Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-04-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. apríl 1979síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

telf. 14720 . 11820 box 76, 3800 Tórshavn Feroya Javnaðarflokkur Tórfinn Smith Vilhelm Johannesen (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Utgevari: Fyritaksstjóri: Blaðstjóri: Blaðmenn: Lýsingar: Uppseting: Prent: Grundarlagið UNDIR orðaskiftinum um fíggjar- løgtingslågina vóru nógv mál havd frammi og tingmenn nýttu hetta høvi meðan útvarpsmikrofonin snurraði til at bera fram áskoðanir um ymisk málsgki eins og lokal áhugamál sum vanligt vórðu tikin upp. Ein fekk ta fatan, at nógv galt um at fáa sum mest uppá fíggjar- løgtingslågina. MEN samstundis var frå fleiri av somu monnum drigið nógv á, at nú galt um at spara, tí tað fór ikki at bera til at krevja so nógv frá tí al- menna, tá landsins framleiðslu- og útflutningsorka var minni enn tað, sum innflutt bleiv. Her var v.ø.o. eisini javnvåg i. AÐALTÁTTURIN ella skurðurin i- gjøgnum alla hesa viðgerð mundi vera í teimum orðum sum løgmaður segði, tá hann vísti á, at hetta sam- felagið áttu vit at vera fegnir um, tað átti evnini til at halda eina figgj- arlåg, hareftir samfelagsuppgávur- nar kundu lyftast og loysast. Tað var igjøgnum hesa fíggjarlóg vit høvdu havt orkuna til at fremja tann framburð, sum sæst næstan úti í hverjum króki í landinum. TINGVIÐGERÐIN er nú av, og nýtt figgjarår er komið. Tær almennu uppgávurnar eru ikki færri enn tær sum vórðu frammanundan. Tað er at vóna, at tað fer at eydnast lands- stýrinum at leggja so væl til rættis, at eisini teir trupulleikar, sum í hes- um árinum skuldu víst seg, verða loystir av hesum sama samfelag, hvors orka er tengd saman við vilj- anum og arbeiðsevnunum hjá fólk- inum, sum her býr. OG haraftrat eiga vit at leggja aftrat, saman við tí ríkisfelagsskapi, hvors grundarlag er skapt við sterk- ari medvirkan og ávirkan av poli- tikki javnadarmanna. sosialurin Nr. 26 — 4. apríl 1979 Nú ein dagin frættist, at ein tinglimur ikki slapp at reða, ti hann var hvitt- klæddur. Er kanska nak- ad galid i ti at vera hvitt- tjak og meiningar Vit gera lesarar okkara varugar vid, at treytin fyri at fáa lesarabrev upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. HVITTKLÆDDUR klæddur? Hver hevur ikki hug at minka um klæðini tá ov heitt verður, av ar- beiði ella eðrum? Tað liggur jú djúpt í menniskj- anum at vilja fela seg sum frægast kropsliga. Eisini um ein harvið má leggja troyggjuna. Tað eru grundlógarfest persónlig rættindi at av- gera, hvussu ein gongur í- latin og annars tekur seg út. Annað demi um brot á hesi rættindi var, tá dreingjanæmingar fingu valið ímillum klipping ella burturvísing. Hoyrt er um kostskúl- ar, har kostlærarin ger av og hondhevar hvussu næmingarnir ganga ilatn- ir. Onkustaðni hevur enn- tá verið oyrna-, tanna- og neglasýning hvenn morg- un. Hesi fyribrigdi eru eis- ini hjá hervaldum. Her verða brotini á smákonga- reglurnar ikki avgjerd við skammikróki, men fongsli ella innitúrum. Í tinginum rýkur altso talurætturin. Men í hesum okkara avbera góða landi, yvir- fólkað av yvirmenniskj- um, kendir ofta, at smá- brot av løvandi fasistisk- um undirstreymum siggja dagsins ljós. Hetta hendir á ellum samfelagsekjum. Frá at ráða uttaná fólki er lopið stutt til eisir' at ráða innani. Orðatakið >Tankar eru — tollfriir« kann so verða tikið úr málinum. Samanumtikið er tað kanska ikki so fjart í hes- um bókabrennitíðum. Mótregla LANDARARNIR Á POLARFROST Kunnu ikki fáa akkordskipan á Polarfrost, hóast arbeitt verður í akkord-tempo! Landarar á Polarfrost í Vági hava heitt á leiðsluna á virkinum um at fáa eina akkordskipan í lag við teirri grund, at tað gongur so skjótt fyri seg at landa. Landararnir siga, at tað er alt ov strævið, ti tað verð- ur arbeitt við einum tempo, sum er langt oman fyri ta vanligu timalønina. Men leiðslan á virkinum hevur avvist hesum ynskjunum frå landarun- um blankt vid ti grund- geving, at tað hava teir als ikki ráð til, ella at so má virkið umleggjast, tí tað er ikki bygt til akkord- arbeiði, hóast vit vita, at virkið er tað mest nýmót- ans aav sínum slagi í Norðanlondum. Ja, so langt fara kapi- talistarnir við sínum um- skyldningum fyri at sleppa frá at gjalda einum timaløntum tað, hann ella tey hava uppiborið í løn. Men ikki nóg mikið við ti, so hava teir ein sjakk- formann, sum samtiðis er limur í tí lokala fakfelagn um í Vági. Hendan mann heittu so hesir landarar á, og bóðu hann um at út- vega hjálmar til at hava á hevdinum fyri at økja um trygdina í lastini, ti teir meina, at tað er vanda- mikið at arbeiða í lastini við ongum hjálmi á hevd- inum. Men svarið, teir fingu, var: >Farið út og keypið hjalmarnar sjålvir ella farið heim.« Ja, soleiðis verður alt ov ofta tann arbeiðandi stætturin viðfarin her á landi, har bara kapitalurin sleppur at ráða. Sjálvt um vit arbeiðandi kvinnur og menn vita alt ov væl, at vit standa fyri eina van- liga tímalen og arbeiða í akkord-tempo. Ja, hver fær vinningin av hesum, eg spyrji bara. Eg fari at heita á allar arbeiðarar — kvinnur sum menn — um at standa saman um at krevja okk- ara rætt á teimum ar- beiðsplássum, sum vit eru stedd á kring um í land- inum. Vit fakfelagslimir sakna alt ov ofta samanhald millum arbeiðsfólk. Minn- ist til: samanhald gevur styrki! Og styrki mugu vit hava, um vit skulu vinna okkara semdir, og tað er vert at leggja sær í geyma, nú samráðingar- nar verða í vár! Troytt arbeiðsfólk A TT EN UM VARDAN, FELAG FYRI FØROYSKAR BOKMENTIR Sum limur i Békmenta- felagnum Varðanum síðan eg kom heim aftur ti! Fer- oya mitt í sekstiárunum loyvi eg mær at koma við hesum orðum. Ég geri tað, tí eg vóni enn, at tað ber til í dag og í framtíðini, at bókmenta- felagið og tíðarritið hjá tí kunnu fáa sama stóra týdning, sum tey hevdu í tjúgunum og tríatiárun- um. Tá gav Bókmentafel- agið út bekur og eitt liv- andi tíðarrit, sum hevdu so stóran týdning, at vit illa duga at mynda okkum støduna i dag á so mong- um umráðum, um tær og tíðarritið ikki vóru komn- in. Eitt aftrat. Bókmenta- felagið og tíðarritið vórðu stuðlað av fólkinum. Sjálvandi kunnu eitt nýtt felag og tíðarrit gerast, tað ber væl til, men meiri mennandi er tað, um Bók- mentafelagnum var lív lagað. Sterri gávu og vakrari minnisvarða kunnu vit ikki geva teimum fáu, ið eftir eru og teimum undir grenu torvu. Bæði teimum, sum hava eitt navn og teimum mongu, ið vit nú ikki kenna, sum stuðlaðu fel- Vegna avmarkað pláss í blaðnum, kunna vit ikki taka við lesarabrøv, sum eisini eru send øðrum bløðum. agnum og tidarritinum. Nú kann onkur halda, at Bókmentafelagið og tíðarritið er tryggjað, nú hava tey pening, ja, um tað var ein vanligur handil ella heilsela hevði tað verið á leið, men eisini ein handil ella heilsøla mugu hava nýggjan innblástur (inspiratión), um teimum skal vera lív lagað. Peningur er bara helm- ingurin her sum í øllum eðrum førum í lívinum. Vit mugu heldur ikki gloyma, at tað ikki vóru pengar, sum var megin ella innblásturin til felagið og tíðarritið í tjúgunum og tríatiárunum. Vit liva ei av eina, av peningi ella end- urprenting, annars einki ilt um tað. Nýtt lív skal til. breyði Teir byggja land, ið liva. Bókmentafelagið Varð- in var eitt opið felag, har øll kundu gerast limir. Á árligum aðalfundum velja so limirnir eina trý- mannanevnd, sum so vel- ur formann, avgreiðslu- mann og ritstjóran ella ritstjórar til tíðarritið Varðan. Aftan á aðalfundin í 1976 valdi nevndin Gunn- ar Hoydal og meg til rit- stjórar í felagnum og Jó- han H. W. Poulsen til formann. Á aðalfundinum var stórur áhugi fyri at fáa tíðarritið út tvær ferðir um árið. Bara ein, Emil Juul Thomsen, helt, at í staðin fyri tíðarritið skuldi ein árbók gevast út til jólar. Og so var at fara til Framhald á síðu 10 ——————————————— Ci