mikudagur 11. apríl 1979síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
rr
et
Nr. 28 — 11. apríl 1979
TIP
n AF z
sosialurin
kring oyggjarnar Vanlig skatting av
ne leiguinntøku ger, at
íbúðir standa tomar!
heitti býráðið á landsstýr-
Sida4
Ein havnarkvinna visir å, at hon leigar Petur Christiansen, sum
Fornminnissavnið
gripum,
seguligt virði og tí eru
verdir at verðveita.
Fornminnissavnið hev-
ur gjert ein faldara
„Hjálpið savninum at
savna<, sum verður
lagdur í bíðirúm, bank-
ar og aðrastaðni, har
fólk koma.
Í faldaranum verður
heitt á fólk um at lata
Fornminnissavninum
gripir ella lata tað taka
myndir av teimum.
Jóan Pauli Joensen á
Fornminnissavninum
sigur, at tað liggja
nógvir gripir úti hjá
fólki. Men tey geva
sær kanska ikki far
um, at hesir gripir
hava eitt seguligt virði
og blaka teir burtur, tá
teir ikki longur verða
brúktir. Tað er torfert
hjá Fornminnissavn-
inum at vita, hvar slík-
ir gripir eru at finna og
tí verður nú roynt at
fáa fólk at siga savnin-
um frá, um tey hava
okkurt áhugavert
liggjandi >undir væð-
ingini, á ovasta lofti, í
kjallaranum, í neyst-
inum ella í onkrum eðr-
um úthúsi>, sum tikið
verður til í faldaranum.
Og , har verður eisini
sagt, hverjir gripir
hava áhuga:
>Vit savna eldri fer-
oyskar gripir, men eis-
ini gripir frá nýggjari
tíð, har hesir hava
loyst tað gamla av, t.d.
jarndyllur, ið avloystu
tær gomlu trædyllur-
nar.
Fyrst og fremst
savna vit kortini tað
sum er føroyskt og ser-
merkt fyri Feroyar og
feroyska mentan.
Vit savna allar lutir,
sum fólk hava nýtt í
dagliga virki sínum og
í meira hátíðarkendum
letum.
Vit savna suiir og út-
gerð, sum fólk hava
nýtt í dagliga húsar-
haldinum fyri at um-
sita eitt heim, skart og
pynt, klæði og persón-
ligar lutir, handverk,
heimavirki, amboð og
útgerð, nýtt i bø, haga,
bjørgunum, á landi og
á sjónum bæði við bát-
um og skipum.
Vit savna heima-
gjørdir gripir og gripir,
sum eru keyptir ella
»bestiltir«, tað, sum er
av týdningi , er, at teir
hava verið brúktir her
hjá okkum. Tað, sum
er gjørt á verksmiðju,
nýtast vit ikki so nógv
eintek av, tí her er alt
líka, men tað sum er
handgjert og virkað í
dagliga húsarhaldinum
ella smíðað av okkara
egnu smiðjum, ynskja
vit so nógv eintøk av
sum gjerligt, tí her
hevur alt sín serliga
staðbundna og persón-
liga dåm.«
Nú kann tað henda,
at fólk ikki vilja lata
gripir, sum tey hava. Í
slíkum førum vil Forn-
. myndir av teimum til
myndasavnið.
Jóan Pauli Joensen
sigur, at tað er ikki
ætlanin við hesum at
draga allar forngripir
til Havnar. Har bygda-
søvn eru, fara gripirnir
á hesi og tað er ynski-
ligt, at tað heldur eru
fleiri lítil sevn kring
landið enn eitt stórt í
Havn.
Fornminnissavnið
hevur leingi stríðst við
helistrot. Men nú hev-
ur savnið fingið eitt
rúm í Sápufabrikkini
uppi á Hálsi til at
goyma forngripir í.
ikki út, tí hon er bangin fyri at fáa ov
nógvan skatt. Ein kanning vísir, at einar
60— 70 íbúðir i Havn standa tómar.
— Tann áhugaverda
greinareðin, sum Sosial-
urin hevði um íbúðarvið-
urskiftini í Havn og um
hvussu íbúðartervurin
kundi loysast, fekk meg at
hugsa mítt.
Soleiðis sigur ein havn-
arkvinna, sum hevur vent
sær til Sosialin. Hon sig-
ur, at hon hevur eini
rættuliga stór hús, sum
hon partvíst hevur hug at
leiga út, tá hon sjálv ikki
hevur brúk fyri ollum hús-
unum.
Tað kann ikki
loysa seg!
— Men fyri at siga akkur-
át sum er, so kann tað ikki
loysa seg at leiga út. Fyri
tað fyrsta hevur ein eitt
vist stríð, men tað er tó
ikki tann størsti ampin.
Tað, sum verri er, er, at
leiguinntøkan verður
skattað fult út. Tað kann
so gera, at ein kemur so
høgt upp í inntøku, at
skatturin verður lutfals-
liga sterri. Hann kann í
hvussu so er gerast so
stórur, at eg ikki eri
sinnað fyri at leiga út,
sigur havnarkvinnan við
Sosialin.
Tað er ikki bara hendan
kvinnan, sum hevur hesa
áskoðanina, og ti standa
nógvar íbúðir tómar. Og
tað sama ger seg galdandi
viðvíkjandi komurum.
Vita einki
við vissu
Men hvussu nógvar íbúðir
standa tómar?
Sosialurin hevur vent
sær til býráðsformannin,
sigur seg hava hoyrt, at
íbúðir standa tómar av
hesi orsek:
— Tó havi eg ikki nakað
tal á teimum. Men for-
maðurin í sosialu nevnd,
Leivur Johannesen, hevur
upplýst mær, at sosial
deild hevur roynt at
kanna, hvussu nógvar i-
búðir standa tómar. Hon
kom til tað úrslit, at einar
60— 70 íbúðir standa tóm-
ar í Havn.
Hava gramt seg
— I ellum førum hava fólk
verið inni hjá mær, og
gramt seg um, at íbúðir
standa tómar. Men eigar-
arnir vilja ikki leiga tær
út, tí meginparturin av
leiguinntøkuni fer út aftur
í skatti.
Nú hava vit fingið eina
nýggja skattalóg. Vísti
býráðið á hendan ampan
við leiguinntøkuni, tá log-
in varð gjerd?
— Ikki nú, men í síni tíð
— tað eru fleiri ár síðan —
ið um at fáa broytt skatta-
lógina hesum viðvíkjandi,
men einki hendi.
Heldur, at ein lætti
hevði hjálpt
Hevði ein broyting av
skattalógini hjálpt?
—Um skattalógin varð
broytt, soleiðis at leigu-
inntøka av húsum og i-
búðum skuldi verið
skattað lutfalsliga minni
enn vanlig inntøka, hugsi
eg, at ein lætti hevdi
hjålpt.
Fer býráðið at gera nak-
að fyri at fáa broytt lóg-
ina?
— Nei, eg haldi ikki,
um tað bara snýr seg um
einar 60—70 íbúðir. Nú
kann tað sjálvandi vera
meira, men eg haldi ikki,
at tað loysir seg hjá bý-
ráðnum at blanda seg
uppí. Var talan um sterri
negdir, hevði tað verið
nakað annað — og býráðið
kundi gjert seg galdandi,
endar Petur Christiansen.
Fíggjarætlan
Fíggjarætlanin fyri
Klaksvíkar kommunu fyri
1979/80 varð samtykt á
býráðsfundi seinasta
friggjadag.
Til viðgerðar vóru tvey
uppskot til ársfíggjarætl-
an, eitt frá meirilutanum
og eitt frá minnilutanum.
Uppskotið frá meirilut-
anum > javnvigadi við
27.093.000 kr. Tað varð
hetta uppskotið,. ið varð
samtykt. Í uppskotinum
hjá meirilutanum verður
mett, at hevuðsálíkningin
skal geva 26.611.000 kr.
Minnilutauppskotið
javnvigaði við 24.501.000
kr. Har varð mett, at hev-
uðsálíkningin skal geva
24.594.000 kr.
Skattaprosentið
17,6
Eftir fyribils uppteljing
frå Klaksvikar likningar-
nevnd skuldi skattapro-
sentið eftir meirilutaupp-
ri Klaksvíkar kommunu:
Javnvigar við 24 mill. kr.
Skattaprosentið verður helst 17,6
skotinum blivið 17,6,
meðan skattaprosentið
eftir minnilutauppskot-
inum skuldi ligið um 16
ella 15,5 til 16.
Fimm tær sterstu upp-
hæddirnar á samtyktu
fíggjarætlanini hjá Klaks-
víkar kommunu eru:
Avdráttir: 6.950.000 kr.
rentur av lánum 5.200.000
getur og kloakkir
3.825.000 kr. skúlamál
2.091.000 kr. og sosial:
umsorgan 1.670.000 kr.
Munurin millum meiri-
luta- og minniluta upp-
skotið var tann, at meðan
meirilutin skjeyt upp at
seta munandi upphæddir
av til viðlíkahald av gøt-'
um og, kloakkum, mælti
minnilutin til at figgja
hesi arbeiði við låntøkum.
Minnilutin mælti til at
upptaka lán uppá 3 mill.
kr. til eina umfatandi og
gjølliga nýgerð av gøtun-
um, sum eru illa farnar i ti
ringa kavavedrinum i vet-
ur.
Låniskuldin
48 mill. kr.
Annars varå upplyst und-
ir viðgerðini, at samladas
låniskuldin hjå Klaksvik-
ar kommunu liggur um 48
mill. kr., men av hesum 48
mill. eru bert 32 mill
nýttar, meðan hin pening-
urin stendur inni i bank-
um og sparikøssum, og er
ætlanin at nyta hann i
samband við havnabygg-
ingina, útbygging av
vatninum og ymisk vega-
arbeiði.
Kunngerð
frá Landssjúkrahúsinum
um vitjanartíðir
Frá týsdegnum 17. apríl 1979 er vitj-
anartíðin hvgnn dag frá kl. 15—16
og kl. 19—20.
Vitjanartíðin á teimum psykiatr-
isku deildunum og á barnadeildini
er óbroytt.
Á intensivari deild B 8 er vitjan
bert loyvd eftir avtalu við deildina.