Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-04-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. apríl 1979síða 5

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 29 — 18. apríl 1979 sosialurin Ofantalig atløga gav 4.000 kr. i bot Skiparin heuði midalpromillu uppå 3,00. Bleiv fríkendur fyri brot á sjólógina, ti ongin skaði hendi Skiparin á danska línu- bátinum Birthe Skagfisk varð seinasta týsdag av Sjórættinum demdur at gjalda 20 dagbetur á 200 kr., tilsamans 4.000 kr., fyri brot á grein 138 í revsilógini. Skiparin varð handtikin beint eftir, at Birthe Skagfisk hevði lagt at við Hvítanesbryggjuna á Tveroyri tann 18. juni 1977. Skiparin sat tá við stýrið. Blóðroyndin, sum varð tikin hálvan tíma eftir handtøkuna, visti, at promillan hjá skiparanum var í miðal 3,00 og minst 2,85. Í desember 1977 kravdi handilsmálaráðið, at ákæra bleiv reist móti skiparanum, og undir dómsviðgerðini seinasta mánadag kravdi ákærin, at skiparin bleiv dømdur eftir grein 293 í sjólógini fyri >i spirituspaavirket tilstand og ved grov fejl og forsømmelse i tjenesten at have forvoldt søskade«. Åkærin meinti, at skip- arin åtti at missa rættin at føra skip, eisini sum stýri- maður, í 6 mánaðir og fáa eina bót uppá 2.000 kr. Í eðrum lagi kravdi åkærin skiparan dømdan eftir grein 138, petti 1 í revsi- lógini, sum er soljóðandi: >Den, som forsætlig eller ved grov uagtsomhed bringer sig i beruset til- stand, straffes med bøde eller hæfte, hvis han i denne tilstand udsætter andres person eller be- tydeligere formueværdier for fare.« Komu úr Aberdeen Birthe Skagfisk var um hálvan juni í 1977 í Aber- deen og seldi. Fimm mans vóru við, allir føroyingar. Tann 16. fór Birthe Skag- fisk til Feroya. Hon kom fyrst á Våg, har ein maður varð settur í land, og eftir stuttan steðg varð hildið fram til Tveroyrar. Sambært politifrá- greiðingini, sum varð skrivað í sambandi við handtøkuna av skiparan- um, var hesin ikki førur fyri at føra skipid sjålvur. Tað var kokkurin, sum stóð við stýrið, tá teir komu til Vágs og fóru haðani. Men tá teir nærk- aðust Hvítanesbrúnni, kom skiparin upp og vildi sleppa at leggja at. Kokkurin royndi at forða honum, men uttan úrslit. Tað gekst striltið at leggja at. Fyrst var ætlanin at leggja at ti partinum, sum kemur úr landi. Undir hesi royndini vilja vitni vera við, at skipið tók botn. Síðani bleiv lagt at tí part- Síða 5 inum av bryggjuni, sum liggur parallelt við landi. Í hesum umfarinum eydn- aðist at fáa ein trossa í land, men tvær ferðir bakkaði skipið frá aftur, millum 150—200 metrar, áðrenn tað endiliga legði at. Undir hesum royndun- um bar skipið við bryggj- una. Ongin skaði hendi kortini, hverki á skipi ella bryggju. Ein legreglumaður á Tveroyri sá, tá Birthe Skagfisk legði at. Hann fór oman á bryggjuna og beint sum skipið var bundið, fór hann umborð og handtók skiparan. Undir dómsviðgerðini segði verjin hjá skiparan- um, at ákærin gjerdi alt ov nógv burtur úr hesum máli. Tað, sum tað snúði seg um, var, at ein dansk- ur politistur vildi gera seg interessantan. Verjin segði, at grein 293 í sjó- lógini kundi ikki brúkast í hesum førinum. Ti tað var 100% óprógvað, at skipið tók botn. Sjórætturin gav verjan- um viðhald í tí, at ongin heimild var at dema eftir grein 293, av ti ongin skaði var hendur. Skipar- in bleiv ti fríkendur eftir hesi grein og hann misti heldur ikki rættin at fera skip. Bryggjan á Hvítanesi, har Birthe Skagfisk gjerdi fleiri royndir at leggja at (8) MÁNADAG KI. 8.00 Tveroyri Tórshavn Kl. 15.00 Tórshavn Vág Vág MANADAG Kl. 15.00 Torshavn Klaksvik Kl. 18.00 Klaksvik Torshavn VIDMERKING: TYSDAG Kl. 7.00 Tórshavn KI. 12.00 Tórshavn Klaksvík Kl. 15.00 Klaksvik Tórshavn Kl. 18.30 Tórshavn Tveroyri 3800 TÓRSHAVN Fyribils-ferðaætlan Galdandi frá týsdegnum 17/4 1979 M/s DÚGVAN MIKUDAG Kl. 7.00 Tvøroyri Tórshavn KI. 15.00 Tórshavn Tveroyri Vág HÓSDAG Kl. 7.00 Tvøroyri Tórshavn Kl. 12.00 Tórshavn Klaksvík Kl. 15.00 Klaksvik Tórshavn Kl. 18.30 Tórshavn FRÍGGJAD. Kl. 7.00 Våg Tórshavn Kl. 12.00 Torshavn Klaksvik Kl. 15.00 Klaksvik Torshavn Kl. 18.30 Tórshavn Tveroyri M/S PRIDE LEYGARD. Kl. 7.00 Tvøroyri Tórshavn Kl. 15.00 Tórshavn Tvøroyri STRANDFARASKIP LANDSINS SUNNUDAG Kl. 18.00 Tvøroyri Tórshavn Kl. 21.30 Tórshavn Tveroyri SUNNUDAG KI. 19.00 Klaksvík Tórshavn Kl. 21.30 Torshavn Klaksvik Ferðaætlanin tekur við týsdagin 17/4 kl. 12.00 og væntast SMYRIL aftur í sigling hósdagin 3/5-1979 kl. 18.00. Ferðaætlanin hjá PRIDE er umframt vanliga sigling. UM NEYÐUGT KUNNU BROYTINGAR Í FERÐAÆTLANINI VERÐA GJØRDAR V.M STRANDFARASKIP LANDSINS kring oyggjarnar Framsýning Listasavnið í Vejle hevur í hesum degum eina framsýning av málningum eftir Miki- nes. Framsýningin er opin til 27. apríl. Á framsýningini eru serliga náttúrumyndir við tí serstaka, djúpa litdáminum, sum eyð- kennir Mikines. Hósdagin 14. juni letur handilin hjá Feroya keypssamtøku í Mið- vági upp. Hetta verður fimti handilin hjá FK. Hóast ringu veður- líkindini í vetur hevur arbeiðið gingið væl. Byrjað varð at grava út um mánaðarskiftið august /september í fjør og nú er komið so langt áleiðis, at upplat- + Keypsamtøkan i Vågum letur upp 14. juni Savnaðu 13.800 kr. Í Sjóvar prestagjaldi eru savnaðar 13.785 kr. til Neyðhjálp fólka- kirkjunar. Talvan gekk í kirkjunum miðfestu- sunnudagin og tá komu inn 6.585 kr. Um ársskiftið stóðu kistlar í handlum og í teir komu 7.200 kr. ingardagurin er ásett- ur. Handilsbygningur- in, sum liggur við kirkjugarðin, vestan- fyri bygdina, varð inni- lokaður í februar. Tað er Magni Thomassen í Sandavági, sum ger byggiarbeiðið. FK í Vágum hevur, hóast ongin handil er komin enn, longu yvir 400 limir.