leygardagur 20. juli 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 137 - 20. juli 2002
Nr. 137 - 20. juli 2002
23
Leygarkvøldið hava
Frændur sína fyrstu
framførslu í hesum
árinum, tá bólkurin
spælir í høllini á
Kambsdali
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
Myndir: Finnur Justinussen
Leygarkvøldið fer helst
best umtókti føroyski bólk-
urin seinastu 20 árini,
Frændur, at spæla til dans í
høllini á Kambsdali.
Tað er leingi ímillum, at
klaksvíksbólkurin fer á
pallin, men tá teir gera tað,
plagar nógv fólk at leita til
tiltøkini hjá teimum.
Hóskvøldið vandi Frænd-
ur í Musikkskúlanum í
Havn, og Sosialurin leitaði
sær framvið. Har hoyrdist,
at bólkurin ætlar sær at
spæla allar sangirnar, sum
fólk kenna frá útgávunum
hjá teimum, og onkrir
sangir, sum Eyðun Nolsøe
og Terji Rasmussen hava
givið út, verða eisini at
hoyra.
Góð manning
Tað verða brøðurnir Eyðun
og Rani Nolsøe, sum standa
á odda fyri Frændum
hesaferð. Afturat sær hava
teir eisini fingið Terja
Rasmussen, sum spældi í
Frændum í áttatiárunum.
Steintór Rasmusen, sum
hevur havt ein týðandi
leiklut í bólkinum, verður
ikki við leygarkvøldið, tí
hann er burturstaddur.
Umframt høvuðsmenn-
inar í bólkinum verða eisini
tríggir tónleikarar við í
bólkinum leygarkvøldið, og
talan er um nakrar av
dugnaligastu tónleikarun-
um í Føroyum. Rógvi á
Rógvu fer at spæla trumm-
ur, Agnar Lamhauge skal
spæla bass, og Magnus Jo-
hannesen tekur sær av
ljómborðunum.
Bussur og bátur
Tað verður gjørt nógv burt-
ur úr dansinum á Kambs-
dali, sum verður hildin í
sambandi við stevnuna,
sum er í Gøtu um viku-
skiftið.
Fyriskipararnir
hava
skipað fyri sambandið úr
Havn, har bussur koyrir úr
Steinatún kl. 22.30 og heim
aftur eftir dansin.
Fólk sleppa eisini úr og
til Klaksvíkar, tí Alpha
Pilot fer at sigla í sambandi
við tiltakið á Kambsdali.
Alpha Pilot fer úr Klaksvík
kl. 22.30 leygarkvøldið, og
hann
siglir
aftur
um
Leirvíksfjørð eftir dansin.
Frændur spæla aftur
Frændur vóru í góðum hýri,
tá ið Sosialurin vitjaði teir
hóskvøldið
Jú, vit spæla øll hittini hjá okkum, segði Rani við Sosialin
Idemaðurin og málmaðurin leska sær av við nýggja og forna ølinum MUNGÁT í
Hornahúsinum hósdagin, tá nýggja ølin kom alment á marknaðin
Mynd Jens. K Vang
NýGGJAR VØRUR
Jan Müller
Kappingin
á
føroyska
ølmarknaðinum harðnar í
hvørjum, og hósdagin varð
enn eitt nýtt skot latið av, tá
fyrstu propparnir á nýggju
ølini hjá Restorffs, við tí
heldur sjáldsama og forna
navninum, “MUNGÁT” og
við undirheitinum “Tjóðar-
bjór Føroya”, vórðu trektir
upp. Hetta hendi eisini í
heldur sjáldsomum um-
hvørvi, nevniliga tí forna
Hornahúsinum í Havn.
Hetta er liður í tí alsamt
vaksandi kappingini mill-
um føroysku bryggjaríini
og eisini tað innflutta ølið.
Bæði bryggjaríini royna at
gera seg meira sjónlig við
at koyra nýggj ølmerki á
marknaðin. Tað eru bert
fáar vikur síðani, at Føroya
Bjór kom við tí kenda
Classic á marknaðin.
Kappingin tók dik á seg,
tá bryggjaríið í høvuðs-
staðnum skifti eigara, og
Restorffs um ólavsøku-
mundið í fjør kom á
marknaðin við tí nýggja
PILSNAR-inum. Í kjalar-
vørrinum á honum kemur
nú MUNGÁT til hesa ólav-
søkuna.
Óla Svend Nolsøe, stjóri,
sigur, at MUNGÁT er ætl-
að sum eina karmur um
serframleiðslur
hjá
Restorffs. Tosað varð um at
gera eina myrka tunga øl,
nakað líknandi GUINESS,
men hildu teir ikki, at
henda hóskaði til ljósu
summartíðina.
Ætlandi
kemur ein myrk MUNGÁT
á jólum. Nýggi stjórin hjá
Restorffs sigur, at MUN-
GÁT er ein løtt, frísklig øl
av pilsnaraslagnum við
gullstyrki. Hon hevur ein
sterkan Bayerskan eftir-
smakk av humluni, og eina
rúgvismikla bouquet av
korni. Hann heldur, at ølin
hóskar væl til føroyskan
mat.
Allur
hugaheimurin
kring MUNGÁT er tikin úr
Seyðabrævinum frá 1273
og søgu føroyinga. Tað var
tí eisini í hesum sambandi,
at heitt varð á Jóhan H. W.
Poulsen, málfrøðing um
ráðgeving og hjálp.
Á samkomu fyri inn-
bodnum, eitt nú borgar-
stjóranum í Havn, lands-
stýrismanninum í vinnu-
málum, ferðavinnu-stjóran-
um oø. greiddi Jóhan
Hendrik frá upprunanum til
sjáldsama ølheitið MUN-
GÁT. Í Seyðabrævinum
verður tilskilað, hvussu
nógv ein maður skal gjalda
fyri vetrarvistir. Fær hann
umframt mat og húsarúmd
eisini MUNGÁT, te. øl,
skal hann sjálvandi gjalda
meira. Orðið MUNGÁT er
gamalt norrønt navn. Mun
hevur somu merking sum
hugur, tað at leingjast eftir
at fáa nakað, meðan Gát
merkir tað tú fær og sum er
gott. Málfrøðingurin segði,
at tað var rættiliga vanligt
fyrr, at føroyingar bryggj-
aðu sítt egna øl heima. Tað
var tað, sum at MUNGÁT.
Tá innflutta ølið kom varð
tað kallað bjór. Jóhan
Hendrik helt tað vera gott,
at hetta orðið nú 700 ár eftir
tað varð nevnt í Seyða-
brævinum er komið aftur til
heiður og æru í Føroyum.
Hann útihýsti ikki møgu-
leikanum fyri, at orðið at
munga kann stava frá
hesum forna orði eisini.
Í sambandi við nýggja
ølið hevur Reproz í Havn
designað
eina
nýggja
etikett.
Á samkomuni í Horna-
húsinum hevði kendi før-
oyski kokkurin Leif Søren-
sen, sett saman nakrar
lættar rættir, sum skulu
hóska seg nettupp til eina
føroyska øl av hesum
slagnum. Leif Sørensen
hevur útbúgving frá eini av
fremstu matstovunum í
Danmark.
Seint hósdagin vórðu
meira enn 400 fólk boðin í
Kaggan til tónleik og
MUNGÁT.
Fornt øl í Hornahúsinum
Borgarstjórin í Havn, Jan Christiansen fegnast um, at býurin hevur fraleitt nýggja øl til
ólavsøkuna
Mynd Jens K Vang
Dánjal Rein, kokkur, býður vinnumálaráðharranum, Bjarna
Djurholm nýggju ølina
Mynd Jens K Vang
Trúgvi Restorff, “the grand old man” í føroyskum
bryggjaríhøpi, varð eisini í Hornahúsinum henda dagin og
royndi nýggju ølina.
Leif Sørensen í høgum gastronomiskum stíli vísir fram rættir í Hornahúsinum
MUNGÁT verður nevnt í
Seyðabrævinum frá 1298
C
M
Y
K
23
22