leygardagur 20. juli 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 137 - 20. juli 2002
Nr. 137 - 20. juli 2002
19
- Vit mugu vera opin
fyri hvør øðrum, og
lurta eftir, hvat onnur
hava á hjarta. Eins
væl, og onnur kunnu
læra av tær, so kanst
tú eisini læra av teim-
um. Hetta sigur ein-
ans 17 ára gamla Rak-
ul úr Havn, sum júst
er afturkomin til Før-
oya eftir at hava bú-
leikast í Peru í eitt ár
ÚTFERÐARLONGSUL
Ragnhild Ellingsgaard
Hóast hon einans er 17 ára
gomul, so hevur hon longu
roynt eitt sindur av hvørj-
um. Hon er júst afturkomin
til føroysku klettarnar, sum
hon kallar “Mín ar Oyggj-
ar”, eftir at hon farna árið
hevur búleikast í einum
fjarskotnum landi, sum
neyvan fær nógvar aðrar
føroyingar á vitjan.
Ein útferðarlongsul
Seinasta summar stóð tá 16
ára gamla Rakul Roars-
dóttir Ellendersen úr Havn
á einum flogvølli í Peru
saman við øðrum ungum
ymsastaðni frá í heiminum.
Rundan um tey var alt kaos,
og tey tóku fyrsta stigið inn
í ein nýggjan og ókendan
heim.
Tey hittust í Amsterdam,
og vóru øll á veg til Peru
gjøgnum AFS.
Á flogvøllinum stóðu
fólk frá felagskapinum og
tóku í móti ungu ferðafólk-
unum, og uttanfyri lá hitin
og bíðaði sum eitt heitt og
kvalandi teppi.
- Tey, sum tóku ímóti
okkum, skuldu øll hava ein
koss á kjálkan. Tað var eg
slett ikki von við. Sam-
stundis, sum eg skuldi
kyssa øll hesi fremmanda
fólkini, mátti eg eisini ansa
eftir viðførinum. So alt
bleiv eitt sindur rokarsligt,
greiðir Rakul frá, nú hon
nýligani er komin aftur til
Føroyar.
Men hóast kaos valdaði,
so kom Rakul í øllum góð-
um fram til familjuna, sum
skuldi húsa henni komandi
árið.
Familjan búði í býnum
Huaraz, og hetta er langt,
langt burturi frá Føroyum.
- Eg havi altíð havt ein
útferðarlongsul innan í
mær. Eg havi eina trongd til
at uppliva nýggj ting, og
dámi væl broytingar. Har-
afturat vildi eg fegin læra
spanskt, so tí tók eg
avgerðina um at fara eitt ár
uttanlanda, greiðir Rakul
frá.
Hon var júst liðug við 9.
flokk, men meðan hinir
floksfelagarnir hildu áfram
í 10. flokki ella fóru undir
víðari lesnað, so gekk
leiðin hjá Rakul móti Peru.
Og tað var ikki av tilvild,
at leiðin gekk til júst hetta
landið.
- Eg vildi fyrst og fremst
læra spanskt, og so vildi eg
sleppa til eitt land, sum
hevði nógv at bjóða mær.
Peru hevur bæði strendir,
fjøll og frumskógir, og har-
afturat er søgan hjá land-
inum rættiliga spennandi.
Serliga søgan um gomlu
inka’irnar dróg meg at sær,
sigur unga havnargentan.
Lágt støði
Í býnum Huaraz gekk Rak-
ul á einum lítlum privat-
skúla við tilsamans 300
næmingum. Skipanin á
skúlanum hevði bert ein
flokk á hvørjum stigi, og
var undirvísingin ikki av tí
allarbesta.
- Undirvísingin líktist
henni, ið føroyingar nýttu
fyrr í tíðini. Tey kendu
einki til bólkaarbeiði, og tá
lærarin tosaði, skuldi ein
helst ikki bróta av ella
spyrja um nakað, greiðir
Rakul frá.
Hetta dámdi henni einki
serligt, og undirvísingin var
eisini á einum munandi
lægri støði, enn havnar-
gentan var von við úr Før-
oyum.
- Tey hava enskt sum
lærugrein longu í 1. flokki,
men hóast tað, sótu tey enn
í 10. flokki og skrivaðu um
hundar, sum skuldu yvir
um onkra brúgv, sigur hon.
Harafturat skuldi næm-
ingarnir hvønn dag møta á
skúlanum í einum eyðkend-
um búna. Hetta merkti, at
genturnar
skuldu
vera
ílætnar ein gráan niðurdeil
við selum, lakkskógvar,
knæsokkar,
eina
hvíta
skjúrtu
og
eina
opna
troyggju uttaná.
- Í fyrstani var tað øgiliga
torført at venja seg við
hendan búnan. Eg vildi
ikki, at nakar skuldi síggja
meg í hesum, og tí rann eg
hvønn dag frá skúlanum og
heim til familjuna, har eg í
skundi lat meg úr aftur
búnanum, greiðir Rakul
frá.
Av tí at skúlin einans
hevði ein flokk á hvørjum
stigi, fann Rakul sær heldur
ikki nógv vinfólk á skúlan-
um.
Ístaðin fann hon sær vinir
gjøgnum teir hjálparnar,
sum AFS hevði á staðnum.
Vaskaði í ánni
Tá AFS sendir ung fólk út á
ferð, fáa tey eina verts-
familju, sum skal húsa
teimum, meðan tey eru á
vitjan í landinum.
Familjan, sum Rakul
búði hjá, var sett saman av
mammu, pápa og einum
átta ára gomlum lílta-
beiggja. Meðan Rakul var
búgvandi hjá teimum, vaks
familjan enntá við eini
líltusystir.
Stórur
stættarmunur
kann vera á fólkinum, sum
búgva í Peru, men familjan
hjá Rakul var ein av teim-
um, sum var hampuliga væl
fyri.
- Tey manglaðu ikki
pening,
men
oyðslaðu
heldur ikki, sigur hon.
Men hóast familjuni ikki
væntaði pening, so var ikki
vístur nakar serligur áhugi
fyri hesi ungu gentuni, sum
skuldi búgva hjá teimum
komandi árið.
- Í fyrstuni treivst eg stak
illa saman við teimum,
mest tí at tey ongan áhuga
sýntust at hava fyri mær.
Tey spurdu ongantíð til
mín, og royndi eg at fortelja
teimum okkurt, fekk eg
einki ordiligt aftursvar,
greiðir Rakul frá.
Familjan heima í Føroyum
dámdi hetta sjálvandi einki.
Tey vildu helst, at Rakul
flutti til eina nýggja familju,
men tað vildi unga dáman
als ikki hoyra talan um.
- Nú var eg komin at
kenna tey, og so skuldi eg
eisini verða saman við
teimum, sigur hon.
Í dag dugir Rakul ikki at
siga, um avgerð hennara
var røtt ella ikki.
- Eftir eina tíð gjørdist alt
Gerandisdagur hjá 17 ára gamlu Rakul úr Havn:
Vaskaði klæðir á áarbakka í Peru
- Mentanin í Peru kann als ikki samanlíknast við mentanina í Føroyum, heldur Rakul úr Havn
betri. Men sjálvt um eg óivað
hevði havt tað betri onkra
aðra staðni, so angri eg ikki
avgerð mína, sigur hon.
Hóast Rakul ikki heldur,
at íbúgvarnir í Huaraz vóru
illa fyri, so var tó okkurt, ið
ikki var eins og heima í
Føroyum. Millum annað
átti eingin nakra vaski-
maskinu, og heitt vatn var
heldur ikki at finna.
- Tí mátti eg hvønn dag
vaska klæðini í eini á, sum
rann tætt við húsini, greiðir
hon frá.
Vatnið í ánni var fult at
runu og øðrum skitti, og tí
gjørdust klæðini heldur
ikki rein, hóast Rakul
royndi at gera sítt besta.
- Eg vaskaði klæðir fyri
at fáa sveittan úr teimum.
At fáa tey heilt rein var
vónleyst, og tí hevði eg
heldur ongin hvít klæði við
heimaftur. Hóast tey vóru
hvít, tá eg fór úr Føroyum,
so eru tey nú blivin grá og
brún, flennir hon.
Samstundis leggur hon
afturat, at slíkt venur ein
seg skjótt við.
- Hatta var bara ein partur
av upplivingini, sigur Rakul.
Hjálpti fátøkum
Sum fyrr nevnt, so fann
Rakul sær ikki teir nógvu
vinirnar í skúlatíðini. Í-
staðin hitti hon gjøgnum
AFS onnur ung, og úr
hesum spurdist í fleiri
førum sterk vinarbond.
Ein
av
vinkonunum
starvaðist á einum staði,
sum tey kallaðu commedor.
Hetta var eitt slag av frí-
tíðarheimi hjá teim børn-
unum, sum hoyrdu til ta
fátækra slagið. Hesi børn
komu eftir skúlatíð á
heimið, og fingu tey har
heitan mat borðreiddan.
Rakul fór hvønn dag eftir
skúlatíð at vitja vinkonu sína,
og soleiðis kom hon eisini at
hjálpa til á heiminum.
Saman við øðrum spældi
hon sjónleik við børnunum,
lærdi tey at tosa og skriva
enskt og at spæla floytu og
guittar.
Foreldrini hjá hesum
børnum vóru fátøk, og
høvdu einki serligt at bjóða
børnunum heima.
Sum oftast tilvirkaðu
foreldrini ymiskt, sum tey
síðan seldu úti á gøtuni.
Peningurin varð nýttur til
rúsdrekkamisnýtsluna hjá
pápanum, og tí sóu børnini
ongantíð nakað til tað, sum
fekst inn av seldu lutunum.
Eisini var vanligt, at
mammurnar
seldu
seg
sjálvar fyri at fáa hendur á
neyðuga peninginum.
- Hetta var ólekkurt at
vita, og eg vandi meg ong-
antíð við tankan. Tí var eg
eisini glað fyri, at eg kundi
vera okkurt fyri børnini, og
at eg kundi læra tey okkurt,
greiðir Rakul frá.
Í flestu førum enda
børnini á somu leið sum
foreldrini. Ofta orsakað av,
at tey ikki kenna til annað.
- Um vit megna at vekja
áhugan fyri at læra, so
kunnu børnini møguliga
gerast til okkurt størri seinni
í lívinum, heldur Rakul.
Nógv er broytt
Í dag er 17 ára gamla Rakul
aftur stødd í Havn saman
við røttu familju síni.
Meðan hon hevur verið í
fjarskotna Peru, er familjan
heima eisini vorðin størri.
Mamma Rakul gjørdist
nevniliga við barn, eftir at
Rakul var farin avstað. So
tá Rakul kom heim, lá ein
nýggj systir og bíðaði
henni.
- Eg gjørdist sera glað, tá
eg fekk at vita, at eg skuldi
verða stórasystir enn eina-
ferð. Men samstundis var
hetta eisini torført, tí eg
fekk jú einki við av nøkr-
um, flennir hon.
Nýggja lítlasysturin er tó
ikki tað einasta, ið Rakul
skal venja seg við, nú hon
komin heimaftur.
- Í veruleikanum er tað
nógv verri at koma heim,
enn fara avstað. Tá tú fert,
innstillar tú teg líkasum
uppá, at nú er alt nýtt. Men
tá tú kemur heim, væntar tú,
at alt hevur staðið stilt og
bíða eftir tær. Soleiðis er tað
bara ikki, greiðir hon frá.
Sjálv er Rakul eisini
nógv broytt. Hon er vorðin
meiri búgvin, og uppliving-
arnar eru eisini nógv fleiri í
tali nú.
Millum allar teljast mill-
um annað fjallaklintring og
vitjan av Machu Picchau,
gamla inka-býnum, um-
framt at Rakul í dag eisini
dugir at tosa spanskt.
Tó dylir hon ikki fyri, at
hon er glað fyri at vera
heima aftur.
Men hóast leiðin eftir
summarfrítíðina
gongur
niðan á Hoydalar, so er út-
ferðarlongsulin
ikki
gloymdur í Peru.
- Eg dugi ikki at siga tær,
hvussu framtíðin hjá mær
fer at síggja út, men hon
verður neyvan í Føroyum.
Sum sagt havi eg eina
trongd til at uppliva, og
hetta kann ikki bara goym-
ast burtur, sigur unga Rakul
úr Havn at enda.
17 ára gamla Rakul er júst afturkomin til Føroya, eftir at hon í eitt heilt ár hevur búleikast í fjarskotna Peru
Rakul Roarsdóttir Ellendersen saman við einum av børnunum, ið hon kom at kenna í Peru
C
M
Y
K
19
18