Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-04-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. apríl 1979síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

LEE Nr. 26 — 4. april 1979 sosialurin Síða 7 Tá kraftblokkurin kom í 60-unum: Fiskaðu útvið eina millión tons av sild Hesi seinastu 10 árini hevur sildin bert verið fiskað sum viðfáningur Í bólkinum, sum vísinda- liga verður róptur teir at- lanto-skandisku silda- stovnarnir, eru triggir stovnar. Tveir av teimum, tann — vårgytandi ís- lendski sildastovnurin og tann summargytandi is- lendski sildastovnurin gýta og ferðast at kalla bert innan fyri tað, sum nú er íslendskt sjåøki. Tann triði stovnurin, tann norski várgýtandi stovn- urin, bæði gýtti, leitaði sær fæði og ferðaðist gjøgnum føroyskt sjåøki. Stødan hjå hesum stovn- inum er ti tann, sum hev- ur mest åhuga fyri okkum og verður ti bert hann um- røddur her. Okið og ferðing Størsta gytingarøki hjá hesum stovni er fram við vesturstrond Noregs og umframt hevur nakað av gýting verið undir Feroy- um og á Víkingabankan- um. Fram til 1955 fór tað mesta av gýting fram millum Egersund og Stadt. Seinni var hevuðs- gýtingarski norðari, út fyri Møre januar — februar til mars. Sildin gýtur á meðal- dýpum (100—250 m) yvir sandutum botni, har hitin er 4— 7* C. Eggini sekka á ? ÍSL. SA SUMMAR GÝTANDI GÝTINGAR ØKI botn og klekjast uml. 3 vikur seinni. Stutt eftir klekingina flotna larvur- nar upp til teir ovastu 50 metrarnar undir vatn- skorpuni. Larvitíðin varar út við 2 mánaðir og verða larvurnar tå ferdar víða við streyminum. Fram við norsku strondini verður hetta mest norðureftir, nakað av larvum reka inn undir land á firðir og víkir meðan nakað verður ver- andi uttanskers. Aftaná hamskifti | (metamorfos- una) verður ungsildin ver- andi har hon er til út á heystið, tá hon leitar inn undir land. Í árum við meðalgóðum og ringum árgangum var tað mesta av ungsildini at finna í teimum norsku firðunum og nær landi. Góður ár- gangur av ungsild haraft- urímóti vóru spjaddir víða og vóru umframt eisini at finna í Norskahavinum og Barentshavinum. Tey seinastu 10 árini hevur ungsild einans verið funn- in í nakrari nøgd í 1973, 1976 og 1978 og bert í 1978 í Barentshavinum. Nakað av sildini, sum er veksur upp her. Men hvussu nógv vita vit ikki. Fram til 1968—1970 ferðaðist tann vaksna sildin aftaná gýtingina út í Norskahavið at leita sær NORSK VAR GÝTANDI FØÐI fødi. Fram til 1960 var høvudsøki Eysturisland — Jan Mayen, seinni øki millum Jan Mayen og Bjarnoynna. Um heystið samlaðist sildin á vetrar- økinum út av Eysturis- landi og í januar byrjaði ferðingin móti gýtingar- økinum. Síðan 1970 hevur bæði tann unga og tann vaksna sildin verið ver- andi í teimum norsku firð- unum alt árið. Fiskiskapur Tað hava í hesi eld verið tríggir høvudsfiskiskapir eftir tí várgýtandi norsku sildini. Tann stersti í nogd var upprunaliga vetrar- fiskiskapurin eftir sild á veg til og á gytingarøkin- um. Negdin, ið var fiskað, í hesum skifti við støddina av árgangunum millum 100.000 og 1.200.000 tons. Fiskiskapurin til havs var av fyrstani út av Íslandi við gernum og nót um summarið og heystið og nøgdin fiskað i alt var tå i medal undir 300.000 tons. I tryssunum vaks fiskiskapurin nógv og kom í 1966 upp um 1 mill. tons. Hevuðsorsekin til veksturin var, at kraft- blokkurin kom í brúk. Tann triði fiskiskapurin var eftir smásild í teimum Vit halda her fram við at greiða frá fiskasløgunum, sum hava verið og kunnu veiðast undir Feroyum. (Tilfarið er úr »Tidindi frá Fiskivinnustovuni«). norsku firðunum. Hesin lá í negd fyri tað mesta millum 100.000 og 350.000 tons, ell árini fram til 1967 og 1968, tá hann var åvikavist 545.000 og 439.000 tons. Samlaða nøgdin fiskað av sild í ellum trimum fiskiskapunum lá í tíðini fram til 1964 millum 800.000 og 1.200.000 tons, undantikið árini 1954— 1957 tá tann stakgóði ár- gangurin, sum kom undan gýtingini í 1950 var fisk- aður. Í tíðini 1964 — 1968 vaks samlaði fiskiskapurin nógv bæði til havs og á firðunum og førdi hetta til, at stovnurin bleiv út- fiskaður. Fiskiskapurin til havs saman við náttúrlig- um deyða gjerdi av við gýtingarstovnin og fiski- skapurin á teimum norsku firðunum førdi til, at so at siga eingin sild slapp at veksa upp. Stovnsmetingar Steddin á gýtingarstovn- inum hvert árið aftur til 1950 er roknað út við at gera upp, hvussu nógv er veitt av hverjum árgangi hvert áriðog hvussu nógv er deytt av náttúrligum orsøkum (VPA analysu) út frá einum deyðatali funnin frá merkiroyndum. Hendan vísur, at gýting- arstovnurin fram til 1957 —58 lá millum 7 og 10 milliónir — tons. Síðan minkaði stovnurin skjótt og var í 1964 komin niður í 3 mill. tons. Ein lítil vekstur var í 1965, men síðan minkaði hann aftur og í 1970—71 var gýting- arstovnurin undir 100.000 styrkini, tá ávikavist undir 1 ár og 4 ára gomul, sæst, at av teimum framúrskarandi árgangunum, sum komu undan í 1950 og 1959 vóru åvikavist 40 og 18 milli- ardir sildir å livi sum 4 åra gamlar. Av hinum négv seinni årgangunum var lutfalsliga nógv minni á lívi 4 ára gamalt, og av sild gýtt aftaná 1964 bleiv at kalla eingin 4 ára gom- ul. Hetta vísur týðiliga, hvat árin fiskiskapurin av ungsild hevði uppá stovn- in. Í árunum 1970—72 var so at siga eingin gýtandi sild at finna nakrastaðni. Tey vanligu gýtingarekini fiskivinna vórðu kannað gjella uttan at nakað var funnið og at kalla ongar larvur vóru funnar. Nakað av sild frá 1969 árganginum, sum var sloppið undan ungsilda- fiskiskapinum, gýtti fyrstu ferð í 1972, og síðan 1976, tá 1972 árgangurin eisini bleiv gýtingarferur, er ein spakuligur vekstur komin í gýtingarstovnin. Útfiskingin av tí at- lanto-skandisku sildini er eitt gott demi um, hvat ovfisking kann føra til. Meðan tað í nógv ár var fiskað útvið 1 millión tons um árið av hesum stovni, hevur tað hesi seinastu 10 árini bert verið fiskaður ein viðfáningur. Síðan 1970 hava norð- menn gjert eina rúgvu av kanningum hvert árið fyri at fylgja við einum megu- ligum vekstri. Hetta hava verið larvukanningar, yngulkanningar, merk- ingar, leitingar við ekko- loddi og asdikki umframt ekkointegratorkanningar. Larvukanningarnar hava norðmenn havt á hverjum ári síðan fyrst í trýssunum og vísa tær týðuliga niðurgongdina í gýtingarstovninum og nú tey seinastu árini ein spakuligan vekstur. Yng- ulkanningar hava eisini verið yvir eitt langt tíðar- skeið í Barentshavinum og er tað fyrstu ferð í ár síðan mitt í trýssunum, at nakað av týdningi hevur verið at sæð har. Teir hava umframt tey seinnu árini eisini havt integrat- orkanningar av yngli á firðunum og hava frá teimum fingið eina meting av steddini á árgangun- um. ' Í Norskahavinum hava russar og íslendingar leit- að eftir sild á hverjum ári síðan 1948, og eisini hava norðmenn havt leitingar skip úti. Men síðan 1970 hava teir onga sild sæð har. Fiskirannsóknarstov- an leitaði eftir sild á bank- unum eystanfyri í mars 1978 og í garnaroyndun- um eftir makreli í summar (sí Tíðindi frá Fiskirann- sóknarstovuni nr. 1, 1978) vóru umframt makrelgern eisini sildagern nýtt. Í hvergari kanning var nek- ur sild funnin. Síðan 1975 hava norð- menn merkt yvir 100.000 sildir við stálmerkjum, og síðan februar-mars 1977 og 1978 vórðu tað hvert árið fiskaði 500 tons av gýtandi sild fyri at leita eftir merkjum við tí fyri eyga at rokna steddina av gýtingarstovninum. Úrslitið av ellum hesum kanningunum vísur, at gýtingarstovnurin fram til 1976 var undir 100.000 tons. Í 1977 vaks hann til 200.000 tons. Tað kom eingin nýggjur árgangur inn í gýtingarstovnin í 1978 og minkaði hann ti i tali, men ein vekstur í meðalvektini gjørdi, at at gytingarstovnurin i vekt var tann sami sum i 1977. I 1979 vænta teir, at nakað av árganginum, sum kom undan í 1975 skal byrja at gýta og rokna teir tí við einum góðum vekstri í gýtingar- stovninum upp til 300.000 — 400.000 tons tá. Tað hevur verið nógv tosað og skrivað í norsk- um bleðum um, at nógv sild er at síggja og at tí fiskiskapur eigur at byrja aftur. Í hesum sambandi er at hava í huga, at með- an fyrr tann vaksna sildin ferðaðist út í Norskahavið at leita sær feði, so er hon nú bert at finna fram við landi og í teimum norsku firðunum. Og ein gýting- arstovnur uppá 200.000 tons umframt 3 árgangir av ungsild mugu síggjast aftur, men samantikið er tó stovnurin bert 2—5% av tí, hann var, tá hann var í hæddini. Sambandið millum sild í Feroyum og ta norsku várgýtandi sildina er heilt týðuligt. At kalla eingin gýtandi sild hevur verið at sæð á bankunum eystan- fyri síðan 1970 fyrr enn í ár, tá einkult trolskip fingu nakrar gýtandi sild- ir. Nakað av fjarðasild var fyrst í sjeytiárunum, men hvarv so, og var einki at fáa í nekur ár fyrr enn í fjør og í ár eru ialt fiskaði eini 500—600 tons av fjarðasild. Russar hevdu í seksti- árunum árligar kanningar av sildarlarvum undir Feroyum og funnu teir al- tíð væl. Fiskirannsóknar- stovan hevði tvær larvu- kanningar í ár, men funnu vit onga, so neyvan hevur tað verið nógv, sum hevur gýtt undir Feroyum í 1978. Ein vekstur av ung- sild var tó at síggja í yng- ulkanningunum. Síðan hesar byrjaðu í 1974 hava bert einkultar ungsildir Framhald á síðu 10