Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. juli 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 137 - 20. juli 2002 Nr. 137 - 20. juli 2002 13 Í vígslurøðu síni, segði formaðurin í havnanevndini, Kári P. Højgaard, at nógvir leikir eru í longum talvi, og soleiðis var eisini við kappingini um, hvar útgerðar- havnin skuldi vera. - Her var stórur spenningur heilt til málstrikuna um, hvør fór at vinna kapping- ina, og stór var frøin, tá ið tíðindini bórust um, at oljufeløgini høvdu valt Runavíkar havn, segði hann. HAVNAVÍGSLA Vilmund Jacobsen Á samkomu seinnapartin hósdagin varð nýggja havna- lagið í Runavíkar kom- munu vígt og alment tikið í nýtslu. Hornatónleikur, kaffi undir opnum himli og ein fitt mannamúgva settu dám á hesa løtu. Fyrsta skipið, sum legði at bryggj- uni, tá ið Kongshavn, ið er heitið á nýggju havnini, var vígd, var Lómur hjá Skipa- felag Føroya. Tað var Kári P. Højgaard, býráðslimur og formaður í havnanevndini hjá Runa- víkar kommunu, sum fekk heiðurin at halda røðu og alment boða frá, at nú var Kongshavn vígd og alment tikin í nýtslu. Øktir møguleikar Kári segði, at endiliga upp- rann tann dagur, sum fólk í spenningi hava bíðað eftir. – Í dag verður nýggja havnalagið her undir post- húsinum, sum býráðið hev- ur samtykt skal eita Kongs- havn, alment tikið í nýtslu. Við hesum verða møgu- leikarnir at avgreiða ta stóru skipaferðslu, sum nýtir Skálafjørðin og Runa- víkar havn, munandi bet- raðir. Hann segði, at við nýggja havnalagnum fær kommun- an 100 metrar av atløgusíðu við 12 metra dýpi og um- leið 9000 fermetrar av lendi aftrat at ráða yvir. – Tað eru ivaleyst mong sum hugsa, at nú er nóg mikið gjørt á havnalagnum. Men kemur virksemið at økjast munandi framyvir, síggja vit fram til, at havna- økið framhaldandi verður víðkað eftir tørvi, soleiðis at Runavíkar havn kann taka tær avbjóðingar, sum standa fyri framman og veita teimum, sum brúka havnina – skipum og við- skiftafólki annars – eina góða tænastu, segði Kári. Stór var frøin Hann vísti á, at nógvir leik- ir eru í longum talvi, og so- leiðis var eisini við kapp- ingini um, hvar útgerðar- havnin skuldi vera. – Her var stórur spenn- ingur heilt til málstrikuna um, hvør fór at vinna kapp- ingina um útgerðarhavnina, og stór var frøin, tá ið tíð- indini bórust um, at olju- feløgini høvdu valt Runa- víkar havn. Atlantic Supply Base og Skipafelag Føroya høvdu vunnið kappingina um at veita tænastur í sam- band við tær fyrstu átta bor- ingarnar í leitiskeiðnum. Kári segði, at rættiliga nógv virksemi var á havna- lagnum í fjør, tá ið tær tríggjar fyrstu boringarnar fóru fram. – Á eftirmetingarfundi vóru menn samdir um, at hóast tað mangan var trongligt við bryggjukant- in, hevði arbeiði gingið fyrimyndarligt. Menn sóu fram til, at størri atløgusíða fekst, og at havnaøkið varð víðkað. Tíverri varð olja ikki funnin, har menn met- tu, at bestu møguleikarnir vóru, men oljan varð funn- in djúpri. Hetta førdi við sær, at Agip útsetti sína leitiboring. Tí verður eingin oljuaktivitetur í ár, men komandi ár verður aftur lív í á Atlantic Supply Base, segði hann. Góðar fyritreytir – Vit møta teimum avbjóð- ingum, sum liggja fyri framman, við spenningi og treysti. Seinasta ár tóku Skála kommuna og Runa- víkar kommuna avgerð um samanlegging. Kommunur- nar hava í felag eitt stórt og gott havnalag við beding, turrdokk og skipasmiðju. Kári segði, at í Eystur- oynni finst eitt dugnaligt og fjølbroytt vinnulív og tæn- astuvirksemi, sum bjóðar seg fram í altjóða høpi og við góðum samferðsluviður- skiftum, eru fyritreytirnar tær bestu at liva upp til treytirnar, ið settar verða. – Vit skulu framhaldandi í leitiskeiðnum prógva, at tað var rætta avgerðin, ið varð tikin, tá ið vit vórðu valdir út til hesa týdningar- miklu avbjóðing. Vit vóna, at møguliga komandi olju- ævintýrið kemur at verða kommunu, oynni, landi og fólki okkara at gagni. Formaðurin í havna- nevndini endurtók, at nógv virksemi og ferðsla er um Runavíkar havn, og her verða stórar mongdir at farmi - tó mest fiski - upp- og avskipaðar. – Heilsufrøðiligu krøvini til handfaring av matvørum eru strong, og tí ætla vit at umskipa havnalagið í næst- um, soleiðis at fiskur og annar farmur verður meira atskilt. Oljuhavnin "Kongahavn" vígd og tikin í nýtslu Í samband við vígsluna vórðu eisini gávur handaðar Her síggja vit skiparan á Lómi, Amaliar Haraldsen (tv.), við blómum. Á myndini eru eisini stjórin í Skipafelag Føroya, formaðurin í havnanevndini, Kári P. Højgaard og býráðsformaðurin, Rodmundur Nielsen Amaliar, sum er ættaður úr Elduvík, men býr í Havn, hevur siglt hjá Skipafelag Føroya í 30 ár Mynd: Vilmund Jacobsen Kári P. Højgaard á røðarapallinum Mynd: Vilmund Jacobsen Her leggur Lómur, sum fyrsta skipið eftir vígsluna, til bryggju Mynd: Vilmund Jacobsen Hann vísti á, at fiskivinn- an hevur verið, er og verður framhaldandi lívsgrundar- lagið undir lokala sam- felagnum á staðnum, eins væl og í øllum tí føroyska samfelagnum. Tískil skal fiskivinnan eisini framyvir fáa bestu sømdir at virka undir. – Ítøkilig ætlan er um at sambinda havnaløgini við einum vegi inn á Bakka. Vónandi verður hesin vegur liðugur um ikki so langa tíð, so hann kann lætta nakað um tungu ferð- sluna, sum koyrir gjøgnum býin. Ynskir um framtíðina Men hvørji framtíðarynskir hevur so formaðurin í havnanevndini? – Jú, í fyrsta lagi er ynskiligt, at vit fáa eina "bip-støð" her sum skjótast, soleiðis at skip sleppa undan at fara á Kollafjørð at kanna lastina. Í øðrum lagi, at oljuvinnan og fiski- vinnan kunnu arbeiða hond í hond, so kappingin mill- um vinnurnar kann verða við til at menna báðar part- ar. Í triðja lagi, at farmur til og úr Eysturoy í størri mun enn nú verður avgreiddur her á staðnum heldur enn í bili eftir oyggj. Í fjórða lagi, at ferðamannaskip vitja havnaløg uttanfyri Tórs- havn, og at okkurt eisini finnur vegin inn á Skála- fjørðin. Í fimta lagi ynski eg at uppliva, at havnalagið verður ein samanhangandi eind, úr Saltangará og inn á Bakka. Kári nýtti eisini høvi at takka øllum, sum hava við- virka til, at nýggja havna- lagið nú er vorðið veru- leiki. Eisini takkaði hann havnameistara og havna- umsjónini, sum dagliga starvast á havnalagnum og hevur ábyrgdina av, at alt virksemið verður framt undir skipaðum viðurskift- um. – Tøkk fyri gott samstarv og tolsemi, tí mangan hevur verið trongligt við atløgusíðuna, og menn hava verið noyddir at laga seg eftir umstøðunum. Eisini takkaði Kári Skipa- felag Føroya fyri, at felagið vildi lata Lóm verða fyrsta skipið, sum legði at Kongs- havn – og hornorkestrinum fyri, at tey altíð eru til reið- ar at seta sín dám á merkis- dagar, tá ið heitt verður á tey. At enda ynskti formaður- in í havnanevndini Harrans signing yvir staðin og havnalagið. – Tað er mín vón, at henda íløga kemur at verða við til at menna býin og fíggjarliga at verða eitt gott íkast framyvir, segði Kári P. Højgaard. KOMMUNUTÍÐINDI Vilmund Jacobsen Í 2001 víðkaði Nes komm- una nýggja kirkjugarðin á Nesi, og hetta arbeiði er liðugt. Vegur er eisini gjørdur úr kirkjuvegnum og norður um nýggja kirkju- garðin. Kommunan hevur eisini gjørt eina vegaføring í sam- band við útstykkingina millum Heygarnar og Gadd. Tá ið arbeiði við kloakk, vatni og el er lið- ugt, eru fyrstu grundstykk- ini frá Gadd og norðureftir klár. Á Brekkukletti er vegur- in longdur suðureftir. Asfaltering Nes kommuna fyrireikaði í 2001 arbeiðini at asfaltera alt havnaøkið, og hetta ar- beiði byrjaði tíðliga í hes- um árinum. Tey, sum dagliga ferðast á havnalagnum, hava sæð, at her er nógv hent í sein- astuni. Her er vorðið noss- ligari og arbeiðsligari hjá tí nógva virkseminum, sum er á havnaøkinum. Kirkjugarður, vegir og asfaltering FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Nú skúlarnir eru í summarfrí, arbeiða 10 skúlanæmingar á Norðís Seafood á Eiði. Hetta eru næmingar, sum eru 15 ára gamlir og eldri. Á Eiði siga tey, at virkið plagar at hava næmingar til arbeiðis um sumrarnar, men vanliga hava hetta verið næmingar, sum eru lidnir við 10. flokk. - Í summar hava vit so eisini tikið yngri næmingar til arbeiðis. Mest upsi Sum skilst, hevur nógv fiskaarbeiði verið á Eiði í summar, og serliga er tað upsi, sum er farin gjøgnum maskinurnar. Virkið hevur tó eisini arbeitt nakað av hýsu. Eini 60 fólk eru vanliga til arbeiðis á Norðís Sea- food, tá ið mest er at gera, og nú hevur virkið so hesar 10 skúlanæmingarnar aftrat. - Her arbeiða fólk úr nógvum ymiskum bygdum, og onkur koyrir langan veg fyri at koma norður higar til arbeiðis. Vit hava t.d. fólk úr Hósvík, Kollafirði og onkur kemur eisini úr Havn, siga tey á Eiði. Ikki góðkend Meginpartin av ráfiskinum keypir Norðís Seafood á uppboðssølu. Onkur last verður keypt beinleiðis, men um sjálvan bryggju- kantin á Eiði kemur at kalla eingin fiskur, tí Eiði er ikki góðkend landingarhavn. KOMMUNUTÍðINDI Vilmund Jacobsen Í frágreiðingini til rokn- skapin hjá Nes komm- unu, verður sagt, at eftir- spurningurin eftir pláss- um í dagrøktini øktist í 2001; tí valdi kommunan at keypa gamla B68-hús- ið, sum nú rúmar spæli- stovu hjá dagrøktini, frí- tíðarskúla og útibarna- garði. Býta útreiðslurnar Eftir dagrøktarskipanini, rindar kommunan nú 70% av útreiðslunum til barnaansingina og for- eldrini 30%. Tað er Al- manna-og Heilsumála- stýrið, sum hevur ábyrgdina av almanna- veitingunum. Við útibarnagarðinum, er talið av børnum,sum verða ansað, eini 125. Dagrøkt, frítíðarskúli og útibarnagarður 10 skúlanæmingar arbeiða á Norðís Seafood Norðís Seafood er eitt gott arbeiðspláss, og summi koma langan veg fyri at arbeiða á fiskavirkinum á Eiði. Í løtuni eru eisini 10 skúlanæmingar til arbeiðis á virkinum Væl av fólki var samankomið á Kongshavn hósdagin, tá ið oljuhavnin varð vígd og alment tikin í nýtslu Mynd: Vilmund Jacobsen Internet -tað loysir seg! C M Y K 13 12