mikudagur 11. apríl 1979síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 28 — 11. apríl 1979
Saint Louis II:
Skiparin keypti
sjálvur lastin
— Rætturin legdi hald å veiduna hjå franska
trolaranum, men flakavirkini kundu ikki taka
moti henni. Skiparin keypti hana ti sjålvur og for
sosialurin
Sida5
heim til Fraklands at selja hana.
Onki av føroysku flaka-
virkjunum kundi taka i-
moti veiduni hjå franska
trolaranum Saint Louis
II, sum mikudagin varð
tikin av Olavi Halga fyri
at royna við snørdum trol-
posa. Veiðan, 120 tons av
kongafiski og blálongu,
varð mett til 188.000 kr.
og fyri henda pris keypti
skiparin á Saint Louis II
hana. Í Fraklandi fær
hann meira enn tað dup-
ulta fyri veiðuna, tí
kongafiskur og blálonga
hava ein munandi hægri
prís har enn í Feroyum.
Skiparin á Saint Louis
II, Charles Pasque, varð
fríggjadagin av Føroya
rætti dømdur at gjalda
30.000 kr. i bot og at
missa tann ólógliga trol-
posan og eiðuna.
Ov góður at fara
til guano
Seinnapartin friggjadagin
varð so roynt at sleppa av
við lastina hjá Saint Louis
II, men tað vísti seg, at
onki flakavirki kundi taka
hana, tí so nógvur konga-
fiskur — 90 tons — var
uppi í. Talan bleiv so um
at selja hana til Havsbrún
í Fuglafirði, sum idnadar-
fisk. Men bæði ákæru-
myndugleikin og lands-
stýrið hildu tað vera
skeivt at lata matfisk fara
til guano, so endin bleiv,
at skiparin og reiðariið
keyptu lastina fyri
188.000 kr.
Eftir at umboðsmaðurin
hjá reidariinum hevði veitt
trygd fyri teimum 188.000
krónunum, fór Saint
Louis II av Havnini til
Fraklands at selja.
Skiparin á Saint Louis II — nú skyldar hann ríkiskass-
anum 220.000 kr.
P i
kring oyggjarnar
Kristus er Svarið
og floksformenn
i Klaksvik
Leygardagin kl. 15
skipar >Kristus er
Svarid« fyri panelfundi
i itrottarhøllini i Klaks-
vik. Floksformenninir
eru bodnir til fundin.
Hesir politikarar vera
fyri teir ymsu flokkar-
nar: Atli Dam (javn.),
Pauli Ellefsen (samb.),
Hilmar Kass (gl. sj.).
Adolf Hansen (fr.fi.),
Hákun Djurhuus
(fólk.) og Finnbogi
Isaksen (tjóð.).
Tummas J. Askham
upplýsir fyri Sosialin-
um, at endamálið við
fundinum er at seta
politikarunum ymsar
spurningar viðvikjandi
samfelagsviðurskift-
um. Hann leggur aftr-
at, at fólk frá kristilig-
ari síðu nú vilja vera
meira við og hann held-
ur somuleiðis, at tað
verður sæð við alt ov
løgnum eygum eftir
politikarunum í Føroy-
um
Spurningarnir, ið
verda settir floksfor-
monnunum, eru hesir:
1) Sig eitt sindur um
flokk tygara!
2) Hvat metir tygara
flokkur um ta kristiliga
arbeidi, sum fer fram
her å landi i dag?
3) Hevði ein kristi-
ligur folkaflokkur verid
ein avbjóðing til tyg
araflokk!
4) Halda tygum, at
tygara flokkur dekkar
tann politikk, sum ein
slíkur flokkur hevði
rikið (sum Kristiligi
fólkaflokkurin í Nor-
egi)!
5) Er kristindóms-
undirvisingin betur
dekkað í nýggju fólka-
skúlalógini, enn hon
var í ti gomlu lógini,
ella hava tygum nakað
at viðmerkja til ta
nýggja lógina
6) Ganga tygum inn
fyri sjónvarpi og um so
er, tá hvi?
At enda hava áhoyr-
ararnir hevi at seta
spurningar fram til
politikararnar
Triðja
yogaskeiðið
Aftur í ár fer Sanne
Sjølund, yogalærari í
Herning, at hava yoga-
skeið í Feroyum.
Skeiðið verður í mai
og varar triggjar vikur
Nærri frágreiðing um
skeiðið verður givin í
lýsingum eftir páskir.
Hetta er triðja árið,
Sanne Sjølund hevur
slíkt skeið í Feroyum
Ahugin hevur verið
storur hini árini.
Umborð á
fronskum
trolara
Sunnudagin var mann-
ing av Ólavi Halga um-
borð á einum fronskum
trolara vestanfyri Fer-
oya banka. Reiðskap-
urin hjá trolaranum
varð kannaður og var
hann í lagi.
Hava 6 m? til sjónvarpssendingar
Sjónvarpsfelagið er nú
farið undir regluligar
sendingar og síðani í
síðstu viku hevur skráin
verið í blødunum. Eftir
hvat frættist, sæst væl
um allan býin og eisini út
í Nólsoynni. Og tað er
neyvan nakað mansbarn í
Havn, sum ikki veit, at nú
er sjónvarpið komið. Hin-
vegin eru tey ivaleyst
færri, sum vita, hvaðani
Sjónvarpsfelagið sendir.
Vit hava vitjað sendi-
steðina hjá Sjónvarps-
felagnum.
Stór er hon ikki, sendi-
stoðin. Í mesta lagi 6 m”
Hon er í einum fyrrver-
andi goymslurúmi á ov
astu hædd á B 74 á
Landssjúkrahúsinum.
Tað er Tórbein Rein, sum
stendur fyri sendingun-
um. Tá vit vóru og vitjaðu
hann, hevði hann júst sett
bandið við All England
Badmintonkappingini á.
Hann segði, at senditidin
er 12 — 15 tímar um
vikuna, so hann brúkar
ein stóran part av fritið
sínari í hesum lítla rúm-
inum á B 74.
Sendarin er heima-
gjørdur — av Mikkjali á
Húsabrúgv. Hann er 1/2
watt og stendur á mitt-
astu hilluni í sendirúmin-
um. Nýggi sendarin, sum
kemur sidst í hesum mán
aðinum er 10 watt. Hann
verður eisini settur upp á
B 74 og sigur Tórbein, at
hetta rúmið verður brúkt
enn eina tid, ti tað liggur
væl fyri.
Tá nýggi sendarin er í
roknaður, hevur Sjón
varpsfelagið keypt útgerð
fyri 80.000 kr. Tað er
figgjað við limagjaldinum
hjá teimum útvið 450 lim
unum.
Ikki »Holocaust«
Bondini, sum Sjónvarps-
felagið sendir, koma úr
Danmark og er tilfarið úr
danska og svenska sjón-
varpinum.
Tórbein Rein sigur, at
nevndin í felagnum er
ógvuliga varin, tá hon av-
ger, hvat skal sendast. Til
dømis ætlar felagið ikki at
senda »Holocuast«, nógv
umreddu framhaldssend-
ingina um jedatýningina
hjá nasistunum.
Hon er ov herð og
tað er ikki
rætt at senda hana nú.
Hon má bíða til fólk hava
'gVISUg£, SO
int seg til sjónvarpið,
sigur Tórbein Rein. Hin-
vegin ætlar felagið at
ser:da eina ikki minni um-
redda sending,
„Redder<É
nevniliga
Tórbein leggur afturat,
at dentur verður lagdur á
fjølbroytni. Eitt nú í sam-
bandi við ítrótt, har er
ætlanin at senda frá ym
iskum kappingum og ikki
einans fótbólt.
Farnir undir regluligar sendingar
Sjónvarpsfelagið hevur tveir bandavspælarar. Sendarin liggur á mittas
Myndamaðurin noyddist at kroysta seg upp í eitt horn fyri at
tronga rúminum. Tórbein Rein stendur fyri sendingunum
sjónvarpstólið í sendiruminum.
FÅ
L 128 MAKR
Her stillar i