leygardagur 7. apríl 1979síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
sosialurin
Nr. 27 — 7. apríl 1979
Nú verður eisini biðið vælkomið mikudag
Nógv hava bílagt
ferðaseðil
1. april kom nýggj
prísskipan á flogrutuni
millum Føroyar og
Danmark í gildi. Tað
ber við hesi skipan til
at keypa ferðaseðil fyri
1300 kr. Treytirnar fyri
at fáa ferðaseðilin fyri
1300 kr. eru tó tær, at
tann ferðandi keypir
ferðaseðil bæði aftur og
fram og at hann í
minsta lagi er 14 dagar
burturi og í mesta lagi
28 dagar. Við hesum
ferðaseðlum er avslátt-
ur fyri børn undir 12 ár
uppá 750 kr.
Flogfelagið upplýsir,
at rættiliga fitt av
ferðaseðlum longu eru
bílagdir og er talið í
mun til í fjør nakað
sterri. Hetta kemst
uttan iva av
prísunum
Nú verður flogið all-
ar dagar uttan sunnu-
dag, millum Feroyar
og Danmark. Frá 1.
apríl í ár verður fast
rutusamband hvenn
mikudag. Orsekin til
hetta er m.a. at fleiri
ferðafólk hava ynskt at
fáa flogrutu henda dag
eisini.
Í summar verður
flogið 9 ferðir um vik-
una. Frá 24. juni til 19.
august verður eisini
flogið sunnudag, frá
23. juni til 11. august
verður flogið tvær ferð-
ir leygardag, og frá 24.
juli til 7. august verður
flogid tvær ferdir tys-
dag.
nyggju
Stava av
misskiljing
Eini 15 mótmæli komu
móti uppskotinum til
byggisamtyktina fyri
Tórshavnar Uttan-
biggjar kommunu.
Men tey flestu stava av
misskiljingum og
skeivari uppfatan av
uppskotinum, sigur
bygdaráðsformaðurin,
Carl Erik Mortensen.
Tó eru onkur konstruk-
tiv broytingaruppskot
imillum leggur hann
afturat. Einaferð eftir
páskir skal bygdaráðið
viðgera mótmælini og
tá henda viðgerðin er
liðug, verður uppskotið
sent landsstýrinum til
góðkenningar. Byggi-
samtyktin umfatar alla
kommununa, t.e. Arg-
ir, Syðradal og Norðra-
dal.
Byggisamtyktar-
uppskotið lá frammi til
alment eftirlits í januar
og freistin at mótmæla
var úti 27. mars.
Havnin hevur fingið eina
kaffistovu afturat. Hon er
uppi á loftinum í tí nýggja
húsinum hjá P/f Bil i
Gundadali og hon eitur
eisini Loftið. Tað er Mart-
in Mouritsen, sum rekur
loftið. Hann hevur gjort
ein fimm ára leigusátt-
mála við P/f Bil og miku-
morgunin var klárt at
opna.
A Loftinum fæst kaffi
og te og afturvið ti. Men
har fæst eisini sodavatn
og øl og ymiskur grill-
matur. Martin sigur, at
hann seinni ætlar at selja
heitan døgurdamat. Hann
ætlar eisini at leiga helið
til smærri veitslur við
»køldum borði<. Bilstjór-
arnir hjá Bil hevdu eina
tilíka veitslu í síðstu viku
og tað eydnaðist stak væl,
sigur Martin
Hugnaligt
Tað er hugnaligt á Loft-
inum. Bjarki Hejgaard,
innanduraarkitektur, hev-
ur gjørt innrættingina og
teknað borðini.
Tað er pláss fyri 50
fólkum á Loftinum og har
starvast fýra kvinnur.
Opið er kl. 7.30 — 22 ger-
andisdagar, 9 — 22 leyg-
ardagar og kl. 13 — 22
sunnudagar.
Martin Mouritsen, sum
er i handilslæru, sigur, at
kring oyggjarnar Loftið å loftinum
hetta er fyrstu ferð, hann
roynir seg á hesum økin-
um. Men hann hevur cóð-
ar vónir um, at tað fer at
gangast væl við Loftin-
um.
Tað er hugnaligt á Loftinum. Borðini eru gjørd i Føroyum. Innbúgv og innrætting
hevur kostað Martini uml. 200.000 kr.
Philips byrjar framsýning
við sjónvarpstólum í dag
Í dag og sunnudagin millum klokkan 14 og 21 hevur
Philips framsýning av sjónvarpstólum á Hafnia
Í hesum sambandi eru
fýra mans frá Philipsfyri-
tekuni í Danmark komnir
til Feroya. Teir eru ser-
kenir innan seluteknikk
og nýtsluleiðbeining. Við
sær hava teir tey mest nú-
tímans litsjónvarpstól og
bandupptakarar til sjón-
varp, sum finnast á
marknaðinum.
Á einum tíðindafundi á
Hotel Hafnia týsdagin
greiddu Philipsmenninir
frá endamálinum við ferð-
ini.
— Sjálvsagt er enda-
málið at selja sjónvarpstól
í Feroyum, men vit
ynskja eisini, at føroyski
brúkarin kann kenna seg
tryggan, tá hann hevur
keypt eitt sjónvarpstól frá
Philips, segði ein av um-
boðsmonnunum týsdagin.
Greiða umboðs-
monnum frá
Ti hevur Philips fyri-
tøkan avgjørt at senda
fýra mans til Føroya. Um-
framt at hava eina fram-
sýning fyri almenningin-
um, skulu Philipsmenn-
inir hitta teir feroysku
umboðsmenninar fyri
Philips og greiða frá teim-
um tólum, sum eru á
marknaðinum.
Á framsýningini verða
ymsar steddir av litsjón-
varpum, bandupptakarar
til litsjónvarp og ein so-
nevndur sjónvarpskom-
putari, sum enn ikki er
komin á marknaðin í Dan-
mark.
Sjónvarps-
komputarin
Nýggi sjónvarpskomput-
arin er á stedd við eina
lítla skrivimaskinu og
kann programmerast við
nógvum ymiskum upplýs-
ingum. Á henda hátt kann
sjálvt sjónvarpstólið nýt-
ast til annað sum t.d.
spøl, frålæru og ymisk
onnur ítriv. Roknað verð-
ur við, at hesin komput-
arin kemur á marknaðin í
hesum mánaðinum og fer
hann í Danmark at kosta
um tær 2500 krónurnar.
Ætlanin er at teknik-
arar frá Philips skulu
koma til Feroya eftir
páskir. Teir skulu tá seta
foroyskar teknikarar inn í
umvæling av sjónvarps-
tólum.
1500 tól seld í ár!
A tíðindafundinum á Ho-
tel Hafnia kom annars
fram, at Philips hevur
gjørt ymsar útrokningar
um, hvussu nógv sjón-
varpstól munnu fara at
verða seld i Føroyum i ár.
Hesar útrokningar, sum
eru grundaðar á fólkatal,
innteku, íbúðir og annað,
vísa, at tað í ár meguliga
verða seld 1500 sjónvarps-
tól í Havn og í uttan-
biggjar kommunu.