Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-04-18, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. apríl 1979síða 3

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 29 — 18. apríl 1979 sosialurin Síða 3 Arbeiðsbólkur kemur við uppskoti til orkupolitikk: Orkustova setast á stovn Skal seta skjøtilin á framtíðar orkupolitikkin í Føroyum Arbeiðsbólkurin, sum varð settur á orku- ráðstevnuni í oktober i fjør, hevur nú gjørt eitt uppskot til ein framtíðar orkupolitikk í Feroyum. Hetta uppskotið er sent bæði løgtingi og landsstýri Tað vóru Ídnaðarstovan og Ídnaðarfelagið, sum í fjør skipaðu fyri fyrstu orkuráðstevnuni í Feroy- um. Á hesi ráðstevnu vórðu hildnir fleiri fyri- lestrar um orkunýtslu, orkusparing, núverandi orkukeldur og um alterna- tivar orkukeldur. Millum luttakararnar á stevnuni var eisini ein norðmaður, sum greiddi frá meguleik- unum at fáa orku úr sjóar- alduni. Niðursteðan á stevnuni varð, at vit mugu taka orkuspurningin til við- gerðar beinanvegin — tí annars fara vit innan alt ov langa tíð at merkja sviðan av orkutroti. Skynsaman orkupolitikk Á stevnuni varð samtykt at seta ein arbeiðsbólk sum skuldi gera eitt upp- skot til ein framtíðar orkupolitikk. Tað er hesin arbeiðs- bólkurin, sum nú hevur gjørt eitt uppskot, sum er sent myndugleikunum. Í uppskotinum verður víst á, hvussu bundnar Feroyar eru av innfluttari olju. Og nú olja er vorðin ein mangulvera og er vorðin sera dýr, metir ar- beiðsbólkurin, at tað er neyðugt at leggja til rætt- is ein skynsaman fram- tíðar orkupolitikk. Høvudsendamål fyri okkara orkupolitikki Arbeiðsbólkurin setur ti upp hesi hevuðsendamál fyri føroyskum orkupoli- tikki: 1. At arbeida fram moti eini skipan fyri orkufram- leiðslu/-nýtslu, so at olju- innflutningurin til nytslu å landi i komandi tiggju- åraskeidi verdur minkadur so nógv sum gjørligt — tó við í minsta lagi 25% av núverandi oljuinnflutningi pr. íbúgva. 2. At útbyggja orku- framleiðsluna so, at vit umleið ár 2000 verða so óheft av oljuinnflutningi, at orkutervurin á landi í krepputið kann nektast við egnum orkukeldum. 3. At menna veiðiflota okkara komandi árini so at stødugt størri dentur verður lagdur á fiskifør og veiðihættir, ið krevja lítla orku í mun til fongin. Um tað skal lata seg gera at fremja her nevndu hevuðsendamál innan á- settu tíðarskeið, verður sjálvandi neyðugt at farið verður til verka beinan- vegin. Arbeiðsbólkurin metir ti hesi tiltek vera av fremsta týdningi í dag: Orkusparing á landi Stuðul til orkusparandi tiltøk. Tormóður Dahl, leiðari á Ídnaðarstovuni, var ein av """stigtakarunum til orkuráðstevnuna í fjer . Eyðfinn Egholm, verkfreðingur hevur verið skrivari hjá arbeiðsbólkinum. Eyðfinn stendur eisini fyri tilrætt- isleggingini av eini bók um orku, sum kemur út í næst- um. Tilfarið í hesi bókini er m.a. frá teimum fyrilestrum, sum vórðu hildnir á orkuráðstevnuni í oktober. Myndin er frá orkustevnuni, tá Eyðfinn Egholm greiddi frá hitapumpuni Krev mugu setast um góða bjálving. Avlopshiti skal brúkast til — upphitingarendamál (fjarhiti) har hetta er gjør- ligt. Dentur skal leggjast å ídnað við lítlum orkutørvi. Hitapumpan skal nýt- ast til upphitingarenda- mál, har meguleiki er til tess. Akfer við stórari motor- effekt skulu tollast dyggi- liga. Rutur skulu setast upp í størri bygdum/by- um og bygdanna millum. Orkusparing å sjonum Eyðsæð kann nógv olja sparast umborð á okkara fiskiførum, m.a. við at laga ferðina eftir tí, ið veruliga lenar seg. Her mugu tó fyrst gerast mát- ingar og kanningar, so haldgott steði fæst undir einum orkusparipolitikki á sjó1um. Orkuframleiðsla Skynsom útbygging a vatnmegini, parallelt við útbygging av um olju-/kolkraftverkum samansett- (egið kol verður bert at brúka undir kreppuum . steðum) Fjarhitaanlegg skulu byggjast í samband við olju-/kolkraftverkini. Burturkast (brennistød) skal brukast til i hvussu so er hita. Bygging av biogass- anleggum og vindorku- verkum má stuðlast. Tryggingartiltøk Størri oljugoymslur (30% av ársnýtsluni) og neyð- ugar kolagoymslur. Umsiting av kolanåm- unum. Neyðugar nøgdir av koli á goymslu (sjá pkt. 4.1.) Kanningartiltøk Årinskanningar (kon- sekvensanalyser) i sam- band við orkuframleiðslu. Fremja mátingar- og kanningararbeiði í sam- band við framtíðar nýtslu av alternativum orkukeld- um (vind, aldu, streym, torv, flóð/fjera, sólorku, geotermiskur hiti o.t.). Upplýsing og útbúgving At enda nertur arbeiðs- bólkurin við, at tað hevur stóran týdning at fáa framda miðvisa upplýsing Arbeiðsbólkurin sigur viðari, at tað verður neyð- ugt við einari steðugari endurskoðan av okkara orkupolitikki. Målsøki at fremja beinanvegin Í uppskotinum verður sagt, at tað er neyðugt at fremja ávís málseki bein- anvegin. Hesi eru: 1. Setan av orkuráð við orkustovu (orkurådgeva). 2. Lóg um samskipan av býar-/bygdaplanlegg- ing og orkusparandi til- tøkum. 3. Log um bjålving og orkunýtandi installation- ir. 4. Log um studul til orkusparandi tiltøk. Fiskivinnan Nyta hagtalsskipanina so at vit fåa eitt någreinligt yvirlit = yvir veiðihátt (linu-, rækju-, nótaskip o.s.fr.), fiskanøgd pr. kg. av olju, manning á skip- unum og manningina á fiskavirkjunum á landi, ið er knýtt at góðskingar- liðnum fyri teir ymisku veiðihættirnar (sløg av veiðiskipum). Fremjan av neyðugum mátingar- og kanningar- arbeiðum í samband við alternativar orkumegu- leikar. Miåvis umsiting av egnu kolanámum. Bygg- ing av stærri oljugoymsl- um. Upplýsing í skúlum og heimum. Arbeiðsbólkurin Hesir hava sitið í arbeiðs- bólkinum, sum hevur gjørt uppskotið til ein orkupolitikk i Føroyum: Trygvi Arting, fulltrui, (Búskaparráðið), Tormóð- ur Dahl, sivilverkfreðing- ur, (Idnadarrådgevi) Guttormur Djurhuus, verkfrødingur, (Formaður i Føroya Idnadarfelag), Hjarnar Djurhuus, verk- froðingur, (Stjóri, P/f Shell), Eyðfinn Egholm, sivilverkfreðingur (Skriv- ari Arbeiðsbólksins), Bogi Hansen, cand nag (Stødisutbugvingin), Ják- up Magnussen, sivilverk- frødingur, (Feroya Ídnað- Páll Mikkelsen, (SEV) arstova), sivilverkfrødingur Ola-Svenn ] vil SIVU- Nolsøe, verkfrødingur, Føroya Idnadarstova), Hanus Vang, verkfrødingur, (Bóndi, Hoyvík). trý á getuni Hvat heldur tú um tað kristiliga arbeiðið, sum verður gjert í í Feroy- um í dag? Agnar Nielsen, stjóri: — Mær hevur ongantið dámt, at ov nógv av fremmandum trúboð- arum koma higar, tí vit hava sjálvir nógvar og góðar trúboðarar og prædikumenn. Heini Olsen, verkfreðingur: — Eg haldi, at trúðar- frælsi er tað einasta rætta, men í Feroyum eru í so nógvar greinir, sum mest sum royna at draga ein sjálvdrátt, ið kanska virkar erkiml- andi. Várharra er vón- andi hin sami fyri øll- um, og eg hugsi ikki, at hann hevði havt nakað í móti eini viss- ari samskipan í ti ann- ars stóra arbeiði, sum verður gjert her á landi. Eyðun Johannesen, sjónleikari: — Tað er nógv gott um tað at siga, men tá guðstrúgv verður til gudiligheit hevur tað litið við hvert annað at gera. Tó tykist guði ligheitin hent at vinna sær borgarligt vald við. Síðani hon nú eis er likamlig ella andalig. andstvergilig 4 8 > 1 andstyggilig