.
1 stk.
1 stk.
1 stk.
1 stk.
1 stk.
1 stk.
Allir prísir eru fyri 1 stk.
226
f. 2142
lf
C
M
Y
K
9
8