leygardagur 20. juli 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 137 - 20. juli 2002
17
TÍÐINDASKRIV
Bragdið
Leygardagin tann 27. juli
skipar Bragdið fyri renni-
kappingum á Skálatrøð í
Havn. Kappast verður í
ymsum bólkum hjá bæði
vaksnum og børnum. Start-
ur og mál í øllum kapping-
um er á Skálatrøð.
Byrja verður kl. 18.30, tá
vaksin renna 5 km. Runnið
verður nakrar ferðir runt
niðri á Skálatrøð og út á
Tinganes.
Hóast øll tey vaksnu
byrja í senn, so verður
kappast í tveimum aldurs-
bólkum: vaksin fødd í 1984
ella fyrr, og vaksin fødd í
1956 ella fyrr (veteranar).
Vinnandi
maðurin
og
kvinnan fáa steyp, harum-
framt fáa nr. 1, 2 og nr. 3
heiðursmerki. Nr. 1, 2 og 3
í
veteranbólkunum
fáa
heiðursmerki.
Kappingin á Ólavsøku er
samstundis 6. – og síðsta –
umfar í árligu Grand Prix
kappingini hjá teimum
vaksnu. Hjá monnunum er
Bogi Lenvig fremstur við
200 stigum, nr. 2 er Gut-
torm Sørensen við 140 stig-
um og nr. 3 er Bogi Joensen
við 116 stigum. Hjá kvinn-
um er Rigmor N. Arge
fremst við 200 stigum, nr. 2
er Sólfríð Fjalsbak við 124
stigum og nr. 3 er Brindis
R. Weihe við 88 stigum.
Bæði hjá kvinnum og
monnum eru samlaðu vinn-
ararnir funnir, meðan hinar
støðurnar ikki eru endaliga
avgjørdar.
Børnini byrja at renna kl.
19.00 tá dreingir og gentur
– 7 ár (f. 1995 ella seinni)
renna eina ferð runt, t. e.
600m. Síðani renna dreing-
ir og gentur – 10 ár (f.
1992-1994) sama tein
Tey størru børnini skulu
renna 2 ferð runt, t. e.
1200m. Kappast verður í
hesum bólkum: dreingir og
gentur – 13 ár (f. 1989-
1991) og dreingir og gentur
– 17 ár (f. 1985-1988).
Nr. 1,2 og 3 í teimum
ymisku bólkunum hjá gent-
um og dreingjum fáa
heiðursmerki. Vinnarin fær
harumframt steyp.
Eins og hjá teimum vaks-
nu er hetta eisini tann sein-
asta kappingin í barna
Grand Prix kappingini.
Spennandi verður tí at
síggja hvørjir vinnararnir
verða!
Handan av steypum til nr.
1,2 og nr. 3 í Grand Prix
kappingini, hjá bæði vaks-
num og børnum, verður
eftir at fremstu rennararnir
á Ólavsøkurenningini eru
heiðraðir.
Við vón um at nógv møta
til kappingarnar – í fjør
vóru uml. 150 luttakarar –
verða tey ið ætla at luttaka
biðin um, at melda seg til
við handilin hjá P/F Valde-
mar Lutzen ímillum kl.
17.30-18.15.
Orsøkin til brádliga
skiftið úr KÍ er, at
fuglfirðingurin skal
á læraraskúla.
SPÆLARASKIFTI
Páll Holm Johannesen
Bárður á Lakjuni og GÍ
eru komin ásamt um ein
hálvt annað ára sáttmála.
Bárður hevur spælt við KÍ
í fyrra hálvu, men hevur
nú valt at skifta bláu
troyggjuna út við tí gulu
úr Gøtu. Bárður á Lakjuni
hevur undanfarin ár spælt
við ÍF, men í ár hevur
hann
so
umboðað
klaksvíkingar.
Fuglfirðingurin hevur
fingið nógva spælitíð í
Klaksvík, har hann fyri
tað mesta hevur verið
undir liðini á Kurt Mørk-
øre í KÍ-álopinum.
Skal á læraraskúla
Orsøkin til brádliga skift-
ið, sigur Bárður vera, at
hann eftir summarfrítíð-
ina, skal á læraraskúla í
Havn, og hann skal gerast
pápi, og tí hevur hann ikki
líka tíð til fótbóltin. Bárð-
ur býr í Leirvík, og ferð-
ingin til Klaksvíkar fer
við ov nógvari tíð.
Nýggji
GÍ-leikarin
leggur dent á, at tað er
ikki íkomin nøkur illstøða
millum hann og KÍ, og
partarnir skiljast í semju.
Honum hevur dámt væl í
Klaksvík,
og
tað
er
keðiligt,
at
partarnir
vórðu noyddir at skiljast í
ótíð.
Fyri GÍ má spælara-
skiftið koma væl við, ser-
liga tá hugsað verður um,
at álopið hevur verið nógv
skert í fyrru hálvu. Pó-
lendinginum
Krzystof
Popczynski hevur nærum
ikki verið at sæð á GÍ-lið-
num, tí má Bárður á Lakj-
uni kennast sum kær-
komin styrkur hjá gøtu-
monnum.
Bárður á Lakjuni
skiftir til GÍ
Nú fær sterki verjuleikarin, Bartal Eliassen, enn ein fuglfirðing sum liðfelag í GÍ
FM í Kast
TÍÐINDASKRIV
FÍF (Frælsur Ítróttur Føroya)
Skipað verður fyri FM í teimum fýra kastigreinunum
innan tann frælsa ítróttin 23. og 25. juli.
Kappingarnar verða á kastibananum í Tórshavn.
Týsdagin 23. juli kl. 17.30 verður byrja við
hamarkasti, og tá tað er liðugt byrjar diskos kast.
Hósdagin 25. juli kl. 17.30 verður byrja við kúlustoyt,
og tá tað er liðugt byrjar spjótkast. Menn og kvinnur
kasta samstundis í øllum greinunum. Tilmelding á
staðnum undan kappingunum.
Renning á Ólavsøku!
Skráðin fyri
Ólavsøkurenningina
er henda:
Kl.
Aldursbólkur
Teinur
17.30-18.15 Tilmelding
18.30
Vaksin (fødd í 1984 ella fyrr)
5 km
19.00
Børn – kappast verður í hesi raðfylgju:
Børn – 7 ár (f. 1995 ella seinni) 600m
Børn – 10 ár (f. 1992-1994)
600m
Børn – 13 ár (f. 1989-1991)
1200m
Børn – 17 ár (f. 1985-1988)
1200m
20.00
Heiðursmerkja- og steypahandan
Teir tríggjir, Dánjal
Michaelsen, Hans
Krosstein og Bergur
Johansen, ætla allir at
hjálpast at, so teir
saman kunnu
gjøgnumføra Statoil
Kring Føroyar
STATOIL KRING
FØROYAR
Páll Holm Johannesen
Teir
ungu
føroysku
súkklararnir gjøgnumførdu
allir tann 120 kilometra
langa
teinin
hósdagin.
Hetta má sigast at vera eitt
satt bragd. Tá havt verður í
huga, at dreingirnir ikki eru
meir enn13-15 árs aldur, er
avrikið rættiliga flott.
Teir tríggjir, Dánjal Mic-
haelsen 15 ár, Hans Kros-
stein 14 ár og Bergur
Johansen 13 ár eru allir
ímillum fremstu súkklarar-
nir í teirra aldursbólki, men
at luttaka í Statoil Kring
Føroyar er nakað heilt
annað. Teir eru allir farnir í
kappingina við tí fyri eyga,
at klára gjøgnumføra hana.
Hjálpast at
Teir tríggjir fylgdust til
Skálabotn, men tá misti
Bergur, og Hans og Dánjal
fóru frá honum. Tá komið
var til Agnið dróg Hans frá
Danjali, og klaksvíkingurin
varð fyrstur á mál av teim-
um ungu luttakarunum.
– Hetta var ræðuliga hart,
segði Hans Krosstein eftir
kappingina, og var fegin
um at allir teir ungu megn-
aðu at gjøgnumføra.
Fríggjamorginin tosaðu
við Hans, og hann var sum
vera man rættiliga troyttur,
men hann hevði ongar
ætlanir um at gevast frá
hondini.
– Nei, nú er bara at koyra
á, tí nú er longsti teinur
súkklaður, og vónirnar um
at gjøgnumføra kappingina
eru
betraðar
munandi,
greiðir Hans Krosstein frá.
Víðari sigur Hans, at teir
ungu súkklararnir ætla allir
at hjálpast at, so at teir sam-
an kunnu gjøgnumføra
Statoil Kring Føroyar.
Gøtueiðið strævnasta
nakrantíð
Spurdur um hvørji strekki
serliga vóru tung hósdagin,
sigur Hans, at Gøtueiðið er
tað strævnasta, hann nakran-
tíð hevur súkklað.
– Tá man kemur til Gøtu,
eru kreftirnar við at ganga
undan, og tí var tað strekki
serliga strævið, visir ungi
klaksvíksdrongurin á.
Hans Krosstein sigur seg
dáma væl súkklulívið, og
hann so avgjørt fer at gera
nógv við súkklingina í
framtíðini.
– At síggja teir profes-
sionellu súkklarnar í Tour
de France og í Statoil Kring
Føroyar gevur mær bara
enn betri mót at gera enn
meir við súkklingina, sigur
Hans Krosstein við Sosial-
in.
Kemur av
súkklufamilju
Súkklingin er ikki heilt
ókent fyribrigdið fyri Hans
Krosstein. Í Danmark hev-
ur hann familju, ið ger
rættiliga nógv við súkk-
lingina.
Tað eina sysknabarnið er
Danmarksmeistari í sínum
aldursbólki, meðan hitt eis-
ini klárar seg væl.
Gubbi Hans, súkklar til
dagliga
ímóti
Anders
Rasmussen,
sum
vann
etapuna á Eysturoynni, so
at Hans eisini er farin undir
at kapppsúkkla, er kanska
ikki so løgi.
– Ræðuliga hart
17
16
Nr. 137 - 20. juli 2002
Í europeiskum høpi
verður skilnaður
gjørdur millum
Europa Cup kapping-
arnar og so Intertoto
Cup kappingina, sum
verður skattað væl
lægri, enn hinar
kappingarnar verða
ALTJÓÐA
MÁLSKJÚTTAR
Jóannes Hansen
Tá ið vit í gjár umrøddu
dystin í Georgia millum
Torpedo Kutaisi og B36
komu vit eitt nú inn á báðar
B36 málskjúttarnar. Magni
á
Lakjuni
og
Bárður
Mortansson skoraðu fyri
B36 í Georgia. Í tí sam-
bandinum varð nevnt, at
teir báðir áður hava skorað í
Europa Cup fyri HB. Tá
varð eisini lagt afturat, at
teir báðir skrivaðu søgu, tí
teir eru fyrstu føroysku
spælararnir, sum hava skor-
að fyri tvey feløg í Europa
Cup.
Hetta er framvegis púra
rætt, men søgan um málini
hjá Súna Fríða Johannesen
í europeisku kappingunum
átti at havt verið nevnd.
Súni Fríði Johannesen
hevur spælt í Europa Cup
fyri B68 og HB. Tá HB í
1998 var í Europa Cup fyri
steypavinnarar, vunnu teir á
heimavølli 2–0 ímóti VPS
Vaasa úr Finnlandi. Ta ferð-
ina skoraði Súni Fríði Jo-
hannesen bæði málini.
Súni Fríði Johannesen
hevur ikki skorað í Europa
Cup dystum fyri B68. Men
tað eigur í hesum sambandi
at verða nevnt, at hann hev-
ur skorað í tveimum Inter-
toto Cup dystum fyri B68.
Í europeiskum høpi verð-
ur greiður skilnaður gjørd-
ur millum Europa Cup fyri
meistarar og UEFA Cup og
inntil fyri heilt fáum árum
síðani Europa Cup fyri
steypavinnarar á aðrari
síðuni og so Intertoto Cup á
hinari síðuni. Henda síðst
nevnda kappingin er ikki í
sama meti sum tær í Europa
Cup. Talan er um eina
kapping, sum veddingar-
feløgini í Europa skipa fyri
um summarið, tá eingir
landskappingardystir,
steypadystir og Europa Cup
dystir eru á skránni.
At henda kappingin ikki
verður mett á sama støði,
sum Europa Cup kapping-
arnar verða, sæst eitt nú í,
at ofta eru tað nógvir eyka-
spælarar, sum eru á liðnum,
tí føstu menninir framvegis
eru í summarfrí.
B68 var við í Intertoto
Cup í 1996, í fjør og aftur í
ár. Í 1996 skoraði Súni
Fríði Johannesen, tá B68
tapti 4–1 í Limasol ímóti
Apollon, og í fjør skoraði
hann, tá B68 á Svanga-
skarði tapti 4–2 ímóti
Sporting
Lokeren
úr
Belgia. Marcello Marcel-
lino skoraði hitt málið.
Altso hevur Súni Fríði
skorað fyri tvey ymisk
feløg í altjóða skrásettum
dystum, men higartil hevur
hann bara skorað fyri HB í
Europa Cup. Í komandi
mánað fer Súni Fríði Jo-
hannesen at fáa nýggjan
møguleika at skora mál í
Europa Cup. Tá skal GÍ,
sum hann umboðar í ár,
spæla í UEFA Cup.
Henda søgan átti at havt
verið nevnd í greinini um
málskjúttarnar í Europa
Cup, sum var í blaðnum í
gjár. Men nú er hon so
komin á prent.
B36 tvey mál
Í hagtalsgreinini í gjár varð
sagt, at tá B36 í fyrradagin
tapti 5–2, so var tað bara
onnur ferðin í føroysku
Europa Cup søguni, at tað
hevur eydnast einum føroy-
skum felag at skora tvey
mál á útivølli. Hetta er púra
rætt, men sum við mál-
unum hjá Súna Fríða Jo-
hannesen í Intertoto Cup
kappingini, so átti ein søga
um eitt úrslit hjá B36 í
Intertoto Cup kappingini
verið lagt afturat.
B36 var føroyska umboð-
ið í Intertoto Cup í 1997.
Teir spældu tríggjar dystir.
Á heimavølli taptu tir 5–0
ímóti KRC Genk úr Belgia
og 1–0 ímóti Dinamo
Moskva úr Russlandi. B36
spældi ein dyst á útivølli.
Hann var ímóti Panahaiki
úr Grikkalandi. Tann dyst-
urin endaði 4–2 til grikska
liðið. John Petersen skoraði
bæði málini fyri B36. So
kom eisini tað heilt uppá
pláss.
Útlendski áhugin fyri
álopsmanninum er
ikki so stórur, meðan
útlendingar framveg-
is sigast hava áhuga í
Peter Madsen hjá
Brøndby, sum so hev-
ur tryggjað sær top-
skjúttan í superliguni
at loysa av
SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
Fyrr í vikuni nevndu vit, at
hurðin gongur títt í FCK,
og at veruleikin í donskum
fótbólti er alt meiri og
meiri, at »har du penge, så
kan du få, men har du
ingen, so må du gå«.
Hatta við pengunum tyk-
ist vera staðfest eina ferð
afturat. Brøndby og FCK
kappast um bestu spælarar-
nar og harvið um bestu
fyritreytirnar
at
vinna
meistaraskapin. Hini feløg-
ini standa øll við húgvuni í
hondini. Tey eru fíggjarliga
illa fyri, og sjálvt um tey
sjálvandi høvdu viljað havt
bestu spælararnar í felag-
num, so eru tey kroyst til at
selja, tá FCK ella Brøndby
ella kanska okkurt útlend-
skt felag vísa áhuga.
Í fjør var Peter Madsen
hjá Brøndby ein av topp-
skjúttunum í superliguni.
Síðani í vár hevur verið
roknað við, at Peter Mad-
sen fór at verða seldur til
útlandið. Og hóast hann
ongantíð kom á vøllin, tá
Danmark var í HM enda-
spælinum, so tykist útlend-
ski áhugin framvegis vera
so mikið stórur at keypa, at
Brøndby sigst hava tryggj-
að sær avloysaran. Hann er
Kasper Dalgas úr OB, sum
eisini var millum topp-
skjúttarnar í superliguni,
men sum ikki taldist mill-
um teir hepnu, sum fyrr í
summar fingu HM boð.
Donsku fjølmiðlarnir siga
seg vita, at Brøndby hevur
bjóðað
fíggjarliga
illa
kroysta OB ein so stóran
kekk, at teir í Odense ikki
kunnu vísa tilboðnum frá
sær. Avtalan millum Brønd-
by og OB gongur út uppá,
at Kasper Dalgas skal flyta
úr Odense og til Brøndby í
somu løtu, sum Peter Mad-
sen verður seldur til útland-
ið.
Kasper Dalgas hevur sera
góðan bóltførleiki, og tað er
nakað, sum dámar nýggja
Brøndby venjaranum, Mi-
chael Laudrup, sera væl. At
26 ára gamli álopsmaðurin
er førur fyri at skora mál á
hægsta støði í Danmark
prógvaði hann seinasta
kappingarár, tá hann skor-
aði 22 mál í teimum 33
superligu dystunum hjá
OB.
Zuma og skatturin
Álopsfelagin
hjá
Toda
Jónsson, Sibusisu Zuma,
hevur leingi verið roknaður
sum upplagt evni fyri út-
lendsk feløg. Tað hevur
verið roknað við, at hann
fór at verða seldur, tá HM
endaspælið var av. Men tað
gekk einki serligt hjá Zuma
í Fjareystri. Nú er hann
aftur í FCK, og í gjár segði
hann við danskar fjølmið-
lar, at hann hevur einki
ímóti at halda fram at spæla
fótbólt í FCK, tí hann og
familjan trívast sera væl í
Keypmannahavn.
Sáttmálin millum Zuma
og FCK er galdandi inntil á
sumri í 2004. Um sáttmálin
skal leingjast, og um Zuma
skal fáa tað sama ella helst
meiri burturúr, so eru teir í
FCK noyddir at rinda nógv
meiri fyri hann.
Í Danmark er ein partur
av skattalóggávuni, at út-
lendskir listarmenn eru
undir serligari skattaskipan.
Talan er um teir, sum vinna
meiri enn 700 túsund krón-
ur um árið. Teir rinda bara
25 prosent í skatti. Skipan-
in varð í síni tíð gjørd fyri
balettdansarar, leikstjórar
og sjónleikarar og fleiri
innan listarligu bransjurnar,
men so funnu teir í stóru
fótbóltsfeløgunum út av, at
her var ein máti at fáa góðar
útlendskar spælarar til Dan-
markar. Tað ráddi um at
kalla teir kunstnarar, og tað
góðtók skattavaldið
Trupulleikin hjá FCK og
Zuma er, at skipanin bara er
galdandi í trý ár. Zuma hev-
ur longu verið í Danmark
og í FCK í tvey ár. Tað vil
siga, at um eitt ár fer skatta-
trýstið hjá honum úr 25
prosentum og upp í tey um-
leið 60 prosentini, sum
Todi Jónsson og allir hinir
donsku spælararnir í FCK
rinda. Tí verður neyðugt hjá
FCK at rinda meiri í løn til
Zuma, um hann skal hava
tað sama eftir á kontoini, tá
skattefar, sum danir plaga
at taka til, hevur fingið sítt.
Zuma verður í álopinum,
tá FCK seinnapartin í dag
fer at spæla í Parkini ímóti
Club Brügge. Tað er meiri
ivasamt, um Todi Jónsson
verður við. Tíðliga í hesi
vikuni koykti hann fótin
undir venjing. Tí var hann
ikki við, tá FCK miku-
kvøldið spældi ímóti Shef-
field Wednesday. Fyrra-
partin í gjár var hann mest
sum komin fyri seg aftur.
Men tað var ivasamt, um
hann verður ímillum teir
fyrstu ellivu í dag.
Súni Fríði eigur at vera nevndur
Zuma ætlar at halda fram í FCK
Suðurafrikanski álopsfelagin hjá Toda í FCK, Sibusisu Zuma,
hevur ongar ætlanir um skifta felag
Mynd: Savnsmynd
Suni Fríði Johannesen hevur skotið bæði mál fyri HB og B68 í
europeiskum høpi, og í august skal hann royna seg við
gøtumonnum í Europa.
Mynd: Savnsmynd
C
M
Y
K
16