leygardagur 20. juli 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 137 - 20. juli 2002
Nr. 137 - 20. juli 2002
11
Mangt bendir á, at hesi samgongu verður ikki langt lív
lagað. Skulu vit gita, at løgmaður í síni ólavsøkurøðu fer
at siga Føroya fólki frá, at hann leggur frá sær ella fer at
taka aðrar flokkur uppí samgonguna – ella fer hann at
gera tað longu týsdagin komandi?
Hetta eru tíðir við gitingum og illgitingum. Tíanverri.
Nógv, sum verður skrivað og sagt, eru viðurskifti, sum
standa í hálvum gekki. Hetta er ein ótolandi støða fyri
fólk og kemur hon so eisini til sjóndar í tí veljarakann-
ing, ið verður kunngjørd í Fregnum í gjár, har Sambands-
flokkurin heldur fram at vaksa. Hetta er eisini eitt
sjáldsamt fyribrigdi í føroyskum politikki: at ein flokkur
við einum formanni, ið lítið og einki hevur gjørt um seg
í fleiri ár, vinnur tokka veljarans. Tað kann so bert
skyldast, at óttin og ivin, sum undanfarna samgonga, og
her serstakliga Tjóðveldisflokkurin hevur sátt, og nú tann
hatursfulli stemningur, ið er millum Fólkaflokkin og
Tjóðveldisflokkin, gagnar polariseringini te. í hesum
førinum Sambandsflokkinum. Javnaðarflokkurin, sum
hevur valt ta torføru uppgávu at reka konsensuspolitikk
og byggja brýr tvørtur um miðjuna, tykist framhaldandi
at hava ringt við at fáa betri fótafesti. Tað løgna er eisini
nú, at formaðurin í Tjóðveldisflokkinum sýnist royna at
finna gomlu hugsjónirnar framaftur og ikki bara gera
føroyskan politikk til eina tí einastu hugsjón, nevniliga
fullveldi. Tað átti at verið eitt áhugavert signal til
Javnaðarflokkin.
Komandi dagar fara at avdúka, hvør fer at stýra eftir
ólavsøku. Tað er útilokað, at henda samgongan kann
halda fram óbroytt. Tað er tað einasta, ið løgmaður í
skrivandi løtu má og eigur at vera 100% greiður yvir. Og
út frá hesi sannroynd má hann handla. Hvørki við ella
uttan einum sakarmáli kann ADEH samgongan halda
fram. Valmøguleikarnir hjá løgmanni minka, nú
Tórbjørn Jacobsen velur at koyra meira lóður í kanónina.
Í Fregnum verður málið gjørt til eina uppgerð við
ætlaninar hjá Fólkaflokkinum at leggja inn undir seg
almennu vinnulívsognirnar. Er hetta beint má øll tann
politiska skipanin vera á varðhaldi. Almennar ognir
skulu ikki gjarast út bíliga og lætt til ávísar útpeikaðar
persónar við tí rætta politiska tilknýtinum. Men tað er
uppgávan at vera á varðhaldi alla staðni. Maðurin, sum
setur skuldsetingar og gitingar fram, er ikki júst kendur
fyri at vera Guds besta barn, hyggja vit eftir hansara
“fortíð”. Vit minnast, hvussu hann fyrst hongdi løgmann
út at vera danskan leigusvein, fyri síðani av avnokta tað
og fyri síðani aftur at verða avdúkaður sum lygnari, tá
bandað samrøða varð almannakunngjørd.
Er hald í skuldsetingunum móti løgmanni, so skulu tær
fram og kannast. Ætla útvaldir fólkafloksmenn at leggja
seg á almennar ognir, má tað steðgast. Ætla Tórbjørn
Jacobsen og hansara vinnulívsmenn at gera tað, má tað
eisini steðgast. Hvørja trygd hava vit fyri, at kampurin í
Tinganesi ikki er eitt stríð millum fólkafloksmenn og
tjóðveldismenn at leggja til hjá sær og sínum!
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Samgonguslit
á ólavsøku?
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard
justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Anja Weihe anja@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Rúnar Reistrup runar@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliassen solby@sosialurin.fo
Ragnhild Ellingsgaard
ragnhild@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Páll H. Johannesen pall@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Finnur Justinussen finnur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Rullandi redaktíonin:
tel. 220507 tel. 333843
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
VIÐMERKINGAR
Signar P. Heinesen
Torbjørn Jacobsen hevur
enn einaferð sett dags-
skránna á politiska leik-
pallinum. Hesuferð segði
hann tað, sum flestu okkara
vildu kustað undir vað-
ingina. Fleiri hava tikið
orðið, men bert Torbjørn
hevur sagt Orðið. Øll hini
glíða av við vendingini "um
tað er so..."
Millum manna ljóðar tað
ørkymlaða: "Hetta var helst
betur ósagt" — Men hvat
nú?
Ein spurningur um
mentan og virði
Við nýggju stýrisskipanini
hava vit skift eina politiska
mentan við aðra. Løgmaður
og landsstýrismenn hava nú
so stórt vald, at teir í
praksis eru einavaldsharrar
á sínum øki í flestu
almennu málum og harvið í
stórum parti av praktiska
lívinum hjá teim flestu.
Á herðum løgmans og
landsstýrismanna
hvílir
okkara felags mentan og
felags virði. Teirra atferð er
veljarans atferð og teirra
virði eru veljarans virði.
Meðan politikarar og
embætisverk tykjast hava
tikið nýggju stýrisskip-
anina til sín uppá ein heilt
serligan máta og hava við
orðum Heðins Brú skift
mentan, sum vit skifta
stúku, so hevur vanligi velj-
arin neyvan givið sær far
um broytingina.
Eldra tingmentan okkara
var felagsskapur, opinleiki
og tøgn um ymsu veikleik-
arnar hjá tí einstaka.
Samanborið við politik-
arar í øðrum londum hevur
føroyski politikarin fingið
rættiliga stórt frælsi at liva
sítt privata lív leyst frá tí
politiska lívinum. Tøgnin
kávaði útyvir veikleikarnar,
sum oftast vóru at liva við
hjá øllum. Tað var verri at
siga, at annar segði ósatt
enn at siga ósatt og tað var
verri at siga, at annar tekur
enn at taka.
Virdu politikarar og em-
bætisverk hendan siðaarv,
so bar væl til at fáa gagn av
nýggju stýrisskipanini.
Men við verandi kós beri
eg ótta fyri, at eisini
veljarin má seta sær fyri at
broyta mentan sína.
"De magtesløses magt"
— Vaclav Havel 1978
"Hvis "livet i løgn" er sy-
stemets
grundlæggende
støtte, kan det ikke undre,
at "livet i sandhed" bliver
den grundlæggende trussel
mod det. Derfor må sy-
stemet forfølge det hårdere
end noget som helst andet."
Spurningurin um, hvørt
vit kunnu liva við veikleik-
unum hjá tí einstaka —
eisini í landsins hægstu
útinnandi valdsembætum
— kann svarast óbeinleiðis
ígjøgnum hendan logiska
setningin hjá Havel.
Um so er, at "livet i sand-
hed" verður atsøkt frá
hægsta stað, tí ósannindi og
ósonn atferð fyllir so nógv í
valdsskápunum, so er tíðin
búgvin at bróta tøgnina,
hóast talan pínir.
Maktlæran ella
leiðslulæran
Tað ber eisini til at finna ýti
at meta um "livet i sand-
hed" verður atsøkt.
Í høvuðsheitum eru tvey
sett av amboðum til at stýra
við. Annað settið ber heitið
"maktlæran", sum er eitt
høvuðsevni í tí partinum av
samfelagsvísindini,
sum
tekst við statsvísindi —
politologi.
Hitt settið av amboðum
ber heitið "leiðslulæran",
sum er væl nýggjari læra og
sum hevur høvuðssæti á
lærdum
skúlum
innan
leiðslu og organisatión.
Hesir báðir amboðskass-
arnir eru so ymiskir, at tað
snøgt sagt ikki ber til at
virka við báðum sam-
stundis. Teir útiloka hvønn
annan. Har leiðslulæran
hevur til endamáls at
fremja felags mál í felag
hevur maktlæran til enda-
máls at fremja egin áhuga-
mál við annara hjálp.
Leiðslulæran
verður
drivin við felags vilja til
gott verk og felags tilfeingi.
Felagsskapurin er kjarnin.
Maktlæran verður drivin
við
egináhugamálum.
Rásarúmið, sum maktlæran
byggir á, er at rættarskip-
anin, umboðsmaður løg-
tingsins, fjølmiðlarnir, tann
einstaki kritikaranin og
aðrar eftirlitsskipanir hava
avmarkaða orku, avmarkað
innlit
og
avmarkaðar
møguleikar.
Har leiðslulæran ikki
kann liva við ósannindum
og ósannari atferð ber als
ikki til at útinna makt-
læruna í verki uttan ósann-
indi og ósanna atferð.
Ella sagt øðrvísi: Makt-
læran má í síni útinning
vísa til "livet i løgn", með-
an leiðslulæran ikki kann
annað enn vísa til "livet i
sandhed".
Í tí sambandi er tað um-
hugsanarvert, at formaður
Tjóðveldisfloksins
og
ráðgevar hansara brúka
tríggjar dagar at leita í
ymiskum amboðskassum
til tess at seta seg føran fyri
at svara alment uppá spurn-
ingin, hvat flokkurin sigur
til tað, sum Torbjørn hevur
skrivað. Eftir hesar tríggjar
dagarnar tekur hann fram
eitt av amboðunum hjá
maktlæruni og roynir at
gera málið til eitt persóns-
mál — t.e. at skúgva málið
sjálvt av dagsskránni.
Eg ivist ikki í, at varð
leitað í amboðskassanum
hjá leiðslulæruni, so var
svarið nakað øðrvísi — og
helst væl lættari hjá okkum
øðrum at skilja.
Orðið er sagt — hvat so?
Sjálvur meti eg, at vit eru í
einum
mentanarligum
aldudali, har ósannindi og
ósonn atferð kemur alt ov
ofta fyri, har slíkt helst ikki
skuldi komið fyri og als
ikki tilætlað.
Korini hjá "livet i sand-
hed", munnu vera so ymisk
á teim ymsu málsøkjunum.
Ringast man vera statt
undir honum, sum alment
hevur sagt beinleiðis ósatt
tvær ferðir, tað eg veit um.
Fylgjurnar eru eyðsýndar
bæði fyri úrslitini og fyri
tey, sum dagliga starvast —
og eitt sindur øðrvísi fyri
tey, sum ikki fáa loyvi at
útinna sítt dagliga yrki —
innan tey málsøki, viðkom-
andi hevur ábyrgd av.
Allir politikarar kenna til
hesi viðurskifti og eingin
umbering er fyri ikki at
gera nakað við tað. Serliga
ábyrgd hava samgongu-
politikarar og nú orðið er
sagt, eru bert tvinnar leiðir:
Antin søkka vit djúpari í
"livet i løgn", ella vilja tey
fólkavaldu
brúka
sítt
mandat frá veljaranum til
frama fyri "livet i sandhed".
Millumvegur er eingin.
Nú orðið er sagt, verður
veljarin settur í eina val-
støðu, tí gera tey fólkavaldu
einki við uppgávuna, so er
ábyrgdin veljarans til næsta
val: hvørji virði og hvørja
mentan vil eg sum veljari
lata mína atkvøðu brúka til.
Á
herðum
veljarans
hvílir ábyrgdin at velja
virðilig umboð á Ting, sum
í verki útinna felags virði
og mentan okkara og sum
forða tí, sum vit ikki ynskja
skal vera partur av okkara
felags mentan.
Var hetta betur ósagt?
Sjúrður Guðjónsson
Tórshavn, 17. juli 2002
Framtíðar "vinstra — høgra
politikkur" fer uttan iva at
snúgva seg um tilfeingi og
ikki minst um tilfeingis-
rentu. Tí hevur tað stóran
týdning, at vit fyrireika
okkum til hesa avbjóðing.
Fyrst og fremst við at út-
greina tilfeingisspurningin,
og ikki minst at finna útav
hvat tilfeingi er ogn Føroya
Fólks
(Tjóðarogn),
og
hvussu tað skal umsitast.
Í valstríðnum, í vár, nam
okkurt valevni við spurn-
ingin um tilfeingi og til-
feingisrentu. Onkrar ein-
stakar greinar hava eisini
verið í føroysku bløðunum
seinasta árið um evnið,
umframt, at Búskaparráðið,
formaðurin og skrivarin í
ráðnum, sera skilagott hava
viðgjørt evnið.
Meti at júst hetta evnið í
framtíðini fer at merkja
føroyskan "vinstra — høgra
politikk".
Á vælferðarøkinum eru
allir flokkar so gott sum
samdir, men tá tað snýr seg
um tilfeingi og tá serliga
tilfeingisrentu er allarhelst
langt ímillum flokkarnar.
Ein lítil viðmerking frá
Jóannesi Eidesgaard um ein
almennan fiskidagabanka,
fekk løgmann at reisa
uggafjarðarnar í sendingini,
sunnukvøldið fyri valið.
Her kom týðiliga til sjóndar
at javnaðarflokk-urin og
fólkaflokkurin ikki drógu
somu línu.
Í stevnumiðum Javnað-
arflokksins verður nomið
við ein almennan fiski-
dagabanka. Hetta skal helst
skiljast á tann hátt, at
flokkurin tekur undir við at
tilfeingisrentan í fiskivinn-
uni, skal koma almenn-ing-
inum tilgóðar. Tjóðveldis-
flokkurin hevur líknandi
orðing í sínum stevnumið-
um, umframt at tjóðveldis-
flokkurin slær fæst, at alt
náttúrutilfeingi er ogn Før-
oya Fólks, og skal hetta
staðfestast í Grundlógini.
Miðflokkurin
sigur
í
sínari skrá at fiskatilfeingi
er ogn Føroya Fólks. Tað
sær ikki út til at Miðflokk-
urin hevur tikið støðu til
rentuna.
Sjálvstýrisflokkurin sig-
ur, at alt tilfeingi á landi
sjógvi og undirgrund er ogn
Føroya Fólks, men heldur
ikki her verður nakað nevnt
um tilfeingisrentuna.
Sostatt sær út til at javn-
aðarflokkurin og tjóðveld-
isflokkurin í spurninginum
um fiskatilfeingisrentu eru
nøkulunda samdir, meðan
fólkaflokksmanningin helst
hevur eina aðra meining,
sum viðmerkingin frá An-
finni Kallsberg bar boð um,
hóast stevnuskrá Fólka-
floksins ikki nevnir nakað
ítøkuligt hesum viðvíkj
andi.
Hesir tríggir flokkarnir
eru helst teir, sum hava tær
mest avgjørdu meiningar-
nar um evnið.
Sambandsflokkurin ger í
sínum stevnumiðum ikki so
nógv burtúr hesum evni.
Samanumtikið sær ikki
út til at tilfeingisspurning-
urin hevur stóra rúmd í
stevnumiðunum hjá før-
oysku politisku flokkunum.
Teir flokkar, sum nevna
evnið í stevnuskráðunum,
nema at kalla bert við
fiskatilfeingi.
Men hvat snýr hetta so
seg um? Hvat er tilfeingi og
hvat er tilfeingisrenta?
Tilfeingi er tað sama,
sum danir og normenn rópa
fyri "ressourcer", og verður
hetta oftast brúkt um fiska-
stovnar og um oljuna í
undirgrundini. Eisini er
vanligt at júst fiskur og olja
verða býtt upp í tilfeingi,
sum verður endurnýggja
(fiskur) og tilfeingi, sum
ikki verður endurnýggja
(olja). Felags fyri fisk og
olju er at bæði kunna
troytast við búskaparligum
vinningi
Fiskastovnarnir og oljan
eru sum sagt tilfeingi, sum
bæði hava stóran búskapar-
ligan týdning, men har-
afturat hava vit nógv annað
tilfeingi, sum hava ella
møguliga fara at fáa stóran
búskaparligan
týdning,
nevnast kann m. a.:
Alifirðirnir.
Vatn, m.a. til orku.
Streymur og alda.
Vindur.
Luftin, eisini radiobylgj-
ur til fartelefonir o. a..
Fólkið, sum her býr.
Jørðin, dyrka sum
ódyrka.
Fuglur og annað livandi.
Arva(gen)-tilfeingi!?
o.s.v.
Soleiðis kann haldast fram
við at nevna ymiskt, sum
meira ella minni fevnur um
hugtakið tilfeingi. Tað, sum
hevur størstan almennan
áhuga er, um viðkomandi
tilfeingi gevur búskaparligt
avkast til tann, sum eigur
(tilfeingisrentu).
Tí er OGNARRÆTTURIN
avgerandi í tilfeingisspurn-
inginum.
Er tað ogn Føroya Fólks
(Tjóðarogn) ella er tað
privat ogn (einstaklingar og
feløg)?
Er tilfeingi á privatum
hondum t.d eitt jarðar-
stykkið, er sjálvandi ongin
ivi um hvør fær rentuna
ella avkastið. Eigur ein pri-
vatur pengar á bók er
heldur eingin ivi um hvør
fær
rentuna.
Sjálvandi
hann, sum hevur ognarrætt-
in til bókina.
Er
tilfeingi
hinvegin
Tjóðarogn, er støðan ein
onnur. Løgtingið hevur
sjálvandi ongan møguleika
fyri at fara til skips ella at
ala laks, útvinna olju ella at
røkja jørðina.
Tí er neyðugt at Løg-
tingið, ígjøgnum Lands-
stýrið, letur øðrum brúks-
rættin til tað tilfeingi, sum
er Tjóðarogn, og sum gevur
búskaparligt avkast.
Tilfeingisrentan verður tá
tann leiga, renta ella prísur,
sum Landsstýrið fær fyri
nýtslurættin.
Hetta kann m.a. gerast
við at bjóða viðkomandi
tilfeingi út í fríari kapping,
eins
og
Búskaparráðið
mælir til í samband við
brúksrættin til fiskatil-
feingi.
Aðrir mátar finnast eis-
ini, eitt nú avgjaldsskipanir,
sum eru tengdar at fram-
leiðsluni, ella loyvisgjøld.
Eitt nú hava teir føroysku
festibóndirnir í nógv ár
goldið eitt ávíst gjald til
jarðarráðið sum leiga fyri
landsjørðina. Tey seinni
árini hevur henda leiga tó
bert havt symbolskan týdn-
ing. Fyrr í tíðini var leigan
tó ein stórur kostnaður fyri
garðin.
Í okkara oljulóggávu er
eisini heimild fyri at ásett
verður ein tilfeingisrenta.
Tey oljufeløg, sum higartil
hava fingið leitingarloyvi
skulu, um tey fara at fram-
leiða olju, gjalda 2% av
bruttoframleiðsluvirðinum
í framleiðalugjaldi. Her
verður
tilfeingisrentan
nevnd "royalty".
Óivað eru eisini onnur
dømir um almenna áseting
av tilfeingisrentu. Hetta
merkir, at í roynd og veru er
hetta nakað, sum ikki er
heilt ókent fyri okkum.
Í privatu vinnuni er
hugtakið tilfeingisrenta væl
kent. Her hjá okkum kenna
vit jú væl til at fiskidagar,
kvotur og fiskiloyvir verða
handlaði. Og ikki minst
haruhagarnir, sum er eitt
gott dømi um sølu av til-
feingi á fría marknaðinum.
Lagt kann vera tilmerkis at
tað er brúksrætturin, og ikki
ognarrætturin, sum verður
handlaður fyri eitt ávíst
tíðarskeið.
Tað er heilt greitt, at tá
ávís fólk ella feløg fáa
brúksrætt
yvir
onkrum
avmarkaðum
almennum
tilfeingi, so skerjir tað
møguleikan hjá øðrum at
fáa lut í rættindunum. Tvs.
at vit lata nøkur fáa ein
framíhjá rætt, sum ikki øll
kunnu fáa. Tað er tí ikki so
løgið, at hann/hon, sum fær
hendan rættin frammum
onnur, rindar fyri hann.
Tá tað snýr seg um
brúksrættin av almennum
tilfeingi (Tjóðarognini), er
neyðugt, at vit í framtíðini
finna ein leist, sum Føroya
Fólk kann taka undir við.
Skal brúksrætturin til alt
tilfeingi, ella partar av tí,
bjóðast út í fríari kapping,
skulu vit áleggja avgjøld,
ella skulu vit kanska finna
eina heilt aðra skipan?
Íslendska Altingið setti
fyri nøkrum árum síðani
ein bólk, sum skuldi koma
við eini tilráðing um tað
íslendska tilfeingi.
Bólkurin lat í 2000 eitt
álit úr hondum. Sjálvt um
niðurstøðan í álitinum varð
nakað tannleys, við tað at
onkrir limir í bólkinum ikki
kundu taka undir við øllum,
er nógv áhugavert og
forvitnisligt í hesum áliti.
Hóskandi hevði tí verið,
at vit føroyingar eisini fóru
í holt við eina tílíka verk-
ætlan, sum so kundi verið
grundarlagið undir einum
framtíðar føroyskum til-
feingispolitikki.
Helst skuldi ein tílík
verkætlan lagt upp til at
Løgtingið fekk møguleika
fyri støðutakan til eina
yvirskipaða tilfeingislóg-
gávu.
Ein tílík lóggáva kundi
m.a. eisini enda við, at vit í-
staðin fyri fiskivinnumála-,
vinnumála-, og oljumála-
ráð, fingu eitt tilfeingis-
málaráð, sum so umsat alt
okkara tilfeingi.
Tilfeingi – tilfeingisrenta
VIÐMERKINGAR
Niðanfyri er prentað
ein takkarkvøða frá
einum onglendingi,
sum fyri stuttum var
á vitjan í Føroyum.
Her vitjaði hann fólk,
sum pápi hansara
hevði samband við í
krígsárunum
FØROYAVITJAN
Ragnhild Ellingsgaard
Fyri
stuttum
prentaði
Sosialurin eina grein, har
ein maður úr Onglandi
eftirlýsti føroyingum, sum
høvdu havt samband við
pápa hansara í krígsárun-
um.
Pápi hansara var staddur í
Føroyum
í
hernaðar-
ørindum, og sonurin vildi
fegin fáa eitt slag av sam-
bandi í lag við tey fólk, sum
á ein ella annan hátt høvdu
havt samband við pápan.
Serliga eftirlýsti hann
eina familju í Eysturoynni,
har pápin í síni tíð hevði
knýtt vinarbond.
Fáar tímar eftir, at grein-
in hevði staðið í Sosialin-
um, fekk maðurin sendani
teldupostar frá Føroyum.
Hetta var alt frá eftirkom-
arum av familjuni í Eyst-
uroynni.
Fyri stuttum var maðurin
á vitjan í Føroyum, har
hann í størri mun kom at
kenna hesi fólk, sum høvdu
staðið pápa hansara so nær.
Niðanfyri hevur hann
skrivað eina takkarkvøðu,
serliga ætlað teimum, sum
gjørdu ferð hansara í Før-
oyum so minningarríka:
"Tað hevði glett meg
stórliga, um Sosialurin
kundi prentað hesa takk-
arkvøðu til teirra, sum
gjørdu mína Føroyavitjan
so minningarríka.
Tað byrjaði alt, tá eg
sendi Sosialinum kunning
um
faðir
mín
Joseph
McDine, sum tænti undir
"the Royal Artillery" í Før-
oyum árini 1942 og 1943.
Eg leitaði eftir fólki, sum
høvdu samband við pápa
mín um tað tíðarmundið -
serliga Mikkelsen familjuni
úr Eysturoy.
Greinin varð prentað i
Sosialinum, og nakrar fáar
tímar eftir tók eg ímóti
telduposti, sendur frá eftir-
komarum av Mikkelsen
familjuni.
Tá eg so vitjaði Føroyar
seinasta vikuskiftið, komu
tey øll og tóku ímóti mær.
At vitja gomlu vinirnar
hjá pápa mínum og at
síggja tey støð, sum hann
kom at kenna so væl á
Toftum og Nesi, var sera
rørandi.
Fyri meg var tað har-
umframt nakað heilt serligt
at hitta Mikkelsen-gent-
urnar, Poulinu Zacharias-
sen, Simonu Nielsen og
Herthu
Skylindal.
Eitt
sindur eldri nú, men enn
líka blíðar sum í mynda-
bókini hjá pápa mínum.
Kunningin, sum Jógvan
Olsen
gav
mær
um
krígstíðina á Toftum og
Nesi, var sera áhugaverd,
og eg takki honum stórliga
– eisini kvinnunum, sum
syrgdu fyri teim undurfullu
leskidrykkjunum.
At syngja "Abide With
Me" og teir føroysku sálm-
arnar við vinunum hjá
Jósefi var sera kensluborið
fyri meg – ógloymandi.
Eg havi loyvt mær, við
hjálp av mínum sambandi
við fólk innan Bretska
Hervaldið, at fingið til vega
nakrar framsýningarlutir til
forminnasavnið á Nesi.
Eisini ætli eg framvegis
at hava samband við teir
nýggju vinir, ið eg havi
funnið. Og eg komi aftur
næsta ár !
David McDine, Mount
Ephraim,
Wheelbarrow
Town, Stelling Minnis,
Canterbury, Kent, England
CT4 6AH.
Teldupostur:
david@mcdine.fsnet.co.uk
Ein takkarkvøða úr Onglandi
David McDine saman við nøkrum av vinfólki hansara í
Føroyum
C
M
Y
K
11
10