Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-04-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. apríl 1979síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 sosialurin Nr. 27 — 7. apríl 1979 Heimadystirnir verða leiktir á útivelli Orsakað av at víðkanin av fotbéltsvøllinum í Fugla- firði er nakað seinkað, er stórur møguleiki fyri at IF, verður noytt at leika fyrstu heimadystirnar á fremmandum vøllum Fótbóltsvellurin i Fugla- firði, ið ikki hevur staðið altjóða- og føroysku måt- ini, verður nú víðkaður, soleiðis at hann hetta kappingarárið lýkur tey krev, ið FSF setur. Mikukveldið ringdi SO- SIALURIN til formannin í ÍF, Petur Simonsen, og fregnaðist um hvussu gekst við arbeiðinum. Ikki liðugur til kappingina Petur helt at hann var ikki tann rætti til at svara tí- líkum, men tað var givið, at vellurin verður ikki lið- ugur til kappingarbyrjan, og ringt er at meta nær hann verður klárur, men roknast kann við at hann verður seinkaður einar tríggjar vikur. Skuldi verið liðugur Víðari greiður Petur frá, at eftir upprunaætlanini skuldi vellurin vera liðug- ur um hálvan henda mánaðin ella um fyrsta mei, men nú kann ikki roknast við, at hann verð- ur klárur fyrr enn um hálvan mai, og hetta bert um arbeiðið gongur eins væl og tað hevur gingið hesar seinastu dagarnar. Spreingingin er komin í helvt og er alt tað sprongda tilfarið koyrt oman til havnagerðina og roknast kann tí við at spreingingin heldur fram komandi dagarnar. Kommunan og ÍF í falaa Petur greiður frá, at tað eru Fuglafjarðar Komm- una og ÍF, sum í felag skulu gjalda vallarvíðkan- ina. Lendið keypti ÍF og var ætlanin at ÍF eisini skuldi gjalda omanav- grevsturin, men hevur tað víst seg at tær kanningar, ið vóru gjørdar framman- undan av undirlendinum, komu ikki at halda. Tað hevur víst seg at tað er umleið tríggjar ferðir so nógv mold, og tilsvarandi minni av gróti, sum rokn- að varð við. Orsakað av hesum er spurningur'n um gjalding ikki avgreiddur enn. Upp- runaavtalan var, at IF skuldi gjalda omanav- grevsturin, men á seinni fundi hevur kommunan víst seg at vera sera posi- tiv, og er stórur meguleiki fyri at ÍF sleppur við at gjalda tann pening, ið tað upprunaliga var roknað við at útgrevsturin fór at kosta. Hetta vísir at kommun- an í Fuglafirði sýnir stór- an áhuga fyri ítróttarar- beiðinum, sigur Petur víð- ari. Trupult at venja — Tá ÍF nú ongan vell hevur, hvussu klára tit tá at venja? — Hetta hevur víst seg at vera trupult, einahelst hjá teimum yngru deild- unum. Teir eldru koyra tvey kveld um vikuna út á vellin á Skála, har vit hava fingið tvey venjing- arkveld um vikuna. Sjálvt um tað tekur umleið fimm korter at koyra aftur og fram millum Fuglafjerð og Skála, hevur áhugin fyri venjingini verið stórur, t.d. vóru í gjárkveldið 22. mans mettir til venjing- ina. — Verður so bert vant hesi bæði kveldini? — Vit hava alla tíðina vant konditión í fimleikar- hell skúlans og harafturat hevur LÍF verið so beina- samt at játta okkum venj- ingartid á vellinum í Lor- vík leygardagar, men lor- víkingar hava hesa sein- astu tíðina arbeitt uppá vellin, so tað er ikki tann stóra gleðin vit hava fing- ið av honum enn. Eisini vellin í Getu fingu vit loyvi at nýta, men vit skuldu vera lidnir á honum innan kl. 2 seinnapart, so heldur ikki her hava vit fingið ta stóru gleðina av vælvild- ini frá eðrum ítróttarfel- agi. Unglingarnir hava vant AAA Í løtuni kann ein ikki rópa hurra fyri vesturtýskum fótbólti: Ikki fingið eitt tað einasta mál Vesturtyskararnir leiktu ufidyst móti turkum og endaði hesin við javnleiki 0—0. Dysturin var ein kvali- fikationsdystur til EM. Sama úrslit var í útidyst- inum móti Malta, so nú sær út til, at tað er Wales, sum hevur besta megu- leikan í bólki 3, har Vest- urtýskaland eisini er við. Jugoslavia vann á Kyp- ern, og fekk sostatt tey fyrstu stigini her. Teir hava tapt báðar teir fyrru dystirnar hjá sær, og eru uttan meguleika at vinna bólk 3. >Turkarnir spiltu dyst- in við teirra oyðileggjandi spæli, orsakaði vestur- týski landsvenjarin, Jupp Derwall, seg við aftaná henda >skommdystin< hjá vesturtýskunum Men hetta er partvís ein vána- lig orsøk, og partvís er tað kaldur veruleiki, at fyrr- verandi europameistarar- nir eftir tveir dystir móti teimum báðun londunum Malta og Turk inum bert hava tryggjað »Smau« sær tvey stig i EM-dyst- unum. Og tað, sum verri er: vesturtýskararnir hava ikki gjørt eitt tað einasta mál! Eitt skot á stongina frá Zimmermann var tann einasti møguleikin hjá vesturtýskarunum í dyst- inum. Løgid at hugsa sær at tað vesturtýska lands liðið klárar seg so vána- liga, tå tað eru fimm Vest urtysk lið, sun ið saman við teimum eldru, men teir yngru hava bert vant innandura, so ikki kann sigast, at teir eru heilt væl fyri enn. Noyddir at leika heimadystirnar á fremmandum vøllum — Tå vøllur tykkara ikki verdur lidugur til kapp- ingarbyrjan, hvussu verð- ur tá við heimadystunum? —Fyrsti heimadystur okkara er móti NSÍ og hava vit tosað við teir, um at spæla hann á vellinum í Runavík og skal hann — Fyrsii heimadystur okkara er móti NSÍ og hava vit tosað við teir, um at spæla hann á vellinum í Runavík og skal hann roknast fyri at vera heimadystur teirra, so- leiðis at teir fáa allar inntøkurnar, meðan dyst- urin, id skal leikast i heyst verdur fluttur til Fugla- fjardar. Hetta hava vit, sum fyrr sagt, tosað við NSÍ um, men enn er einki avgjert, men so vítt eg dugdi at skilja, skuldi einki verið til hindurs fyri hesi dystarflyting. Næsti dysturin er úti móti TB, so honum stand- ast ongir trupulleikar av, men so fáa vit tveir heimadystir afturat, ein móti MB og ein móti KÍ. Her hava vit hugsað, men tó ikki kannað tað gjøllari enn, at leika dystin móti KÍ í Lorvík, meðan ætl- anin er at leika dystin móti MB í Getu. Hetta vil uttan iva verða ein figgj- arligur smeitur fyri olk- um. So vítt eg havi skilt á LÍF og GÍ vilja tey ikki taka pening frá okkum fyri at læna vellirnar, men meguliga kunna vit seinni takka fyri hjálpina við at leika vinardyst móti báð- um feløgunum, har tey fáa atgongupeningin, endar Petur Simonsen. SE] 3 MADUR HEVUR VANDAN VID SUMIKNI AI NOYRISH Kappingin um Freja-steypid Kappingin um Freja- steypið byrjaði hósdagin. Hetta er triðju ferð, at kappast verður um tað. Kappingin er, sum helst øll vita, bert fyri havna- felogini Kyndil og Neist- an. Kappast verður í øll- um deildum, og tað fel- agið, sum vinnur flest deildir, vinnur eisini steypið. Fyrstu ferð var tað Neistin, ið vann, og síðsta ár vann Kyndil. Steypið er givið av danska felagnum Freja, og kapp- ast skal um tað fýra ferð, t.v.s. næsta ár verður seinasta ferðin. Svimjing Tann 14 ára gamla sov- jettiska svimjigentan, Svetania Varganova, setti seinasta friggja- dag nýtt met í 200 metra bringusvimjing. Hetta hendi á millum- landa svimjikappingini millum Sovjet og DDR. Hon hevði tíðina 2.31,09. - Tað fyrra metið var upp á 2.31,42. Hetta metið átti Lina Katju- sjite, eisini úr Sovjet- samveldinum. Metið varð sett seinasta ár í Vesturberlin Fyrstu stigini Við einum 3—0 sigri á Kypern hevur Jugos- slavia fingið sær tey Sum sagt, so byrjaði kappingin hósdagin. Týs- dagin heldur hon fram, og leika tá hesi liðini: kl. 16.00 Pinkulingar kl. 16.40 Smágentur kl. 17.20 Smádreingir kl. 18.00 Mansunglingar kl. 19.00 1. deild kvinnur kl. 20.00 1. deild menn Av tí at blaðið skal vera klárt til prentingar so tíð- liga, eydnast tað okkum ikki at fáa úrslitini frá dystunum hósdagin við í hetta blaðið, men miku- dagin skuldu tey verið her. bæði fyrstu stigini í bólki 3 til fótbólt-EM. Dysturin varð leiktur í Nicosia. Men tað er tó so gott sum vist, at Jugoslavia ongan meguleika hevur at vinna bólkin, tá teir taptu báðar teir fyrstu dystirnar, teir leiktu. Jugoslavia lá á odda í fyrra hálvleiki 1—0. Tað var Yusovic, sum í 40. minutti gjerdi mál- ið. Hesin sami økti til 2—0 11 minuttir áðr- enn leiklok. Í síðsta minutti gjerdi Surjack 3. og seinasta málið upp á brotsspark. 4500 * áskoðarar sóu dystin. AA AL Nú ræður um at vinna Nú verða steypakapping- arnar í 2. og 3. deild niður- lagdar. Orsekin til hetta er tann, at steypakapp- ingarnar í 1., 2. og 3. deild nú verða lagdar saman til eina felagssteypakapping. FSF hevur ti avgjørt, at tey lidini, sum hava vunn- KOND/ Føroysk ítróttarklæðir |P/FSJOKLÆDNAVIRKID | TELEFON 5 50 40 ið steypini gjøgnum árini, skula leika um, hver ið skal hava tey til ognar. Í 2. deild verður kappast um steyp, sum er givið av Sjóvinnubankanum, nevnt Sjóvinnubanka- steypið, meðan 3. deild kappast um Eysturoyar Heilsølusteypid, sum, sum navnið sigur, er givið av Eysturoyar Heilselu. Um Sjóvinnubanka- steypið verður leikt í dag og í morgin, meðan 3. deild væntandi fyrst skal leika um sítt steyp aftan á, at kappingarárið er endað einaferð í heyst. . Sum sagt, so leika tey 2. deildarliðini, sum fyrr hava vunnið steypið, longu í dag og í morgin. Fyrsti vinnarin var Fram, sum vann tað í 1976. 1977 vann MB, og í fjør vann Royn. FSF hevur við lutakasti avgjert, at Royn og MB leika í dag, og at vinnarin her leikar móti Fram í morgin. Tann, sum her vinnur, fær Sjóvinnu- bankasteypið til ognar.