Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-04-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. apríl 1979síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 27 — 7. apríl 1979 Verkfreðingur hjá Tórshavnar Kommunu: Tung byrða fyri Havnina at fara undir brennistød — samstundis sum vit byggja Eysturskúlan, skulu undir svimjihell og gera ringveg — Tað verður helst ein dýr og tung byrða fyri Tórshavnar kommunu at skula fara undir sína egnu brennisteð, nú býráðið hevur avgjørt at byggja eina stóra og nú- tímans svimjihell fyri meira enn 20 mill. kr. Hetta sigur deildarleiðarin á Teknisku deildini hjá Tórshavnar kommunu, Trygve Guttesen í eini samreðu við Sosialin. . Hann heldur, at Tórs- havnar kommuna hevur átikið sær at gera so nógv og kostnaðarmikil arbeiði í næstu framtið, at tað verður trupult eisini at skula fara undir at byggja eina rættiliga kostnaðar- mikla brennisteð. Bráðneyðugt við brennistød — Tað er tó bráðneyðugt, at Havnin fær eina brennistød, ti tann gamla er við at vera uppslitin. Var tað eg, sum skuldi prioritera í dag, so hevði eg sett eina brennisteð sum nummar 1, ringvegin sum nummar 2 og svimji- høllina sum nummar 3. Hetta stendur tó upp til politikararnar at avgera. — Tá eg nevni svimji- hellina, tá haldi eg, at tað hevði verið rættast, at hon bíðaði í eitt ár, ti tá var tann stóra byrðan, sum hvílir á okkum av Eysturskúlanum, burtur. Vit eiga heldur ikki at gloyma, at í letuni verða bygdir tveir svimjihylar í Suðurstreymi, ein í sam- band við Eysturskúlan og ein á Argjum. Trygve Guttesen heldur ti, at tað ikki hevði bilað nakað, um vit bidadu við ti stóru svimjihøllini. Eg haldi kortini, at vit eiga at byggja svimjihøllina, sig- ur hann. Viðmerkingar frá politikarum undrar ein Tað hava verið gjerdar fleiri viðmerkingar frá pol- itikarum í Havn um ta nógv umreddu felags- brennisteðina, og ein meiriluti er fyri, at Havn- in skal gera sína egnu brennistød. Trygvi Guttesen sigur, at tað mangan undrar hann at síggja viðmerk- ingarnar frá politikarum í blødunum. — Tad er heilt greitt, at ein starvsmaður hjá Tórs- havnar kommunu eigur at vera fult út loyalur mót- vegis arbeiðsgevarum sin- um t.v.s. politikarunum, men eg eri eisini vitandi um, at býráðslimirnir ikki ynskja. at starvsfólkið er fjøtrad, soleiðis at tað ikki hevur nakra persónliga áskoðan. — Tað er komið heilt týðuliga fram í teimum arbeiðsbólkum, eg havi verið limur av, at eg per- sónliga havi tikið undir við nidurstøduni um at byggja eira stoð saman, og hetta er framvegis min áskoðan. Ongar grund- gevingar Eg má kortini eisini loyva mær at koma við onkrari viðmerking til tað, sum fleiri politikarar hava sagt i bleðunum hesa seinastu tíðina. Onkur av býráðslimun- um sigur í Sosialinum, at hann er sannferdur um, at tað verður biligast og best fyri Havnina at gera sína egnu brennistød. Men all- ar royndir visa nakað annað, leggur Trygve Guttesen aftrat. Tað hevði tí verið áhugavert at fingið eina grundgeving fyri tað ein sær í bleðun- um. Eisini hevur onkur sagt, at alt rusk nú skal flytast til Havnar. Hetta er heldur ikki beint. Antin hevur sakkunnleikin ikki dugað nóg væl at greiða frá málinum ella er tað ein misskiljing partanna mill- um. Grannarnir og vit! Annars er tað heldur leg- ið, at meðan ell granna- lond okkara nú hava kannað málið í fleiri ár og eru komin til ta niður- stæðu, at best er at byggja sterri stæðir, so gera vit nú júst tað øvugta. Trygve Guttesen vónar, at menn fara at tosa seg til rættis, soleiðis at ein fel- Trygve Guttesen heldur, at Havnin eigur at fara saman við hinum kommununum um at byggja eina brennisteð agsbrennistød kortini verður gjørd, ti tað verður bíligari fyri allar partar. Um ikki, so verður ein stoð gjørd fyri Suður- streymoy og ein onnur fyri restina av landinum. Tað má ein so liva við, men eg havi enn eingi prógv sæð, um at tað skuldi verið bí- ligari og betur at byggja hver sær, hverki hvat við- víkur iløgum ella rakstri. Havnin fær stóran avgerðarrætt Politikarar hava sagt, at Havnin fer at hava ov lítið at siga, um vit byggja eina felags stød. Til hetta sigur Trygve Guttesen, at um so er, tá kundi Havnin bara sett fram krev. Ann- ars hevur nýggja renova- tiónsfelagið samtykt, at limakommunurnar skulu hava avgerðarrætt í mun til íbúgvaratalið, og so statt skuldi Havnin verið tað pláss, sum hevur tann størsta avgerðarrættin, sjálvt um hon ikki hevur 50 prosent. Tað hevur eisini verið tosað um, at útgrevstur gamal gamalt jarn og annað stórt burturkast skal flytast til eina steð nærhendis Havnini, og hetta hava menn verið i- moti. Trygve Guttesen heldur, at hesin spurn- ingur eins væl kann loys- ast á hvørjari oyggj sær. Vit spurdu nú deildar- leiðaran á Teknisku deild- ini hjá Tórshavnar kom- munu, um tað hevur verið nóg nógv tjak í Havn um renovatiónsspurningin. Til hetta sigur hann, at alt ov lítið tjak hevur verið ,og hann heldur fyri, at hetta er generelt fyri allan politikk í Føroyum. Politikararnir ov afturlatnir — Politikarar i Føroyum eru eftir minum tykki alt ov afturlatnir. Tað kemur alt ov lítið út frá teimum, sum hava avgerðarrættin í samfelagnum. Hetta er ikki bert gald- andi fyri Havnina, men fyri alt landið og tað er serliga galdandi fyri for- menn og landsstýrismenn. Sjálvur haldi eg, at tað hevði verið eitt stórt fram stig fyri at menna fólka- ræðið, um teir fólkavaldu, serstakliga formenninir minst fýra ferðir um árið kundu komið fyri hoyring. Á eini tílíkari hoyring skuldi almenningurin spurt, hvi politikararnir hava disponerað soleiðis sum teir hava gjørt. Hetta vildi sjálvsagt kravt meira av politikarunum, men hevði elvt til eitt opið tjak, og sostatt høvdu all- ar avgerðir kunnað hvílt á einum sterri, breiðari og betri grundarlagi, sigur Trygve Guttesen at enda eina Tann sokallaði hvít- ingsbróðurkassin í Norðsjónum er mink- aður. 1. apríl varð eystara markið flutt tvey stig — 60 fjórð- ingar — vestureftir. Millum annað før- oysku idnadarskipini vórðu rakt, tå bretar av sínum eintingum, uttan góðkenning frá EEC, gjørdu henda kassa. Tað hevur kort- ini ikki so stóran týdn- ing beint nú, at kassin er minkaður, tí besta fiskitiðin har á leiðini er frá august til januar, Kapellið verður útbygt fyri eina milál. kr. Kapellið í nýggja kirk- jugarðinum í Havn verður í letuni útbygt. Talan er um eitt arbeiði fyri umleið eina mill. kr. Útbyggingin verður gjørd vestureftir. Bygdir verða góðir 9 Gongubreyt við Gamla Kirkjugarð Í hesum degum verður arbeitt uppá at gera eina gongubreyt fram við Gamla Kirkjugarð- in i Dr. Jacobsensgetu Enn hevur bert verið arbeitt inni í sjálvum kirkjugarðinum, har tær niðastu gravirnar eru grivnar upp og fluttar aðrastaðni í kirkjugarðinum. Ætl- anin er at laða ein grót- garð teir mleið 50 kring oyggjarnar Hvítingsbróðurkassin minkaður — men fiskariið er ikki fyrr enn eftir ólavseku Síða 5 og tað er ongin trygd fyri, at kassin innan ta tíð ikki verður viðkað- ur aftur, sigur formað- urin í felagnum Ídnað- arskip, Osmund Just- inussen. Í letuni royna eini 8 feroyskir idnadartrol- arar í norsku rennuni, har tey fáa smáan svartkjaft og hvitings- bróður. Teir landa i Hanstholm, men |. apríl fór prísurin niður úr 40 í 38 oyru. Í Fer- oyum er prísurin 29 oyru fyri kg. av hvít- ingsbróðuri. metrar uppi kapellið, soleiðis, at vestari end- in kemur at líkjast eystara endanum. Tað er byggifelagið Pihl & Sen, sum stend- ur fyri hevuðsarbeið- inum. Ætlanin er at gera hetta arbeiðið lið- ugt einaferð í summar. Við útbyggingini verð- ur meira rúmsótt í kapellinum, sum leingi hevur verið ov lítið. metrarnar framvið Dr Jacobsensgetu. Sjálv gongubreytin sum ætlanin er at gera lidna til ólavseku verður tveir metrar breið. Ætlanin er ikki at fella tey gomlu og stóru treini syðst kirkjugarðinum, men lata tey standa í sjálv ari gongubreytini, so leiðis at ein partur av breytini verður innan fyri og ein partur utt- anfyri A rbeiðið mett at kosta einar er 150.000 krónur