leygardagur 20. juli 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 137 - 20. juli 2002
Nr. 137 - 20. juli 2002
25
Sigrið Rasmussen
verður fyrsti føroy-
ingur á sanglinjuni á
Thames Valley Uni-
versity
TÓNLEIKUR
Páll Holm Johannesen
Songkvinnan Sigrið Ras-
mussen fer í september at
byrja á forkunnugum sang-
skúla í London. Talan er
um Thames Valley Uni-
versity, har hon er sloppin
inn á sanglinjuna.
Sjey ár í Noregi
Seinastu sjey árini hevur
Sigrið búleikast í Noregi.
Hon gjørdist rættiliga kend,
tá hon eitt skifti var ein av
limunum í popp-bólkinum
Grace. Lívið við Grace
gjørdist stokkut, tí í 2000
fóru limirnir í bólkinum
hvør til sítt.
Í Noregi fór stórur partur
av tíðini hjá Sigrið við
sangi, har hon var nógv at
síggja í norska gospel-
umhvørvinum.
Sigrid hevur sungið nógv
við kórinum, Norwegian
Gospel Voice, og umframt í
kóri, hevur hon sungið í
kirkjum og samkomum, og
ofta varð Sigrið biðin um at
vera gestatónleikari til ym-
isk tiltøk.
Gleðir seg at koma til
London
Sigrið verður fyrsti føroy-
ingur, ið fer at royna seg á
sanglinjuni
á
Thames
Valley University.
Sangskúlin byrjar 25.
september, og hon væntar
sær nógv av útbúgvingini.
– Eg eri øgiliga spent um,
hvat skúlin fer at geva mær
tónlistarliga, sigur Sigrið
við Sosialin.
Eisini gleðir Sigrid seg
til stórbýarlívið í London,
og sum hon sjálvur sigur,
so er London eitt knúta-
punkt, við óteljandi møgu-
leikum.
Árliga verða 24 næm-
ingar tiknir upp á sang-
linjuna á Thames Valley
University, og í ár eydn-
aðist tað so havnarkvinnuni
Sigrið Rasmussen at sleppa
inn. Hon var til upptøku-
roynd í London, har hon
skuldi vísa sín sangfør-
leika, og at ástøðiligi kunn-
leikin eisini var nøktandi.
Umframt sanglæru, skal
Sigrið hava frálæru í ljóm-
borðspæli og violin.
Sanglæran fevnir um
allar sjangrur, alt frá hørð-
um rokki til gospeltónleik.
Eisini er frálæra um nýggja
teldutónleikin.
Skúlin leggur stóran
dent á tað verkliga, og hann
er ikki so tengdur at ástøði-
liga partinum, sum vit eitt
nú kenna frá eitt nú kon-
servatoriunum. Útbúgving-
in er skipað á tann hátt, at
eftir trimum árum fært tú
útbúgving á bachelor-stigi í
popular music and perfor-
mance, og síðani eru møgu-
leikar at fara víðari til
master-útbúgvingina.
Sjálv vónar Sigrið Ras-
mussen, at skúlin fer at
betra hana sum sangara og
tónleikara.
Konsert leygarkvøldið
Leygarkvøldið fara Sigrið
Rasmussen
og
Gunnar
Guttesen at spæla í Kling-
runi í Norðurlandahúsin-
um. Konsertin er partur av
summartónum og byrjar
kl.19.30. Sigrið og Gunnar
hava spælt nógv saman
áður,
og
leygarkvøldið
verður so enn ein møgu-
leikið at hoyra tey syngja
og spæla saman.
Konsertin verður fjøl-
broytt, bæði við popp- og
gospeltónleiki.
All That Rain er
rættiliga komið fyri
seg, eftir at teir
skiftu sangara í
bólkinum fyri
einum ári síðani,
og í bólkinum
halda teir, at teir
ongantíð áður hava
verið betur fyri
TÓNLEIKUR
Pop.fo
Seinasta
árið
hevur
rockbólkurin All That
Rain skula fóta sær, eftir
at Jens Marni Hansen,
sum hevði týðandi leik-
lut í bólkinum, fór burt-
urúr.
Fyrstu tíðina royndu
teir seg fram við nýggja
sangaranum,
Hans
Ravnsfjall,
men
tað
kendist trupult at skifta
út í bólkinum.
– Tað var tungt at
koma
í
gongd
við
nýggja sangaranum, tí
vit høvdu í fleiri ár
arbeitt so tætt saman við
Jens Marna, at tað kend-
ist sum at missa ein fa-
miljulim, tá hann fór
burturúr, sigur Henning
N i c o d e m u s s e n ,
trummusláari.
Komnir fyri seg
– Men vit yvirlivdu
truplu byrjanina, og nú
er støðan í bólkinum
betur
enn
nakrantíð
áður. Spæligleðin er í
topp, og Hans hevur
rættiliga funnið sítt pláss
í bólkinum. Hann tekur
okkum ferð eftir ferð á
bóli, sigur Henning.
Tey, sum hava verið til
framførslurnar hjá All
That Rain í summar,
kunnu eisini vátta, at
bólkurin hevur verið á
toppinum
til
hesar
framførslur.
Men bólkurin er í
løtuni merktur av, at
tveir av tónleikarunum
eru í læru og skulu á
skúla uttanlands. Henn-
ing var fyrr í ár niðri í
fleiri mánaðir, og seinni
í ár verður Hans Ravns-
fjall burtur í 25 vikur.
Ætlanin er, at Cope
Records skal geva
fløguna hjá Click-
haze út í Danmark
í august mánaði, og
víðagitið ameri-
kanskt tíðarrit
sýnir føroyska
bólkinum áhuga
TÓNLEIKUR
Pop.fo
Konsertferðin hjá Click-
haze til Danmarkar í
summar kastar nú nakað
ítøkiligt av sær. Før-
oyski bólkurin fer eftir
øllum at døma at gera
avtalu við Cope Records
um, at danska felagið fer
at selja EP-fløguna hjá
bólkinum í Danmark.
Fregnir veit at siga, at
áhugin er stórur fyri
Clickhaze
uttanlands.
Útvarpsstøðin P3 hjá
Danmarks Radio er farið
at spæla sangin Day-
light, og hann kemur
møguliga á danskan
hitlista í næstum. Hesin
sangur er í løtuni best
umtókti sangurin á 15
teimum bestu hjá Út-
varpinum.
Kenda amerikanska
tónleikablaðið Billboard
hevur boðað umboðs-
manninum hjá Click-
haze, Sólarn Solmunde,
frá, at blaðið fer at
skriva eina grein um
føroyska rockbólkin í
næstum.
Næsta ár skal Click-
haze spæla á Hullsfred
festivalinum, sum er
tann størsti í Svøríki.
Sigrið sloppin á
sangskúla í London
Spæligleðin
er í topp
Fløgan hjá
Clickhaze gevast
út í Danmark
Vaksandi áhugi er fyri
Clickhaze uttanlands
Sigrið Rasmussen sleppur
rættiliga at royna seg, nú
hon skal byrja á sangskúla í
London í heyst
Hygg her
Hví pussa og mála, tá ið tú kanst gera bæði í somu
arbeiðsgongd.
Skalcem puss og betongmáling.
Nærri fæst at vita við at ringja á
tlf. 455775
Arne Samuelsen
Heygavegur 11 · 700 Klaksvík
Tilboð
Tilboð ynskist uppá fínplanering og stoyping av
dekki- og garði um umhvørvisplássið í Oyndar-
firði.
Víddin er 16 x 8 m (128 fermetrar).
Vatn og brunnur við frárensli er lagt inn á økið.
Møgulig tilboð mega verða kommununi í hendi í
seinasta lagi 20. aug. 2002
Oyndarfjarðar kommuna
Pedagogur til
Dagstovnin
á Argjum
Søkt verður eftir 1 pedagogi til barnagarðin 30
tímar um vikuna til at byrja 15. september 2002.
Á stovninum eru 2 vøggustovur og 4 barna-
garðsstovur við 12 børnum á hvørjari stovu.
Um eingin pedagogur søkir, eru onnur, sum hava
áhuga, vælkomin at søkja starvið.
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sátt-
málanum millum Føroya Pedagogfelag og Før-
oya Landsstýri.
Umsóknin skal sendast til Dagstovnin á Argjum í
seinasta lagi 10. august 2002.
Ynskir tú at vita meira um starvið, kanst tú seta
teg í samband við Gudrun W. Rasmussen,leiðara,
á tlf. 319019 ella 219019.
Bátur til sølu
Um hóskandi boð fæst.
Aqua Star 38 við fiskiloyvi 5 D.
Motorar: 2 x 240 HK, ferð 18 míl.
Alla vanliga nautiska útgerð.
Línuspæl.
Eisini útgjørdur til snelluveiðu.
Tlf. 45 60 26
Fólk søkist at
gera reint
Vegna farloyvi í 1 ár verður søkt eftir fólki at gera
reint í Tofta skúla. Reingerðin er 23,75 tímar um
vikuna frá 01. september at rokna.
Løn sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðara-
felag og FKA.
Skrivligar umsóknir verða at senda til Nes komm-
unu, 650 Toftir, í seinasta lagi 07.08.2002.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Nes
kommunu, tlf. 266386 millum kl. 10.00–12.00.
Nes kommuna
Summarfrí
22. juli – 16. august
Vegna summarfrí er avgreiðslan stongd frá
mánadegnum 22. juli til fríggjadagin 9. august,
báðir dagar íroknaðir.
Møguligt er at seta seg í samband við bilasøluna
á fartelefon 210101 og 210505.
Vit ynskja viðskiftafólki okkara eitt gott summar.
Sp/f Norðbil
Postsmoga 1070 · FO-110 Tórshavn
Tel. 313707 · Fax 310855 · www.nordbil.fo
Eftirlønarskipan
hjá fiskimonnum
Samb. avtalu millum Føroya Fiskimannafelag og
Føroya Reiðarafelag byrjaði inngjalding til
eftirlønarskipan hjá fiskimonnum 1. juli. Gjaldið
er í fyrsta umfari kr. 25 pr. dag. Av hesum rindar
fiskimaðurin kr. 10.
Gjørd er avtala millum Føroya Fiskimannafelag
og Føroya Banka um, at bankin skal umsita
skipanina, og at hann innan rammur, sum skulu
avtalast við fiskimannafelagið, skal fáa mest
møguligt avkast av inngoldnu upphæddunum.
Tískil er grundarlagið fyri skipanini avtalan við
Føroya Banka. Um einstakir fiskimenn kortini
ynskja sína samansparing aðra staðni, sum
møguleiki er fyri, skal Føroya Fiskimannafelag
hava fráboðan um hetta.
Føroya Fiskimannafelag
Skipaeftirlitsfólk
Skipaeftirlitið søkir hervið eftir einum skipaeftir-
litsfólki til setan 1. oktober ella skjótast til ber.
Skipaeftirlitið er skipað sum deild í Fiskimála-
ráðnum.
Starvið inniber m.a. hesar uppgávur:
• at hava um hendi tekniska málsviðgerð innan
nautiska- og skipsbyggitekniska eftirlitsøkið við
serligum atliti til fiskiskip og ferðamannaskip
• at hava umsjón við teimum løggildaðu klassafel-
øgunum o. ø. feløgum ella persónum, sum hava
myndugleika ella eru góðkendir til at gera tekn-
iskar kanningar v.m.
• at hava eftirlit við skipaútgerð
• at hava eftirlit við arbeiðsumhvørvinum umborð
á skipum, undir hesum samstarv við vinnuna og
aðrar myndugleikar
Førleikakrøv:
• Til starvið krevst viðkomandi útbúgving sum
t.d.:
• skipsverkfrøðingur
• verkfrøðingur sum er serkønur innan sjóvinnu
• maskinmeistari við víðkaðum maskinmeistara-
prógvi og sjóvinnubrævi sum skipsmaskinstjóri
• góð evni at samskifta á føroyskum, norður-
lendskum og enskum máli
• góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt
• góð samstarvsevni
Tað er somuleiðis krav, at umsøkjarin hevur minst
5 ára starvsroyndir.
Fyrimunur er, um umsøkjari hevur kunnleika til
góðskustýring (kvalitetsstýring).
Í starvinum er møguleiki at fáa eftirútbúgving inn-
an viðkomandi arbeiðsøki og verður sett sum eitt
krav, um hetta ikki er lokið.
Setanartreytir:
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggj-
armálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Setanarøkið
fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar undir tí, um-
framt hini aðalstýrini og Løgmansskrivstovuna.
Tænastustaðurin í løtuni er Skipaeftirlitið í Mið-
vági.
Tann,ið settur verður,má tí kunna tola broytingar í
starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at
fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum.
Umsóknir:
Umsóknir saman við avriti av prógvum og møgu-
ligum viðmælum skulu vera Skipaeftirlitinum í
hendi í seinasta lagi 1. august 2002, kl. 15.30.
Umsóknir skulu sendast til:
Skipaeftirlitið
Postsmoga 112
110 Tórshavn
Fyrispurningar viðvíkjandi starvinum fáast við at
ringja til Skipaeftirlitið á tlf.355600 og tosa við Óla
Hans Hammer Olsen, deildarstjóra.
Fiskimálaráðið
Skipaeftirlitið
-tað loysir seg
C
M
Y
K
25
24