Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. juli 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Besti føroyingur gjørdist aftur Gunnar Dahl-Olsen, sum var fimtur í røðini STATOIL KRING FØROYAR Páll Holm Johannesen Eftir fyrstu etapu í Statoil Kring Føroyar, er greitt, at 41-ára gamli danin, Anders Rasmussen nú er á odda í samanløgdu støðuni. And- ers varð fyrstur á máli í Runavík hósdagin, og er nú 12 sekund frammanfyri vinnaran mikudagin, Kar- sten Ellerup. Fimm drógu frá Allir súkklararnir fylgdust úr Havn til Kollafjarðar, har teir yngstu vórðu teir fyr- stu, ið blivu settir av. Tá komið var til Eiðis- skarð var ein flokkur av 20 súkklarum, og á sjálvum skarðinum drógu fimm súkklarar frá. Ongin føroy- ingur var við í hesum fimm-mannaflokki. Teir fimm súkklarnir, Anders Rasmussen, Kar- sten Ellerup, Leon Vib- holm, Kenn Holmqvist og Richard Jones fylgdust til Gøtueiði, har so maðurin frá Ynes Mon, Richard Jon- es misti, og endaði í flokki- num aftanfyri. Í flokkinum, aftanfyri teir fýra fremstu, vóru eini 10 súkklarar, har Gunnar Dahl-Olsen var einasta før- oyska umboðið. Eitt sindur longri aftanfyri, vóru Sverri Mohr Edvinsson og Eli Christiansen at finna. Anders Rasmussen fór frá hinum Fýra teir fremstu súkklarnir arbeiddu væl saman, har teir skiftust at halda ferð. Tá góðir 15 kilometrar írestaðu, gjørdi Anders Rasmussen eina roynd at sleppa frá hinum, men hon miseydnaðist. Løtu seinni royndi And- ers aftur, og hesaferð gekk betri. Anders fekk við undankoyingini eina fjar- støðu uppá góðan hálvan minutt niður til hinar. Teir tríggjir, Karsten Ellerup, Leon Vibholm og Kenn Holmqvist, megnaðu ikki at arbeiða so væl saman. Hetta komst av, at teir høv- du sera torført við at halda somu ferð. Komnir um Agnið, gjørdi Karsten Ellerup eina roynd at fáa fatur í Anders Ras- mussen aftur, men tað nád- di hann ikki, hóast hann vann eini 15 sekund inná á Anders Rasmussen. Gunnar aftur besti føroyingur Gunnar Dahl gjørdist aftur besti føroyingurin hósdag- in. Hann kom á mál á fimta plássi, og er nú dottin niður frá triðja til fimta pláss í samanlagdu støðuni. Gunnar var í flokkinum aftanfyri teir fremstu súkklararnar, og kom á mál góðar fimm minuttir eftir Anders Rasmussen. Flokk- urin, sum Gunnar var í, tal- di fimm súkklarar, og allir komu á málið við somu tíð Næstu føroyingarnir vóru Sverri Mohr Edvinsson og Eli Christiansen, ið komu á mál á vikavist 12- og 14 plássi. Í samlaðu støðuni er teir eisini 12- og 14 plássi. Nr. 137 • leygardagur • 20. juli 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Rygg samlað samlað Nr. Nr. Navn Felag Aldur Tíð støða tíð 1 6 Anders Rasmussen Lyngby CC 41 2:47:36 1 02.58.38 2 1 Karsten Ellerup Vejle CK 23 2:47:52 2 02.58.50 3 2 Leon Vibholm HAC 29 2:48:36 3 03.00.03 4 7 Kenn Holmquist Olsen TCR 32 2:48:54 4 03.00.31 5 5 Gunnar D. Olsen Tórshavnar Súkklufelag 37 2:52:10 5 03.03.33 6 9 Christian Brandt Amager C R 31 2:52:10 8 03.03.46 7 4 Morten Truelsen Fix Rødovre 19 2:52:10 9 03.03.48 8 16 Johan Reis Amager C R 28 2:52:10 6 03.04.08 9 3 Richard Jones Ynes Mon 33 2:52:10 7 03.04.16 10 15 Henrik Guldager Knudsen Viborg MTB Klub 22 2:53:36 10 03.05.36 11 17 Stephan Phillip Vejle CK 20 2:58:28 11 03.10.05 12 12 Sverri M. Edvinsson Tórshavnar Súkklufelag 36 3:02:37 12 03.14.04 13 8 Kenneth Ellefsen Tórshavnar Súkklufelag 31 3:02:37 13 03.14.23 14 14 Eli Christiansen Tórshavnar Súkklufelag 17 3:04:27 14 03.16.38 15 13 David Thomas Ynes Mon 35 3:11:10 15 03.22.53 16 22 Jens Sigurd Simonsen Tórshavnar Súkklufelag 20 3:15:50 17 03.28.49 17 19 Arwel Jones Ynes Mon 34 3:16:46 16 03.29.04 18 20 Beinir Rasmussen Tórshavnar Súkklufelag 29 3:17:07 18 03.29.20 19 27 Allan Søndergaard Hammel Cykel Klub 55 3:22:07 19 03.35.10 20 11 Dave Williams Ynes Mon 35 3:25:22 20 03.37.58 21 21 Gareth Blackshaw Ynes Mon 23 3:27:05 21 03.38.58 22 24 Keith Thompson Ynes Mon 54 3:27:05 22 03.40.01 23 10 Aiden Bradley Ynes Mon 20 3:29:09 23 03.41.17 24 26 John Barry Williams Ynes Mon 50 3:29:14 24 03.41.58 25 23 Christian Guttesen Tórshavnar Súkklufelag 23 3:39:51 25 03.52.13 26 18 Esmar Joensen Tórshavnar Súkklufelag 27 3:44:25 26 03.57.29 27 25 Evald Rasmussen Tórshavnar Súkklufelag 45 4:03:32 27 04.17.20 28 29 Hans Krosstein Tórshavnar Súkklufelag 14 4:04:22 28 04.17.39 29 28 Danjal Michaelsen Tórshavnar Súkklufelag 15 4:06:09 29 04.19.48 30 31 Robert Vilhelmsen Tórshavnar Súkklufelag 50 4:09:57 31 04.35.44 31 30 Bergur Johansen Tórshavnar Súkklufelag 13 4:20:18 Ikki gjøgnumført 32 Geyr Gilssteinsson Ikki møttur til start 33 Páll Didriksen Súkklubrek Anders Rasmussen vann í Eysturoynni Danir hava verið einaráðandi í Statoil Kring Føroyar higartil. Hósdagin áttu øll trý plássini á skamlinum Eli Christiansen og Sverri Mohr Edvinsson vóru næstu føroyingarnir á mál, eftir Gunnar Dahl Olsen 15 14 Nr. 137 - 20. juli 2002 Pápi svensku drotn- ingina var limur í týska nazistaflokk- inum SVØRÍKI Árni Joensen Svenska drotningin er fødd í Týsklandi, og nú avdúkar blaðið Arbetaren, at pápi hennara, Walter Sommer- lath, gjørdist limur í na- zistaflokkinum í 1934. Walter Sommerlath búði tá í Brasil, men hann flutti aftur til Týsklands í 1937. Tá vóru nazistarnir komnir til valdið. Svenska blaðið hevur funnið navn hansara í lima- listanum hjá nazistaflokk- inum. Har sæst, at hann hevur endurnýggjað lima- skapin tvær ferðir, men tað sæst ikki, um ella nær hann fór burtur úr flokkinum. Walter Sommerlath, sum doyði í 1990, avsannaði í einari samrøðu í 1976, at hann hevði verið limur í nazistaflokkinum. Svenska blaðið Afton- bladet skrivar, at Silvia drotning varð kunnað um greinina í Arbetaren, áðrenn blaðið kom út. Kongshúsið hevur ikki gjørt nakrar beinleiðis viðmerkingar til grenina, men ein talsmaður hjá kongshúsinum segði hós- dagin, at Walter Sommer- lath hevur ongantíð verið partur av svenska kongs- húsinum. UTTAN ÚR HEIMI Tveir hvítir løgreglu- menn í Los Angeles eru nú ákærdir fyri at hava bukað og sligið ein svartan ungling, eftir at teir fyrst høvdu lagt hann í hondjørn USA Árni Joensen Tilburðurin, sum var í Los Angeles-forstaðnum Ingle- wood, varð tikin upp á sjónband, og myndirnar eru síðani vístar í sjónvarpi um allan heim. Annar løgreglumaðurin, Jeremy Morse, er ákærdur fyri at hava lagt á tann 16 ára gamla svarta Donovan Jackson við óneyðugum harðskapi og at hava sligið hann í andlitið. Ein starvs- felagi hansara er ákærdur fyri at hava falsað frágreið- ingina um tað, sum hendi. Báðir løgreglumenninir siga seg vera ósekar. Verður tann 24 ára gamli Jeremy Morse dømdur sekur, kann hann fáa trý ára fongsul og 70.000 krónur í bót. Hann er fyribils loystur úr starvinum, men fær kort- ini fulla løn. Tilburðurin í Inglewood hevur fingið øði í tað svarta fólkið í býarpartinum, og seinastu dagarnar hava tey fleiri ferðir skipað fyri mót- mælum ímóti løgregluni, sum verður løgd undir at vera rasistisk. Umframt løgregluna í Los Angeles kanna ameri- kansku landsmyndugleik- arnir eisini tilburðin í Inglewood. M. a. hevur løgmálaráðið í Washington sett fólk at kanna málið. Útlendsk ferðafólk í Keypmannahavn verða steðgað av monnum, sum siga seg vera løgreglu- menn, men sum vísa seg at vera tjóvar DANMARK Árni Joensen Seinasta vikuskiftið steðg- aðu tríggir menn einum japanskum hjúnum á einari gøtu í Keypmannahavn. Menninir søgdu seg vera løgreglumenn, og ein teirra vísti fram eina silvurlitta stjørnu. Japansku ferða- fólkini ivaðust sum vera man ikki í, at menninir vóru løgreglumenn og lótu teir kanna taskurnar, sum tey høvdu. Tá teir tríggir menninir vóru farnir, varnaðust japansku hjúnini, at evrur, dollarar og yen fyri 11.000 krónur vóru horvin. Í einum øðrum føri steðgaðu nakrir menn einum indiskum pari. Ein teirra spurdi, um indiski maðurin kundi taka eina mynd av sær fyri seg. Um somu tíð komu tveir aðrir menn hagar. Teir søgdu seg vera løgreglumenn og spurdu, um indisku ferða- fólkini høvdu rúsevni í taskunum. Ein av monn- unum vísti eitt skelti fram. Tá indiska parið fekk task- urnar aftur, vóru 700 doll- arar horvnir. So møtir tú einum manni ella einari kvinnu í Keyp- mannahavn, sum sigur seg vera úr løgregluni, so er tað ikki vist, at tað er so. Men tað ber til at biðja um at sleppa at síggja samleika- prógvið, sum tey røtti løgreglufólkini hava. Pápi Silviu drotning var nazistur Falskir løgreglumenn í Keypmannahavn Hvítir løgreglumenn ákærdir fyri harðskap ímóti svørtum unglingi Løgreglumaðurin Jeremy Morse í rættinum í Inglewood hósdagin, tá hann varð formliga ákærdur fyri óneyðugan harðskap Mynd: Reuters C M Y K 14