Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-04-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. apríl 1979síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 kring oyggjarnar Friðarlig páskir Sambært politiið í Havn hevur verið frið- arligt á páskum. Tað eru nakrir smáskaðar hendir í ferðsluni og nakrar parkeringsbøt- ur eru givnar. Politiið var eisini á Oyggjar- vegnum við radaran- um. 348 bilar vóru kannaðir og harav koyrdu 6 ov skjótt. Tann skjótasti koyrdi 111 km/t. Politiið heldur at ferðslan nú er heldur spakari eftir oynni, sid- ani teir fóru undir rad- arkanningarnar. Tað er harafturiímóti hend stór eking í spruttkoyringini. Hig- artil í ár eru 70 tiknir fyri at hava koyrt við kenning, og er hetta nógv fleiri enn fyri sama tíðarskeið í fjør. Gríma í Gøtu Komandi hósdag fer sjónleikarbólkurin Gríma til Getu við leik- inum > Vit eiga ikki eitt oyra — vit lata ikki eitt oyra.« Spælt verdur i Losj- uni hoskvøldid, friggjakvøldid og leyg- arkveldið kl. 20.00. Leikurin hevur nå verið vistur 32 ferðir og nu hava um 5000 folk sæð leikin. Næstu viku verður farið til Suðuroyar. Leikt verður í VB hús- inum friggjakveldið kl. 20 og meguliga viku- skiftið eisini. Higartil hevur leik- urin bert verið sýndur í Havn og Klaksvík. Grønlands- filmur Mikukveldið 18. april visir Byarbokasavnid danska grønlandsfilm- in »De myndighederne sagde stop«. Tad eru Per Kirkeby og Arkaluk Lynge, sum hava gjert filmin fyri Danmarks Radio og Kortfilmraadet. Per Kirkeby sigur um filmin, at hann er ein roynd at vísa stød- una hjá grenlending- unum, eftir at mynd- ugleikarnir hava av- gjørt at stongja kola- námið og býin Qutd- ligssat. Per Kirkeby ætlar við filminum at vísa, hvussu grenlendingar í okkara tíð ferð eftir ferð hava verið noyddir at flyta av náttúrligu búðplássum sínum og at taka við nýggjum livshåtti. Filmurin verður vístur fyri vaksnum, og tað er 0- keypis at gongd. Fráboðaður ov seint — politiið ongan áhuga So Fi: R — - 5 FN a » #5 á > æ Um fyra tidina tys- morgunin for ein per- sónbilur útav Oyggjar- vegnum. Eftir hvat frættist hendi bert materiellur skaði. Politiið upplýsir, at skaðin ikki varð meld- aður til politiið, fyrr enn týskveldið, og hava teir ti avvist at gera nakað við málið. —-— Orsøkin er tann, at madurin kann hava verið drukkin og brek kann eisini hava verið við bilinum, og hetta kann ikki avgerast so langt aftaná. Tað verð- ur nú upp til Trygging- arsambandið at av- gera, um tað skal gjalda fyri skaðan. sosialurin Føroyskt-Islendskt flakavirki í Vík: Lata sjálvboðin part av lønini i felagsgrunn Hava goldid 4% av vikulønini síðani oktober í fjør Tað hevur verið tosad um, at flakavirkir í Føroyum tvinga arbeiðsfólk til at lata ein ávísan prosent- part av lenini í ein fel- agsgrunn. Á flakavirkinum í Vík hava arbeiðsfólkini nú í eitt hálvt ár latið 4 pro- sent av lenini í ein grunn. fremst av, at færri garna- bátar hava avreitt til virk- ið í ár. Men umsteðurnar at landa fisk í Vík eru ikki tær bestu. Havnaviður- skiftini eru heldur trong, og ætlanin er nú at fara undir at útbyggja havn- ina. Ætlanin er at gera ein Nr. 29 — 18. apríl 1979 verjugarð uppá 150 metr- ar, og kanska leingja nú- verandi pierin við 15 metr- um. Tá kunna skip liggja meira trygg í rennisjógvi, og har verður meira at- løguplåss. Landsverkfrødingurin skal nú undir at tekna út- bygging av havnini. Ætla at beta um havnaviðurskiftini í Vík. Nýggjur trolari skal avreiða til flakavirkið um stutta tid Vit hava spurt leiðsluna á virkinum, hvussu henda skipan virkar. - Haðani verður sagt, at skipanin er heilt sjálvboð- in. Tað var í oktober mán- að í fjør, at virkið kallaði saman til fundar, har næstan øll arbeiðsfólkini mettu. Tá varð greitt frá ætlanini at seta pening av til víðari útbygging av virkinum. Tey flestu tóku undir við ætlanini og hevur hon virkað síðani. So gott sum oll gjalda nú tey 4 pro- sentini av vikulenini á eiiia bundna konto: hjá flakavirkinum. Útbyggja havnina Flakavirkið í Vík hevur annars fingið minni av fiski í ár enn somu tíð í fjor. Hetta kemst fyrst og Í fjør gjørdu teir annars bátahyl í Vík, og hesin hevur verið sera hentur bæði hjá bátum og virk- inum Í ár. Trolari skal avreiða í Vík Hevur tað sæð eitt sindur svart út fyri flakavirkið í Vík, hvat viðvíkur ráveru, so bendir alt á, at megu- leikarnir fara at vera mun- andi betri at fáa ráveru í summar. Seinast í hesum mánaði kemur nýggi trolarin, Sól- brún til Feroya, og hann skal avreiða til flakavirkið í Vík. Tað er partafelagið >Sólbrún< i Havn, sum hevur latið trolaran byggja í Englandi. Flaka- virkið í Vík eigur 200.000 kr. í partapeningi í nýggja trolaranum, sum kemur at taka umleið 200 tons. Tað arbeiða vanliga eini 30 konufólk á flakavirkin- um, og tá skip landa, eru eisini eini 20 mannfólk. Arbeiðsfólkið er úr bygd- unum Tjernuvík, Vík, Langasandi, Hvalvík og Hósvík. AAA AAA AAA Framhald frá síðu 1 ímóti hevur tilgeving sum eyðkenni. Samanumtikið er hetta kristiliga arbeiði bæði av ti góða og ti ringa, men tá hetta er eitt arbeidi, sum skal hava rætt til at vera i samfelagnum, segði Atli Dam at enda. Ringa ávirkan uttanífrá Pauli Ellefsen kom inn á ta ringu ávirkanina uttan- ífrá. Hann helt, at øll skandinavisku granna- lond okkara eru um at verða legd oyðin hvat viðvíkir kristindómi. — Í hesum londum er tað ikki longur loyvt at ávirka bernini til at taka eina ávísa stæðu á kristn- ari grund, segði hann Hetta hevur verið tulkað sum indoktrinering og er nú bannað. — Hetta saman við tí bardaga, sum fer fram á kristiliga økinum, er or- søkin til, at bædi Dan- mark og Svøriki eru farin á glid. Børnini skulu kem- iskt reinskast fyri stødu- takan sína út frá kristin- dóminum, og hetta fer fram, meðan allir flokkar hava trúðarfrælsi á stevnuskránni, segði for- maðurin í sambandsflokk- inum. Hann spurdi síðani, um føroyingar veruliga skulu sita hendur í favn og bíða eftir, at tað sama fer at henda í Feroyum, ella skulu vit taka stig til at fyribyrgja. = at henda gongdin eisini ger seg galdandi i Føroyum. Krevja politikk, sum byggir å kristiligt mentanarliv — Vit i sambandsflokk- inum hava trúðarfrælsi á skránni, men harumframt hava vit ein ávísan haldn- ing. Vit krevja ein poli- tikk, sum byggir á tað kristiliga mentanarlivid. Og hetta kristna mentan- arliv er ikki til stedar um nøkur år, um vit ikki nu taka stig til at tryggja, at føroyingar framhaldandi taka stødu til at åvirka gongdina i samfelagnum i ein kristiligan rætning, segði umboðsmaðurin fyri sambandsflokkin, Pauli Ellefsen m.a. í síni reðu á páskastevnuni hjá >Krist- us er Svarid.«