mikudagur 18. apríl 1979síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sosialurin
Nr. 29 — 18. april 1979
telf. 14720 . 11820
box 76, 3800 Torshavn
Føroya Javnadarflokkur
Tórfinn Smith
Vilhelm Johannesen (åbyrgd)
Høgni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Arne Thomsen
Sosialurin
Dimmalætting
Utgevari:
Fyritaksstjóri:
Blaðstjóri:
Blaðmenn:
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
Tjórukusturin
TANN, sum hevur fylgt við í debatt-
inum í føroyskum bløðum og hevur
havt evni til støðugt at lesa hesar
liðiligu epistlarnar um, hvussu ring
»sosialisman« hevur verið fyri vest-
urlendsku samfelggini, hevur havt
góða grund til at hugsa, at teir vóru
ikki framskygnir, sum bygdu upp
hesi samfeløg til tað tey eru í dag,
um tað var vet av sannleika í skriv-
ingini, sum fer fram í Dagblaðnum.
HER uppliva vit, at ein politiskur
flokkur støðugt heldur sína høvuds-
uppgávu vera at niðurberja øll tey
ómissiligu materiellu virðini, sum
eru komin fyri at vera, og eru komin
í kraft av tí politikkinum, sum íkki
minst javnaðarflokkarnir standa
fyri.
ØLL tann almenna iløgan, sum
gjøgnum árini er farin til heilsuverk,
sjúkhús, almenna røkt av so mong-
um samfelagsuppgåvum, > hava
sjålvsagt gjørt tad, at vesturlendsku
samfeløgini í nógvum, og tå ikki
minst tey Norðurlendsku samfeløg-
ini hava havt møguleikan at geva
íbúgvum sínum so góðar umstødur,
sum vit nú einaferð hava.
VÍST vera ferð eftir ferð gjørdar
royndir at kollrenna hesi samfeløg,
royndir til at fyrigikla fólki, at tað er
sosialisman, samfelagssinni, sum er
orsøkin til alt tað, sum átti at verið
betri.
OG TÓ vita vit, at orsøkin til alt tað
skeiva, framvegis er tann maktin í
menniskjanum, sum íkki vil sam-
felagsins besta, men sum fyri ein-
hvønn pris fyrst og fremst vil sæta
sær, sjálvt um tað skal ganga út yvir
samfelagsins áhugamál.
OG SO kunnu tjørukustarnir vera so
nógvir teir vera vilja, sum vilja mála
svart og kasta skugga yvir allar
samfelagsuppgávur, sum eittans
hava til uppgávu at styrkja og verja
tað samfelag, sum m.a. vit liva í, tí
tað er sólarklárt at einki samfelag
verður gott, har felagstankin er
burturgoymdur til frama fyri ein-
staklingainteressurnar.
Suðuri í Vági ynskja teir
menn, sum landa til flaka-
virkið, eina akkordskipan.
Men hetta setur leiðslan
seg ímóti.
Sambært Sosialinum
fyri seinasta mikudag sig-
tjak og
meiningar
Vit gera lesarar okkara
varugar við, at treytin
fyri at fáa lesarabrev
upptikin undir hesum
teiginum er, at blað-
stjórnin veit, hver hev-
ur skrivað brevini.
POLARFROST — AKKORD
ur virkisleiðarin, Valberg
Thorsteinsson, at hann
var fyri akkord fyri nakað
síðani, men hann hevði
broytt stødu, við tað at
Ingeborg Winther, nevnd-
arlimur i Føroya Arbeid-
arafelag hevur mælt frå, ti
i Danmark til dømis vilja
tey ganga burtur frå akk-
ord, — vegna stress.
Eg skal ikki blanda meg
uppi samreðuna millum
Ingeborg og Valberg, og
heldur ikki bera í betu-
flaka fyri hana. Tað er hon
kvinna fyri at gera sjálv.
Men eg kann tó skoyta
uppí, at eitt ella annað orð
segd frá einum mótparti
kann ofta — ja, enntá við
vilja — verða upp aftur
tikið og skeiv meting ella
týðing verða løgd í tað.
Tað tykist mær í hesum
fori.
Eg eri væl vitandi um,
at bæði í Danmark, Nor-
egi, Sveríki og í eðrum
verkamanna framkomn-
um londum, ynskja tey
ikki akkord uppá åvis ar-
beiði, men tey eru ikki
nógv.
Her í Fuglafirði til døm-
is hava vit akkord uppá
idnadarlandingar og vit
hava akkord uppá avskip-
ingar. Eg havi einki hoyrt
um nakað »stress« her.
Væl eru menn blivnir
sjúkir av gassi í lastini,
men tað hevdu teir eisini
blivið, um tað var vanlig
timaløn.
Eg stóð fyri nakað væl
síðani á bryggjuni í Vági,
tá ið bátur landaði, og
sannheit at siga, so trúði
eg, at teir arbeiddu akk-
ord arbeiði. Eg havi neyv-
an sæð raskari menn
landa ein bát.
Nei, skal eitt arbeiði
ganga væl fyri báðar part-
ar, so má leiðslan og ar-
beiðarnir arbeiða saman.
Og her skuldi tað verið so
líka til at landarnir í Vági
fingu sítt ynski uppfylt
sm. sáttmálan grein 16.,
eins og landarar og av-
skipingarmenn í Fugla-
firði hava tað.
Við kvødu verkamanna
og -kvinnu.
Fuglafjørdur
tann 7. april 1979
Simun P. Poulsen
nevndarlimur i
Føroya Arbeidarafelag
VARDAR IBUDIR OG RØKTARHEIM
Heimahjålpararnir i Eyst-
uroynni høvdu bjóðað til
fundar á Sjómansheim-
inum í Runavík 4. apríl í
år. Stór luttaka.
Eftir at hava lisið Sosi-
alin leygardagin 31. mars,
har Axel Johannesen
amtsrektarhússtjóri hevði
áhugaverda grein, hevdu
vit, sum skipaðu fyri
fundinum bjóðað Axel Jo-
hannesen við, at greiða
okkum nærri frá, hvussu
tey í Danmark skipa
heimarøktina soleiðis, at
tey eldru og brekaðu
kunnu verða longur
heima.
Axel Johannesen
greiddi millum annað frá,
at tey í Danmark vóru
farin burtur frá at byggja
pleyguinstitutiónir, og
vóru gingin meira yvir til
vardar íbúðir og útbygg-
ing av heimahjálpini. Axel
Johannesen, ið sjálvur er
føroyingur og sostatt
kennir okkara samfelag,
legði stóran dent á, at i
okkara lítla landi, ið ikki
enn er bundið av instituti-
ónum, hava vit møguleika
til at útbyggja eina
heimarekt sum er fyri-
myndarlig fyri onnur
lond. Sjálvsagt verða
rektarheim neyðug, men
latið okkum verða varin
og ikki forbyggja okkum.
Tá tosað er um vardar í-
búðir er at greiða frá, at í
Danmark eru vardar í-
búðir bygdar nær pleygu-
og ellisheimum, soleiðis at
íbúðarfólkini eru síni egin,
men er í hverjari íbúð eitt
kallitól, ið ger, at tey fela
seg trygg. Um okkurt
bagir kunnu tey altíð til-
kalla hjálp, og er tað so, at
starvsfólkini á teimum
nærliggjandi pleygu- og
ellisheimum kunnu koma
til hjálpar.
Sonja á Argjaboða,
heimahjálparleiðari, hevur
greitt frá, at á Shetlands-
oyggjunum byggja tey
raðhús við 5—7 ella 9 í-
búðum, alt eftir tørvinum
á staðnum. Fólkið livir so-
statt í somu bygd, millum
familju og kenningar og
klára seg við heimahjálp-
ini. Í hverjum av hesum
raðhúsunum, sum øll hava
installerað kallitól, býr ein
yngri familja, sum kemur
til hjálpar um tervur er á
ti. Hesi ansingarfólk eru
ikki rektarfólk. Tey fáa
bert lítla samsýning fyri
sína ábyrgd. Á Shetlands-
oyggjunum vísti tað seg
at vera góð loysn, sum
fólkið var negt við. Okk-
ara lítla samfelag er eisini
broytt tann vegin, at tey
ungu fara út at arbeiða,
bæði menn og kvinnur, og
hava tí ikki somu umsteð-
ur at passa tey eldru sum
fyrr.
At so er — er bara spell,
men mugu vit síggja
frameftir og tí byggja
samfelagið til tað, sum
kemur framyvir, og ikki
altíð verða eftirbátar, ser-
liga ikki í hesum máli,
sum er okkum so átroðk-
andi.
Tey eldru eru ikki altíð
for fyri at tosa sína egnu
sek, og ti fela vit heima-
hjálparar, at tá vit eru
tær, sum ofta dagliga
ganga um tey, mugu vit
eisini stuðla teimum í
teirra ynskjum. So at siga
oll ynskja at verða heima
longst meguligt!
Hver skal so døma um
hvat >longst meguligt er?
Vit halda at tey eldru og
brekaðu mugu hava so
mikið persónligt frælsi, at
tað eru tey sjálvi, sum
mugu hava hevi at velja
um tey vilja hava heima-
hjálp, búgva í vardari í-
búð — ella verða »noydd«
at fara á røktarheim.
Til vildar ellum kann
eingin gera,
tað er nú gamalt og vil
so verða.
Eg haldi altid tað roynist
best
at hjálpa har, sum tað
treingist mest.
Heimahjálpararnir
AA—A—A—ÉÓ(ÉØ [EN
(FUGLE)LIVET I FJALLAVATN
Nu herer vi om mænd med
initiativ der ger en indsats
for at bevare fuglelivet i
Toftavatn. Og samtidig
hører vi om mænd uden
følelser for livets værdier,
der gør alt for at ødelægge
fugleliv og andet liv, blot
for at presse nogle faa
kilowatt ud af Fjallavatn
og de omkringliggende
åer. Dette er en fadæse af
kvalitet. I vore nabolande
har vi et miljøministerium
og et naturfredningsnævn
der ville have grebet ind i
tilfælde af en naturøde-
læggelse af dette format.
Hvad tænker de dog paa,
de ståkkels mænd der
sidder uden ansvarsfølelse
og træffer en så alvorlig
Luttakid i almenna tjakinum
Sendið lesarabrøv til Sosialin!
ødelæggende beslutning?
Har de mon aldrig hørt om
alternativer? En vind-
mølle eller tre kan jo
skaffe energi til mange
hundrede husholdninger,
og det uden af ødelægge
naturen omkring os. Og
samtidig meget billigere.
Her har vi i Fjallavatn
vores — eneste stykke
næsten uberørt natur,
hvor naturelskere kommer
langvejs fra (jeg har mødt
både franskmænd, tysk-
ere, englændere, svensk-
ere og adskillige færinger)
der har hørt om dette
eldorado, og kommer for
at fiske et par ørreder og
nyde stilheden, uden at de
behøver at være bange for
at blive forstyrret af
knuste flasker og andet
affald.
Vi lever i et øsamfund,
og som alle andre ø-sam-
fund er vi omgivet af hav.
Havet er altid i bevægelse
(det ved vi bl.a. fra bølge-
målingerne som vi alle
hører hver dag), og frem-
skridtet har gjort den op-
dagelse at man kan om-
Framhald å sidu 7