leygardagur 7. apríl 1979síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 27 — 7. apríl 1979
sosialurin
Síða 7
Hin óða konan
Dálkingarplágan er eins
og mangar aðrar plágur,
sum hitt nýmótans sam-
felagið dregur við sær í
kjalarverri sínum. Sum
vera man, hava vit, eins
og tað mesta av heimin-
um, lætt við at taka í brúk
alt nýtt, sum gevur bata,
sum ger arbeiðið og lívið
lættari.
Hetta gera vit uttan at
geva meguligum fylgjum
serligan ans, og hví ikki?
Vit liva jú í eini broyting-
artið, har broytingin hev-
ur skund, og tú eigur at
liva við tíðini, sum tikið
verður til. Best man vera
sum er, hví knarra um
tað, tú ikki kann broyta,
gloym ikki, at núverandi
kós fyri alt lív heimsins er
tann, at bert nekur fá
verða at gera av, hvussu
øll hini skulu vera og liva.
Depur framtið, hugsar
tú — gaman i, men tað eru
ikki so fáir heimsspeking-
ar, ið eru samdir um og
stúra fyri, at nevndi hugs-
anarháttur verður at ger-
ast meira og meira vanlig-
ur manna millum.
Hóast varin og atfinn-
ingarsamur, ert tú ikki
eitt afturhalds- ella dapur-
skygnismenniskja. Hvi
taka alt fyri givið?
Nei, tíbetur er okkara
dálkingarplága ikki eitt
fyribrygdi, ið er komið
fyri at verða verandi — og
tó — tað veldst um vilja
okkara, um so skal vera.
Dálkingin fær júst teir
meguleikar, sum vit unna
henni, men hon hevur
heldur ikki fleiri ræsur enn
tær, ið tú og eg unna, og
sostatt er og verður
spurningurin okkara, í
hvenn mun vit ynskja
dálking.
Tað verður ov drúgt her
út í æsir at lýsa, hvat
dálking merkir. Evni
fevnir so vitt, at ein sund-
urgreinan lætt gevur tilfar
til fleiri bøkur, og her skal
ti bert verða umreddur lit-
il partur av hesum stóra
oki.
Feroya Kommunufelag
hevur arbeitt við renovati-
ónsmálinum — víst verð-
ur til tað arbeiði og álit,
sum arbeiðsbólkur felags-
ins hevur lagt úr hondum.
Uppskotið fekk ikki eins
góða undirteku frá ellum
limum felagsins, men vón-
andi verða menn at tosa
seg til rættis og leggja tær
patriotisku kenslur á hill-
ina eina tíð, soleiðis at
hugsanin um eina størri
eind fer at verða framd.
Kjarnin í renovatións-
málinum kommunufelags-
ins er hitt vanliga burtur-
kastið frá sethúsum, sum
eina ferð um vikuna verð-
ur savnað saman í posum
ella spannum og koyrt
burtur.
Tað, sum her skal verða
umrett, er alt hitt burtur-
kastið, tað sum vanliga
ikki endar í ruskiløtum.
Her verður hugsað um
bananskøl, appelsinskøl,
tómar fleskur, tómar
brennivinskassar, siga-
rettstumpar, . tey fleiri
hundrað slegini av plast-
og pappirsinnbjålvum og
mangt, mangt annað, sum
vit nærum øll kasta frå
okkum, har vit standa so-
leiðis, at tað aftaná kann
rekast fyri fótunum ella
flúgva um nasar okkara.
Onkur kann hava hug
at yppa eksl og halda fyri,
at ov nógv er gjørt av, og
hvat, feiðisjakk kommun-
unnar kann sópa uppaftur
soleiðis, at kesturin ikki
veksur okkum upp um
og vakra.
Tá id ikki verður hugsað
um skálkabregd, kunnu
vit siga, at ongin okkara
ynskir ta dálking, vit í tí
dagliga fremja, og tí, og
júst ti, eiga vit at steðga á
og spyrja okkum sjálvi,
hví hetta verður gjørt, og
hvussu ein annar og skila-
betri atburður kann koma
í staðin.
Tungt er at fáa gamlan
hund upp at sita, men tað
nýggja ættarliðið kann
læna at traðka aðrar ræs-
ur, um vit ynskja og vilja
broyting. Ein slíkur vilji
til at eira umhvervinum er
og verður kjarnin í ellum
dálkingarspurningum.
Hvussu kann nú kom-
ast víðari, um vit kenna
positivan vilja frá ellum
síðum? Uttan dyggan
stuðul frá skúla og for-
Myndavarp innan skúlagátt kundi hjálpt
oyru. Jú! gaman i! men
tað kann valla vera enda-
málið, og hertil kemur, at
tað ekið, ið sópað verður,
er evarska lítið í mun til
tað, vit ell í felag dálka.
Tann dálking, sum í dag
er at síggja við strendur
og í haga, er ein skelkandi
vanvirðing fyri vekru
náttúru skaparans, ein
vanvirðing, ið má steðga.
Vit síggja og kunnu
lesa, at siður menniskjans
at kasta frá sær, sum best
ber til, er sera ymiskur
landanna millum, og er
hetta, ti tey ráðandi eru
menniskju, og tey eru,
sum kunnugt ymisk,
summi geva reinferinum
stóran ans, onnur lítlan og
ongan.
Dálking hevur onki
skynsamt endamál, og
tann dålking, sum her
verður hugsað um, verður
ikki framd fyri at dálka,
men meiri ti, at hetta er
vorðin vani okkara, ein
vandi, sum hvílir á lika-
sælu og óansni fyri ti reina
eldrum kann uppgávan
gerast tung, men vilja
hesi verða við, skuldi ver-
ið leikandi lætt at nátt á
mál.
Ikki óvanlig sjón
Skúlin kann gera dálk-
ing til skyldubundna
lærugrein. Í dag finnast
bøkur, rit og filmar um
dálking, sum skúlin kann
finna stóran stuðul í. Í
hesum sambandi kann
nevnast, at eiðismenn
hava brúkt film sum
hjálparamboð, tá ið hesin
spurningur hevur verið til
viðgerðar, har í bygdini.
F-
Vit eldru, sum ikki
longur traðka skúlagátt,
kundu nomið tað neyðugu
upplýsing gjøgnum blød
og utvarp. Eitt komandi
myndavarp kundi somu-
leidis gjørt eitt stort ar-
beidi å hesum øki.
Eitt árið hildu Havnar-
fólk ein ruddingardag —
gott uppskot frá Sverra
Egholm — fjeldin var við,
og fleiri lastbilar koyrdu
tonsatal av ruski út í
Havnardal. Byurin var
sum sloktur kålvur, tað
andi av reinleika, og tú
kendi teg væl. Men dagin
eftir var ruddingardagsins
innanbygda áheitan longu
gloymd, aftur sá tú fjøld-
ina blaka frá sær, ikki í
ruskiløt, men helst alla
aðra staðir — ein sjón,
sum hjá mongum kevdi
allan hug til onnur tiltøk
umhvervinum at bata.
Demir um legna atburð
okkara á hesum eki eru
mong: á ólavseku seinast
sá eg eina rúkandi óða
konu: hon var stedd í
Kommunuskúlagarðinum:
ilsliga og veipandi temdi
hon lummar: og tú sást
ruskið flúgva kring hana.
Eg fekk ikki bara mær og
spurdi ti, hvat tað var,
sum erkymlaði. Við vón-
loysiseygnabrá svaraði
hon: >Her hevur vælmeint
fólk sett fram hópin av
ruskiløtum innan skúla-
garðin, men hóast tað so
liggur næstan alt ruskið
uttanfyri. Eitt er brenni-
vínsóskilið, sum vit síggja
á ólavseku, men har eru
tíbetur ikki øll við, men
hesin kestur kann nærum
tillutast ellum, ið her
ganga, og so skal min
partur so sanniliga heldur
ikki liggja eftir, tá ið so
skal vera her á landi!<
Skulu vit eins og
nevnda kona skúgva
spurningin burtur ella í
felag seta í verk umskifti
soleiðis, at uttandura um-
hvervið verður líka væl
umfarið sum tað innan-
dura?
Eg hoyrdi einaferð út-
lendingar, sum dvaldust
nakrar dagar í Feroyum,
tosa um, hvussu snotilig
og væl umsitin tey fer-
oysku heimini vóru. Við
slíkari hugsan útlendinga
í huga kundi verði spurt
um feroyingurin kanska, í
rekiskapi, ger ov stóran
mun á heimi og heimlandi
Trygvi Fossdal Guttesen
Jákup Hjaltalin hevur gjert tekningarnar