Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-04-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. apríl 1979síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin Nr. 27 — 7. apríl 1979 telf. 14720 . 11820 box 76, 3800 Tórshavn Útgevari: Feroya Javnaðarflokkur Fyritaksstjóri: Tórfinn Smith Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) Blaðmenn: Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Lýsingar: Arne Thomsen Uppseting: Sosialurin Prent: Dimmalætting 200 krónurnar HERFYRI segði Tryggingarsam- bandið frá, at eykagjald fór at verða kravt frá akfarseigarum útyvir tað annars ásetta gjaldið. Hetta fall rímuliga ikki í góða jørð serliga hjá ti partinum, sum ongan part hevði í tí, at so stórar skadabøtur vóru goldn- ar í 1978 serliga. Hetta árið, tá Før- oyar settu heimsmet í bilskaðum í mun til fólkatalið. Heilar 20 miljónir krónur eru farnar fyri soraðar bilar — heruppi í endurgjaldið fyri mista heilsu hjá summum av teimum, sum fingu svidan at føla á egnum kroppi. HETTA var tó eingin stórvegis hækking, tá tú setur hetta í mun til kostnaðarmiklu skaðarnar, og tí- verri mongu meiningsleysu óhapp- ini, hóast skilligt er, at summi fola tað órættvíst at skula gjalda fyri tað, onnur hava volt. MEN tað eru onnur ting, sum eyð- sýnd eru neyðug at hefta seg við. Ja, hefta seg meira við. Og tey eru, hvussu undan slepst at sita við hesi svíðandi rekordini. At nakað má gerast fyri at sleppa teirri meinings- leysu fartjagstringini, sum kostar øllum og sum kostar summum mannaliv og øðrum mista heilsu, mist arbeidsføri. Hetta er nakað, sum øll samtykkja í, men sannleikin man vera, at hetta gremja vit okk- um væl minni um, enn um t.d. hesar 200 krónurnar. HER ER bert uppvenjing, upplær- ing, sum telur. Og hon má fara fram í skúlunum, heima, ja allastaðni, har hon krevst. Og so má peningur til endamálið eisini játtast, tí vit megu sleppa undan hesum ólevnaðinum, sum henda skammiliga rekordin vissuliga er. MEN lat hesa lítlu bótina frá trygg- ingini — hvussu meiningsleys hon kann vera hjá summum — verða á- minning um, at vit taka í egnan barm og gera nakað fyri at sleppa undan ólevnaðinum, ósketni í ferðsluni. A AAA——Æ—ÉÆ—„Þ————w—ww—w—w—m—mmmn IKKI EITT ORÐ Hver flokkur og hver hugsan hevur sínar tals- menn. Talsmaður fólka- floksins er lærarin, løg- tingsmaðurin og blaðstýr- arin Óli Breckmann. Í roynd síni at mynda politisku stødu og ætlanir fólkafloksins, hevur hann valt sær nøkur eyðkennis- mál Bert fyri at geva eina tjak og meiningar Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrev upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. hylling á, hverja leið fólkaflokkurin stýrir undir leiðslu Øla Breckmanns, skulu her verða nevnd nøkur heilt fá av teimum merkismálum, fólkaflokk- urin hevur gjert til síni burturav, tó sum oftast í harðari kapping við sam- bandsflokkin. Útspilling og jagstran av einkultpersónum, lygn- ir og dokumentfals hoyra til vanligu mannagongd- ina. Hver minnist ikki lygukampanju Dagblaðs- ins móti føroysku lærar- unum, har ung donsk kvinna skuldi ofrast á hat- ursins altari til miðeurop- eisku gudarnar frá 30un- um? Hver minnist ikki hetz Dagblaðsins móti teimum gomlu og sjúku á ellis- og rektarheimunum kring landið? Og hver hevur ikki varnast royndir Dag- blaðsins at sáa misálit og ónegd við einastu trygd og einastu vernd hjá fiski- og verkamonnum, fakfel- egini? Týðiliga og greitt hevur Dagblaðið gjøgnum longri tíð óbeinleiðis ført eina vælskipaða kampanju móti feløgunum hjá verka- og fiskimonnum. Fyri at ongin ivi skal vera um ar- beiðarapolitikk teirra høgravendu, boðar Dag- blaðið frå i oddagrein, at besti samfelagsligi heili- vágurin er reallønarnidur- gongd. Hvørs lønir tad eru, sum skulu lækkast, nytist einum ikki at vera spámaður fyri at gita. Støda teirra borgarligu er greid. Fakfelagsrørslan skal tilonkisgerast og restin kemur síðan av sær sjálvum. Minni part av samfelagsframleiðsluni til teirra, sum framleiða og sterri part til teirra, sum liva av annara arbeiði, spekulantarnar, teirra, sum eiga templini uppi á Hálsi, og annars allar inn- flytararnar av alskyns ó- nyttulutum. Jú, sanniliga er paradis teirra borgarligu glæsiligt og lokkandi. Undrunarvert er tað, at arbeiðaraflokkarnir á tingi og fakfelagsrørslan onki orð hava at siga til arbeið- ara- og fiskimannaherferð Dagblaðsins. PEYOTL POLARFROST 79 her hava tit einki at siga her er tað eg sum bestemmi eg eigi polarfrost ikki tit polarfrost sum tað hóskar væl til tað polarklima sum her ræður á arbeiðsplássinum eins og í mínum hjarta polarfrost polarfingrar polarføtur og snarfryst arbeiðsgleði plátufrystir dreymar um eitt betri lív blokkfryst gerandisynski og annað sum ikki er effektivitetsfremjandi verður víst til slógvfrystarin í míni beinfrystu kapitalistisku polarsál tit fara heilt skeiv tit eru har og vit eru her eg eigi lívið í tykkum eg eigi lívið í vágsbygd eru tit misnegd kunnu tit fara er vágsbygd misnegd er hon hervið uppsegd - perlan í suðuroy má eisini læra at makka rætt nú standa aðrar tíðir fyri stavn man kann ikki bæði hava arbeiði og trúgva at man er nakað at man hevur nakað at siga ella enntá koma við krøvum tað er eg sum stilli krev her bæði til tín slitmann og til tín vágsbygd hvussu nógvar milliónir hava tit fingið úr landskassanum? hvussu nógvar borgir hava tit fingið uppá borg frá ti føroyska skattaborgaranum? eva tær ikki móti okkum her ráði eg og hægst einir tveir av mínum hirðmonnum kom ikki hesum slógvhvernum ov nær so tú ikki endar sum ein menniskjaligur og sosialur slógvblokkur vit kunnu lata tykkum liva hampiliga væl toluliga væl ella bert lata tykkum ana alt eftir hverjum tit lurta mest eftir tykkara egnu krøvum um eina verduga mannsømiliga tilveru ella okkara krøvum um at boyggja nakkan illa oyra sum ikki vil hoyra hava tit gloymt? hyggið bert at teimum sum lýða meg og at teimum sum andeva ímóti maktini. ein fjallbrúður Vegna avmarkað pláss í blaðnum, kunna vit ikki taka við lesarabrøv, sum eisini eru send øðrum bløðum. MAÐUR HEVUR VANDAN VIÐ -— SUM IKKI AKTAR KOYRISIÐ! ff Ráðið Fyri Ferðslutrygd SØGER DE SMUKKE FLISER TIL BADEVÆRELSE ELLER KØKKEN? VI LAGERFØRER MANGE RESTER (gulv + væg) - TRAPPEFLISER fra 90 kr./ m GULVFLISER: VÆGFLISER OG MARMORFLISER. LIM, FUGE m.m. | KØR EN TUR TIL STYKKIÐ OG GØR EN GOD HANDEL. HOS v/ MURERMESTER MARCUSSEN | FÆRØERNES FLISEFORRETNING 3815 STYKKID TLF. 21295 Ungdóms- konsertin verður í kvold kl. 20.00 i itrottarhøll- ini á Hálsi. Atgongumerkir á 30,00 kr. eru at fáa í S.H.J. Plátuhandlinum. Ungmannafelagið SKANSASTOVA