mikudagur 11. apríl 1979síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
sosialurin
Nr. 28 — 11. apríl 1979
Flakavirkini fingið 14%
meira av råvøru i år
Bacalao, Polarfrost og Handils- og Frystivirkid havt størsta vøksturin
Tey 16 føroysku flakavirkini hava fyrsta
ársfjórðing i 1979 fingið munandi meir av
fiski enn sama tidarskeid í fjør.
Hetta vísir eitt yvirlit, sum Sosialurin
hevur gjert. Eftir teimum fyribils upplýs-
ingum, sum vit hava fingið frá virkjunum,
so hava tey 16 flakavirkini til 1. apríl í ár
tikið ímóti 22.895 tonsum av fiski.
Um somu tíð i fjør vóru komin umleið
21.000 tons uppá land, tvs. at vit í ár hava
havt ein vekstur uppá 13,9 prosent.
Tey flestu flakavirkini í
landinum hava fingið
meira av fiski teir fyrstu
mánaðirnar í ár enn somu
tíð í fjør. Tað eru serstak-
liga tey virkini, sum hava
størri bátar, ið hava fingið
munandi meira av fiski,
eitt nú Bacalao, Polarfrost
og Handils- og Frystivirk-
ið.
Tað hevur harafturi-
móti viðrað serliga illa hjá
teimum smærri bátunum,
og hetta hava fleiri virki,
sum bert hava smærri
fiskifer, merkt. Eitt nú
hava flakavirkini í Skop-
un, Leirvík og Vík fingið
nakað minni av fiski í ár
enn somu tíð í fjør.
Meira av upsa
minni av toski
og hýsu
Vit hava sett okkum í
samband við ell flakavirk-
ini. Tað vísur seg, at tann
góði upsafiskiskapurin,
sum hevur verið í vetur,
hevur hildið áfram. Hjá
nógvum virkjum er upsi
stersti parturin av ráver-
uni. Harafturímóti hava
virkini fingið væl mínni av
bæði toski og hýsu.
Serliga hýsuveiðan hev-
ur verið væl minni í ár. Vit
hava her tølini fyri nøkur
av teimum fiskasløgum,
sum eru veidd undir Fer-
oyum januar og februar í
1978 og sama tíðarskeið í
ár.
Jan.-febr. 1978:
Toskur 3.946 tons
Hýsa 3.416 tons
Upsi 6.120 tons
Brosma 771 tong
Longa 401 tons
Jan.-feb. 1978:
Toskur 5082 tons
Hýsa 5396 tons
Upsi 2285 tons
Brosma 484 tons
Longa 257 tons
Vit hava her stutta frá-
greiðing um tey
flakavirkini:
ymsu
Bacalao í Havn
Flakavirkið Bacalao í
Havn er tað virki í landin-
um, sum hevur havt
stersta veksturin higartil í
ár. Hesar fyrstu triggjar
mánaðirnar hevur Bacalao
fingið 3.700 tons av fiski
ella umleið 800 tons meiri
enn somu tíð í fjør.
Orsekin til stóra vekst-
urin er, at fleiri skip hava
avreitt til virkið í ár enn í
fjør og haraftrat hava teir
størri trolararnir havt
rættiliga góðan fiskiskap.
Enniberg hevur avreitt
til Bacalao í ár og onkur
idnaðarbátur hevur lagt
um til feskfisk og avreitt
til virkið. Linubåtarnir
hava fiskað væl minni í ár,
verður upplýst á Bacalao.
Umleið helvtin av ráver-
uni hjá Bacalao í ár er
upsi, toskur er umleið 30
prosent og restin onnur
fiskasløg.
Polarfrost i Vågi
Vågbingar hava havt
nógv at gera henda fyrsta
ársfjórðingin. Flakavirkið
í Vági hevur tikið ímóti
2.280 tonsum av ráfiski í
ár ímóti góðum 1.500
tonsum somu tíð í fjør.
Veksturin stavar m.a.
frå ti, at tær báðar borg-
irnar, Nesborg og Akra-
borg hava verið við gern-
um í ár og hava landað
góð 200 tons av makreli
sum er frystur til agn.
Brimborg byrjaði ikki
fiskiskap í fjer fyrr enn
síðst í februar mánaða. Í
ár fór Brimborg undir
Feroyar at royna longu í
januar mánaða. Annars
hava teir somu bátarnir
sum í fjer avreitt til Polar
frost.
Teir hava fingið væl
minni av hýsu í ár, men
harafturimóti fingið væl
meira av bæði upsa og
toski.
Jan.-feb.-mars 1978:
Toskur: 463 tons
Hysa: 323 tons
Upsi: 649 tons
Jan.-feb.-mars 1979:
Toskur: 715 tons
Hysa: 212 tons
Upsi 1029 tons
Handils- og
Frystivirkið
í Fuglafirði
Væl meira enn 2.000 tons
av fiski eru komin uppá
land í Fuglafirði í ár. Av
hesum hevur Handils- og
Frystivirkið tikið ímóti
meginpartinum, góðum
1.500 tonsum. Hetta er
næstan dupult so nógv
sum somu tíð í fjør, so i
mun til í fjør er Handils-
og Frystivirkið tað flaka-
virki í Feroyum, sum
uppá seg hevur havt
stersta veksturin í rá-
verutilgongd.
Tað eru serstakliga teir
7 kubatrolararnir, sum eru
orsekin til stóra vekstur-
in. Um somu tíð í fjør vóru
bert triggir kubatrolarar í
Fuglafirði.
Kubatrolararnir hava í
ár havt rættiligan rok-
fiskiskap, og so nógvur
fiskur hevur verið, at
flakavirkið ikki altið hev-
ur kunnað tikið ímóti fisk-
inum. Bátarnir hava tí
eisini avreitt til onnur
virkir.
Annars hava teir somu
bátarnir avreitt til virkið.
Tað hevur viðrað stak illa
hjá hinum bátunum.
Negdin av upsa er nær-
um trýfaldað í mun til
somu tid:
Jan.-feb.-mars 1978:
Toskur 284 tons
Hýsa 208 tons
Upsi 353 tons.
Jan.-feb.-mars 1979.
Toskur 326 tons
Hýsa 142 tons
Upsi 963 tons
Kósavirkið
í Klaksvík
Klaksvíkingar liggja
framvegis á odda. Kósa-
virkið hevur til 1. apríl í ár
tikið ímóti 3.900 tonsum
av fiski. Hetta eru umleið
370 tons meira enn somu
tid í fjør.
Útróðrarbátarnir í
Klaksvík hava fingið lítið
av fiski í ár, hetta kemst
serliga av ringum veðri.
Serstakliga línubátarnir
hava.fingið lítið, og sæst
hetta á tølunum yvir
hýsufiskiskapin, sum hev-
ur verið í afturgongd í
mun til í fjør.
Tað eru teir triggir trol-
ararnir, Skálaberg,
Sundaberg og Sjúrða-
berg, sum gera munin.
Teir hava roynt undir Fer-
oyum í vetur og hava
fingið nógv av upsa og
kongafiski.
Jan.-feb.-mars 1978:
Toskur 1182 tons
Hýsa 1697 tons
Upsi 76 tons
Jan.-feb.-mars 1979:
Toskur 1289 tons
Hýsa 726 tons
Upsi 1224 tons
Flakavirki
Kósavirkið
Bacalao
Polarfrost
Snarfrost
Lynfrost
Handils- og Frystiv.
Tveroyrar flakavirki
Nykur
Vestmanna flakav.
Norðis
Frost
Fuglafjarðar Ísvirki
Skopunar flakavirki
Feroyskt-Íslenskt fl.
Frostvirkið
N. Niclasen
Tilsamans
Handils- og Frystivirkið hevur nærum tvífaldað framleiðsluna higartil í ár
Snarfrost
í Miðvági
Snarfrost í Miðvági hevur
tikið ímóti umleið 2000
tonsum í ár. Hetta eru
umleið hálvtannaðhundr-
að tons meira enn somu
tíð í fjør. Teir flestu av
garnabátunum, sum
royndu í fjør, hava lagt
um til trol og línu í ár.
Lækkaklettur og Hamra-
berg hava verið við troli,
meðan Venus hevur lagt
um til línu. Bert Miðving-
ur og Reynsatindur hava
verið við gørnum. Haraft-
urat hevur Mars avreitt til
flakavirkið í ár.
Jan.-feb.-mars 1978:
Toskur 40%
Hysa 7%
Upsi 47%
Jan.-feb.-mars 1979:
Toskur 32%
Hysa 7%
Upsi 40%
Meðan onnur fiskasløg i
1978 utgera 6%, so eru
tey i år økt til 21% av
samlaðu ráveruni hjá
Snarfrost.
Vestmanna
Fiskavirki
Flakavirkið í Vestmanna
hevur fingið 1.130 tons av
fiski í ár. Hetta eru umleið
240 tons meira enn somu
tíð í fjør.
Tað hevur annars viðr-
að serstakliga illa hjá
teimum smærri bátunum í
ár. Nógvir bátar hava
næstan ikki roynt fyri
veður. Men fleiri nýggir
bátar hava avreitt til virk-
ið, og hetta er helst eisini
orsekin til tað fræga úr-
slitið. Aftrat í ár hava
Fram, Vesturbúgvin og
Columbus avreitt í Vest-
manna.
Nykur á Toftum
A Toftum hava teir fingið
nakað meira av fiski í ár.
Tilsamans eru 1.150 tons
komin uppá land. Megin-
parturin er veiddur í janu-
ar og februar mánaða,
meðan mars mánaði hevur
verið heldur ringur. Báta-
talið er tað sama sum í
fjør.
Lynfrost
i Runavik
Virkið hevur fingið somu
negd av fiski í ár sum teir
fyrstu triggjar mánaðar-
nar i fjør, góð 1.600 tons.
Tað hevur viðrað illa
hjá bátunum, serstakliga
línubátunum. Annars eru
triggir bátar, sum ikki av-
reiddu til virkið í fjør,
komnir aftrat. Teir eru
Nípan, Orion og Polarhav.
Av Lynfrost verður upp-