leygardagur 20. juli 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 137 - 20. juli 2002
Nr. 137 - 20. juli 2002
21
brøv undir stovuteppinum,
sigur Malla.
Meðan vit sita við kaffi-
borðið í hugnaligu stovuni
hjá Mallu, minnist hon
aftur á eina tíð, sum var so
nógv øðrvísi enn í dag, at
tað ikki kann samanberast.
Hon minnist, hvussu hon
og Edvard høvdu stevnu-
møti undir vindeyganum
hjá systir hennara, meðan
vinmaður
Edvards
sat
nakað burturfrá og bíðaði
eftir Edvardi.
Læknin gekk í
túninum og bað
At fáa tað fyrsta barnið var
strævið hjá Mallu. Tá Malla
hevði ligið eitt samdøgur,
eftir at jarðamóðirin var
komin, varð boð sent eftir
lækna úr Klaksvík. Tá
læknin kom, løgdu tey
Mallu upp á spísistovu-
borðið, og tá elsti sonurin,
Bjarni sá dagsins ljós,
hevði Malla stríðst í tvey
samdøgur.
14 dagar frammanundan
hevði
sami
lækni
og
sjúkrasystirin, sum var við
honum hjá Mallu, verði í
Múla hjá eini konu, ið
skuldi føða. Tað gekst so
illa, at barnið fekst ikki út í
heilum, sigur Malla. Konan
kom tíbetur frá tí við
lívinum og átti børn eftir
tað.
Mamma Mallu fortaldi
henni, at hon sá læknan
ganga, við faldaðum hond-
um, aftur og fram í túnin-
um, áðrenn hann fór innar
til Mallu. Helst hevur
læknin stúrt fyri, at tað fór
at gangast Mallu sum
konuni í Múla.
Tað var Tummas Ny-
gaard, sum var lækni tá.
- Bjarni kom til verðina í
øllum góðum, men eg var
so máttleys, at eg bara
stardi at dreinginum.
Malla og Edvard fingu 4
synir. Aftrat Bjarna eru,
Helgi, Atli og Ingi.
Havi ongantíð verið
kedd av lívinum
Tá vit spyrja Mallu, um
nakað er at gleðast um, nú
hon er vorðin so gomul,
svarar hon avgjørd:
- Jú, tað er nógv at gleð-
ast um. Vit fingu 4 dreingir,
og teir eru allir trúgvandi,
sigur Malla, og tað hoyrist á
røddini á hesi elskuligu 100
ára gomlu kvinnu, at hon er
rørd.
- Eg havi havt eitt gott lív,
og eg havi ongantíð verið
kedd av lívinum, men nú
gleði eg meg at koma heim
- ongantíð ov skjótt. Eg
veit, at tá eg komi heim,
fari eg at síggja Jesus fyrst,
sigur Malla Jacobsen at
enda.
- Men tey bóðu meg
lata vera, annars fór
eg at verða so móð, tá
tú komst.
Soleiðis sigur Malla
Jacobsen, Malla hjá
Edvardi í Svínoy, sum
týsdagin fyllir 100 ár.
Malla, sum er púra
klár, er serstakliga
røsk at práta, og
áðrenn vit vita, av eru
fleiri tímar gingnir.
Malla hevur humor-
istiskan sans og lætt
er at fáa hana í skelli-
látur. Men tað, sum
liggur Mallu fremst í
huga, er vitnisburð-
urin um tann Harra,
sum hon á ungum
árum setti sítt álit á.
FØÐINGARDAGUR
Rúna Sivertsen
Tann 23. juli 1902 varð
Malla Jacobsen borin í
heim úti í Svínoy. Mamma
Mallu, Amalia Olsen, var
ættað úr Svínoy og pápi
hennara, Poul Hansen, var
úr Nornastovu í Mikladali.
Í 1931 giftist Malla við
Edvardi Jacobsen, sum
eisini var ættaður úr Svín-
oy. Malla, sum alt sítt lív
hevur búð í Svínoy, sigur at
henni
ongantíð
hevur
longst burtur.
- Eg havi í mesta lagi
verið 2 ár tilsamans av
oynni. Tað longsta, eg havi
verið burtur, var, tá eg sum
ung genta var á húsarhalds-
skúla í Havn í 3 mánaðir.
Malla sigur, at hon sum
smágenta varð vakt av
Guds orði, og at hon kom at
kenna Harran sum sín
persónliga frelsara sum
blaðung genta. Frá ungum
av, ynskti Malla, at hon
kundi vera nakað fyri tey,
sum komu til Svínoyar at
boða Guds orð.
Minnist Rasmus
Effersøe
- Eitt tað fyrsta eg minnist,
var tá Rasmus Effersøe
kom til Svínoyar; hann var
landbrúkskonsulentur, sum
tey kallaðu tað tá. Eg
mundi vera eini 2 ella 3 ára
gomul. Rasmus plagdi at
lyfta meg upp á bjálkan í
roykstovuni
heima
hjá
okkum fyri síðani at syfta
meg niður aftur. Tað man
hava gjørt mær ilt, tí eg orki
ikki fyri, tá tey syfta børn
upp um høvdið, greiðir
Malla smílandi frá.
Malla hevur góð minnir
frá barnaárunum og sigur,
at einki barn man hava havt
tað betur enn hon. Hon er
yngst av 8 systkjum, og
mamma hennara var 45 ára
gomul, tá hon gjørdist við
barn við Mallu. Ein vin-
kona mammu Mallu, for-
taldi fyri Mallu, at mamma
hennara duldi fyri sær, at
hon var vorðin við barn.
Hon helt seg vera ov gamla.
Henda sama kona segði
onkuntíð við Mallu: "Tú
var nógv tann hentasta hjá
mammu tínari" Og hent
mundi Malla vera, tí hon
varð búgvandi hjá foreldr-
um sínum, til hon sum 29
ára gomul giftist og flutti í
sítt egna heim.
Hjálpti pápanum at
smíða bátar
Pápi Mallu var bátasmiður,
men festi garðin, sum kona
hansara fekk, tá beiggi
hennara, Sivar, sum var
borin til garðin, doyði bert
26 ára gamal.
- Men hann hevði so
ógvuliga góðan hug at
smíða bátar, sigur Malla
um pápa sín. Eg minnist, at
hann smíðaði bátar og
hevði sett borðini fyri,
mátti altíð ein liggja inni
undir bátinum og halda
fyri, tá hann negldi. Eg var
ógvuliga ung, tá eg varð
biðin at halda fyri. Har
mátti eg liggja, meðan hann
negldi hvønn nagla, fyrst í
øðrum borðinum, so í
hinum. Tað var eitt strævið
arbeiði, tí tað mátti vera so
snórabeint. Eg minnist,
hvussu móð eg var. Men tá
var ikki sum nú; tú segði
einki, hvussu móð tú enn
var.
Ræddist skúlaskotið
Tá Malla skuldi í skúla fyri
fyrstu ferð, stóð ikki væl til.
Hon var so bangin, at
mamma
hennara
mátti
draga hana fram úr songini
fyrsta skúladag.
- Tey høvdu argað meg
við, at um eg ikki dugdi í
skúlanum, fór eg at verða
sett í skúlaskotið. Skúla-
skotið hevði eg sæð; tað var
eitt skot, har tey goymdu
kol - og tað skotið ræddist
eg. Men eg hevði fylt 7 ár,
so í skúla mátti eg. Mamma
fylgdi mær í skúlan og so
var sloppið. Mær dámdi
væl at ganga í skúla,
minnist Malla.
- Men einaferð vórðu eg
og trý onnur eftirsett.Hví,
minnist eg ikki og trúgvi
heldur ikki, at lærarin visti
tað sjálvur. Lærarin hevði
vist ringa samvitsku, tí
einaferð, meðan vit sótu
eftir, tók hann í flættuna hjá
mær. Eg helt meg síggja á
honum, at samvitskan var
ikki so góð. Eg hevði so
ógvuliga langt og tjúkt hár.
Tað var ringt at verða
eftirsett, ikki tí vit máttu
sita inni, men tí, at tá vit
komu út aftur, stóðu øll hini
børnini og róptu uttanfyri.
Tá gingu um 40 børn í
skúla í Svínoy. Lærarin
gjørdist seinni verfaðir
mín, og eg plagdi onkuntíð
at minna hann á ta ferðina,
tá hann setti okkum eftir,
flennir Malla.
Trý fríggjarabrøv ein
dag
Malla er sera skemtingar-
som og hevur lætt til látur
og tá prátið kemur fellir á
ungdómstíðina,
kemur
rættiligt lív í Mallu. Hon
sigur, at tá dreingirnir
royndu at finna sær konu,
skrivaðu teir gentuni bræv.
Tann eina dagin fekk Malla
ikki færri enn trý fríggj-
arabrøv frá sama skipi.
Hetta var ein herligan
summardag. Malla sum var
burtur í torvi, hevði brøvini
hjá sær og fór nakað burtur
frá at lesa. Í skellilátri sigur
hon, at brøvini vermdu - og
sólin vermdi. Hvør skrivaði
betur enn annar. Men
hvussu var og ikki, stakl-
arnir, ið brøvini høvdu sent,
fingu krakk allir sum ein.
- Ein systir mín var so
hervilig, at hon las øll
brøvini, áðrenn eg nakran-
tíð fekk hendur á teimum.
Einaferð goymdi eg tvey
»Eg ætlaði mær at elta breyð í morgun«
Malla við ommudótrini,
Maluni og
langommusoninum,
Brandon. Brandon er hálvur
breti. Um stutta tíð fara tey
aftur til Bretlands at búgva,
eftir at hava bùð heima eina
tíð
Sonur Mallu, Helgi og dóttir hansara, Eydna. Tað er lítli Helgi í fanginum á langommuni. Malla eigur 14 ommubørn og 15
langommubørn
Malla er serstakliga skemtingarsom; tað er altíð stuttligt, har Malla er
C
M
Y
K
21
20